Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

43. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 19. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, Heðin Zachariasen og Jógvan við Keldu Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-14/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, víðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)
Málið avgreitt.
 

2.        Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
Málið avgreitt.
 

3.        Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini
Málið avgreitt

 

4.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, og nr. 37/2006:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í ymsum skattalógum (skattalætti).

 

Fundur niðurlagdur kl. 17.04
Fundur uppafturtikin kl. 18.40
 

      Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-1/2006: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2007

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 20. desember, 2006, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (barnastuðul)

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2006: Uppskot til løgtingslóg barnastuðul
Tingmálini nr. 50/2006 og nr. 51/2006 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina

4.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.43 

 

             Edmund Joensen

løgtingsformaður

                                               

  /Marius Rein
skrivari