Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

58. fundur

 

Ár 2007, týsdagin 20. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Meiken Krabenhøft, Hergeir Nielsen, Vilhelm Johannesen, Jógvan við Keldu og Poul Michelsen, løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
Málið beint í rættarnevndina.
 

2.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 61/2006: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”, nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber, nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”, nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde” og nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 67/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkanøvn, og at tingmenninir Henrik Old, Poul Michelsen, Alfred Olsen, Kári P. Højgaard, Høgni Hoydal og Jenis av Rana hava lagt fram tingmál nr. 68/2006: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráð­num í 2006 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2006
 

Tikið av dagsskrá:
 

1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 21. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini

2.        Munnligir fyrispurningar

3.        Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.20


 

             Edmund Joensen

              løgtingsformaður               


                             /Marius Rein

                                                                                                                                                                           skrivari