100-30 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju forsorgarlógini

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 20. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Verður arbeitt við at gera eina nýggja forsorgarlóg, og hvussu gongst við hesum arbeiði?
  2. Hvussu langt áleiðis er komið við arbeiðnum, og kann landsstýrismaðurin siga nakað um, nær arbeiðið kann væntast liðugtgjørt?
  3. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum nærri frá, hvør arbeiðsháttur verður nýttur í samband við lógarsmíðið?
  4. Er landsstýrismaðurin samdur við spyrjaran í tí, at vit hava stóran tørv á einari nýggjari og  dagførdari forsorgarlóg?
  5. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hví vit ikki hava fingið eina nýggja forsorgarlóg fyri fleiri árum síðan, ella er Almanna- og heilsumálaráðið so illa statt, tá tað um lógarsmíð ræður?

 

Viðmerkingar

Eitt tað fyrsta, ið Helena Dam á Neystabø kunngjørdi sum landsstýrismaður í 1998, var, at hon ætlaði at gera eina nýggja forsorgarlóg. Síðani eru allir landsstýrismenn í almannamálum komnir við somu fráboðan. Nú skjótt níggju ár eru liðin, heldur spyrjarin, at tað kundi verið áhugavert at frætt nakað um, hvussu langt áleiðis er komið við nýggju forsorgarlógini.

 

Spyrjarin heldur eisini, tað er sera viðkomandi og áhugavert at fáa nakað at vita um, hvussu arbeitt verður við at tilevna nýggju forsorgarlógina. Her verður eina mest hugsað um sjálvan arbeiðsháttin. Nú er stutt síðan, at nýggj barnaforsorgarlóg varð samtykt í tinginum. Hetta aftan á rættiliga drúgva  viðgerð og arbeiðsgongd.

 

Tað, sum undirritaði metti var størsti skeivleikin við arbeiðnum upp á nýggju barnaforsorgarlógina, var, at fyrst vóru fleiri uppskot til lóg tilevnað, sum so at siga bert bygdu at teoretiska vitan, vitan, sum varð fingið til vega við lesnaði og námsferðum. Ikki fyrrenn uppskotini vóru liðugt orðað,  vórðu viðkomandi partar bidnir um viðmerkingar, og man hesin arbeiðshátturin vera ein av orsøkunum til, at barnaforsorgarlógin hevði so tungan burð, og tí hon hevði so nógvar rættingar og broytingar fyri neyðini. Barnaforsorgarlógin er, hóast ótalið av broytingum og rættingum, enn ikki so góð og nøktandi, sum hon skuldi havt verið. 

 

Spyrjarin heldur, at tað helst er rættari fyrst at biðja viðkomandi fakbólkar/brúkarabólkar og onnur um at vera við til at orða eitt grundarlag undir lógini. At fáa nevndu bólkar at vera við til at orða endamálið við lógini í mun til avbjóðingar, allar potentiellar brúkarar og kanska ikki minst, hvussu lógin á besta hátt og í mesta mun  kann tillagast gongdini í samfelagnum. Tað er helst lítið at ivast í, at júst fakbólkar og brúkarabólkar eru fremstu serfrøðingarnir í so máta. Tá bæði grundarlag, endamál,  alt viðvíkjandi málbólkunum, er orðað, tá er løtan hjá løgfrøðingunum at fara undir at orða sjálva lógina. Sjálvandi við atliti at tí tilfari, sum er komið burtur úr fyrireikandi arbeiðnum.

 

Nú hoyra vit umboð fyri ein brúkarabólk siga alment, at verandi forsorgarlóg ikki hóskar til dagsins samfelag. At hon langt frá nøktar tann tørv, sum verandi brúkarar hava, og er hetta væl í tráð við tað, sum aðrir brúkabólkar hava ført fram. Tí er forsorgarlógin hvørki eitt gott ella viðkomandi tilboð í nógvum førum. Spyrjarin hevur spurt seg fyri ymsastaðni, um Almanna- og heilsumálaráðið hevur vent sær til fak- ella brúkarabólkar við nýggjari forsorgarlóg fyri eyga, og sigur ongin seg hava fingið nakra áheitan, og tey siga seg heldur ikki kenna til slíkt virksemi. Vit vita, at onkur persónur hevur verið settur í ávís tíðarskeið at arbeiða burturav við eini nýggjari forsorgarlóg, og at tað tá fór fram nakað, sum minnir um tann arbeiðsháttin, sum er lýstur omanfyri, men er nú langt síðan, at hetta arbeiðið helt uppat. Tí kundi verið áhugavert at vita, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við lógini, og hvussu nógv fólk og hvussu nógv tíð verður nýtt í hesum sambandi.

 

Spyrjarin setir fram hesar spurningar, tí hann metir tað sera viðkomandi at fáa hesi viðurskifti nærri lýst. Spyrjarin er fult samdur við teimum, sum siga, at vit hava eina nýggja forsorgarlóg fyri neyðini, og tað so skjótt sum gjørligt.

 

Nú verður mangan sagt, at løgtingslimir eiga ikki at leggja seg út í, hvussu landsstýrismenn arbeiða umsitingarliga. Spyrjarin heldur tó, at hann ikki gongur landsstýrismanninum ov nær við hesum fyrispurninginum. Tað eigur altíð at vera løgtingsmanni loyvt at spyrja um, hvør arbeiðsháttur verður nýttur í samband við lógarsmíð.

Á tingfundin 21. februar 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 20. apríl 2007 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum, soleiðis

Svar:

 

Til 1.

Tað verður arbeitt við at gera eina nýggja forsorgarlóg. Tað hevur nú í fleiri ár verið arbeitt við at betra um partar av galdandi forsorgarlóg. Bara í hesari tingsetuni hevur landsstýrismaðurin lagt 3 uppskot fram um broytingar í forsorgarlógini, sum øll hóska væl inn í eina framtíðar almanalóggávu. Við løgtingsmáli nr. 14 varð skotið upp at avtaka aldursmarkið fyri at veita stuðul til førleikatarnað, soleiðis at støða nú skal takast til, um hjálpin framvegis stuðlar uppundir eitt virkið lív, heldur enn automatiskt at avtaka stuðulin tí ein gerst 67 ár. Við uppskoti nr. 49/2006 um avlamisbilar og bústaðarbroytingar, sum varð samtykt 15. februar í ár, hava vit loksins fingið greiðar reglur fyri henda partin av forsorgarlógini. Við uppskoti nr. 72 um heimleys verður støða tikin til, hvørja hjálp tað almenna veitir fólki, ið hava hesar kompleksu trupulleikar, sum vit tilleggja teimum, ið vit í dagligari talu kalla heimleys.

 

Í arbeiðinum við visjón 2015 hava Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovan saman við umboðum frá MBF, eftir umbøn frá landsstýrismanninum, orðað eina visjón fyri almannalóggávuna, fyrst og fremst eina nýggja forsorgarlóg. Tilmælini í hesum partinum av visjónsarbeiðinum byggja á meginreglur, sum eru vælkendar í almannalóggávuni í grannalondum okkara.

 

Til 2.

Landsstýrismaðurin er saman við fyrisiting síni farin undir at orða eina arbeiðsætlan, sum væntandi verður liðug í summar. At fáa samtykt eina nýggja forsorgarlóg og harumframt fáa hana at virka er ikki løtuverk. Í visjónspappírinum frá sumri 2006 fyri almannalóggávuni 2015 varð ein arbeiðsætlan orðað, sum gekk heilt fram til 2015. Landsstýrismaðurin metir, at hetta er í so long tíð at bíða eftir eini nýggjari forsorgarlóg. Landsstýrismaðurin metir kortini, at ein realistisk tíðarætlan er ein fortreyt fyri, at nýggja forsorgarlógin skal koma at virka so væl sum gjørligt, herundir fáa so breiða undirtøku sum gjørligt.

 

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007, undir viðmerkingunum til játtanina hjá Almanna- og heilsumálaráðið stóð, at “Landsstýrismaðurin fer at gera nýggja forsorgarlóg. Hetta er ein verkætlan, sum mett verður at taka 3 ár”. Avgerðin um endaligu tíðarætlanina fyri arbeiðið við føroysku forsorgarlógini, og nær hon skal leggjast fyri Løgtingið, verður tikin í summar.

 

Til 3.

Almanna- og heilsumálaráðið er farið undir at orða eina skipaða arbeiðsætlan fyri føroysku forsorgarlógina, og í tí sambandi verður støða tikin til, hvussu og hvør skal vera umboðaður í arbeiðinum. Forsorgarlógin er ein av grundarsteinunum í okkara vælferðarskipan, og tí hevur tað alstóran týdning, at tilgongdin og endaliga úrslitið hava breiða undirtøku. Tað er ikki óvanligt at seta ein arbeiðsbólk, sum vísir til ein fakligan stýrisbólk við eitt nú brúkaraumboðum, og at tað eisini verður settur ein politiskur fylgibólkur við umboðum úr øllum flokkum og umboðum fyri kommunurnar til eina so stóra verkætlan, og í so máta verður arbeiðið við forsorgarlógini heldur onki undantak.

 

Til 4.

Ja.

 

Til 5.

Í 1995 avtalaðu føroysku og donsku myndugleikarnar í sambandi við rammulógirnar fyri almanna- og heilsuøkið, at øll tann føroyska lóggávan sambært rammulógunum, herundir ein føroysk forsorgarlóg, skuldi verða løgd fyri tingið longu í tingsetuni 1996/97. Nú meiri enn 10 ár og 5 samgongur seinni hava bert broytingar í verandi lóg vunnið niðan í Løgtingið. Orsøkirnar eru ivaleyst nógvar, men vantandi raðfesting og realistiskar tíðarætlanir eru helst høvuðsorsøkirnar til, at føroyska forsorgarlógin enn ikki er veruleiki.

 

Málið avgreitt.