11. Verksetanarætlan

Uppskotið um nýggja kommunustýrislóg eigur at verða viðgjørt, samtykt og sett í gildi 1998. Sama er galdandi fyri samanleggingarlógina. Uppskotið um broytingar í vallógini eigur at verða viðgjørt og samtykt so skjótt sum gjørligt. Uppskot um nýggja vallóg til kommunur og løgting eigur at verða viðgjørt og samtykt fyri kommunuvalið ár 2002, sí niðanfyri. Í kapitli 6 eru nevndar tær broytingar, sum neyðugar eru at gera í verandi lóggávu, sum løgfrøðingar beinanvegin eiga at evna til, tá ið nýggja kommunustýrislógin er sett í gildi.

Eftir at nýggja kommunustýrislógin er sett í gildi, væntandi í 1998, eiga kommunurnar at brúka tey komandi 4 árini til sjálvbodnar at leggja saman. Best hevði verið, um tær høvdu lagt saman fyri næsta kommunuval, sum verður við árslok í 2000. Men Kommununevndin sær longu, at hetta skotbráið verður í so stutt. Hon mælir tí heldur til, at kommunurnar fáa 4 ár til sjálvbodnar at leggja saman, tí so verða betri stundir at fyrireika ta nýggju kommunueindina. Samstundis vónar Kommununevndin, at tað verða so nógvar sjálvbodnar samanleggingar, sum til ber, í hesum tíðarhvarvi. Um kommunurnar skulu fáa 4 ár til sjálvbodna samanlegging, verður neyðugt at broyta komandi kommunuvalskeið til 2 ár, so at eitt kommunuval eisini kann verða við árslok 2002. Um so er, at tann sjálvbodna kommunusamanleggingin ikki er lokin í ár 2002, so eiga tær írestandi kommunurnar tá at verða lagdar saman við lóg. Fyrireikingarnar til hetta eiga at byrja við ársbyrjan 2002, so at borgararnir til kommunuvalið í 2002 fáa høvi at velja til tær nýggju kommunueindirnar.

Nevndin mælir til, at kommunurnar í felag gera ein útbyggingarætlan fyri ta nýggju kommunueindina, áðrenn viðkomandi kommunur eru lagdar saman.

Eftir at kommunubýtið er broytt, eigur uppgávubýtið somuleiðis at verða broytt. Kommununevndin mælir við øðrum orðum til, at kommunbýtið fyrst verður framt, av tí at tað er grundarlagið undir einum greiðum uppgávubýti.

Í kapitli 5 hevur Kommununevndin viðgjørt tey øki, sum sambært verandi lóggávu viðvíkja kommununum, og nevndin hevur gjørt sínar tilráðingar, um økið eigur at verða kommunalt ella ikki. Tær neyðugu tillagingarnar hesum viðvíkjandi kunnu tó ikki verða framdar frá degi til dags. Nevndin mælir tí til, at uppgávurnar verða latnar kommununum so hvørt, sum tær nýggju kommunueindirnar eru búnar til tess. Við hesum fáa kommunurnar og landið stundir at skipa tær einstøku uppgávurnar á skilabesta hátt. Her hevur Kommununevndin so gjørt ein raðfestingarlista yvir tey høvuðsøki, sum eiga at verða latin kommununum:

 

  • 1. Fíggjarskipanin
  • 2. Barnaøkið
  • - barnaforsorgin
  • - fólkaskúlin
  • 3. Eldraøkið v.m.
  • - ellis- og røktarheim
  • - heimarøktin
  • 4. Almannaøkið
  • - forsorg
  • - eftirløn (møguliga)
  • 5. Heilsuøkið
  •  

    Víðvíkandi fíggingarskipanini. Tað fyrsta, sum umráðandi er at fáa greiði á í eini nýggjari kommunalari skipan, er fíggingarskipanin, so at hon er í lagi við ársbyrjan 2003, tá ið kommunurnar hava lagt saman. Við øðrum orðum sagt, so eigur fíggingarskipanin at verða lagað til nýggju kommunuskipanina í teimum árum, tær sjálvbodnu samanleggingarnar fara fram, so at hon er í lagi við ársbyrjan 2003. Hetta er umráðandi at fáa gjørt soleiðis at tá ið kommunurnar skulu yvirtaka uppgávurnar skulu bert neyðugar broytingar, sum t.d. at tillaga ávikavist kommunu- og landsskatt, verða gjørdar í fíggingarskipanini. Umráðandi er tí straks at seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá kommununum og landsumsitingini at laga skattaskipanina eftir nýggja kommunubygnaðinum.

    Viðvíkjandi barnaøkinum. Í løtuni er barnaøkið tað mest átrokandi málið hjá kommununum. Nevndin mælir tí til, at hetta økið verður fyrst latið kommununum. Tað snýr seg bæði um barnaforsorgina og um fólkaskúlan.

    Viðvíkjandi eldraøkinum v.m. Eitt annað mál, sum eisini er átrokandi hjá kommununum í løtuni, er eldraøkið, og mælir Kommununevndin tí til, at hetta verður næsta uppgávan, latin verður kommununum. Her er talan um ellis- og røktarheim og um heimarøktina. Í heimarøktini eru eisini bæði heilsu systrar og heimasjúkrasystrar, ið ikki bara taka sær av teimum eldru. Greiði má tískil verða fingin á, um hesar uppgávur skulu verða býttar sundur ella ikki.

    Í hesum høpi viðger Kommununevndin bert tey øki, ið sambært verandi lóggávu eru kommunal ella lutvís kommunal og lutvís landsuppgáva. Tað kann tó hugsast, at eisini aðrar landsuppgávur kunnu verða latnar kommununum. Um so skuldi verið, er neyðugt, at bæði land og kommunur samráðist um hetta og gera tær neyðugu broytingarnar sambært samráðingarúrslitinum. Broytingarnar mega tó fylgja meginreglunum í hesum áliti.

     

    Talvan sýnir tíðarætlanina, tá ið nýggja, kommunala skipanin verður sett í gildi.

    Ár 1998 1999 2000 2001 2002 2003Ñ>
    Sjálvbodnar kommunusamanleggingar ------ ------ ------ ------ ------
    N'iggj kommunust'irislóg verður sett í gildi ------
    Samanleggingarlóg verõur sett í gildi ------
    Fíggjarskipanin verõur lagað eftir nýggju skipanini ------ ------ ------ ------ ------
    Arbeiõsbólkur settur at gera neyvari reglar fyri kontoskipan, bókhald og lántøku ------
    Broytingar í kommunuvallógini verða settar í gildi ------
    Nevnd verõur sett at gera uppskot um nýggja vallóg til kommunu- og løgtingsval ------
    Løgtingslóg um val til kommunur og løgting verður sett í gildi ------
    Møgulig kommunusamanlegging við lóg ------
    Barnaøkiõ verõur latiõ kommunum ------ ------
    Javningar í fíggjarskipanini sb. Broytingunum í uppgávubýtinum ------ ------
    Uppgávubýtiõ verður lagað eftir nýggju kommuskipanini ------
    Tillagingar í serlóggávuni ------ ------ ------ ------ ------ ------

    
    
    

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]