Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

25. fundur

 

Ár 2006, mikudagin 15. november, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar:

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroya Studentaskúla og miðnámsskúlanum við Marknagil
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast

 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Skúvoynni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast

 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2006
Broytingaruppskot frá minnilutanum til § 1 fall 9-1-19
Broytingaruppskot frá meirlutanum til §§ 2, 6, 8, 15 og 20 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
Málið beint í fíggjarnevndina

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalóg)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Málið beint í fíggjarnevndina
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (skattalætti)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í løgtingsmáli nr. 31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)

Formaðurin boðaði frá hesum fyrispurningum:
Nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum
Nr. 100-12/2006 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi “free-pass” skipan

Formaðurin setti næsta fund at verða  hósdagin, 16. november 2006, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskaparligum grundgevingum fyri skattalættanum hjá landsstýrinum

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi sosialum avleiðingum og grundgevingum fyri skattlættanum hjá landsstýrinum

3.   Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2006: til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, viðvíkjandi "free-pass" skipan

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum

6.      1. viðgerð av tingmál nr. 30/2006:Uppskot til løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum
Løgtingsmálini nr. 29/2006 og 30/2006 verða viðgjørd undir einum.

7.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.23

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skriivari