Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

47. fundur

 

Ár 2007, týsdagin 23. januar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Formaðurin bar fram minningarorð um Jógvan Adolf Johannessen, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 12. januar 2007, og tingmenn mintust hann  í tøgn.

 

Til viðgerðar:

 

1.        2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Uppskot til samtyktar fall 11-1-15.
Málið avgreitt.
 

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
 

3.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 55/2006: Uppskot til samtyktar um føroysk útróðrarpláss í Grønlandi, og at løgtingsmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt fram tingmál nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini, og svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-24/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi minstakravi til privatar (frí)skúlar, og fyrispurning nr. 100-25/2006 til Jóannes Ejdesgaard, løgmann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sandoyartunlinum


Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 24. januar, 2007, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi minstakravi til privatar (frí)skúlar

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2006 til Jóannes Ejdesgaard, løgmann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sandoyartunlinum

3.        Munnligir fyrispurningar.

4.        Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.17  

 

             Edmund Joensen

løgtingsformaður

                              /Marius Rein
skrivar