Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

41. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 15. desember, kl. 9.50, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Uppskot frá Marjus Dam um at beina málið aftur í nevnd fall 12-0-20.
Broytingaruppskot frá løgtingsmonnunum Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen. Bill Justinussen Óla Breckmann, Jørgen Niclasen og Marjus Dam til uppskot til ríkislógartilmæli fall 14-2-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-15.
Málið avgreitt.
 

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-2.
Málið avgreitt.

 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2006: Uppskot til samtyktar um OECD og Europaráðsins sáttmála um fyrisitingarliga hjálp í skattamálum
Uppskot til samtyktar samtykt 30-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 til og við 7 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Uppskotið samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 1, 2, 3 og 6 fall 6-0-26. Broytingaruppskot meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl, til § 2 samtykt 21-1-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Uppskot frá Finni Helmsdal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-15.  §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Alfred Olsen og Gerhard Lognberg, til § 1 fall 7-1-15. §§ 1 og 2 fullu 7-1-15. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

9.        Bárður Nielsen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/2006 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004
Málið avgreitt.
 

Tikið aftur: 

Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin), er tikið aftur av uppskotssetaranum, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, sambært skrivi, dagfest 13. desember 2006.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 18. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD.

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði  

6.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark

7.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni

8.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar

9.        Framløga
 

 

Fundur lokin kl. 15.30 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari