Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

36. fundur

 

Ár 2006, hósdagin 7. desember, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Johan Dahl, løgtingsmaður, og Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        Munnligir fyrispurningar.
 

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýismann í vinnumálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at Føroya Tele skal leggja fipur í hvørt hús áðrenn 2012
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.        Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-6/2006 frá Óla Breckmann, løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági
Málið avgreitt.
 

4.        Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/2006 frá Olav Enomoto, løgtingsmanni. viðvíkjandi ”free-pass” skipan
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. desember, 2006, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um Menningarstovu

3.        3. viðgerð av tingmáli nr.  26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðautreiðslur

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

5.        3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum

6.        3. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum

7.        3. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunulæknaskipan
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið verður beint í vinnunevndina.

11.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari