Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

30. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 24. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, víðvíkjandi lesi- og skriviveikum (orðblindum)
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-17. §§ 1 og 2 fullu 8-0-19. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 13.03
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

 

4.    Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2006 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
Málið avgreitt.
 

5.    Framløga
Formaðurin
boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 44/2006: Uppskot til løgtingslóg um sínámillum umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir millum lond, sum eru limir í Europaráðnum ella OECD, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 19/2006: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark

nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni

nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar

nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 28. november, 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skyldum Føroya í altjóða sáttmálum, ið eru settir í gildi fyri Føroyar umvegis Danmark

2.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattatrýsti, almennu skattainntøkuni og býti millum inntøkubólkar av skattabyrðuni

3.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2006 til Bárð Nielsen landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sambandinum millum útbúgvingar og lønarflokkingar

4.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi ónøgdini viðvíkjandi miðfyrisitingini

5.    2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”

6.    2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at einskilja P/F Atlantsflog

7.    1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Málið verður beint í mentunarnevndina

8.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-4/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskiloyvinum til Jógvan S

9.    Svar upp á fyrispurningur nr. 100-5/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannamálum, frá løgtingsmonnunum Finni Helmsdal og Bill Justinussen viðvíkjandi Serdagstovninum á Argjum o.a.

10.Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.50 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari