9. Serskipanir

Tað er í kommissorinum álagt Kommununevndini at koma við tilmæli um:

  • - møguligar serskipanir viðvíkjandi útoyggjunum, og at hesar serskipanir skulu verða grundaðar á tey serstøku viðurskiftini, har eru galdandi og
  • - møguligar serskipanir fyri tey smærru bygdasamfeløgini, og at tær verða gjørdar soleiðis, at hesi bygdasamfeløg kunnu varðveita síni eyðkenni sum best
  •  

    Kommununevndin tulkar hetta sum ásetingar, ið eru grundaðar á eitt (politiskt) ynski um at varðveita búsetingarmynstrið í landinum.

     

    9.1 Møguligar serskipanir viðvíkjandi útoyggjunum

    Fyrsti spurningurin, sum neyðugur er at seta, er hesin: Hvussu eigur ein útoyggj at verða lýst (definerað). Kommununevndin beyð umboðum úr Mykinesi, Fugloynni, Svínoynni og Skúvoynni til fundar, og var tá ein útoyggj lýst sum tann landslutur:

  • - har ikki er komandi til og frá sama dag til arbeiðis og í skúla, og
  • - har ikki ber til at brúka teir fyrimunir, sum fylgja við tí samfelagsligu menningini.
  •  

    Við hesi lýsingini eru: Mykines, Fugloy, Svínoy og Skúvoy útoyggjar. Harumframt kunnu verða nevndar: Dímun og Koltur. Tær eru tó ikki so fjølbygdar" sum hinar. Koltur er avtoftað sum bygd, men er endurreist við einum festarahúski.

    Sambært arbeiðssetninginum er tað, sum longu nevnt, eitt ynski, at verandi búsetingarmynstur verður varðveitt. Hetta ynskið kemur aftur til sjóndar í samgonguskjalinum millum fólkaflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin frá 1998, har ásett verður, at:

    Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað".

    Kommununevndin er tó av teirri áskoðan, at í útoyggjunum er støðan nú so hættislig, at tað ger tað sama, um hesar útoyggjar framhaldandi verða sjálvstøðugar, ella tær verða lagdar saman við størri eindir. Teirra trupulleikar kunnu ikki verða loystir í einum nýggjum kommunubygnaði. Um fólk støðast í útoyggjunum ella ikki, er uttan fyri kommunalu skipanina. Tað er tí ein landsuppgáva at varðveita búsetingarmynstrið í útoyggjunum, og tískil mega landpolitisk tiltøk verða sett í verk.

    Við hesum í huga heldur Kommununevndin, at eingin serskipan fyri útoyggjarnar eigur at verða bygd upp í nýggja kommunubygnaðin. Men harafturímóti heldur nevndin ikki, at útoyggjakommunurnar eiga at verða uttan fyri eina nýggja kommunuskipan, tí hildið verður, at búsetingarmynstrið í útoyggjunum hvørki hórar undan ella doyr, um útoyggjakommunurnar eru sjálvstøðugar kommunur, ella tær eru partar av stórum kommunum. Og av tí at landið ikki er størri í vavi enn so, er tað, sum áður sagt, ikki skilagott at arbeiða við fleiri ymiskum kommunuskipanum. Útoyggjakommunurnar eiga tí at verða viðgjørdar eins og hinar kommunurnar í kommunubygnaðinum.

    Men harafturímóti ber til at fremja landspolitisk tiltøk. Eitt hugskot, sum serliga hevur verið umrøtt á fundum í Kommununevndini, er skattasundurgreining, t.e. at útoyggjafólk ikki eiga at rinda so nógvan skatt sum fólk aðrastaðni, av tí at hesi fólk fáa lutfalsliga ikki altíð tað gagn av tænastunum, sum íbúgvarnir í meginøkinum fáa*. Við hesum er tó vandi fyri skattaflýggjan. Broytingar í jarðarlóggávuni hava eisini verið havdar á munni. Men hetta er, sum sagt, landspolitisk tiltøk, og tí er tað landið, ið skal taka støðu til, hvat ið er til ráða at taka.

    * Hesir spurningar kunnu eisini verða snaraðir á, tí spurningurin er, um tað ikki kann verða ein avbjóðing hjá nýggju kommunueindunum, hvussu tær eisini skulu tryggja tænastustøðið í útoyggjunum. Tað er hóast alt kommunan, sum er til fyri borgaran, og ikki øvugt, og tí er ógvuliga viðkomandi at spyrja, um tað ikki er kommunan, ið skal koma út til borgaran. Eitt ítøkiligt dømi í so máta er kommunulæknaskipanin. Nú skulu útoyggjafólk í flestu førum inn á meginlandið til lækna; men hví ikki hava læknaviðtalu í útoyggjunum t.d. 14. hvønn dag ella ein dag um mánaðin! Tað skuldu ikki staðist tær nógvu útreiðslurnar av hesum.

    Her skal tó verða nomið við, hvørji tey ynski eru, sum útoyggjakommunurnar hava, og eru hesi:

  • ·at vera sjálvstøðugar kommunur, so tær kunnu varðveita
  • skattainntøkurnar og hava avgerðarmyndugleikan á staðnum*
  • at fáa betri samferðslusamband við meginlandið
  • at fólk á staðnum fáa framíhjárætt at gera tað arbeiði, sum skal verða í útoyggjunum
  • at tey amboð, sum eru í oynni, verða brúkt
  • at møguleikar eru at gista á meginlandinum, tá ið íbúgvarnir í útoyggjunum skulu til lækna, tannlækna o.s.fr. og
  • at íbúgvarnir í útoyggjum fáa ellisheimspláss, har teir ynskja tað.
  • * Útoyggjarnar bera ótta fyri, at tær verða gloymdar, og at kommunustýrið í nýggju kommunueindini vil ikki raðfesta teirra viðurskiftini serliga høgt. Men, sum áður sagt, heldur Kommununevndin tað ikki vera rætt at arbeiða við fleiri kommunuskipanum í Føroyum. Heldur eigur størri dentur at verða lagdur á rættargildiseftirlitið, so at trygd verður veitt fyri, at kommunan heldur sínar skyldur - eisini í útoyggjunum. Tað, ið so er eftir til tess at tryggja búsetingarmynstrið, verður hildið at vera ein landsuppgáva.

     

    9.2 Møguligar serskipanir fyri tey smærru bygdasamfeløgini

    Eisini í hesum føri kann verða ringt at áseta, hvat ið eitt lítið bygdasamfelag er; men Kommununevndin heldur, at tey bygdasamfeløg, ið hava lítlan møguleika at verða umboðað í kommunustýrinum í teirri nýggju kommunueindini, og tey bygdasamfeløg, sum eru avskorin frá miðstaðarøkinum í kommunueindini, kunnu verða lýst sum tey smáu bygdasamfeløgini. Við hesum eru útoyggjarnar eisini smá bygdasamfeløg.

    Í eini nýggjari kommunuskipan er umráðandi at tryggja, at tey staðbundnu sjónarmiðini í teimum smærru bygdasamfeløgunum verða hoyrd. Hetta kann verða gjørt á ymiskan hátt. Sum dømi kann verða nevnt, at Kaldbak er ein partur av Tórshavnar kommunu. Til tess at veita trygd fyri, at tey staðbundnu sjónarmiðini í Kaldbak skulu verða hoyrd, er ein Kaldbaksnevnd sett, har býráðsformaðurin er formaður. At borgarstjórin eisini er nevndarformaður, kann vera við til at tryggja, at nevndarynskini kunnu verða framd í verki. Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at Kaldbaksnevndin hevur m.a. hoyringarrætt viðvíkjandi byggimálum í teirra øki. Nevndin hevur fund í minsta lagi hvønn ársfjórðing. Harafturímóti eru

    fleiri lítlar bygdir í Runavíkar kommuna, uttan at nøkur bygdanevnd tó er sett.

    Kommununevndin mælir tí til, at heimild verður í kommunustýrislógini at seta ráðgevandi staðbundnar nevndir, og at ein tílík nevnd fær hesar høvuðsuppgávur at røkja:

  • · at verða hoyrd í staðbundnum málum, sum verða umrødd í sjálvari kommunueindini
  • · at viðgera áleikandi, staðbundin mál og annars at geva kommunustýrinum upplýsingar um tey staðbundnu ynskini.
  •  

    Staðbundna nevndin, skal verða vald samstundis sum kommunustýrið, so at valskeið hennara verður tað sama sum kommunustýrisins. Staðbundna nevndin skal hava 3 staðbundin umboð umframt 2 kommunustýrislimir, har borgarstjórin er annar teirra. Staðbundna nevndin skal bert vera ráðgevandi, til tess at fíggjarliga ábyrgdin í kommunueindini skal verða savnað á einum staði - hjá kommunustýrinum.

    Kommununevndin mælir til, at kommunurnar sjálvar skulu gera av í samanleggingartíðarskeiðinum, hvussu tey staðbundnu sjónarmiðini í teimum smáu bygdasamfeløgunum skulu koma til ummælis í nýggju kommunueindini, um staðbundin nevnd skal verða sett ella ikki, ella okkurt heilt annað. Av hesum kemur týðiliga til sjóndar, hvussu umráðandi tað er, at kommunurnar sjálvbodnar leggja saman, so at tílík viðurskifti sum hesi verða avrádd av kommununum sjálvum og ikki av landsins myndugleika.

     

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]