Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

51. fundur

 

Ár 2007, hósdagin 1. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Kristian Magnussen, Anfinn Kallsberg, Kjartan Joensen og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni og Bárður Nielsen vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2006: Uppskot til samtyktar um føroysk útróðrarpláss í Grønlandi
Málið beint í uttanlandsnevndina
 

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligari liberalisering/einskiljing av elveitingini í Føroyum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Málið beint í rættarnevndina
 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Bill Justinussen, Jenis av Rana, Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Jacobsen hava lagt fram tingmál nr. 57/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-29/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi orsøkini til høga seingjardagatalið á sjúkrahúsunum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 6. februar 2007, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning  nr. 100-29/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi orsøkini til høga seingjardagatalið á sjúkrahúsunum 

2.        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-2/2006:  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um orkupolitikk

3.        Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2006: Frágreiðing sambært § 51, stk 4 í tingskipanini til aðalorðaskifti um fólkaskúlan

4.        Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.10 

 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

Marius Rein
skrivari