Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

27. fundur

 

Ár 2006, fríggjadagin 17. november, kl. 9.35, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Kaj Leo Johannesen og Ingi Olsen, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Uppskotið, sum samtykt við 2, viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.

Málið avgreitt.
 

2.    3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
Uppskotið, sum samtykt við 2, viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.

Málið avgreitt.
 

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2006: Uppskot til løgtingslóg um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
Málið beint í rættarnevndina.
 

5.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsenlandsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”.
  

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004  
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 21. november 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2006 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýtsluni hjá kommunum síðani 2004

2.    1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Málið verður beint í mentanarnevndina.

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Barnafrádráttur)
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2006: Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Málið verður beint í mentanarnevndina.

6.    Framløga 

 

Fundur lokin kl. 13.28  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 /Marius Rein
skrivari