10. Fyrimunir og vansar við nýggju skipanini

Ein og hvør skipan hevur sínar fyrimunir og vansar. So er eisini vorðið við hesum uppskoti um eina nýggja, kommunala skipan.

 

10.1 Fyrimunir

Við uppskotinum um nýggja kommunu skipan hevur Kommununevndin roynt at bera tað so í bandi, at vansarnir fóru at verða so fáir, sum til ber.

 

10.1.1 Meir orka

Við 7-9 kommunum verða munandi størri kommunueindir enn við verandi kommunuskipan. Á henda hátt fáa kommunurnar bæði størri og fjølbroyttari inntøkugrundarlag og tískil eisini stóra, fíggjarliga orku.

Við stórum kommunueindum og betri fíggjarligari orku verða kommunueindirnar nógv betur førar fyri at lúka tey ásettu krøvini og at røkja sínar kommunalu uppgávur. Við tí nýggju skipanini fer tí at bera til at lata uppgávur, sum nú formliga eru kommunalar, men sum landið umsitur - sum t.d. almannaøkið - aftur til kommunurnar, umframt at aðrar uppgávur eisini kunnu verða latnar teimum at røkja.

Við hesum fæst ein miðfirringarvinningur. Kommunan verður betur før fyri enn landið at nøkta staðbundna tørv/ynski borgarans og við hesum skapa eitt betri, fjølbroyttari og sannari kommunalt tænastustøði. Við størri kommunalum eindum er lagamanni hjá kommununi at fáa sær tann neyðuga førleikan at stýra soleiðis, at tilfeingið verður gagnnýtt sum best. Miðfirringarvinningurin skuldi tí eisini borið við sær, at virkisførið mennist.

 

10.1.2 Kommunurnar verða sterkari

At kommunurnar verða størri, at tær fáa betri fíggjarliga orku og bæði stórar og fleiri uppgávur at røkja, skuldi eisini borið við sær, at tær helst eisini fara at økja um umsitingarligu orkuna. Og at kommunurnar nú veruliga fáa uppgávur at røkja, og at uppgávuraðfesting teirra er vorðin veruleiki, fer helst eisini at bera við sær, at skikkað fólk verða áhugað at søkja størv hjá kommununi. Við øðrum orðum sagt, so fara fólk, ið hava nomið sær hægri útbúgving, nú eisini at søkja størv í kommununum, av tí at kommunan nú kann bjóða hesum fólkum eitt bæði áhugavert og spennandi starv og umhvørvi. Við at savna tey nógvu, góðu og dugnaligu fólkini, sum nú eru í kommununum, og sum hava holla vitan um kommunuviðurskifti, kann kommunan harumframt skapa eina góða umsiting. Hetta skuldi so økt munandi um tann almenna, fakliga kommunuførleikan.

Vegna tess, at fakligi førleiki kommununnar økist í sterkum, fíggjarligum kommunueindum, so hevur tað í kjalarvørrinum eina gagnliga ávirkan við sær á so mongum øðrum økjum. Hetta økir um møguleikarnar at menna og útbyggja kommununa, og tað dregur so aftur fólk at sær, ið bæði hava hug at stovnseta virki og at búseta seg í kommununi. Av hesum mennist kommunan enn meira, og jú sterkari hon er, tess fleiri uppgávur verður hon før fyri at røkja.

Og tess sterkari kommunan er, tess stinnari er hon eisini mótvegis landsstýrinum.

 

10.1.3 Ábyrgdarbýtið

Uppskotið um nýggja kommunubygnaðin ber við sær, at endurgjaldsskipanirnar verða avtiknar. Ístaðin verður skipanin soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuábyrgdini. Hetta ger tað lættari at áleggja ábyrgd. Tað skuldi so eisini borið við sær, at skeivar avgerðir fáa avleiðingar. At fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuábyrgdini er ein stórur fyrimunur, um borið verður saman við endurgjaldsskipanina.

Hetta er eisini grundarlagið undir miðfirringarvinninginum. Tí er umráðandi, at kommunurnar fíggja seg sjálvar, so at tey, ið hava gagn av eini tænastu, eisini skulu fíggja hana. Av hesum fær borgarin greitt at vita, hvat tað kommunala virksemið kostar, og hann verður tí at seta harðari treytir um, hvussu skattakrónur hansara skulu verða nýttar. Tessvegna verður kommunan noydd at meta um kostnað og gagnligar tænastur og at fremja tær tænastur í verki, ið mest gagna borgarunum.

 

10.1.4 Borgarin

Tað skuldi eisini verið ein fyrimunur hjá borgaranum, at kommunurnar verða størri, tí tann umsitingarliga orkan skuldi verið betri. Tað skuldi minkað munandi um tilvildarliga málsviðgerð og tískil økt um rættartrygdina hjá borgarunum.

Eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti ber eisini við sær, at borgarin dugir betur á at skyna, hvat alt kommunuvirksemið kostar, og hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av tí ávísu uppgávuni. Við øðrum orðum verður munandi lættari at síggja teir mongu staklutirnar í hesi nýggju kommunuskipanini.

Harumframt er ikki óhugsandi, at borgarin fær tað lættari viðvíkjandi sínum viðurskiftum mótvegis kommununi. Kommunueindin skal sjálv ráðleggja umsitingina; men ikki er óhugsandi, at borgarin bert skal koma á sama plássið at greiða síni viðurskifti, sjálvt um tað skuldi verið almannamál ella skattamál, ið avgreidd skulu verða. Við hesum fæst ein umsitingarsamskipan, ið eisini verður smidligari mótvegis borgarunum.

 

10.1.5 Samfelagsligir fyrimunir

Við nógv færri kommunalum eindum verður tann kommunala ráðleggingin og grundarlagið undir útbyggingarætlanum munandi betri og skynsamari, tí samfelagsliga útbyggingin og kommunubúskapurin verða betri, og sostatt átti eisini landsbúskapurin at verið burðardyggari.

Tann størri, fíggjarliga orkan í kommunueindunum verður eisini ein fyrimunur, tá ið skuldartrupulleikin skal verða loystur, tí kreditvirðið hjá kommununum verður munandi betri.

Fáar kommunueindir og nógv greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti lætta eisini munandi um eftirlitsuppgávurnar hjá landinum. Við tí nýggju skipanini skulu kommunurnar ikki søkja landið um ymisk loyvi, og landið skal ikki góðkenna mangt og hvat, sum kommunurnar gera, tí í nýggju skipanini hava kommunurnar nógv størri sjálvstýri. Í samanburði við verandi viðurskifti skal landið stórt sæð verða eitt rættargildiseftirlit. Tað skuldi lætt munandi um umsitingina bæði hjá landi og kommunu.

 

10.1.6 Staðbundið fólkastýri

Sagt kann verða, at jú størri kommunurnar verða, tess minni verður tað staðbundna fólkastýrið. Hetta kann sigast at vera ein vansi - og tá serstakliga hjá útoyggjunum, har íbúgvarnir ikki hvønn dag kunnu fara til miðstaðarøkið í kommunueindini. Tað bøtir heldur ikki um støðuna, um so er, at útoyggjarnar kanska í fleiri førum ikki ynskja sær somu tænastur sum í meginøkinum, av tí at umstøðurnar als ikki eru tær somu. Til tess at bøta um henda ójavna mælir Kommununevndin til, at staðbundnar nevdir verða settar, so at tey smáu bygdasamfeløgini kunnu verða hoyrd.

 

Men harumframt heldur Kommununevndin, at tað staðbundna fólkastýrið verður ikki skert, sjálvt um kommunueindirnar verða størri. Heldur tvørturímóti. Við nýggju kommunuskipanini fáa kommunurnar veruligar uppgávur at røkja, við tað at hesar uppgávur verða fluttar frá landinum (bæði tær, sum nú formliga eru kommunalar, men sum landið umsitur, og møguligar aðrar uppgávur) til kommunurnar at umsita. Á tann hátt fáa kommunurnar veruligan møguleika at raðfesta sínar uppgávur, samstundis sum tær verða fluttar nærri borgarunum. Við øðrum orðum sagt, so mennist tað staðbundna fólkastýrið við nýggju skipanini, av tí at tað staðbundna fólkastýrið av sonnum verður veruligt.

 

10.2 Vansar

Ein vansi við nýggju kommunuskipanini kann sigast at vera tann, at ein kommunuumsiting, ið hevur stórar, kommunalar eindir, kann verða stirvin. Kommunuumsitingin verður formligari, so tað verður ikki lagamanni hjá borgaranum hvørja løtu at fara til bygda(r)ráðsformannin at veita sær hjálp og ráðgeving. Harafturímóti kann tó verða sagt, at tann umsitingarliga arbeiðsviðgerðin verður ikki so treytað av persónum, og kommunupolitikararnir skuldu eisini havt betri stundir at tikið sær av tí politiska arbeiðinum, tí í nýggju skipanini hava teir eina veruliga umsiting sær til hjálpar.

Ein annar vansi við nýggju kommunuskipanini (ið tó hvørvur, sum frá líður!) er tann, at kommunur, ið hava lítla og onga skuld, verða lagdar saman við kommunum, ið eru skuldartyngdar. Tað kann av sonnum sigast, at tær kommunur, ið hava lítla og onga skuld, og sum skynsamt hava umsitið kommunukassan, verða nú revsaðar fyri sína skilagóðu umsiting, við tað at tær nú skulu rinda ein part av skuldini hjá øðrum kommunum. Men hetta er tó kortini ikki allur sannleikin, tí ofta er tað so, at hesar kommunur, ið lítla og onga skuld hava, hava gagnnýtt íløgur o.a. í teimum stóru kommununum, og tessvegna eiga tær kanska eisini ein part" av skuldini hjá teimum skuldabundnu kommununum. Men hóast, at so er, so kann hesin vansin tó bera við sær, at tær kommunur, ið hava nakað av gjaldføri og skulu leggja saman við kommunu, ið skyldar meira enn tær sjálvar, fara at nýta alt sítt gjaldføri, áðrenn samanleggingin verður framd, uttan at hugsað verður um, hvørt nýtslan er skilagóð ella ikki.

Ein annar vansi er møguliga tann, at kommunala umsitingin verður dýrari. Hesin vansin eigur tó at verða borin saman við, at spart verður í landsumsitingini*, av tí at tann kommunala útbyggingin verður virkisførari, og at kommunurnar nú verða betur førar fyri at veita borgarunum eina betri og virknari tænastu.

* Upplýsast kann, at Toll- og Skattastova Føroya hevur umleið 130 fulltíðarstørv úti á økisskrivstovunum, Almannastovan hevur umleið 11 fulltíðarstørv, meðan heimarøktin hevur umleið 289 fulltíðarstørv. Eftir ætlan kunnu hesi gerast kommunal størv.

 

10.3 Annað

Annað, sum her er at viðmerkja, er mótviljin ímóti kommunusamanleggingum. Hann kemur serliga til sjóndar hjá teimum smáu kommununum, tí tær bera ótta fyri, at tær fara at verða fyri vanbýti í eini stórari, kommunalari eind. Til tess er at siga, at samanlagda kommunueindin skal fylgja teimum lógarásettu krøvunum, og hesi krøv eru galdandi fyri alla kommunueindina og ikki bert partar av henni. Um kommunan ikki ger skyldur sínar, verður hon revsað. Men til tess krevst eisini, at rættargildiseftirlitið verður veruligt, og at tørvandi orka verður latin til hetta endamál.

Tað eru eisini tær bygdir, ið nú eru sjálvstøðugar kommunur, sum óttast tær stóru, kommunalu eindirnar, tí tær halda, at tær fara at missa sín samleika. Í hesum viðfangi er at nevna, at í løtuni hava tær flestu kommunurnar (t.e. 28) meira enn eina bygd, so tað er ikki óvanligt, at tað eru fleiri bygdir í eini kommunu.

 

[Bakka] - [Næsti partur]

[HEIM]