Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

34. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 1. desember, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi betri fyribyrging og viðgerð av krabbameini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 23-0-5. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.    2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
Uppskot til samtyktar fall 9-0-16. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.

 

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
Málið beint í mentanarnevndina.
 

6.    Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-5/2006 frá løgtingsmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða  mikudagin 6. desember, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um     broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna o.a

4.        3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2005:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Broytt skattaprocent fyri útlendingar í FAS)

6.        2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

7.        2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

8.        2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum

9.        2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2006: Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2006: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Ferðaráð Føroya og løgtingslóg um menningarstovu

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2006: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2006: Upskot til eykafíggjarlóg fyri 2006
Málið verður beint í fíggjarnevndina

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið verður beint í trivnaðarnevndina

14.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 14.45 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari