Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

31. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 28. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.    2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt  27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.    2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog
Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 4-2-23. §§ 1 og 2 samtyktar 26-3-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.    1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Málið beint í mentunarnevndina
 

8.    Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-4/2006 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvinum til Jógvan S
Málið avgreitt.
 

10.Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 46/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 47/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 1-4/2006: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2006, og at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.


Tikið av dagsskrá:
 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá løgtingsmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 29. november, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.     Ófráboðaðir fyrispurningar

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Málið verður beint í vinnunevndina.

3.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni. viðvíkjandi avlopsorku hjá SEV í Vági

4.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.42  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari