100-24 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi minstakravi til privatar (frí)skúlar  

Orðaskifti

Ár 2006, týsdagin 23. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er nøkur umsókn komin til Mentamálaráðið farnu 4 árini um at stovna privatskúla í Føroy

  2. Hví man eingin privatskúli vera settur á stovn? 

  3. Hvørjar broytingar, kundi landsstýrismaðurin hugsað sær, skulu gerast í lógini, fyri at áhugað fólk (foreldur, lærarar, felagsskapir, samkomur el. kommunur) betur hætta sær undir at stovna og reka privatskúla?  

  4. Hevur Mentamálaráðið (landsstýris- ella embætisfólk), síðan lógin kom í gildi, umhugsað ella ætlað at broyta lógina um privatskúlar, so tað verður minni møtumikið at fara undir slíkar? 

  5. Hvørji eru smbr. lógini minstu krøv, sum ein “framhaldsdeild “ (eitt nú 8. og 9. flokkur við 12 næmingum hvør) má lúka sum privatskúli fyri at fáa loyvi at byrja?

 

Viðmerkingar:

Fyrispurningurin er ein roynd at fáa upplýst og lagt afturat kjakinum um at menna vitan og førleika hjá føroyskum skúlabørnum á ymsan hátt, eftir at vánaliga úrslitið av PISA-kanningini varð ein smeitur fyri okkara skúlaverk.

 

Eftir norðurlendskum miðaltølum skuldu eini 1000 føroysk børn gingið í øðrum skúlum enn vanliga fólkaskúlanum.

 

Løgtingið hevur tvífaldað játtanina til skúlaverkið (eisini til fólkaskúlan) farnu 10 árini. Í dag kostar hvør næmingur í fólkaskúlanum skattgjaldarunum einar 40.000 kr. í meðal um árið. (Altso uml. 3/4 millión árliga fyri ein meðal hampa skúlaflokk).

 

Tað er enntá eftir hesa tvífalding av kostnaðinum, at PISA-kanningin gjørdi Føroyum fyri skommum.

 

Tað loysir neyvan trupulleikan bert at stoyta meiri pening niður yvir skúlan, hóast peningaligu áhugabólkarnir helst fara at trýsta á til hesa loysn sum lættasta útveg.

 

Eitt grundleggjandi brek við verandi skúlaskipan man vera, at góðir lærarar verða ov illa løntir og vánaligir lærarar ov væl løntir eftir teirra úrslitum. Teir fáa jú somu løn uttan mun til førleika, avrik og úrslit. Henda fíggjarliga útjavning av annars ógvuliga ymiskum frálærugávum og –hugi millum lærarar, og henda niðurgerð av evnaríkum og ágrýtnum lærarum máar støðið undan sosiala og fíggjarliga støðinum hjá lærarayrkinum. Ov fá dugnalig og eldhugað fólk søkja tískil læraraútbúgving. Her má vend koma í. Fyrsta stigið er nokk tikið við stjóraskiftinum á Læraraskúlanum og ætlan um at broyta læraraútbúgvingina.

 

Men neyðugt er eisini at fáa meiri elvi og mátt inn í fólkaskúlan á annan hátt, eitt nú við kapping millum lærarar og skúlar. Frílynta uppskotið at lata peningajáttanina fylgja barninum, so foreldur kunnu sjálvi velja, hvønn skúla tey halda vera best til síni børn, er ivaleyst ov framsíggið til at verða sett í verk her og nú. Men tann skipanin verður sett í verk, sum so mangt annað, tá tíðin er búgvin. (Seinni verða skúlar ivaleyst riknir sum vanligar fyritøkur, partafeløg, lutafeløg el. tíl.).

 

Men tað má longu nú bera til at geva hvørjum skúla ella skúlamyndugleika (kommunu) sær størri rásarúm og frælsi til at taka avgerðir um, hvussu peningajáttanin til teirra skúlar verður brúkt. Kapping um og millum lærarar er helst besta bráðfeingis loysn á verandi armóðsstøðu hjá fólkaskúlanum.

 

Tað má bera til at byrja eina “privatisering” av einum parti av skúlaverkinum, samstundis sum allir skúlar, eisini komandi privatskúlar, saktans kunnu ella skulu lúka somu fakligu lestrar- og próvtøkukrøv sum allir aðrir skúlar í landinum.

 

Men latum okkum nú síggja, hvat landstýrismaðurin svarar. 

Á tingfundi 24. januar 2006 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 14. februar 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Ad. 1.: Tað er ein ítøkilig umsókn komin um frískúlar seinastu 4 árini, og tveir fyrispurningar hava verið um skipan av frískúla.

 

 

Ad. 2.: Frískúlalógin er eitt alternativ til fólkaskúlan. Fyri at fáa góðkenning skal frískúlin vera:

 

  • ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til tann almenna skúlan.

 

  • skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt.

 

  • skipaður soleiðis, at hann uppfyllir § 2, stk. 3 í fólkaskúlalógini.

Tað er sjálvandi ilt at siga, hví eingin privatskúli er settur á stovn, men lógin setir eina røð av krøvum til høli, undirvísingarætlan og góðkenning av ymiskum viðurskiftum. Tað skal eisini fíggjarlig orka til fyri at seta ein frískúla á stovn. Umframt hetta er tað soleiðis, at uttan ein eldhuga, har stovnarar og starvsfólk veruliga brenna fyri sakini, verður eingin frískúli settur á stovn. Spurningurin er, um hesar eldsálir vanta, ella um krøvini eru so møtimikil, og eingin hættar sær undir at seta frískúla á stovn.  

 

Ad. 3.: Sambært § 18 í lógini um frískúlar verður virksemið hjá frískúlunum partvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega, men ásannast má, at tað er tungt at seta ein frískúla á stovn.

 

Tann írestandi fíggingin skal útvegast við foreldragjaldi og/ella privatum stuðli.
Stuðulin frá landinum til raksturin av læraralønunum í frískúlum svarar til 85 % av góðkendum læraralønum, útroknaður eftir lutfalsliga sama formli sum í fólkaskúlanum, meðan landið rindar 100% av læraralønunum til fólkaskúlan. Stuðul verður ikki latin til hølisútreiðslur.

 

Ein møguleiki fyri at gjørt tað lættari hjá áhugaðum fólki at stovna og reka privatskúla kundi verið at hækka stuðulin til raksturin av læraralønunum til t.d. 90 % av góðkendum læraralønum. 

 

Ad. 4.: Lógin um frískúlar er bert 4 ára gomul, og tann føroyska skúlaskipanin hevur ikki traditión fyri frískúlum.. Í hesum tíðarskeiði hevur onkur áhugabólkur spurt seg fyri, hvussu ein skal fyrihalda seg, tá ið frískúli skal stovnast. Hetta tíðarskeiðið má metast sum eitt royndarskeið, og staðfestast má, at áhugin fyri at stovnseta frískúlar hevur ikki verið stórur.

 

Í Mentamálaráðnum hava ítøkiligar ætlanir ikki verið frammi um at gera tað lættari at stovnseta frískúlar, men tíðin er ivaleyst komin til at umhugsa hetta og at taka málið upp til politiska viðgerð. 

 

Ad. 5.: Sambært § 2, stk. 3 í lógini, skal ein frískúli í minsta lagi bjóða undirvísing í 1.- 7. skúlaári, men stk. 4 í somu grein heimilar landsstýrismanninum at víkja frá reglunum í 3. stk. So tað er heimild at stovnseta frískúla, ið bert gevur undirvísing til 8. og 9. flokk, um so er, at landsstýrismaðurin góðkennir frávikið.

 

Fyri at kunna fara undir undirvísing sambært frískúlalógini, skulu krøvini til góðkenning og eftirlit í kapitli 2 í lógini uppfyllast.

 

Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og vera tillagað tørvinum hjá brekaðum.

 

Í sambandi við næmingatal, so er ásett, at tað skal skjalprógvast við undirskrift foreldranna áðrenn 1. september árið undan byrjanarárinum, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir, og eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 28.

 

Frískúlar skulu skipast sum sjálvsognarstovnar, og viðtøkurnar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

 

Tað er ikki ásett í frískúlalógini, hvørjar lærugreinir undirvísast skal í, men undirvísingin skal kunna javnmetast við ta undirvísing, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Hetta merkir sostatt, at frískúlin skal í hvussu so er kunna bjóða somu undirvísing, sum vanliga verður boðin í fólkaskúlanum, men tað kunnu vera øðrvísi hugsjónarligir tankar, bæði pedagogiskt og fakliga, sum liggja aftan fyri undirvísingina í einum frískúla samanborið við ein fólkaskúla (samanber § 4 í lógini um frískúlar).

 

Viðvíkjandi lærarunum, so er tað stýrið fyri skúlan, sum setir lærarar og leiðara. Stýrið er ovasta leiðsla á skúlanum. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv, sum krevja undirvísingarligan  førleika, men stýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan læraraútbúgving í starv.

 

- - - 

Í grannalondum okkara er frískúlin ein natúrligur partur av skúlaheildini, og hugsanin har er ikki, um hann hevur tilverurætt ella ei. Frískúlarnir eru rótfestir gjøgnum sítt virki seinastu øldina og hava í dag millum 5 og 15 % av næmingatalinum.

Málið avgreitt.