12. Uppskot um nýggja kommunustýrislóg



12.1 Uppskot um nýggja kommunustýrislóg*



Kapittul 1

Um lógarøki og allýsingar



§ 1. Lógin fevnir um øll fyrisitingarlig øki, har kommunan hevur málsførleika, uttan so er, at undantøk eru í aðrari lóg.

Stk. 2. Val til kommunustýrið fer fram eftir reglunum í kommunalu vallógini.

* Sí eisini fylgiskjal B og C.

§ 2. Reglur um kommunubýti verða ásettar í aðrari lóg.

 

§ 3. Við meirilutavali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær reinan meiriluta av teimum, ið á fundi eru, er valt.

Stk. 2. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin reinan meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um.

Stk. 3. Fær hvørgin teirra reinan meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.

 

§ 4. Við lutfalsvali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.

Stk. 2. Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við

1, 2, 3 o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetur ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.

Stk. 3. Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.

Stk. 4. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør ið umboðar hvønn bólkin.

Stk. 5. Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir stk.1-3.

 

Kapittul 2

Um kommunustýrið

 

§ 5. Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum stýri, sum nevnt verður kommunustýri. Formaðurin í kommunustýrinum nevnist borgarstjóri.

 

§ 6. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um síni stýrisviðurskifti í eina kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.

Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum skal í minsta lagi vera 7 og í mesta lagi 17. Limatalið skal vera stakt.

Stk. 3. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um sína málsmannagongd í eina fundarskipan.

Stk. 4. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eina starvsfólkaskipan.

 

§ 7. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, vara-borgarstjóra, nevndarlim ella umboð.

Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja vanliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við fólkavalda starvið sum borgarstjóri.

Stk. 3. Val av varaborgarstjóra hevur gildi alt virkisskeiðið. Varaborgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Ásetur kommunustýrisskipanin, at 1. og 2. varaborgarstjóri skulu verða valdir, fer valið fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

Stk 4. Kommunustýrislimur kann av persónligum áðum bera seg undan at verða borgarstjóravalevni.

 

Arbeiðstakari

 

§ 8. Kommunustýrislimur, sum er arbeiðstakari, hevur rætt til fríloyvi í neyðugum vavi til tess at røkja starv sítt sum fólkavalt umboð.

 

Samsýning og løn

 

§ 9. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur við kunngerð reglur um samsýning til kommunustýrislimir. Samsýning kann m.a. verða veitt fyri:

  • a) luttøku á kommunustýrisfundum og nevndarfundum,
  • b) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
  • c) skeiðsluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent,
  • d) annað virksemi, eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd.
  • Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur við kunngerð reglur um løn til borgarstjórar.

     

    Gegni

     

    § 10. Kommunustýrislimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva verða um sítt gegni.

    Stk. 2. Kommunustýrið ella føst nevnd ger av, um eitt mál er av tílíkum áhuga hjá einum limi, at hann hvørki kann vera við í viðgerð ella atkvøðugreiðslu.

    Stk. 3. Er líkt til, at kommunustýrið ella føst nevnd tekur avgerð um, at kommunustýrislimur ella fastur nevndarlimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.

    Stk. 4. Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ella ein føst nevnd ger av, at kommunustýrislimur ella fastur nevndarlimur er ógegnigur, kunnu teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, krevja, at málið verður flutt til næsta fund.

    Stk. 5. Málið kann tó ikki verða flutt, um 2/3 av teimum hjá støddu kommunustýrislimunum ella í minsta lagi helmingurin av teimum føstu nevndarlimunum eru ímóti, ella at málið fyrnast.

     

    § 11. Kommunustýrislimur, sum starvast hjá kommununi, kann ikki verða limur í fastari nevnd, um nevndin umsitur málsøki, sum hava tilknýti til hansara starvssøki.

    Stk. 2. Ein nevndarlimur kann ikki gera nakað arbeiði móti samsýning fyri tann partin av kommunalu fyrisitingini, ið verður stjórnað av viðkomandi nevnd, um so er, at arbeiðið ikki er boðið út alment.

     

    Kapittul 3

    Um kommunustýrisfundir

     

    § 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.

    Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur.

    Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast

     

    § 13. Kommunustýrislimur kann seta fram uppskot og spyrja um øll kommunal viðurskifti.

     

    § 14. Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nágreiniligari reglur um vanligar fundir skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanini. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir.

    Stk. 2. Kommunustýrið hevur eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundir verða hildnir. Avgerð um eykafund skal verða almannakunngjørd, um høvi er til tess.

     

    Viðtøkuføri

     

    § 15. Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.

    Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.

     

    Borgarstjórin

     

    § 16. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd.

    Stk. 2. Borgarstjórin gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundirnar.

    Undan hvørjum fundi skal borgarstjórin kunna kommunustýrislimirnar um, hvørji mál koma fyri.

    Stk. 3. Eitt hóskandi tíðarskeið fyri fundin skal borgarstjórin leggja mál og málsupplýsingar fram, so at kommunustýrislimirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi málini.

     

    § 17. Á hvørjum vanligum kommunustýrisfundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan síðsta fund.

    Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. Í átrokandi førum kann borgarstjórin tó fyriskipa, hvussu málini skulu verða avgreidd.

    Stk. 3. Borgarstjórin kann taka avgerð í málum, ið eru um at fyrnast ella har ongin orsøk er til iva.

    Stk. 4. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

     

    § 18. Mál, ið snúgva seg um virksemi borgarstjórans, kunnu verða løgd fyri kommunustýrið, um fleiri kommunustýrislimir krevja tað. Borgarstjórin skal geva kommunustýrinum allar umbidnar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir, kommunustýrið tekur.

    Stk. 2. Nágreiniligari reglur um virksemi borgarstjórans skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina.

    Stk. 3. Verjir borgarstjórin seg við at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir lógini ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, so kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri fyribils velja ein annan sum virkandi borgarstjóra.

    Stk. 4. Avgerðin sambært stk. 3, 2. pkt. skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum í kommunumálum til staðfestingar. Staðfestingin skal alt fyri eitt skjótast inn fyri dómsvaldið til rættarroynd.

     

    § 19. Setur borgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.

    Stk. 2. Fer borgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, so skal nýval av borgarstjóra fara fram eftir reglunum í § 7, stk. 2.

     

    Innlit

     

    § 20. Kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvussu kommunustýrislimur skal kunna fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðir.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur rætt at kanna framlagt tilfar saman við serkønum stuðli, sum ikki er kommunustýrislimur, í tí vavi, tað er í samsvari við reglurnar um tagnarskyldu.

     

    § 21. Kommunustýrislimur hevur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í endaligum skapi er til skjals í kommunalu fyrisitingini.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur skal stíla umsókn sína um skjalainnlit til borgarstjóran við tilskilan um, hvørji skjøl ella mál talan er um.

    Stk. 3. Borgarstjórin kann avmarka rættin til skjalainnlit í tí vavi, tað er neyðugt við atliti at málsavgreiðsluni, ella har skjalainnlit í avgerandi mun ber ampa við sær.

     

    Fráfall

     

    § 22. Berst kommunustýrislimi frá at møta á kommunustýrisfundi vegna heilsu-støðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð. Setur eingin kommunustýrislimur fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð.

    Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal borgarstjórin geva tiltakslimi fundarboð.

    Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru lokanar.

     

    § 23. Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri luttaka, fer innkomin tiltakslimur út.

    Stk. 2. Í teimum førum, har fleiri tiltakslimir eru komnir inn á sama valevnislista, men har starvstíðin ikki endar samstundis, skal tann tiltakslimur, ið fyrstur er valdur, verða seinastur út.

     

    § 24. Er tiltakslimur komin inn fyri borgarstjóra ella varaborgarstjóra eftir reglunum í § 22, stk. 2, men sannlíkt er, at fráveran varir longri enn 2 mánaðir, so skal kommunustýrið fyribils velja borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað eftir reglunum í ávíkavist § 7, stk. 2 og stk. 3.

     

    Gerðabókin

     

    § 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum.

    Stk. 2. Hevur kommunustýrislimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Hetta er eisini galdandi, tá tilfarið verður sent øðrum myndugleika.

     

     

    Kapittul 4

    Um borgarligt almenni

     

    § 26. Kommunustýrisfundir eru almennir. Um neyðugt kann kommunustýrið gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum. Henda viðgerð kann fara fram fyri aftur latnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevur tað.

    Stk. 2. Kommunustýrið kann loyva starvsfólki hjá kommununi at fylgja við eini málsviðgerð fyri aftur latnum hurðum.

    Stk. 3. Kommunustýrið kann loyva øðrum fólki at fylgja eini málsviðgerð fyri aftur latnum hurðum, til tess at fáa upplýsingar í málinum, við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

     

    § 27. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu samtyktu fíggjarætlanina eins og um roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.

    Stk. 2. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

     

     

    Kapittul 5

    Um fastar nevndir

     

    § 28. Settar skulu verða ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum. Nevndirnar skipa seg sjálvar, smbr. tó § 38, stk. 1, 2. pkt.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja í fasta nevnd, stýri og tílíkt, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum.

    Stk. 3. Val av limum og tiltakslimum til fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir. Valið, ið er fyri alt virkisskeiðið hjá nevndini, fer fram eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

    Stk. 4. Hevur borgarstjórin ella annar kommunustýrislimur fastan sess í eini nevnd, verður hesin sessur taldur við upp í sessatalið, sum bólkur teirra hevur rætt at ogna sær.

     

    § 29. Allir nevndarlimir skulu vera kommunustýrislimir.

    Stk. 2. Kommunustýrisskipanin skal áseta nágreiniligari reglur bæði um manning og málsøki hjá teimum føstu nevndunum. Talið á nevndarlimum skal vera stakt, og tað skal vera minni enn helmingurin av øllum kommunustýrislimunum.

    Stk. 3. Nágreiniligari reglur um nevndararbeiðið kunnu verða ásettar í eina fundarskipan.

     

    Nevndarfundir

     

    § 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.

    Stk. 2. Borgarstjórin hevur atgongd til allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Borgarstjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.

    Stk. 3. Nevndin kann geva øðrum persóni atgongd, um tað er ynskiligt til tess at fáa upplýsingar í málinum.

     

    § 31. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

    Stk. 2. Nevndarformaður kann taka avgerð í málum, ið eru um at fyrnast, ella har ongin orsøk er til iva. Tó skal borgarstjórin kunnast, áðrenn avgerð verður tikin í fyrningarfongdum málum, uttan so er, at tað snýr seg um avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.

    Stk. 3. Ein og hvør nevndarlimur kann leggja mál um virksemi hjá nevndarformanninum fyri nevndina. Formaðurin skal eftir áheitan geva nevndini allar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir nevndin tekur.

     

    § 32. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar. Undantiknar hesum eru avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.

    Stk. 2. Ein og hvør kommunustýrislimur, ið ikki er nevndarlimur, kann krevja at fáa sent dagsskráir, úrrit úr gerðabókum, málstilfar o.a., sum sent verður nevndarlimunum.

     

    Viðtøkuføri

     

    § 33. Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er møttur.

    Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið ein meiriluti av teimum, ið greiða atkvøðu, hava atkvøtt fyri tí.

     

    Gerðabókin

     

    § 34. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av teimum luttankandi nevndarlimunum.

    Stk. 2. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Hetta er eisini galdandi, tá um tilfarið verður sent øðrum myndugleika.

     

     

    Kapittul 6

    Onnur umboðan

     

    § 35. Skal kommunustýrið eftir øðrum reglum ella fyriskipanum vera umboðað í øðrum nevndum o.t., hevur kommunustýrislimur skyldu at taka við vali.

    Stk. 2. Skal kommunustýrið bert velja eitt umboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Skulu fleiri umboð verða vald, fer valið fram eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

    Stk. 3. Skal ein nevnd ella tílíkt verða mannað við øðrum enn bara kommunustýrislimum, fer valið av teimum, ið kommunustýrið skal velja, fram undir einum.

    Stk. 4. Í teirri raðfylgju, sessirnir verða lutaðir einum bólki, kann bólkurin tilnevna limir ella onnur, til annað slag av sessum er sett.

     

    § 36. Kommunustýrið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir at taka sær av einstøkum málum hjá kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.

    Stk. 2. Kommunustýrið ásetur nágreiniligari reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

     

    § 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja, at staðbundin áhugamál verða hoyrd í kommunustýrinum.

    Stk. 2. Staðbundnar nevndir skulu verða mannaðar bæði við umboðum úr kommunustýrinum og við staðbundnum umboðum, tó soleiðis at staðbundnu umboðini altíð eiga meirilutan.

    Stk. 3. Nágreiniligari reglur um samanseting, manning og hoyringarmannagongd skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina.

    Stk. 4. Val av staðbundnum umboðum fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið.

    Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki samstundis vera staðbundið umboð.

     

     

    Kapittul 7

    Um fíggjarumsiting

     

    § 38. Fíggjarnevndin tekur sær av fíggjarligu umsitingini hjá kommununi. Borg-arstjórin er nevndarformaður.

    Stk. 2. Fíggjarnevndin samskipar og hevur eftirlit við fíggjarligu og fyrisiting-arligu viðurskiftunum innan tað kommunala fyrisitingarøkið.

    Stk. 3. Áðrenn mál víðvíkjandi fíggjarviðurskiftum verða løgd fyri kommunu-stýrið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli.

     

    § 39. Fíggjarárið er frá 1. januar til 31. desember. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.

    Stk. 2. Kommunustýrið skal viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

     

    § 40. Ikki kann verða farið undir eitt arbeiði fyrr enn neyðug játtan er tøk.

    Stk. 2. Kommunustýrið kann veita eykajáttan. Eykajáttan krevur tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Við hvørja eykajáttan skal verða víst á, hvussu hon verður fíggjað.

    Stk. 3. Kommunustýrið kann ikki geva tilsøgn um regluligar veitingar, sum tað ikki hevur skyldu til sambært lóg, uttan at landsstýrismaðurin í kommunumálum gevur loyvi til tess.

    Stk. 4. Kommunustýrið kann áseta gjald fyri kommunalar tænastuveitingar.

    Stk. 5. Er nøktandi játtan ikki sett av til lógarásettar veitingar o.a., skal tílík játtan verða útvegað sum skjótast.

     

    § 41. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av

  • 1) at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin,
  • 2) at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður,
  • 3) at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini og
  • 4) at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskriving.
  • Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann við kunngerð áseta nágreiniligari reglur um kontoskipan, fíggjarætlan, bókhald, ársroknskap, grannskoðan og avgerðir um viðmerkingar til grannskoðanina og tílíkt.

     

    Fæ og lántøka

     

    § 42. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.

    Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánibrøv, ið nýtt vera, tá ið um ræður ognir hjá ómyndingum, so tær geva sum mest av sær.

    Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum, uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.

     

    § 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.

    Stk. 2. Er nettoskuldin meira enn ein álíkning við miðal loyvda skattaprosenti, so krevst loyvi frá landsstýrismanninum í kommunumálum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.

     

    Medundirskrift

     

    § 44. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirskrivað av virkandi borgarstjóra og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.

     

    Grannskoðan

     

    § 45. Kommunan skal hava óhefta, sakkøna grannskoðan av sínum fíggjarviðurskiftum. Grannskoðarin skal vera ríkisgóðkendur ella skrásettur.

    Stk. 2. Grannskoðarin skal regluliga eftirkanna roknskaparførslu og roknskapar-mannagongdir hjá kommununi.

    Stk. 3. Grannskoðarin kann krevja allar neyðugar upplýsingar útflýggjaðar frá kommunustýrinum til tess at skoða, um tann fíggjarliga umsitingin samsvarar við lógina, fíggjarætlanina, eykajáttanir og aðrar tiknar avgerðir.

     

    § 46. Í sambandi við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.

    Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum í kommunumálum.

     

    Bann

     

    § 47. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir ella lógar-ásettar avsetingar við lántøku.

    Stk. 2. Ikki er loyvt at seta á stovn ábyrgdarbindingar.

    Stk. 3. Ikki er loyvt kommunum at taka lut í vinnuligum virksemi, hvørki bein-leiðis ella óbeinleiðis.

    Stk. 4. Ikki er loyvt kommunum at veita beinleiðis ella óbeinleiðis kappingaravlagandi stuðul til fyritøkur, stovnar ella tílíkt.

     

    § 48. Ikki er loyvt kommunum at seta á stovn kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, uttan so er, at landsstýrismaðurin í kommunumálum í serstøkum føri góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu.

    Stk. 2. Hevur landsstýrismaðurin í kommunumálum í hendingaføri góðkent eina kommunusamstarvsavtalu, skal tað eisini góðkenna treytirnar í sambandi við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.

     

    Kapittul 8

    Um eftirlit, rættartiltøk o.a.

     

    § 49. Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur eftirlit við kommununum.

     

    § 50. Kommunustýrið hevur skyldu at veita landsstýrismanninum í kommunumálum allar neyðugar upplýsingar og frágreiðingar.

    Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin í kommunumálum kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:

  • 1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni,
  • 2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og
  • 3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar.
  •  

    Rættartiltøk

     

    § 51. Er nettoskuldin hjá kommununi meira enn eina nettoálíkning, smbr. § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í uppskotið til figgjarætlan, í fíggjarætlanina ella í eykajáttanina, um landsstýrismaðurin metir, at:

  • 1) inntøku- og útreiðslumetingarnar eru skeivar,
  • 2) inntøku- og útreiðslumetingarnar eru gjørdar á skeivum grundarlagi, ella at
  • 3) útreiðslurnar eru óneyðugar ella órímiligar.
  • Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann í tí í § 43, stk. 2 nevnda føri geva kommunustýrinum boð um at lata uppskot til fíggjarætlan inn til landsstýrismannin í kommunum innan 1. oktober.

     

    § 52. Hevur kommunustýrið tikið eina avgerð, sum er ímóti lógini, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum:

  • 1) ógilda avgerðina ella
  • 2) fyribils avtaka avgerðina.
  • Stk. 2. Heldur kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.

    Stk. 3. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann í teimum í stk. 2 nevndu førum saksøkja kommunustýrislimi eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri fíggjaligum missi.

    Stk. 4. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann sleppa einum sakarmáli, um viðkomandi kommunustýrislimur ístaðin sektarsamtykkir mótvegis kommununi innan ásetta freist.

    Stk. 5. Kommunustýrislimur, sum grefliga skúgvar til viks skyldur sínar sum fólkavalt kommunustýrisumboð, verður sektaður við bót. Óskettni verður ikki revsað.

     

    § 53. Staðfestir landsstýrismaðurin í kommunumálum eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært § 18, stk. 4, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í stk. 1 nevnda føri gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur.

     

    § 54. Fremur kommunustýrið grovt lógarbrot, ella endurtaka lógarbrotini seg, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum seta kommunustýrið undir umboðsstjórn sína, so rættandi tiltøk verða gjørd alt fyri eitt.

     

    Gildiskoma

     

    § 55. Lógin kemur í síni heild í gildi 1. januar 2003.

    Stk. 2. Fram til 1. januar 2003 kann landsstýrismaðurin í kommunumálum tó við kunngerð seta kommunustýrislógina ella partar av henni í gildi.

     

    56. Samstundist, sum henda lóg fær gildi, fara hesar lógir úr gildi:

  • 1) Løgtingslóg nr. 45 frá 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við ll. nr. 34 frá 29/5-1985
  • 2) Løgtingslóg nr. 189 frá 8/12-1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentum, kommunalan kreppulánsgrunn v.m. og
  • 3) Løgtingslóg nr. 85 frá 30/5-1994 um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan kreppulánsgrunn v.m.
  •  

     

    12.2 Viðmerkingar til uppskot um nýggja kommunustýrislóg

     

    Almennar viðmerkingar

     

    1. Inngangur.

    Við støði í samtykt landsstýrisins 23. apríl 1996 um at seta eina nevnd at gera uppskot um eina nýggja kommunala skipan í Føroyum, verður uppskotið til lóg um kommunustýrið borið fram.

    Víst verður á, at almennu viðmerkingarnar eru avmarkaðar til tað ítøkiliga lógaruppskotið. Til tess at fáa eitt heildaryvirlit yvir almennar viðmerkingar í sambandi við uppskotið um eina nýggja kommunala skipan í Føroyum, verður í síni heild víst til: Niðurstøður og tilmæli" frá Kommununevndini.

     

    2. Høvuðstættir.

    Endamálið við lógaruppskotinum er í fyrsta lagi:

  • · at endurskoða lógina rættarliga, so hon samsvarar nútímans, kommunala umsiting,
  • · at dagføra lógina, so hon fær ein natúrligan, evnisrættarligan samanhang, og at óneyðugar og ótíðarhóskandi reglur verða strikaðar,
  • · og harumframt at dagføra lógina málsliga, so hon samsvarar við nútímans málburð.
  •  

    Hesi endamál taka støði í tí sannroynd, at samfelagið er vorðið fjøllbroyttari, borgarin krevur meira kunning um i viðurskifti, sum viðkoma hansara umstøðum, stór krøv verða sett til tænastustøðið, - tað veri seg almennar ella privatar tænastur o.s.fr.

    Hetta hevur millum annað við sær, at krøvini til kommunalu umsitingina vaksa alsamt, og tískil vaksa eisini krøvini til tann einstaka kommunustýrislimin, sum skal umsita alskyns kommunumál.

     

    3. Endurskoðan.

    Mótvegis galdandi lóg um føroyskar kommunur er hetta lógaruppskotið evnisrættarliga ein nýskapan á fleiri økjum. Hetta sæst t.d. aftur í lógaruppskotinum um:

  • · at tryggja kommunustýrislimi rætt til burturveru frá arbeiðinum og trygd ímóti starvsuppsøgn vegna starv sítt sum kommunustýrislimur,
  • · at tryggja kommunustýrislimi rætt til sakkønan stuðul í sambandi við kommunala málsviðgerð,
  • · at áseta reglur um tørvandi gegni og rættarfylgjuna av hesum,
  • · at áseta reglur um innkalling av tiltakslimum, og hvussu útskiftingin verður framd,
  • · at loyva øðrum persónum, sum ikki eru kommunustýrislimir, at fylgja eini málsviðgerð fyri aftur latnum hurðum,
  • · at áseta reglur um, hvussu farast skal fram í málum, ið eru um at fyrnast,
  • · at áseta reglur um valskyldu, og hvussu hon er galdandi,
  • · at seta serligar ráðgevandi nevndir og sonevndar staðbundnar nevndir,
  • · at áseta reglur um regluliga grannskoðan av kommunalum roknskaparviðurskiftum,
  • · at áseta reglur um almannakunngering og
  • · at áseta greiðar og nágreiniligar reglur um ta kommunalu fíggjarumsitingina.
  •  

    Verður uppskotið til nýggja lóg um kommunustýri samtykt í óbroyttum líki, er rættarliga grundarlagi fingið til høldar til tess at tryggja:

  • · at somu karmar vera um ta kommunalu umsitingina,
  • · at somu kor vera fyri kommunustýrislimir, og at
  • · borgararnir fáa fullgott (skynsamt) innlit í kommunumál.
  •  

    4. Fíggjarligar avleiðingar

    Tað er sera trupult at meta um fíggjarligu avleiðingarnar í krónum av lógaruppskotinum. Tað kann tó sigast, at eftirlitið við kommununum verður styrkt, og kemur hetta at kosta meira enn tað ger í dag. Somuleiðis kemur uppskotið um lóg um kommunusamanlegging, sum er ein avleiðing av hesum lógaruppskotið, at kosta nakað, við tað at ein nevnd verður sett at hjálpa til við sjálvbodnum kommunusamanlegginum um kommunurnar ynskja hetta og eisini at fyrireika kommunusamanleggingar við lóg. Somuleiðis skulu ymiskir arbeiðsbólkar setast at fyrireika yvirgongdina til nýggju kommunuskipanina meira nágreiniliga.

    Hinvegin er avleiðingin av lógaruppskotinum, kommunur við størri førleika og eitt týðiligari greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Hetta skuldi lætt munandi um umsitingina hjá landinum viðvíkjandi kommunum.

    Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum, við kunngerð, at áseta reglur fyri samsýning í sambandi við kommunalt arbeiði. Hugsast kann tí, at samsýningarskipanin verður gjørd meira tíðarhóskandi. Tí kann hetta lógaruppskotið viðføra øktar útreiðslur fyri kommunurnar á hesum øki við tað at kommunustýrislimir og serliga borgarstjórin verða betri lønt fyri sítt arbeiði.

     

     

    Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinirnar

     

    Til kapittul 1.

    Um lógarøki og allýsingar.

     

    Til § 1

     

    § 1. Lógin fevnir um øll fyrisitingarlig øki, har kommunan hevur málsførleika, uttan so er, at undantøk eru í aðrari lóg.

    Stk. 2. Val til kommunustýrið fer fram eftir reglunum í kommunalu vallógini.

     

    Lógaruppskotið fevnir um sama økið, sum lóg um føroysku kommunurnar fatar um, sí ll. nr. 45 frá 29/06-1972, tó soleiðis, at § 1, stk. 1 týðiliga tilskilar, at miðdepilin fyri lógarbinding er tann kommunala fyrisitingin.

    Lógin tekur ikki støðu til, hvat hugtakið tann kommunala fyrisitingin" fevnir um, við tað at reglur um kommunalar uppgávur, sum kommunan annaðhvørt skal ella kann røkja, ikki eru hildnar at vera vanligar stýrisreglur. Sostatt má avmarkingin av hugtakinum tann kommunala fyrisitingin" altíð standa í mun til lógarásettar, kommunalar uppgávur og til fyrisiting av teimum uppgávum, ið ikki eru lógarásettar, t.e. tað, ið vanliga verður nevnt kommunufulltrúin.

    Av tí at tað ikki til fulnar ber til at skilmarka ta kommunalu fyrisitingina, skal her bert í stuttum verða víst á, at frælsið hjá tí kommunala sjálvstýrinum og eftirlitið við kommununum er lógarfest í § 82 í grundlógini, sí L. nr. 169 af 05.06.1953: Danmarks Riges Grundlov, har henda áseting stendur:

    Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov."

     

    Í Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31.03.1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre" t.e. í heimastýrislógini, stendur henda ásetingin í pkt. 3 í Lista A undir føroysk sermál:

    Kommunal mál. Harundir hoyra stjórnan av kommununum, eftirlit við teimum, kommunuskattur."

     

    Og í § 56 í stýrisskipanarlógini, ll. nr. 103 frá 26.07.1994, er ásett, at :

    Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtings-lóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldarbindast við láni, borgan o.ø.m."

     

    umframt, at nevna, at kjarnin í tí kommunala sjálvstýrinum framvegis er rætturin til at leggja fíggjarætlan og at áseta skatt.

     

    Ásetingin í § 1, stk. 2 er einans tikin við fyri at gera lesaranum greitt, at ásetingar um sjálvt valið til kommunustýrið ikki standa í hesi lóg.

     

    Til § 2

     

    § 2. Reglur um kommunubýti verða ásettar í aðrari lóg.

     

    Ásetingin í § 2 er tikin við av lógartekniskum orsøkum, av tí at tað ikki verður hildið skilagott at tengja reglur um kommunubýtið saman við reglum um kommunustýrið.

     

    Til § 3

     

    § 3. Við meirilutavali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær reinan meiriluta av teimum, ið á fundi eru, er valt.

    Stk. 2. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin reinan meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um.

    Stk. 3. Fær hvørgin teirra reinan meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.

     

    Henda ásetingin er av lógartekniskum orsøkum orðað sum ein allýsing, av tí at tað snýr seg um ein valhátt, sum verður endurtikin í lógini.

    Sambært stk. 1 verður reinur meiriluti mettur í mun til talið á teimum kommunustýrislimum, ið møttir eru á fundi.

    Ikki kann verða vikið frá ásetingunum í lógini um meirilutaval. Tó kann eitt samt kommunustýri víkja frá ásetingunum um meirilutaval í sambandi við eitt ítøkiligt val; men hetta kann tó ikki verða gjørt yvirhøvur.

    Sambært stk. 2, 1. pkt er einki, ið forðar fyri, at onnur valevni kunnu verða skotin upp við aðru atkvøðugreiðslu, sjálvt um tey ikki vóru skotin upp við fyrstu atkvøðugreiðslu.

    Í stk. 3 í lógini er ikki ásett, hvussu eitt lutakast skal verða avgreitt. Eitt mótmæli um framferðarháttin við lutakastinum eigur tí at verða sett fram, áðrenn lutakastið verður greitt úr hondum. Annars er mótmælisrætturin í kommunustýrinum mistur.

    § 3, stk. 3, 2. pkt. ásetur at fyrst valdi limur skipar fyri. Fyrst valdi er tann, ið hevur fingið flestar atkvøður á tí lista, ið hevur størsta atkvøðutal.

     

    Til § 4

     

    § 4. Við lutfalsvali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.

    Stk. 2. Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3 o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetur ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.

    Stk. 3. Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.

    Stk. 4. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør ið umboðar hvønn bólkin .

    Stk. 5. Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir stk.1-3.

     

    Grein 4 er eins og § 3 sett sum ein allýsing.

     

    Við lutfalsvali skal sundurbýtið í bólkar sambært stk. 1 verða fráboðað undan valinum; men tó er tað ikki ein treyt, at henda fráboðanin skal verða givin undan tí fundi, tá valið fer fram.

    Av tí at borgarstjórin er føddur nevndarformaður í fíggjarnevndini, samanber § 38, stk. 1, skulu limirnir til allar fastar nevndir verða valdir eftir sama bólkabýti til tess at forða fyri tí møguleika, at bólkur borgarstjórans kann fáa ein óynsktan fyrimun í fíggjarnevndini, við tað at borgarstjórin so kann siga seg vera ein einmansbólk, samstundis sum tann bólkurin, ið borgarstjórin annars hoyrir til, eisini sigur seg vera ein sjálvstøðugan bólk.

    Grein 4, ið er samfest § 28, stk. 4, lýsir meginregluna um mótrokning av sessum, um so er, at borgarstjórin ella ein nevndarformaður eru føddur limir í eini nevnd v.m. Í tílíkum føri skal hesin sessur verða mótroknaður tí sessatali, hansara bólkur eigur. Reglan er treytað av, at viðkomandi samstundis er limur í kommunustýrinum, við ta at tað bert eru kommunustýrislimir, ið boða frá, hvønn bólk teir eru í.

    Verður limatalið broytt í eini fastari nevnd, skulu allar fastar nevndir verða valdar og nýskipaðar eftir tí nýggju bólkauppgerðini av sessum, ið broytingin hevur borið við sær.

     

     

    Til kapittul 2.

    Um kommunustýrið.

     

    Til § 5

     

    § 5. Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum stýri, sum nevnt verður kommunustýri. Formaðurin í kommunustýrinum nevnist borgarstjóri.

     

    Heitið kommunustýrið" verður nýtt um tað stýri, ið stýrir teimum kommunalu viðurskiftunum.

    Lógin ber heitið Lóg um kommunustýrið", og er hetta at skilja, júst sum tað er sagt, tí talan er um at gera lógarkarmar bæði um skipanir og starvshættir hjá kommunustýrinum og øðrum kommunalum stovnum.

    Ein avleiðing av § 5 er, at eitt kommunustýri kann vanliga ikki lata frá sær eina uppgávu til eitt sjálvstøðugt felag og samstundis varðveita stýrisræðið á hesum uppgávuøki.

     

    Til § 6

     

    § 6. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um síni stýrisviðurskifti í eina kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.

    Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum skal í minsta lagi vera 7 og í mesta lagi 17. Limatalið skal vera stakt.

    Stk. 3. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um sína málsmannagongd í eina fundarskipan.

    Stk. 4. Kommunustýrið skal áseta nágreiniligari reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eina starvsfólkaskipan.

     

    Sambært stk. 1 skal kommunustýrið áseta reglur, ið serstakliga viðvíkja heildarskipan kommununnar í kommunustýrisskipanini. Lógin ásetur ymsastaðni, hvørji tey viðurskifti eru, sum skulu ella kunnu verða lagað gjøllari í kommunustýrisskipanini. Lógin viðger tó ikki hetta út í æsir.

    Sambært vanligum kommunalum rættaraðalreglum eru nøkur innihaldslig krøv sett kommunustýrisskipanini. Í henni eiga t.d. ikki at vera reglur um heimiling (delegatión) ella um viðurskifti, sum hvørki viðvíkja kommunalum uppgávum ella kommunalum virksemi annars.

    Sambært § 49 hevur landsstýrismaðurin sum partur av tí vanliga rættargildisseftirlitinum (legalitetseftirlitinum) eftirlitið við, at ongar ólógligar ásetingar eru í kommunustýrisskipanini.

    Sambært stk. 1, 2. pkt. skulu broytingar í kommunustýrisskipanini hava tvær viðgerðir. Ásetingin er serliga ætlað at vera vernd ímóti, at vikið verður frá kommunustýrisskipanini av hentleikaorsøkum undir eini málsviðgerð. Harumframt skal kravið um tvær viðgerðir tryggja, at innihaldið fær eina holla viðgerð. Kommunustýrið skal ansa eftir, at kommunustýrisskipanin er hóskandi. Samanumtikið verður tað tí hildið, at sama kommunustýrið skal viðgera bæði uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipanina.

    Sambært stk. 2 er talið av kommunustýrislimum leyst av støddini á kommununi. Hugsandi er, at tann samanlagda kommunueindin í fyrsta umfari heldur er tørvur er á nógvum limum fyri at tryggja, at so nógv áhugamál fáa umboðan sum gjørligt. Seinni tá nýggja eindin er ein valvirkandi eind kann talið so minka um kommunustýrið ynskir ta.

    Sambært stk. 3 skal kommunustýrið serliga gera ásetingar í fundarskipanina, sum viðvíkja rættargangsreglum ella mannagongdum fyri kommunustýrisvirksemið sum t.d., hvussu fundarboð verður givið, mannagongd fyri atkvøðugreiðslu o.s.fr. Fundarskipanin skal sostatt áseta karmarnar fyri arbeiðsskipanina hjá kollegialum stýrum.

    Innihaldsliga kann fundarskipanin ikki áseta reglur, sum víkja frá vanligum, rættarligum meginreglum tílíkum stýrum viðvíkjandi. Sostatt kunnu ongar ásetingar verða gjørdar í fundarskipanina, sum gera rættarstøðuna verri hjá tí einstaka kommunustýrisliminum í mun til vanligar reglur.

    Ásetingin í stk. 4 um eina starvsfólkaskipan er einasta áseting í lógini, sum umrøður skipanina av tí kommunualu fyrisitingini. Ásetingin vísir fyrst og fremst, at tann kommunala fyrisitingin er partur av stýriskervinum, har kommunustýrið er evsta stýrið og tí næst, at talan er um ein fyrisitingarmyndugleika. Tá ið hetta er sagt, skal verða lagt afturat, at kommunustarvsfólk hava onga sjálvstøðuga heimild, uttan so er, at tað er heimilað teimum í lóggávuni.

    Talan er um starvsfólkaviðurskifti fyri starvsfólk, sum kommunan setur í starv. Í eini tílíkari starvsfólkaskipan eiga at vera ásettar reglur fyri, hvussu fólk verða sett/søgd úr starvi, hvør setur/sigur úr starvi, starvsøki, starvsheiti og aðrar almennar og ítøkiligar ásetingar.

     

    Til § 7

     

    § 7. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndarlim ella umboð.

    Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja vanliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við fólkavalda starvið sum borgarstjóri.

    Stk. 3. Val av varaborgarstjóra hevur gildi alt virkisskeiðið. Varaborgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Ásetur kommunustýrisskipanin, at 1. og 2. varaborgarstjóri skulu verða valdir, fer valið fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

    Stk 4. Kommunustýrislimur kann av persónligum áðum bera seg undan at verða borgarstjóravalevni.

     

    Sambært stk. 2 fer val av borgarstjóra fram eftir meirilutavalháttinum, samanber eisini viðmerkingarnar til § 19. Valt kann ikki vera í loyndum. Tí skal ein møgulig skrivlig atkvøðugreiðsla verða skipað soleiðis, at tað kann staðfestast, hvussu teir einstøku kommunustýrislimirnir hava atkvøtt.

    Tað er einki, ið forðar fyri at velja ein kommunustýrislim, sum ikki er á fundi, til borgarstjóra, sí tó stk. 4.

    Ikki kann verða vikið frá ásetingini í stk. 2, 1. pkt. um, at val av borgarstjóra hevur gildi alt val-skeiðið. Virkisskeiðið hjá borgarstjóranum kann verða styttri enn valskeiðið, men einans eftir játtan sambært § 19, stk. 1 og í teimum í § 19, stk. 2 nevndu førum, ella um borgarstjórin verður settur úr starvi sambært § 18, stk. 4.

    Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann sambært stk. 2, 3. pkt. leggja vanliga starv sítt niður og onnur møgulig størv við, herímillum fólkavald størv, sum t.d. løgtings- og landsstýrislimur. Víst verður eisini til viðmerkingarnar til § 9.

    Harafturímíti er ásett í stk. 3, at varaborgarstjóri verður valdur fyri alt virkisskeiðið, samanber viðmerkingar til § 28.

    Ásetingin í stk. 4 er eitt fyrivarni í mun til § 7, stk. 1, sum ásetur skylduna til at lata seg velja til borgarstjóra. Tá borgarstjórastarvi sambært kommunustýrislógini er eitt fulltíðar leiðslustarv, sum ikki er sambæriligt við annað borgarligt starv ella fólkavalda umboðan, ber hetta við sær, at skyldan til at lata seg velja til borgarstjóra í serstøkum førum kann vera skerd. Tey føri talan kann vera um, er avmarkað til persónligar grundaðar orsøkir. Talan kann ikki einans vera um sjúku, men eisini um valið verður kommunustýrisliminum ella borgarliga starvi hansar til óbótaliga skaða.

     

    Til § 8

     

    § 8. Kommunustýrislimur, sum er arbeiðstakari, hevur rætt til fríloyvi í neyðugum vavi til tess at røkja starv sítt sum fólkavalt umboð.

     

    Grein 8 lógarfestir rættin til fríloyvi ella fráveru frá arbeiðinum til tess at røkja eitt kommunalt starv.

    Grein 8 skal veita trygd fyri, at býtið verður javnari í kommunustýrinum ímillum privat og alment lønt.

    Ásetingin fevnir bæði um arbeiðstakarar, sum eru kommunustýrislimir og arbeiðstakarar, sum røkja onnur kommunal arbeiði. Hugtakið arbeiðstakari" verður ikki allýst; men rætturin er latin øllum starvsfólkum, tað veri seg privat ella alment lønt.

    Hetta er sostatt ein lágmarks verndarregla. Tað er tí einki, ið forðar fyri, at tað í aðrari lóggávu, í sáttmálum ella øðrum verður veitt arbeiðstakara betri rætt til fráveru.

    Ásetingin er samstundis ein vernd ímóti uppsøgn vegna tað kommunala starvið. Hetta liggur í sjálvari ásetingini um fráveruloyvi, tí annars er vandi fyri, at álitið á fráverurættin verður beint burtur.

    Arbeiðstakarin kann umbera seg við fráverurættin í neyðugum vavi, so at hann kann vera á kommunustýrisfundum, nevndarfundum og skeiðvirksemi, sum er partur av hansara kommunala virksemi, og tílíkum.

    Verður ein arbeiðstakari settur úr starvi, skal arbeiðsgevarin í einum trætumáli prógva, at uppsøgnin ikki er grundað á tað kommunalpolitiska arbeiðið. Er arbeiðstakari frásettur ímóti hesi verndarreglu, skal arbeiðsgevarin rinda honum samsýning (godtgørelse).

     

    Til § 9

     

    § 9. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur við kunngerð reglur um samsýning til kommunustýrislimir. Samsýning kann m.a. verða veitt fyri:

    a) luttøku á kommunustýrisfundum og nevndarfundum,

    b) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,

    c) skeiðsluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent,

    d) annað virksemi, eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur við kunngerð reglur um løn til borgarstjórar.

     

    At grein 9, ið snýr seg um samsýning til kommunustýrislimirnar, er tikin við, stendst fyrst og fremst av tí, at umráðandi er at virðismeta tað kommunalpolitiska arbeiðið. Men tað er eisini gjørt við atliti at teirri ábyrgd, sum ein og hvør kommunustýrislimur hevur fyri at kommunal viðurskifti verða stýrd á fullgóðan hátt.

    Tað er latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum at áseta fastar og greiniligar reglur um á hvønn hátt og nær, samsýning skal verða veitt. Sostatt kann talan verða um samsýning fyri hvønn fund, fyri tíðarnýtslu o.s.fr. ella um skipan við fastari samsýning til kommunustýrislimirnar vegna starv teirra sum kommunalpolitikarar, ella kanska eina skipan, sum onkursvegna sameinir hesar samsýningarhættir.

    Endamálið við ásettum samsýningarreglum er, at ein og sama skipan er galdandi fyri øll kommunustýri. Skipanin skal vera so mikið greið, at hon ikki á nakran hátt kann verða nýtt ella misnýtt at trýsta kommunustýrislimir.

    Sambært stk. 2 skal landsstýrismaðurin áseta reglur um løn til borgarstjórar. Ásetingin tekur støði í kommunustýrislógini yvirhøvur. Sambært § 16, stk. 1, 1. pkt. skal borgarstjórin virka sum dagligur leiðari á tí kommunalu fyrisitingini, umframt at hann skal røkja tær uppgávur, ið annars eru latnar honum.

    Sambært § 7, stk. 2, 3. pkt. hevur borgarstjórin skyldu at røkja starv sítt av heilum huga, og tí skal hann eisini hava løn fyri starv sítt sum borgarstjóri.

     

    Til § 10

     

    § 10. Kommunustýrislimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva verða um sítt gegni.

    Stk. 2. Kommunustýrið ella føst nevnd ger av, um eitt mál er av tílíkum áhuga hjá einum limi, at hann hvørki kann vera við í viðgerð og atkvøðugreiðslu.

    Stk. 3. Er líkt til, at kommunustýrið ella føst nevnd tekur avgerð um, at kommunustýrislimur ella fastur nevndarlimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.

    Stk. 4. Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ella ein føst nevnd ger av, at kommunustýrislimur ella fastur nevndarlimur er ógegnigur, kunnu teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, krevja, at málið verður flutt til næsta fund.

    Stk. 5. Málið kann tó ikki verða flutt, um 2/3 av teimum hjástøddu kommunustýrislimunum ella í minsta lagi helmingurin av teimum føstu nevndarlimunum eru ímóti, ella at málið fyrnast.

     

    Grein 10 fevnir um tað serliga ella ávísa gegnið. Umráðandi er, um kommunustýrislimurin hevur ein serligan áhuga í einum ávísum máli, samanber § 3 í ll nr. 132 frá 10.06.1993 um fyrisitingarlóg.

    Boðar ein kommunustýrislimur frá, at hann heldur iva vera um sítt gegni, so skal annaðhvørt kommunustýrið ella tann fasta nevndin avgreiða gegnismálið, áðrenn farið verður undir málsviðgerðina, samanber viðmerkingarnar til § 15, stk. 2. Henda mannagongdin eigur at verða nýtt, av tí at rættarfylgjan av ógegni er, at viðkomandi kommunustýrislimur skal fara av fundinum, tá ið tað málið, har ið hann er ógegnigur, skal verða avgreitt.

    Tó kann ein kommunustýrislimur bæði vera við í málsviðgerðini um gegnisspurning sín og greiða atkvøðu um hann.

    Hetta er eitt undantak í mun til vanligu regluna í § 6, stk. 3 í fyrisitingarlógini; men hevur hetta sín uppruna í meginreglum um kollegialt samansettar fyrisitingarligar stovnar.

    Um so er, at kommunustýrið ella tann fasta nevndin ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, so er henda avgerð ein rættaravgerð, sum skal hava sítt støði í lóggávuni, herímillum í vanligum rættargrundreglum.

    Ásetingin at innkalla tiltakslim er grundað á umhugsni um ikki tilvildarliga at broyta tað politiska styrkislutfallið í kommunustýrinum ella í føstu nevndini, vegna tess at ein limur verður ógegnigur. Ásetingin er ikki tvungin. Tiltakslimur kann verða innkallaður. Tað kann hugsast at verða trupult hjá tiltakslimi, ið bert verður boðsendur at taka støðu í einum ávísum máli, at fáa nóg gott innlit í tey kommunalu viðurskiftini, og at tað tí kanska er høpisleyst at krevja eina sjálvstøðuga støðutakan undir ábyrgd frá tílíkum limi.

    Tað eru teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, ið hava rætt at krevja, at tiltakslimur verður innkallaður. Sostatt fellur tað ikki í lut hansara, ið ógegnigur er, at krevja, at tiltakslimur verður innkallaður, uttan so at hann er einvaldur. Tiltakslimur er tann, ið stendur ovastur á viðkomandi valevnislista.

     

    Til § 11

     

    § 11. Kommunustýrislimur, sum starvast hjá kommununi, kann ikki verða limur í fastari nevnd, um nevndin umsitur málsøki, sum hava tilknýti til hansara starvssøki.

    Stk. 2. Ein nevndarlimur kann ikki gera nakað arbeiði móti samsýning fyri tann partin av kommunalu fyrisitingini, ið verður stjórnað av viðkomandi nevnd, um so er, at arbeiðið ikki er boðið út alment.

     

    Grein 11 fevnir um tað, ið rópt verður generelt gegni ella starvsósambæri. Sambært hesi áseting verður kommunalt settur persónur útihýstur úr fastari nevnd, um so er, at málsøki hjá tí føstu nevndini fatar um hansara tænastuøki.

    Ásetingin í stk.1 tekur støði í fyrilitinum fyri, at persónur ikki eigur at vera limur í eini nevnd, um viðkomandi vegna ítøkiligt ógegni ikki kann vera við í fleiri málsviðgerðum. Her snýr tað seg so at siga bert um fyrilit, ið eru til gagns fyri ta kommunalu fyrisitingina. Harumframt tekur ásetingin eisini støði í fyrilitinum um álit borgaranna á ta kommunalu fyrisitingina.

    Sum meginregla vil henda ásetingin útihýsa øllum teimum, ið starvast innan tað fyrisitingarliga økið hjá einari fastari nevnd. Hetta leggur ásetingin uppfyri við at seta eitt krav um tilknýti ella øvugt, at til ber at siga eitt fjarstøðueyðkenni fyri á tann hátt at normera" vavið á ásetingini.

    Sambært tilknýtiskravinum ella fjarstøðueyðkenninum skal metingin um starvsósambæri hava sítt upprunastøði í, um tað er neyðugt at útihýsa tí kommunalt setta frá limaskapinum í eini fastari nevnd fyri at tryggja grundleggjandi fyrilit við fyrisitingarligum virkisføri og á tann hátt at varðveita álit borgaranna. Metingin skal vera ítøkilig.

    Grein 11, stk. 2 forðar fyri, at arbeiði í loyndum kann verða latið upp í hendurnar á einum nevndarlimi. Brot á hesa reglu verður revsað, samanber § 52, stk. 2.

     

     

    Til kapittul 3.

    Um kommunustýrisfundir.

     

    Til § 12

     

    § 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.

    Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur.

    Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast

     

    Ásetingin í stk. 1 um, at kommunustýrið skal skipa seg fyri árslok, sigur greitt, at kommunustýrið skal verða skipað, áðrenn valskeiðið byrjar. Í grundini hevur ásetingin helst sítt støði í hentleikaorsøkum.

    Skuldi tað borist á, at ein limur fellur varandi frá, eftir at kommunustýrið er skipað, og áðrenn valskeiðið byrjar, nýtist kommunustýrinum ikki at skipa seg av nýggjum.

    Sambært reglum í løgtingslóg um val til kommunurnar er tað ásett, at áðrenn nývalda komm-unustýrið kann taka við, skal tað gamla ella sitandi kommunustýrið tó hava avgreitt møguligar klagur um valið v.m.

    Um so er, at ein klaga um valið ber við sær, at samansetingin í kommunustýrinum verður broytt, so skal kommunustýrið skipa seg av nýggjum.

    Í tíðarskeiðinum til valskeiðið byrjar, kann kommunustýrið einans viðgera tey mál, sum lógin ásetur, sum t.d. val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, val av limum í fíggjarnevndina o.s.fr.

    Stk. 2 ásetur, at kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Hesi áseting kann ikki verða vikið frá. Tí skal tiltakslimur sambært stk. 3 verða innkallaður í slíkum førum.

     

    Til § 13

     

    § 13. Kommunustýrislimur kann seta fram uppskot og spyrja um øll kommunal viðurskifti.

     

    Kommustýrislimur kann krevja, at eitt mál verður tikið við á fundarskránna til kommunustýrisfundir. Kommunustýrislimur kann nýta sín rætt bæði viðvíkjandi málum, sum eru til nevndarviðgerð ella innan ta kommunalu fyrisitingina, og viðvíkjandi øðrum málum. Sí eisini viðmerkingarnar til 31.

    Grein 13 gevur einans kommunustýrislimum tann sonevnda framtaksrættin (initiativret), sum tó er avmarkaður, við tað at hesin framtaksrættur ikki fevnir um ta framhaldandi avgreiðsluna av málinum.

     

    Til § 14

     

    § 14. Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nágreiniligari reglur um vanligar fundir skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanini. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir.

    Stk. 2. Kommunustýrið hevur eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundir verða hildnir. Avgerð um eykafund skal verða almannakunngjørd, um høvi er til tess.

     

    Ásetingin í stk. 1 um, at kommunustýrið vanliga hevur fund eina ferð um mánaðin er ein lágmarks-regla. Tó er hon ikki til hindurs fyri, at eingir vanligir fundir t.d. verða hildnir í summarfrítíðini. Sambært stk. 1 ger kommunustýrið sjálvt av, nær og hvar vanligir fundir verða hildnir. Kommunustýrið kann gera av at halda fundir ávísar dagar í vikuni, dagstevndar dagar ella annað.

    Tá ið kommunustýrið árliga ásetur fundarmundið fyri kommunustýrisfundirnar, so eigur tað at verða gjørt við atliti at møguleika borgaranna til hjáveru. Tað er tí hóskiligt at halda kommunustýrisfundir uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

    Tann samtykta fundarætlanin er bindandi, og skal hon sambært stk. 1, 2. pkt. verða almannakunngjørd. Sambært vanligum reglum er tað eitt krav til fundarætlanina, at hon er so mikið greið, at borgararnir ikki aftan á almannakunngeringa ivast í, nær kommunustýrisfundir verða hildnir. Henda ásetingin krevur sostatt, at bæði tann árliga fundarrøðin og tann einstaki fundurin skulu verða almannakunngjørd.

    Skulu eykafundir sambært stk. 2 verða hildnir, so eiga teir at verða hildnir skjótast gjørligt. Vanliga reglan um fundarfráboðan ber við sær, at eykafundur eigur at verða fráboðaður einar tríggjar til fýra yrkadagar frammanundan, um so er, at málið tolir at bíða so leingi.

     

    Til § 15

     

    § 15. Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.

    Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.

     

    Sambært stk. 1 er kommunustýrið viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av limunum eru á fundi. Tað er ikki nøkur treyt, at t.d. borgarstjórin er møttur. Hildið verður ikki, at tað kann hava við sær vantandi viðtøkuføri fyri kommunustýrið, um limir fara av fundinum undir atkvøðugreiðsluni um eitt ávíst mál, sjálvt um atkvøðurgreiðslan í tí ávísa málinum ikki er lokin.

    Er kommunustýrislimur sambært § 10 hildin at vera ógegnigur í einum ávísum máli, so kann hann hvørki vera við í málsviðgerðini ella í atkvøðugreiðsluni, og kann hann tí heldur ikki verða taldur við í uppgerðina um, hvørt kommunustýrið er viðtøkuført ella ikki.

    Ein blonk telur við í atkvøðugreiðsluni, tvs. við munliga atkvøðugreiðslu, er neyðugt at spyrja, um nakar atkvøður blankt.

    Ásetingin í stk. 2 um atkvøðumeiriluta ber við sær, at fær eitt uppskot ikki atkvøðumeiriluta, so er tað fallið. Løgfrøðiliga merkir hetta, at tað krevst ein meiriluti at broyta eina rættarliga ella veruliga støðu. Annars er hon standandi óbroytt. Yvirhøvur skal eisini verða víst á viðmerkingarnar til § 33.

     

    Til § 16

     

    § 16. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd.

    Stk. 2. Borgarstjórin gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundirnar.

    Undan hvørjum fundi skal borgarstjórin kunna kommunustýrislimirnar um, hvørji mál koma fyri.

    Stk. 3. Eitt hóskandi tíðarskeið fyri fundin skal borgarstjórin leggja mál og málsupplýsingar fram, so at kommunustýrislimirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi málini.

     

    Í grein 16 er neyv lýsing av leiðsluábyrgd borgarstjórans mótvegis kommunustýrinum, og er henda lýsingin gjørd við fyriliti til ásetingina í § 9, stk. 2, samanber viðmerkingarnar.

    Tað er ikki nøkur treyt, at borgarstjórin persónliga skal greiða allar leiðsluuppgávur úr hondum. Í teimum førum, ásett er í lógini, at ein áheitan skal verða send borgarstjóranum, sum t.d. ein áheitan um skjalainnlit sambært § 21, stk. 2, so skal hetta verða gjørt. Í øðrum føri kunnu sjálvsagdar áheitanir av handahógvi verða avgreiddar av starvsfólki kommununnar.

    Sum dagligur aðalstjóri fyri ta kommunalu fyrisitingina hevur borgarsjórin ábyrgd av, at øll formlig krøv viðvíkjandi málsviðgerðini eru í lagi. Hetta merkir í stuttum, at borgarstjórin skal síggja til, at skikkað starvsfólk eru tøk, at tey settu fylgja góðum fyrisitingarsiði, at arbeiðið er lagt til rættis á hóskandi hátt, at tann neyðuga samskipanin ímillum samanhangandi málsøki verður tryggjað o.s.fr.

    Ein fyritreytin at røkja hesar leiðsluuppgávur er, at borgarstjórin fær høvi at hava eftirlit við øllum lutum í fyrisitingini, sum neyðugir eru til tess.

    Sambært stk. 1 lutar borgarstjórin mál sundur til tær ymisku nevndirnar. Nøkur krøv gera seg gald-andi viðvíkjandi sundurskiftingini. Her verður serliga hugsað um, at eingin ivi skal valda um uppgávubýtið ímillum tær føstu nevndirnar, at øki, ið natúrliga hoyra neyvt saman, helst eiga at vera í somu nevnd, og at málsøkini hjá teimum føstu nevndunum eru nøkulunda lík, tá ið tað snýr seg um stødd og týdning.

    Ásetingin í stk. 1 um, at borgarstjórin tekur sær av teimum málum, ið ikki eru løgd til nakra nevnd, er sett av hentleikaávum. Sambært kommunustýrisskipanini skulu í grundini øll mál verða lutað og latin viðkomandi nevndum. Fellur eitt mál ikki natúrliga inn undir málsøkið hjá eini fastari nevnd, skal borgarstjórin lata kommunustýrið taka støðu til hetta.

    Sambært stk. 2, 1. pkt. so fatar skylda borgarstjórans at fyrireika kommunustýrisfundirnar um tey formligu viðurskiftini, samanber eisini viðmerkingarnar til § 30.

    Hóskandi tíðarskeið fyri fundin er í minsta lagi 3-4 yrkadagar.

    Sambært stk. 3 fyriskipar borgarstjórin framløguna av málstilfari til kommunustýrislimirnar, so at teir kunnu fáa allar tær upplýsingar, sum tørvur er á, og sostatt verða førir fyri at taka avgerðir á hollum grundarlagi.

    Hava kommunustýrislimir ikki fingið nóg góðar møguleikar at fyrireika seg til eitt mál, sum teir tí ikki kunnu taka støðu til, og teir mótmæla hesum, so kann kommunustýrið ikki taka avgerð í málinum, uttan so er, at tað er um at fyrnast, t.e.: at tað tolir ikki at bíða vegna formliga ella rættarliga freist, ella at málið er av slíkum slagi, at støða kann verða tikin til tað av handahógvi - uttan fyrireiking.

     

    Til § 17

     

    § 17. Á hvørjum vanligum kommunustýrisfundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan síðsta fund.

    Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. Í átrokandi førum kann borgarstjórin tó fyriskipa, hvussu málini skulu verða avgreidd.

    Stk. 3. Borgarstjórin kann taka avgerð í málum, ið eru um at fyrnast ella har ongin orsøk er til iva.

    Stk. 4. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum komm-unustýrisins. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

     

    Í høvuðsheitum greinir § 17 hvussu borgarstjórin skal fremja sína fyrisitingarleiðslu.

    Sambært stk. 2 skal borgarstjórin ansa eftir, at mál fáa formliga avgreiðslu. Við hesum er m.a. sagt, at borgarstjórin skal ansa eftir, at allar tær avgerðir, sum tiknar eru í kommunustýrinum, skulu verða framdar í verki.

    Borgarstjórin hevur í ávísum føri ein inntrivsrætt. Hetta merkir, at hann kann tálma fremjing av eini avgerð, um hann t.d. gerst varugur við, at avgerðin kann hava endurgjaldskrav við sær ímóti kommunustýrinum.

    Hevur eitt framt tiltak ikki neyðuga játtan, skal borgarstjórin leggja málið um játtan fyri kommunu-stýrið.

    Í stk. 3 er ásett, at borgarstjórin hevur eina lógarfesta heimild til, kommunustýrisins vegna, at taka avgerð í ávísum málum, sum koma inn undir ásetingina. Treytin um, at eitt mál ikki má geva høvi til iva, er lokin, um borgarstjórin metir, at ikki bara hann, men eisini allir aðrir kommunustýrislimir halda ongan iva vera um málið.

    Borgarstjórin skal í fyrstu syftu sjálvur meta, um lógarinnar treytir eru loknar. Hann hevur ikki skyldu til at upplýsa kommunustýrið um tær avgerðir, ið tiknar eru sambært hesi áseting. Henda upplýsingarskylda kann tó verða ásett í kommunustýrisskipanina.

    Eru mál um at fyrnast, t.e.: at tað tolir ikki at bíða vegna formliga ella rættarliga freist, hevur borgarstjórin somuleiðis heimild at taka avgerð kommunustýrisins vegna. Men heimildin hjá borgarstjóranum at taka slíkar avgerðir er undir øllum umstøðum treytað av, at málið sambært lógini ikki skal verða lagt fyri kommunustýrið.

    Ásetingin í stk. 4 um, at borgarstjórin skal ansa eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan, fevnir bæði um lógarásett og ikki lógarásett tiltøk, samanber viðmerkingarnar til § 40.

     

    Til § 18

     

    § 18. Mál, ið snúgva seg um virksemi borgarstjórans, kunnu verða løgd fyri kommunustýrið, um fleiri kommunustýrislimir krevja tað. Borgarstjórin skal geva kommunustýrinum allar umbidnar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir, kommunustýrið tekur.

    Stk. 2. Nágreiniligari reglur um virksemi borgarstjórans skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina.

    Stk. 3. Verjir borgarstjórin seg við at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir lógini ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, so kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri fyribils velja ein annan sum virkandi borgarstjóra.

    Stk. 4. Avgerðin sambært stk. 3, 2. pkt. skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum í kommunumálum til staðfestingar. Staðfestingin skal alt fyri eitt skjótast inn fyri dómsvaldið til rættarroynd.

     

    Hóast borgarstjórin sambært stk. 1 og meginregluni í § 13 um tann sonevnda framtaks-rættin er undirgivin teimum avgerðum, sum kommunustýrið hevur tikið, so gevur henda áseting í so máta borgarstjóranum eina eyka vernd, við tað at mál um virksemi hjá borgarstjóranum krevja sameining. Sostatt er tað ikki nóg mikið, at ein kommunustýrislimur leggur málið fram, samanber eisini viðmerkingarnar til § 31.

    Sambært stk. 3 kann vandi verða fyri, at borgarstjórin verður settur úr starvinum sum borgarstjóri, um so er, at hann ikki røkir sínar lógarásettu uppgávur.

    Borgarstjóranum til verndar skal landsstýrismaðurin sambært stk. 4 staðfesta avgerðina, áðrenn hon fær gildi, sí eisini viðmerkingarnar til § 7. Staðfestingin skal harumframt standa sína roynd í rættinum fyri at kanna, um verjing borgarstjórans er verulig og avgerðin hjá kommunustýrinum um fyribils at velja ein annan kann góðtakast.

     

    Til § 19

     

    § 19. Setur borgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.

    Stk. 2. Fer borgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, so skal nýval av borgarstjóra fara fram eftir reglunum í § 7, stk. 2.

     

    Umbøn frá einum borgarstjóra um at verða loystur úr starvi tað, ið eftir er av valskeiðinum, kann sambært stk. 1, verða tikin aftur, so leingi kommunustýrið ikki hevur tikið avgerð í málinum.

    Játtar kommunustýrið at eftirlíka umbønini, skal ein tílík samtykt í fyrsta lagi verða tikin beint undan tí tíðarskeiði, sum borgarstjórin sambært umbønini ynskir at verða loystur úr starvi.

    Grein 19 fevnir einans um borgarstjórans undantøku úr starvinum. Um undantøku av limaskapi í kommunustýrinum verður yvirhøvur víst til lógina um val til kommunurnar.

    Fer borgarstjórin úr starvinum, skal annar borgarstjóri verða valdur sambært reglunum í § 7, stk. 2, um val av borgarstjóra sí eisini viðmerkingarnar. Sostatt verður varaborgarstjórin ikki sjálvvirkin borgarstjóri. Tó skal varaborgarstjórin røkja starvið sum borgarstjóri, til nýggjur borgarstjóri er valdur.

     

    Til § 20

     

    § 20. Kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvussu kommunustýrislimur skal kunna fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðir.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur rætt at kanna framlagt tilfar saman við ser-kønum stuðli, sum ikki er kommunustýrislimur, í tí vavi, tað er í samsvari við reglurnar um tagnarskyldu.

     

    Grein 20 heimilar kommunustýrinum at gera av í hvønn mun og hvussu ein áheitan frá kommunustýrislimi at fáa ískoytisupplýsingar skal verða játtað. Ásetingin birtir upp undir kjak í kommunustýrinum um hesi viðurskifti. Tílíkt kjak eigur at snúgva seg um tann tørv, kommunustýrislimir hava at fáa upplýsingar og tekniskan stuðul frá kommunalu fyrisitingini.

    Verða upplýsingar t.d. sendar kommunustýrislimum, so skal kommunustýrið vissa seg um, at allir kommunustýrislimir fáa somu atgongd til upplýsingarnar. Sostatt skal ein kommunustýrislimur, sum t.d. ikki kann nýta teldu, fáa atgongd til upplýsingar, sum annars verða latnir um teldukervið, á annan hátt.

    Sambært stk. 2 hevur kommunustýrislimur harumframt rætt at kanna tað tilfar, ið fram er lagt, saman við fólki uttan fyri kommunustýrið.

    Ásetingin forðar ikki fyri, at ein kommuna harumframt kann loyva kommunustýrislimum óavmarkaða atgongd til annað tilfar, sum er málinum viðkomandi.

    Tá ið sipað verður til vanligar reglur um tagnarskyldu, ásetur § 26 í fyrisitingarlógini tær vanligu reglurnar hesum viðvíkjandi.

     

    Til § 21

     

    § 21. Kommunustýrislimur hevur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í endaligum skapi er til skjals í kommunalu fyrisitingini.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur skal stíla umsókn sína um skjalainnlit til borgar-stjóran við tilskilan um, hvørji skjøl ella mál talan er um.

    Stk. 3. Borgarstjórin kann avmarka rættin til skjalainnlit í tí vavi, tað er neyðugt við atliti at málsavgreiðsluni, ella har skjalainnlit í avgerandi mun ber ampa við sær.

     

    Grein 21 er lógarfesting um verandi atgongd til skjalainnlit. Høvuðstreytin fyri skjalainnliti er, at tilfarið, skjalainnlit ynskist í, viðvíkur einum máli, sum kann verða lagt fyri kommunustýrið.

    Sambært stk. 1, fatar rætturin til skjalainnlit einans um verandi tilfar. Sostatt kann ein kommunustýrislimur ikki krevja, at ískoytistilfar verður útvegað. Harafturímóti fevnir rætturin til skjalainnlit eisini um skjøl, sum eru undantikin almenni eftir lóg um innlit í fyrisitingina, sí ll. nr. 133 frá 10/06-1993.

    Við ásetingini í stk. 2 um, at kommunustýrislimur skal stíla umsókn um skjalainnlit til borgarstjóran, er tað gjørt greitt, at kommunustýrislimir ikki bara kunnu fara ígjøgnum eina mongd av málum í fyrisitingini, ella at teir beinleiðis kunnu krevja fyrisitingina um skjalainnlit, samanber. eisini viðmerkingarnar til § 16.

    Er talan um áheitan um skjalainnlit frá kommunustýrislimi, sum er ógegnigur í tí máli, tilfarið snýr seg um, so skal ein tílík áheitan um skjalainnlit meginregluliga verða noktað. Metingin um, hvørt tilfarið skal verða hildið loyniligt fyri tí ógegniga kommunustýrisliminum, valdast, um tað er neyðugt vegna kommunal áhugamál. Metingin skal vera ítøkilig.

    Borgarstjórin skal syrgja fyri, at viðkomandi kommunustýrislimur ikki fær atgongd til tilfarið sum kommunustýrislimur. Sostatt kann hugsast, at ivi um gegnið hjá einum kommunustýrislimi kann volda, at avgerðin um hansara gegni hevur skund, so støða kann verða tikin til, um kommunustýrislimi skal verða noktað skjalainnlit sambært hesi áseting.

     

    Til § 22

     

    § 22. Berst kommunustýrislimi frá at møta á kommunustýrisfundi vegna heilsustøðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð. Setur eingin kommunustýrislimur fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð.

    Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal borgarstjórin geva tiltakslimi fundarboð.

    Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru lokanar.

     

    Starvið sum kommunustýrislimur verður mett sum borgaraskylda. Hetta upprunastøðið er millum annað lógarfest í tí kommunalu vallógini um skylduna at taka við vali, um ein er valbærur.

    Ein kommunustýrislimur hevur sostatt skyldu at røkja starvið í virkiskeiðinum. Hetta merkir í fyrstu syftu, at kommunustýrislimur hevur skyldu at vera á kommunustýrisfundum og á teimum nevndarfundum, har hann er valdur sum nevndarlimur.

    Hóast kommunustýrislimur hevur møtiskyldu, er hon ikki treytaleys. Hetta sæst eisini í ásetingunum í stk. 1 og 2 um lógligt forfall. Lógin viðger ikki út í æsir, nær talan er um lógligt forfall, og hon tekur heldur ikki støðu til, hvussu langt møtiskyldan røkkur.

    Heilsustøða er greidliga nevnd bæði í stk. 1 og 2 sum lóglig forfalsorsøk. Hetta merkir, at bæði heilsustøðan hjá kommunustýrisliminum sjálvum eins og heilsustøðan hjá hansara barni ella øðrum nær skyldum ættfólki, kann volda, at hann hevur lógligt forfall og tískil ikki møtiskyldu.

    At røkja annað starv er sambært stk. 2 somuleiðis ásett sum lóglig forfalsorsøk. Skal ein kommunustýrislimur røkja tvær ella fleiri borgarligar skyldur um sama mundið, kann limurin sjálvur velja, hvat av hesum hann vil røkja.

    Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum kunnu vera grundir til lógligt forfall. Í so máta kann frítíð eisini møguliga vera ein lóglig forfalsorsøk. Sama kann gera seg galdandi viðvíkjandi sjálvstøðugum áhugamálum, um so er, at umráðandi er at raðfesta røkt teirra so frammarlaga, at t.d. fundarvirksemi kann volda, at hann tessvegna kann verða fyri álvarsomum missi ella ampa.

    Ásetingin í § 22 at innkalla tiltakslim er ikki algongd, og merkir tí ikki, at tiltakslimur skal verða boðsendur í teimum førum, kommunustýrislimur ikki er møttur.

    Sambært stk. 1 kann tiltakslimur verða innkallaður, um so er, at kommunustýrislimur ikki kann møta av heilsuávum. At innkalla tiltakslim sambært hesi áseting er sjálvkravt, og tí er ein áheitan um hetta fortreytin fyri, at tiltakslimur kann verða innkallaður. Øvugt ber til at siga um stk. 2, at tiltakslimur skal verða innkallaður, tá treytirnar hesum viðvíkjandi eru loknar.

    Sambært stk. 2 er tað borgarstjórin, sum skal ansa eftir, at treytirnar at innkalla tiltakslim eru loknar. Í tí viðfangi skulu neyðugar upplýsingar og helst eisini skjalprógv vera til taks, ið siga, hví og hvussu leingi kommunustýrislimurin væntandi ikki kann røkja starv sítt.

    Sambært stk. 2 skal tað ikki bera kommunustýrislimi til at møta í minsta lagi 14 samfullar dagar. Fráveran er at rokna frá teirri løtu, borgarstjórin verður kunnaður um hana, ella frá tí, at sjálv fráveran byrjar.

    Sambært stk. 3 er tað kommunustýrið, ið ger av, um treytirnar at innkalla tiltakslim eru loknar.

     

    Til § 23

     

    § 23. Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri luttaka, fer innkomin tiltakslimur út.

    Stk. 2. Í teimum førum, har fleiri tiltakslimir eru komnir inn á sama valevnislista, men har starvstíðin ikki endar samstundis, skal tann tiltakslimur, ið fyrstur er valdur, verða seinastur út.

     

    Grein 23 er tikin við til tess at gera málið um ta veruligu útskiftingina greidligari, serliga við atliti at mannagongdini, tá ið fleiri tiltakslimir eru inni í senn.

     

    Til § 24

     

    § 24. Er tiltakslimur komin inn fyri borgarstjóra ella varaborgarstjóra eftir reglunum í § 22, stk. 2, men sannlíkt er, at fráveran varir longri enn 2 mánaðir, so skal kommunustýrið fyribils velja borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað eftir reglunum í ávíkavist § 7, stk. 2 og stk. 3.

     

    Hevur borgarstjórin sambært § 22, stk. 2 forfall í minst 14 samfullar dagar, og er varaborgarstjórin vorðin fyribils borgarstjóri, kann nýval av virkandi borgarstjóra ikki fara fram, uttan so er, at varaborgarstjórin fær fráboðan um, at borgarstjórin væntandi hevur forfall í meira enn 2 mánaðir.

    Eftir hesum virkar varaborgarstjórin einans í borgarstjórans stað, tá ið borgarstjórin hevur bráðfeingis forfall. Í tí tíðarskeiði, varaborgarstjórin virkar í borgarstjórans stað, hevur varaborgarstjórin allar skyldur og øll rættindi, sum annars eru galdandi fyri ein valdan borgarstjóra.

     

    Til § 25

     

    § 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum.

    Stk. 2. Hevur kommunustýrislimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Hetta er eisini galdandi, tá tilfarið verður sent øðrum myndugleika.

     

    Endamálið við gerðabókini er at skjalprógva innihaldið í avgerðum og samtyktum kommunustýrisins. Harumframt skal gerðabókin skjalprógva, hvørjir kommunustýrislimir hava ábyrgd av eini avgerð ella samtykt. At skriva í gerðabók eina avgerð ella samtykt er tó eingin gildistreyt. Tí er neyðugt at skriva upp, hvørjir kommunustýrislimir eru á fundi, eins og fest eigur at verða á blað, tá ið kommunustýrislimur fer av fundi í ótíð, samanber eisini viðmerkingarnar til § 34.

    Sambært § 25 eru tað bert avgerðir og samtyktir, sum skulu verða førdar í gerðabókina. Sostatt skulu tingingarfrásagnir ikki verða førdar í bókina. At skriva gerðabók skal vera skipað á sovorðnan hátt, at tað ikki er gjørligt at broyta tað, ið skrivað er, uttan at tað sæst aftur.

    Við undirskriftini verður staðfest, at kommunustýrislimurin viðgongur, at hann hevur verið á fundi, og at tað, sum skrivað er í gerðabókina, samsvarar við tað, ið farið er fram á fundinum.

    Sambært stk. 2 kann kommunustýrislimur krevja sína serstøðu viðmerkta í gerðabókina, um so er, at hon viðvíkur einum máli, ið hevur verið viðgjørt á fundi. Serstøðan skal staðfesta, hvat kommunustýrislimurin heldur, at kommunustýrið átti at havt avgjørt ella samtykt. Sostatt skal viðmerkingin vera stuttorðað. Kommunustýrislimur kann eisini krevja, at sín ólíka hugsan um eina mannagongd skal verða førd í gerðabókina.

    Kommunustýrislimur, sum ynskir at fáa sína serstøðu førda í gerðabók, skal seta fram áheitan um hetta.

    Sambært stk. 2 er rætturin at krevja, at serstøða verður send við til annan myndugleika, avmarkaður til tey føri, har kommunustýrið gevur sítt ummæli til ein annan myndugleika. Hetta merkir, at verður ein avgerð ella ein samtykt send øðrum myndugleika til kunningar, hevur kommunustýrislimurin ikki rætt at krevja, at sín viðmerkta serstøða skal verða send við.

     

     

    Til kapittul 4.

    Um borgarligt almenni.

     

    Til § 26

     

    § 26. Kommunustýrisfundir eru almennir. Um neyðugt kann kommunustýrið gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum. Henda viðgerð kann fara fram fyri aftur latnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevur tað.

    Stk. 2. Kommunustýrið kann loyva starvsfólki hjá kommununi at fylgja við eini málsviðgerð fyri aftur latnum hurðum.

    Stk. 3. Kommunustýrið kann loyva øðrum fólki at fylgja eini málsviðgerð fyri aftur latnum hurðum, til tess at fáa upplýsingar í málinum, við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

     

    Meginreglan um fundir í kollegialum stýrum er, at teir ikki eru almennir, uttan so er, at tað er lógarfest. Ásetingin í § 25, stk. 1, 1. pkt. um, at kommunustýrisfundir eru almennir, ber tí við sær, at meginreglan er vorðin linkað eitt sindur, samanber viðmerkingarnar til § 30 um nevndarfundir.

    Ásetingin fevnir einans um fundaralmenni. Rætturin til málsinnlit í almennu fyrisitingini, sum partur ella ikki partur í einum máli, er ávikavist javnførdur í fyrisitingarlógini og í lóg um innlit í fyrisitingina, sí Ll. nr. 132 og 133 frá 10.06.1993.

    Reglan um fundaralmenni heimilar ikki fundaráhoyrarum talufrælsi á kommunustýrisfundunum. Hildið verður, at tað er ólógligt at veita áhoyrarum talufrælsi, meðan samráðst verður í kommunustýrinum.

    Meginregluliga hava tíðindafólk og aðrir áhoyrarar ikki loyvi at taka tað, ið borið verður fram á kommunustýrisfundi, upp á ljóðband, sjónband ella tílíkt. Hesum kann kommunustýrið tó víkja frá, eins og treytir kunnu verða settar við tílík undantaksloyvi. Avgerð um hetta verður tikin við vanligum atkvøðumeiriluta.

    Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. um, at mál kunnu verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum, er eitt undantak til lógarásettu meginreglu um, at kommunustýrisfundir eru almennir.

    Tey mál, ið av góðum grundum kunnu verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum, eru tílík, har trúnaðarupplýsingar væntandi verða drignir fram undir málsviðgerðini. Men um trúnaðarlig upplýsing bert kann væntast at verða drigin fram í møguligum kjaki í eini máli, sum er á fundarskránni, skuldu ongar áneyðir verið at havt fund fyri aftur latnum hurðum.

    Nær ein upplýsing er trúnaðarlig, veldst um, hvat eyðkenni hennara er. Persónligar upplýsingar eru aloftast trúnaðarligar, sí eisini § 26 í fyrisitingarlógini og § 152, stk. 3 og § 152 a-c í Lb. nr. 215 af 24/6-1939 af borgerlig straffelov.

    Ásetingin forðar ikki fyri, at kommunustýrið kann seta í fundarskipanina nøkur sløg av málum, sum væntandi skulu verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum. Tó skal ein ítøkilig meting verða gjørd í hvørjum einstøkum føri.

    Sambært stk. 1, 2. og 3. pkt. kann spurningurin um, hvørt eitt mál skal verða viðgjørt t fyri aftur latnum hurðum eisini verða viðgjørdur fyri aftur latnum hurðum; men tað krevst ikki. Orsøkin til tess er, at tað í sjálvari spurningsviðgerðini um aftur latnar hurðar kann koma fram, at málið skal ikki verða viðgjørt fyri aftur latnum hurðum.

    Sambært stk. 2 kann heimildin at loyva kommunalt settum fólki at vera við á fundum fyri aftur latnum hurðum verða gagnnýtt bæði yvirhøvur og í sambandi við ávís mál. Sambært § 26 í fyrisitingarlógini hava kommunalt sett fólk tagnarskyldu.

    Heimildin í stk. 3 at loyva eisini øðrum persónum at vera við á fundi hevur ta fyritreyt, at tað kann verða loyvt hesum persónum talufrælsi á fundum fyri aftur latnum hurðum. Kommunustýrið kann áleggja hesum persónum tagnarskyldu eftir § 26 í fyrisitingarlógini. Verða trúnaðarupplýsingar bornar fram á fundinum, hevur kommunustýrið skyldu at áleggja hesum persónum tagnarskyldu.

     

    Til § 27

     

    § 27. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu samtyktu fíggjarætlanina eins og um roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.

    Stk. 2. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

     

    Ásetingin í stk. 1 gevur ikki borgarum rætt at fáa avrit av fíggjarætlanini og roknskapinum saman við viðmerkingum ella annað; men hon er einans ætlað sum ein skylda hjá kommunustýrinum at kunna borgaran. Hesi skjøl koma annars inn undir tær vanligu reglurnar um skjalainnlit í lóg um innlit í fyrisitingina.

    Yvirlitið yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, er neyðturviliga ikki samlíkt fundarskránni. Eftir stk. 2 skal yvirlitið í minsta lagi hava eina frásøgn um málsevnini. Sostatt fevnir reglan eisini um tey málsevni, ið verða viðgjørd fyri aftur latnum hurðum, við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

    Tá ið tað snýr seg um úrrit úr gerðabókini av seinasta fundi, eru tað einans reglurnar um tagnarskyldu, sum seta avmarkingar hesum viðvíkjandi. Hetta ber við sær, at hóast eitt mál hevur verið viðgjørt fyri aftur latnum hurðum, so forðar tað í sær sjálvum ikki fyri, at samtyktin verður tikin við í eina framløgu av úrriti úr gerðabókini. Einasta treytin er, at tað í hesum høpi verða ikki latnar trúnaðarligar upplýsingar.

     

     

    Til kapittul 5.

    Um fastar nevndir.

     

    Til § 28

     

    § 28. Settar skulu verða ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum. Nevndirnar skipa seg sjálvar, smbr. tó § 38, stk. 1, 2. pkt.

    Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja í fasta nevnd, stýri og tílíkt, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum.

    Stk. 3. Val av limum og tiltakslimum til fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir. Valið, ið er fyri alt virkisskeiðið hjá nevndini, fer fram eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

    Stk. 4. Hevur borgarstjórin ella annar kommunustýrislimur fastan sess í eini nevnd, verður hesin sessur taldur við upp í sessatalið, sum bólkur teirra hevur rætt at ogna sær.

     

    Grein 28 krevur, at tað í tí kommunala bygnaðinum eru í minsta lagi tvær nevndir: ein fíggjarnevnd og ein onnur føst nevnd. Sigast kann, at fíggjarnevndin sum so ikki er føst nevnd, við tað at borgarstjórin er føddur formaður, og tí at lógin hevur fleiri ásetingar um, hvørjar uppgávur fíggjarnevndin skal røkja. Men av tí at fíggjarnevndin eisini kann røkja aðrar uppgávur enn tær, lógin ásetur, er tað av terminologiskum" orsøkum kortini valt at lata fíggjarnevndina koma undir heitið: føst nevnd.

    Tey kommunalu viðurskifti, talan er um eftir stk. 1, eru tey mál, ið løgd eru til nevndirnar,og eru tey annaðhvørt eftir lógini ella sambært avgerð.

    Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. um, at nevndirnar skipa seg sjálvar, merkir, at tær uttan uppílegging frá kommunustýrinum kunnu velja formann, gera av, um næstformaður skal verða valdur, nær nevndarfundir skulu verða hildnir, gera uppskot til fundarskrá o.s.fr. Sambært § 38, stk. 1, 2. pkt. kann fíggjarnevndin tó ikki sjálv velja formann.

    Í stk. 2 er lýst tann borgarliga skyldan at lata seg velja í nevnd og onnur arbeiði í sambandi við kommununa. Ásetingin í stk. 3 um val av limum og tiltakslimum er tikin við, til tess at nevndirnar skulu hava møguleika at útinna nevndararbeiðið, uttan at vandi skal verða fyri tarni, vegna tess at onkur nevndarlimur hevur forfall.

    Av tí at lógin bert ásetur, at nevndarlimur hevur nevndarsessin alt virkisskeiðið, samanber stk. 3, 2. pkt., so kann ein føst nevnd gera av at velja nýggjan nevndarformann. Virkisskeiðið hjá tí føstu nevndini kann verða styttri enn valskeiðið. Verður virkisskeiðið stytt, skal øll nevndin verða vald av nýggjum.

    Sambært § 7, § 12 og § 28 velur kommunustýrið limir og tiltakslimir til tær føstu nevndirnar, eftir at borgarstjórin er valdur. Hetta ber við sær, at tað er kommunustýrið sjálvt, sum skal velja allar limirnar til tær føstu nevndirnar. Tað er einki krav um raðfylgju í sambandi við nevndaval.

    Í stk. 4 er mótrokningarmeginreglan vorðin staðfest, við tað at ein fastur sessur skal verða taldur upp í alt sessatalið, sum lutað verður bólkinum. Hetta er gjørt til tess at forða maktumskipling.

     

    Til § 29

     

    § 29. Allir nevndarlimir skulu vera kommunustýrislimir.

    Stk. 2. Kommunustýrisskipanin skal áseta nágreiniligari reglur bæði um manning og málsøki hjá teimum føstu nevndunum. Talið á nevndarlimum skal vera stakt, og tað skal vera minni enn helmingurin av øllum kommunustýrislimunum.

    Stk. 3. Nágreiniligari reglur um nevndararbeiðið kunnu verða ásettar í eina fundarskipan.

     

    Tað eru bert kommunustýrislimir, ið kunnu verða valdir sum limir ella tiltakslimir í fasta nevnd.

    Tær heimildir, ið sambært lógini ella kommunustýrisskipanini eru latnar eini fastari, kunnu ikki verða fluttar til aðrar nevndir ella líknandi.

    Ásetingin í stk. 2, 2. pkt. um, at talið skal vera stakt og minni enn helmingurin, veitir trygd fyri, at ein føst nevnd ongantíð kann vera meiriluti í kommunustýrinum, og at hon á tann hátt frammanundan skal hava møguleika at tryggja sær, at eitt uppskot verður samtykt.

    Nevndin kann sambært stk. 3 áseta nágreiniligari reglur um nevndararbeiðið í eina fundarskipan, t.d. um, hvussu nevndarformaðurin skal fyrireika nevndarfundirnar.

     

    Til § 30

     

    § 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.

    Stk. 2. Borgarstjórin hevur atgongd til allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Borgarstjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.

    Stk. 3. Nevndin kann geva øðrum persóni atgongd, um tað er ynskiligt til tess at fáa upplýsingar í málinum.

     

    Uppgávurnar hjá nevndarformanninum samsvara við tær uppgávur, borgarstjórin hevur í mun til kommunustýrisfundirnar, samanber viðmerkingarnar til § 16, stk. 2, og eisini viðmerkingarnar til § 31.

    Meginregluliga ger nevndin sjálv av, nær og hvar nevndarfundir skulu verða hildnir. Sí ásetingina í § 32, stk. 1 um rættin hjá nevndarlimi at krevja mál lagt fyri kommunustýrið.

    Hóast § 30 einans positivt heimilar borgarstjóranum atgongd til nevndarfundirnar, er tað tó at meta sum, at hann harumframt kann verða hjástaddur, meðan atkvøtt verður. Hetta hevur sítt støði í ásetingarendamálinum, sum er at samskipa tað kommunala virksemið.

    Sambært stk. 3 kann nevndin, loyva øðrum persóni at vera við á nevndarfundum; men so skal grundgevingin fyri hesum vera við atliti at málsupplýsingum, samanber viðmerkingarnar til § 26. Talan kann vera um persónar, sum eru limir í kommunustýrinum, kommunustarvsfólk og onnur. Ásetingin loyvir ikki eini nevnd at seta á stovn eina varandi eygleiðaraskipan fyri t.d. kommunustýrislimir.

    Heimildin at vera við á fundi fevnir einans um sjálvar samráðingarnar og ikki um atkvøðugreiðsluna.

     

    Til § 31

     

    § 31. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

    Stk. 2. Nevndarformaður kann taka avgerð í málum, ið eru um at fyrnast, ella har ongin orsøk er til iva. Tó skal borgarstjórin kunnast, áðrenn avgerð verður tikin í fyrningarfongdum málum, uttan so er, at tað snýr seg um avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.

    Stk. 3. Ein og hvør nevndarlimur kann leggja mál um virksemi hjá nevndarformanninum fyri nevndina. Formaðurin skal eftir áheitan geva nevndini allar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir nevndin tekur.

     

    Sum nevnt í viðmerkingunum til § 30, eru uppgávurnar hjá nevndarformanninum javnsettar uppgávunum hjá borgarstjóranum í sambandi við kommunustýrisfundirnar, herímillum tá talan er um at ansa eftir, at allar inntøkur og útreiðslur hava neyðuga játtan, samanber § 31, stk. 1 og eisini viðmerkingarnar til § 40.

    Sambært ásetingini í stk. 2, 1. pkt. kann nevndarformaðurin nevndarinnar vegna einsamallur taka avgerð í málum, ið eru um at fyrnast, t.e. at tað ikki tolir at bíða vegna formliga ella rættarliga freist, ella um eingin orsøk er til iva. Heimildin er tó ikki eitt frávik frá tí samsvarandi heimild, sum løgd er til borgarstjóran í tílíkum málum.

    Ásetingin í stk. 2, 2. pkt. áleggur nevndarformanninum eina fráboðanarskyldu mótvegis borgar-stjóranum, tá ið talan er um mál, ið eru um at fyrnast. Í tílíkum førum skal nevndarformaðurin, áðrenn avgerð verður tikin, kunna borgarstjóran til tess at tryggja rætt hansara at útinna sínar samskipanarheimildir í teirri kommunalu fyrisitingini, herímillum rættin at leggja uppí, um eitthvørt fer fram, sum er ólógligt. Kunningarskyldan fevnir ikki um avgerðir, sum eftir lógini eru latnar nevndini.

    Harafturímóti hevur nevndarformaðurin sum dagligur leiðari ongar heimildir viðvíkjandi eini grein innan fyrisitingina, eins og borgarstjórin. Tó kann nevndin í ávísan mun lata nevndarformanninum upp í hendi heimildir, sum nevndin annars hevur. Lógin áleggur ikki nakað heimilingarforboð í so máta.

    Ásetingin í stk. 3 um, at nevndarformaðurin skal vera avgerðum nevndarinnar lýðin, sigur greitt, at tær lógarásettu heimildirnar hjá formanninum eftir stk. 2 nerta ikki við sjálva nevndarskipanina, samanber eisini viðmerkingarnar til § 18, stk. 1, 2. pkt. viðvíkjandi borgarstjóranum, og harumframt viðmerkingarnar til § 13.

     

    Til § 32

     

    § 32. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar. Undantiknar hesum eru avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.

    Stk. 2. Ein og hvør kommunustýrislimur, ið ikki er nevndarlimur, kann krevja at fáa sent dagsskráir, úrrit úr gerðabókum, málstilfar o.a., sum sent verður nevndarlimunum.

     

    Grein 32, stk. 1, 1. pkt. er ein lógarfesting um eina víðfevnandi minnilutaverndarreglu, tí reglan heimilar hvørjum einstøkum nevndarlimi ein íhaldsrætt. Reglan fevnir um allar avgerðir, sum nevndin hevur tikið; men tó ikki tær málsavgerðir, ið nevndarformaðurin tekur, og sum eru um at fyrnast, samanber eisini viðmerkingarnar til § 30. Harumframt kann nevndarlimur ikki nýta sín íhaldsrætt viðvíkjandi avgerðum, ið sambært lóggávuni ikki kunnu verða lagdar fyri kommunustýrið.

    Íhaldsrætturin er avmarkaður til veruligar avgerðir, og avgerðir viðvíkjandi rættargangsspurningum eru ikki íroknaðar sum t.d. áheitan um upplýsingar í sambandi við málsviðgerð og tílíkt.

    Íhaldsrætturin er treytaður av, at nevndarlimurin hevur verið á nevndarfundinum. Tó er tað eingin treyt, at hann hevur atkvøtt ímóti avgerðini.

    Hóast fremjanin av íhaldsrættinum kann hava óhepnar avleiðingar við sær sum t.d. øktar útreiðslur, so er tað í sjálvum sær ikki nøkur grundgeving fyri at sýta, at íhaldsrætturin kann verða framdur í verki. Í slíkum føri verður kommunustýrið noytt at halda eykafund til tess at bøta um tílíkar avleiðingar.

    Krevur ein nevndarlimur íhald, skal tað verða ført í gerðabókina. Kravið um íhald skal týðiliga vera eitt ynski um, at málið verður lagt fyri kommunustýrið. Er ivi um hetta, skal nevndarformaðurin fáa greiði á hesum.

    Er verksetanin av eini nevndaravgerð steðgað vegna íhaldsrættin, skal kommunustýrið taka støðu til, um tann steðgaða avgerðin skal verða sett í verk.

    Áðrenn kommunustýrisfundur er hildin, kann kommunustýrislimur, sum hevur útint sín íhaldsrætt, altíð taka sín íhaldsrætt aftur við tí fylgju, at nevndin so kann seta avgerðina í verk.

    Ásetingin í stk. 2 fevnir einans um rættin hjá kommunustýrislimi at fáa tilfar sendandi. Ásetingin fevnir ikki um tann vanliga rættin til skjalainnlit í fyrisitingini. Eftir hesi áseting kann hvørki kommunustýrið ella nøkur føst nevnd seta treytir ella avmarka rættin hjá kommunustýrislimi at fáa tilfar sendandi.

     

    Til § 33

     

    § 33. Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er møttur.

    Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið ein meiriluti av teimum, ið greiða atkvøðu, hava atkvøtt fyri tí.

     

    Grein 33 lýsir, nær nevndin er viðtøkufør. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, samanber viðmerkingarnar til § 15 um viðtøkuføri hjá kommunustýrinum. Kravið um viðtøkuføri er eisini galdandi í førum, har nevndin gevur sítt tilmæli til kommunustýrið.

     

    Til § 34

     

    § 34. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða undirskrivað av teimum luttankandi nevndarlimunum.

    Stk. 2. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Hetta er eisini galdandi, tá um tilfarið verður sent øðrum myndugleika.

     

    Viðvíkjandi § 34 verður samanumtikið víst á viðmerkingarnar til § 25. Harumframt er at viðmerkja, at hvør einstøk føst nevnd skal hava sína egnu gerðabók. Men lógin sigur tó einki um, júst hvussu gerðabókin skal verða skipað. Gerðabókarskipanin má onkursvegna veita trygd fyri, at einki ivamál er um hennara próvdygd. Kommunan skal hava gerðabókina í varðveitslu.

    Rætturin hjá nevndarlimi at krevja sína serstøðu viðmerkta er ásettur í stk. 2. Hevur nevndarlimur aðra áskoðan um einahvørja avgerð, herímillum t.d. avgerðir um gegni (processuelt), kann hann krevja, at tað verður viðmerkt.

     

     

    Til kapittul 6.

    Onnur umboðan.

     

    Til § 35

     

    § 35. Skal kommunustýrið eftir øðrum reglum ella fyriskipanum vera umboðað í øðrum nevndum o.t., hevur kommunustýrislimur skyldu at taka við vali.

    Stk. 2. Skal kommunustýrið bert velja eitt umboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum, sambært § 3. Skulu fleiri umboð verða vald, fer valið fram eftir lutfalsvalháttinum, sambært § 4.

    Stk. 3. Skal ein nevnd ella tílíkt verða mannað við øðrum enn bara kommunustýrislimum, fer valið av teimum, ið kommunustýrið skal velja, fram undir einum.

    Stk. 4. Í teirri raðfylgju, sessirnir verða lutaðir einum bólki, kann bólkurin tilnevna limir ella onnur, til annað slag av sessum er sett.

     

    Sambært stk. 1 er tann borgarliga skyldan at lata seg velja víðkað til eisini at fevna um onnur almenn stýri og tílíkt, har tað ikki einans veldst um avgerðir, sum kommunustýrið hevur tikið.

    Kommunustýrislimum kann meginregluliga verða álagt boð um at lata seg velja, ella teir hava við øðrum orðum sum umboð kommunustýrisins skyldu at taka ímóti vali til eitt tílíkt kommunalt embæti.

    Kommunustýrið velur sjálvt sínar limir til hesi stýri og tílíkt, samanber stk. 3. Valið kann fara fram á fyrsta fundi, tá ið kommunustýrið skipar seg; men tað kann av praktiskum orsøkum eisini verða gjørt seinni.

    Ásetingin fevnir ikki um umboðanarviðurskifti í mun til stakar tilburðir, har kommunustýrið ella kommunan skal verða umboðað.

    Ásetingin í stk. 4 er at skilja soleiðis, at í tí røð bólkarnir hava rætt til sess avgerða teir um umboð teirra skal vera kommunustýrislimur ella annað umboð so leingi sum annað slagi av sessum ikki er fullmannað. Dømi: nevnd skal setast við 5 limum, 2 kommunustýrislimir og 3 onnur umboð. Bólkurin, ið eigur fyrsta umboð hevur frítt val, tað sama er galdandi fyri annað umboð, men um fyrsta og annað umboð eru kommunustýrislimir skulu triðja, fjórða og fimta umboði vera onnur umboð.

     

    Til § 36

     

    § 36. Kommunustýrið kann seta serstakar ráðgevandi nevndir at taka sær av einstøkum málum hjá kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.

    Stk. 2. Kommunustýrið ásetur nágreiniligari reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

     

    Grein 36 fevnir um tey føri, har kommunustýrið ger av, um ein serstøk ráðgevandi nevnd skal verða sett. Val til slíkar nevndir fer fram eftir lutfalsvalháttinum og eigur ikki fara fram á fyrsta fundi, tá ið kommunustýrið skipar seg. Hetta er grundað á fyrilitið um møguleikan hjá kommunustýrinum til frammanundan at samráðast, um ein slík nevnd yvirhøvur skal halda áfram ella verða sett.

    Verða slíkar nevndir settar, skal kommunustýrið síggja til, at setanin ikki avmarkar tær heimildir, sum fíggjarnevndin ella onnur føst nevnd hevur sambært kommunustýrislógini ella sambært kommunustýrisskipanini.

    Hevur kommunustýrið sambært stk. 2 ikki ásett nágreiniligari reglur um virksemi og nevndalimir, skal tað í ivamálum verða gjørt ítøkiligt, um tær vanligu ásetingarnar í kommunustýrislógini um fastar nevndir eisini eru galdandi fyri hesa umboðan. Hugsast kann, at, tá ið kommunustýrið setur tílíkar nevndin, hevur havt sum fyritreyt, at vanligu ásetingarnar um t.d. gegni eisini eru galdandi fyri slíkar nevndir.

     

    Til § 37

     

    § 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja, at staðbundin áhugamál verða hoyrd í kommunustýrinum.

    Stk. 2. Staðbundnar nevndir skulu verða mannaðar bæði við umboðum úr kommunustýrinum og við staðbundnum umboðum, tó soleiðis at staðbundnu umboðini altíð eiga meirilutan.

    Stk. 3. Nágreiniligari reglur um samanseting, manning og hoyringarmannagongd skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina.

    Stk. 4. Val av staðbundnum umboðum fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið.

    Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki samstundis vera staðbundið umboð.

     

    Ásetingin í grein 37 um møguleikan at seta staðbundnar nevndir hevur sítt støði í fyrilitinum fyri at útinna eitt munadygt, staðbundið fólkastýri.

    Sambært stk. 2 velur kommunustýrið sínar limir til staðbundnar nevndir millum kommunustýrislimirnar. Staðurin, sum kann verða ein ella fleiri bygdir ella øki, velur sínar limir.

    Staðbundnar nevndir skulu vera lýdnar teimum avgerðum, sum kommunustýrið, fíggjarnevndin ella aðrar fastar nevndir hava tikið. Kommunustýrið ásetur tað staðbundna økið og reglur um limatal og annað. Tó er ásett í stk. 2, at staðbundnu umboðini skulu eiga meirilutan í nevndini. Henda lágmarksverndarregla skal veita trygd fyri endamáli nevndarinnar, sum er at fremja og styrkja tað staðbundna fólkastýrið.

    Ásetingin í stk. 5, at ein kommunustýrislimur ikki samstundist kann verða staðbundið umboð, skal tryggja skilna millum kommunustýrið og staðbundnu umboðini.

     

     

    Til kapittul 7.

    Um fíggjarumsiting.

     

    Til § 38

     

    § 38. Fíggjarnevndin tekur sær av fíggjarligu umsitingini hjá kommununi. Borgarstjórin er nevndarformaður.

    Stk. 2. Fíggjarnevndin samskipar og hevur eftirlit við fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum innan tað kommunala fyrisitingarøkið.

    Stk. 3. Áðrenn mál víðvíkjandi fíggjarviðurskiftum verða løgd fyri kommunustýrið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli.

     

    Sambært stk. 1 tekur fíggjarnevndin sær av tí fíggjarligu fyrisitingini. Fíggjarnevndin eins og aðrar fastar nevndir er undirgivin teimum avgerðum, sum kommunustýrið hevur tikið, uttan í teimum førum, har fíggjarnevndin hevur fingið serstakar heimildir sambært lógini ella kommunustýrisskipanini.

    Sambært stk. 1, 1. pkt. er borgarstjórin nevndarformaður. Endamálið við hesi áseting er at økja um møguleika borgarstjórans at samskipa ta kommunalu fyrisitingina.

    Tær lógarásettu uppgávurnar hjá fíggjarnevndini snúgva seg serstakliga um innanhýsis viðurskifti í kommununi sum t.d.: roknskaparviðurskifti, fyrisitingarligar uppgávur við fyri skipan av málsviðgerðum o.s.fr. Alt samalt uppgávur, har borgarstjórin er á odda sum dagligur leiðari.

    Fíggjarnevndin er hvørki yvir ella undir øðrum føstum nevndum. Tó ásetur stk. 2, at fíggjarnevndin samskipar og fremur eftirlitið við teimum fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum, og er tað ein avleiðing av hesum, at tær føstu nevndirnar hava skyldu at svara spurningum um hesi viðurskifti. Hetta gevur tó ikki fíggjarnevndin heimild at leggja seg upp í innanhýsis viðurskifti, sum hoyra undir málsøkið hjá eini aðrari fastari nevnd.

    Fíggjarnevndin kann lata upp í hendurnar á borgarstjóranum ella kommunustýrinum at taka ávísar avgerðir.

    Ásetingin í stk. 3 um, at fíggjarnevndin skal geva sítt ummæli, hevur sítt støði í, at fíggjarnevndin skal hava høvi at siga sína áskoðan um tey fíggjarligu ella fyrisitingarligu sjónarmiðini í einum máli, áðrenn tað verður lagt fyri kommunustýrið.

     

    Til § 39

     

    § 39. Fíggjarárið er frá 1. januar til 31. desember. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.

    Stk. 2. Kommunustýrið skal viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

     

    Tað kommunala roknskaparárið fylgir álmanakkaárinum. Tíðarfreistirnar eru tvungnar.

    Fíggjarnevndin hevur við hesi áseting fingið sjálvstøðuga heimild at gera uppskot um fíggjarætlan v.m., við tað at kommunustýrið ikki kann lata hesa heimild nakra aðrastaðni. Tó kann kommunustýrið áseta karmarnar um sjálva fíggjarætlanargerðina.

    Lógin hevur ongar reglur um, hvussu fíggjarætlanargerðin skal verða skipað. Tó hevur hon tað sum fyritreyt, at fíggjarætlanargerðin verður samskipað við tær føstu nevndirnar, samanber § 38, stk. 2.

    Treytin í stk. 2 um tvær viðgerðir skal veita trygd fyri, at kommunustýrislimir til fulnar fáa høvi at seta seg inn í fíggjarætlanina. Ásetingin er ein lágmarksregla og forðar ikki fyri, at kommunustýrið kann gera av, at fíggjarætlanin til dømis skal hava tríggjar viðgerðir.

     

    Til § 40

     

    § 40. Ikki kann verða farið undir eitt arbeiði fyrr enn neyðug játtan er tøk.

    Stk. 2. Kommunustýrið kann veita eykajáttan. Eykajáttan krevur tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Við hvørja eykajáttan skal verða víst á, hvussu hon verður fíggjað.

    Stk. 3. Kommunustýrið kann ikki geva tilsøgn um regluligar veitingar, sum tað ikki hevur skyldu til sambært lóg, uttan at landsstýrismaðurin í kommunumálum gevur loyvi til tess.

    Stk. 4. Kommunustýrið kann áseta gjald fyri kommunalar tænastuveitingar.

    Stk. 5. Er nøktandi játtan ikki sett av til lógarásettar veitingar o.a., skal tílík játtan verða útvegað sum skjótast.

     

    Ásetingin í stk. 1 staðfestir meginregluna um, at einki arbeiði kann verða gjørt, uttan at neyðuga játtan er tøk.

    Hetta merkir, at ársfíggjarætlanin og viðmerkingarnar til hana mega tulkast í hvørjum einstøkum føri til tess at staðfesta, um tann neyðuga játtanin er tøk til ætlaðar inntøkur ella útreiðslur.

    Er ivi um vavið á eini játtanarheimild, hevur borgarstjórin og viðkomandi fasta nevndin skyldu at avgreiða ivamálið og møguliga við at leggja tað fram fyri kommunustýrið. Orsøkin til tess er, at bæði borgarstjóri og nevndarformaður hava skyldu at ansa eftir, at neyðuga heimild er fyri øllum inntøkum og útreiðslum, sambært ávíkavist § 17, stk. 4 og § 31, stk. 1. Er tulkingarniðurstøðan tann, at eingin heimild er, krevst eykajáttan til tað ætlaða arbeiðið.

    Harumframt tekur stk. 1 sum givið, at bann er ímóti at heimila øðrum játtanarheimild. Sostatt skulu allar málsviðgerðir um játtanarveitingar verða viðgjørdar í kommunustýrinum. Hetta forboð hevur millum annað við sær, at borgarstjórin kann ikki sjálvur veita játtanir í førum, tá ið hann avgreiðir fyrningarmál, ella, har eingin orsøk er til iva. Kommunustýrið er einræðismyndugleiki á játtanarøkinum í kommunalum viðurskiftum.

    Kommunustýrið samtykkir játtanir og kann áseta, at nýtslan av eini játtan skal verða treytað av góðkenning frá fíggjarnevndni. Slíkar fyritreytir fyri nýtslu av eini játtan kunnu bæði verða settar til ávísar upphæddir og ein prosentpart av upphæddini. Kommunustýrið kann samtykkja slíkar fyritreytir í sambandi við játtanarveitingar ella eftir, at ein játtan longu er givin.

    Meginreglan viðvíkjandi íløgujáttanum er, at slíkar játtanir kunnu verða ásettar í ársfíggjarætlanini ella seinni í fíggjarárinum. Hvør einstøk íløga skal hava eina ítøkiliga viðgerð, áðrenn farið kann verða undir eitt arbeiði. Sostatt er ein íløgujáttan ikki í sær sjálvum nøkur játtan, so at farið kann verða undir eitt arbeiði.

    Stk. 2 ásetur mannagongdina fyri eykajáttanarsamtyktum. Grundgevingin fyri hesi mannagongd er sama, sum tá ið fíggjarætlanin skal verða samtykt, samanber viðmerkingarnar til § 39, stk. 2.

    Ásetingin í stk. 3 lógarfestir rættarliga markið fyri heimild og heimildarloysi. Eyðkennið fyri tílíkar veitingar er, at tað snýr seg mangan um eintáttað tiltøk, sum tyngja komandi fíggjarætlanir. Kravið um loyvi er ikki galdandi fyri t.d. limagjaldi til felagsskapir, sum kommunan við uppsagnarfreist kann melda seg úr aftur. Uppsagnarfreistin kann í minsta lagi verða eitt ár, uttan at loyvi krevst frá landsstýrismanninum.

    Við síðuna av lógarásetingini í stk. 3 eru tær vanligu rættargrundreglurnar galdandi. Ásetingin hevur sítt støði í, at ræðið hjá kommununi at stýra kommunalum viðurskiftum kann verða heimilað sambært lóg ella sambært heimildini at ráða yvir tilfeinginum.

    Ásetingin kann sigast at vera ein aðalklausulur fyri lógarsambæriliga (lógliga), kommunala umsiting. Markið er, eisini uttan lógaráseting, galdandi eftir vanligum umsitingarligum rættargrundreglum. Støðið er kravið um sakleika og javna. Markið er galdandi fyri allar kommunalar tænastuveitingar, sjálvt um tænastuveitingarnar verða framdar sambært umsitingaratgerð ella eftir avtalu.

    Sambært teimum kommunalu, rættarligu aðalreglunum er kravið um javna tann týdningarmesta. Umráðandi er, at veitingin er tøk sum hvørs mans nýtsla (allemandsbrug). Í førum, har ein veiting ikki er tøk fyri øll, eru krøv galdandi fyri marknasetingini. Markið skal hava eitt veruligt samband við veitingina ella til nýtsluna av veitingini. Hetta merkir t.d., at verður stuðul latin feløgum, skal tað verða gjørt, uttan at hugsað verður um teirra politiska ella átrúnaðarliga grundarlag.

    Viðvíkjandi kravi um sakleika er umráðandi, at veitingin ikki hevur ólógligt endamál. Framumtøka av persónum ella ávísum politiskum áskoðanum er ólóglig. Ein kommuna kann t.d. ikki lógliga røkja eitt flokspolitiskt endamál, eitt átrúnaðarligt endamál ella eitt uttanríkispolitiskt endamál við eini veiting.

    Ein onnur vanlig aðalregla er tann, sum ásetur, at tann einstaki borgarin skal ikki fáa serrættindi, ið yvirhøvur eru til ampa fyri borgararnar. Harafturímóti skulu borgarar yvirhøvur heldur ikki fáa serrættindi til ampa fyri tann einstaka. Hesar aðalreglur volda, at kommunan hevur t.d. skyldu at staðfesta, at ein styrkur ella ein veiting verður nýtt til endamálið. Slíkar aðalreglur sum hesar, ið tó ikki her eru lýstar út í æsir, eru grundarlagið undir meginreglunum um lógarsambæriliga, kommunala umsiting, samanber eisini viðmerkingarnar til § 43.

    Ásetingin í stk. 4 skilir til, at kommunuvirksemið kann verða fíggjað við skatti ella við gjaldi. Tann vanliga kommunala rættaraðalreglan um nýtslugjald er tann, at gjaldið hvørki skal verða oman fyri ella niðan fyri tann veruliga kostnaðarprísin. Tó kann verða lutvíst nýtslugjal eisini verða ásett.

    Nýtslugjald verður millum annað viðurkent sum eitt stýrisamboð. Við nýtslugjaldi kann t.d. ein ovurnýtsla av einumhvørjum, t.d. vatni, verða tálmað.

    Verður nýtslugjald ásett, skal tað síggjast aftur í fíggjarætlanini og roknskapinum.

     

    Til § 41

     

    § 41. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av

    1) at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin,

    2) at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður,

    3) at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini og

    4) at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskriving.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann við kunngerð áseta nágreiniligari reglur um kontoskipan, fíggjarætlan, bókhald, ársroknskap, grannskoðan og avgerðir um viðmerkingar til grannskoðanina og tílíkt.

     

    Grein 41, stk. 1 ásetur tær høvuðsuppgávurnar og -skyldurnar hjá fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarumsitingina. Tað er latið upp í hendurnar á fíggjarnevndini at gera tær í nr. 1 til nr. 4 ásettu uppgávur, men ikki, hvussu tær skulu verða loystar. Hetta skal fíggjarnevndin sjálv gera av, uttan so er, at landsstýrismaðurin hevur ásett reglur hesum viðvíkjandi.

    Fíggjarnevndin skal leggja ársroknskapin fyri kommunustýrið til góðkenningar. Síðan avgreiðir kommunustýrið ársroknskapin.

    Ásetingin í stk. 2 gevur landsstýrismanninum heimild at áseta felags reglur fyri allar kommunur.

     

    Til § 42

     

    § 42. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.

    Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánibrøv, ið nýtt vera, tá ið um ræður ognir hjá ómyndingum, so tær geva sum mest av sær.

    Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum, uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.

     

    Grein 42 ásetur, hvussu peningaognin skal verða umsitin. t. Ásetingin viðger út í æsir, hvussu peningaognin kann verða goymd, til tess at goymslan verður mett at vera trygg.

     

    Til § 43

     

    § 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.

    Stk. 2. Er nettoskuldin meira enn ein álíkning við miðal loyvda skattaprosenti, so krevst loyvi frá landsstýrismanninum í kommunumálum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.

     

    Ásetingin í § 43, stk. 1 lógarfestir eitt forboð fyri at heimila. Eingin uttan kommunustýrið kann taka avgerðir, sum viðvíkja teimum í stk. 1 nevndu avgerðum og tílíkum.

    Sum nevnt í viðmerkingunum til § 40, kann kommunustýrið heimila fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd at taka avgerðir innan fyri teir karmar, sum kommunustýrið hevur ásett.

    Í stk. 2 er ásett, at loyvi frá landsstýrismanninum krevst til at taka lán um nettoskuldin er omanfyri ásett mark og til at gera broytingar í lánitreytunum. Ásetingin er tikin við fyri at fáa eina ábyrgdarfulla, fíggjarliga, kommunala umsiting. Við øðrum orðum ásetur § 43, stk. 2 markið fyri eina ráðiliga, kommunala nettoskuld, sum ikki treytar nakað loyvi frá landsstýrismanninum.

    Við nettoskuld skilst skuldin hjá kommununi frádrigið fíggjarognina hjá kommununi, t.e. peningur innistandani í peningastovni ella giro umframt lættumsetilig virðisbrøv. Ein álíkning við miðal loyvda skattaprosentið, merkir, at nettoskuldin skal setast í mun til álíkningina í kommununi um skattaprosentið í kommununi var miðalskattaprosentið í skattabandinum, sum verður ásett í skattalóggávuni. Við hesum verður tryggjað, at allar kommunur fáa loyvi, uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, til lutvíst líka stóra nettolántøku til íløgur.

     

    Til § 44

     

    § 44. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirskrivað av virkandi borgarstjóra og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.

     

    Grein 44 er einans ein legitimatiónsregla" og fevnir sostatt ikki um sjálva heimildina at taka avgerð í teimum umrøddu rættarhandlum og gildisleika teirra.

    Sambært ásetingini skal kommunustýrið tilnevna persónliga og við navns nevni medundirskrivaran hjá tí virkandi borgarstjóranum. Starvsheitið er ikki nøktandi. Ásetingin hevur tað sum fyritreyt, at medundirskrivarin annaðhvørt er í kommunustýrinum, ella at hann starvast hjá kommununi.

     

    Til § 45

     

    § 45. Kommunan skal hava óhefta, sakkøna grannskoðan av sínum fíggjarviðurskiftum. Grannskoðarin skal vera ríkisgóðkendur ella skrásettur.

    Stk. 2. Grannskoðarin skal regluliga eftirkanna roknskaparførslu og roknskaparmannagongdir hjá kommununi.

    Stk. 3. Grannskoðarin kann krevja allar neyðugar upplýsingar útflýggjaðar frá kommunustýrinum til tess at skoða, um tann fíggjarliga umsitingin samsvarar við lógina, fíggjarætlanina, eykajáttanir og aðrar tiknar avgerðir.

     

    § 45, stk. 1 lógarfestir kravið um eina óhefta og sakkøna grannskoðan. Henda meginregla telist millum tær vanligu rættaraðalreglurnar, og hevði hon sostatt verið galdandi, hóast hon ikki var lógarfest.

    Kravið um eina óhefta grannskoðan ber við sær, at grannskoðanin eigur ikki at vera við í avgerðum kommunustýrisins á sovorðnan hátt, at vandi verður fyri sjálvræði hjá grannskoðaranum. Við tað at lógin ásetur, at grannskoðanin skal vera sakkøn, so er tað við hesum lýst neyvt, at hon skal vera ríkisgóðkend ella skrásett.

    Ásetingin í stk. 2 lýsir, at virksemið hjá grannskoðanini fevnir um eina vanliga ella regluliga fíggjargrannskoðan. Hissini grannskoðan er ikki nøktandi.

    Vavið av grannskoðanini er ikki ásett út í æsir. Givið er sambært stk. 3, at umframt ta vanligu fíggjargrannskoðanina kann grannskoðarin, eisini gera eina fyristingarliga grannskoðan. Í eini fyrisitingarligari grannskoðan skal grannskoðarin meta, um einstakar avgerðir, uppgávur ella virksemi annars eru framd á ein fíggjarligan, ráðiligan hátt og grannskoðað, og um úrslitini samsvara teimum samtyktum, ið gjørdar eru.

    Tann fyristingarliga grannskoðanin kann verða gjørd saman við tí fíggjarligu grannskoðanini, tí einki krav er um at hon skal verða gjørd fyri seg.

    Kommunustýrið hevur skyldu at veita allar upplýsingar í sambandi við roknskaparøkið. Hevur kommunustýrið heimilað øðrum myndugleika sjálvstøðuga heimild, so hevur hesin myndugleiki samsvarandi upplýsingarskyldu mótvegis grannskoðanini.

     

    Til § 46

     

    § 46. Í sambandi við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.

    Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum í kommunumálum.

     

    Undir viðgerðini av ársroknskapinum skal kommunustýrið eisini taka støðu til, um grannskoðarin skal halda fram ella ikki.

    Ásetingin í stk. 1 um skyldubundna støðutakan til grannskoðanina birtir upp undir kjak í kommunustýrinum til tess at fáa greiðið á, um grannskoðanin er hildin at vera hóskandi ella ikki. Hugsast kann, at grannskoðanin ikki verður hildin at verða nóg djúptøkin, at hon ikki longur er óheft ella annað. Í tílíkum føri skal kommunustýrið hava heimild at gera av, at ein annar grannskoðari skal verða settur í staðin.

    Við hesum í huga er ásett í stk. 2, at loyvi krevst frá landsstýrismanninum at loysa grannskoðaran úr starvi. Ásetingin er tikin við fyri at forða valdsmisnýtslu í kommunustýrinum, tá ið tað snýr seg um at taka støðu til, um sami grannskoðari framhaldandi skal grannskoða kommununa ella ikki.

     

    Til § 47

     

    § 47. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir ella lógarásettar avsetingar við lántøku.

    Stk. 2. Ikki er loyvt at seta á stovn ábyrgdarbindingar.

    Stk. 3. Ikki er loyvt kommunum at taka lut í vinnuligum virksemi, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

    Stk. 4. Ikki er loyvt kommunum at veita beinleiðis ella óbeinleiðis kappingaravlagandi stuðul til fyritøkur, stovnar ella tílíkt.

     

    Grein 47, stk. 1 lógarfestir meginregluna um, at kommunur skulu fíggja útreiðslur uttan lántøku, og tessvegna eru rakstrarlán bannað. Ásetingin í stk. 2 hevur støði í tí kommunala sjálvsstýrinum. Ein avleiðing av hesum er, at bann er ímóti ábyrgdarbindingum, tí tær skerja tað kommunala sjálvsræðið.

    Ásetingin í stk. 3 lógarfestir rættaraðalregluna um, at uttan lógarheimild hevur ein kommuna ikki loyvi at taka lut í vinnuligum virksemi. Ásetingin eigur at verða samlisin við ásetingina í stk. 4, sum sýtir øllum kappingaravlagandi virksemi. Avgerandi er, um virksemið ella stuðulin kunnu avlaga markið ímillum tað almenna og tað privata, ella um tað kann ávirka ta privatu kappingina.

    Sambært vanligum kommunalrættaraðalreglum er høvuðsreglan tann, at kommunan skal hava lógarheimild at veita tænastuveitingar, sum tað privata vanliga hevur rikið móti gjaldi. Henda regla hevur fyrst og fremst støði í meginreglunum um vinnufrælsi og í tí, at tað eru marknaðartreytirnar, ið skulu gera av, um eitt virksemi ber seg ella ikki. Ein kommuna, sum í roynd og veru hevur alt tað kommunala tilfeingið til taks, órógvar í vinnuligum høpi marknaðartreytirnar.

    Kjarnin fyri einum slíkum banni er, at kommunan skal ikki reka vinnuligt virksemi, við vinningi fyri eyga. Tann metingin, nær eitt kommunalt virksemi kemur undir bannið og ikki, skal vera ítøkilig.

     

    Til § 48

     

    § 48. Ikki er loyvt kommunum at seta á stovn kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, uttan so er, at landsstýrismaðurin í kommunumálum í serstøkum føri góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu.

    Stk. 2. Hevur landsstýrismaðurin í kommunumálum í hendingaføri góðkent eina kommunusamstarvsavtalu, skal tað eisini góðkenna treytirnar í sambandi við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.

     

    Sambært § 48, stk. 1 eru kommunal samstørv bannað. Bannið hevur støði í aðalregluni um, at eitt kommunustýri kann ikki uttan lógarheimild lata avgerðarheimildina til onnur stýri og tílíkt, ella at tað kann binda seg fyri eitt longri tíðarskeið. Bannið er harumframt staðiliga ásett, við tað at kommunal samstørv eru brot á § 5, stk. 1, sum lógarfestir meginregluna um, at kommunustýrið ræður.

    Kravið um góðkenning av samstarvsavtalum er tí ætlað at vera ein terpin undantaksregla, samanber orðingina í stk. 2, ið viðger í hendingaførum".

    Bannið fevnir ikki um kommunalar felagsskapar ella kommunal feløg, har einki er vorðið heimilað frá kommunustýrinum til ta nýggju, sjálvstøðugu stýriseindina.

     

     

    Til kapittul 8.

    Um eftirlit, rættartiltøk v.m.

     

    Til § 49

     

    § 49. Landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur eftirlit við kommununum.

     

    Grein 49 ásetur, at rættargildiseftirlitið (legalitetseftirlitið) við kommununum verður framt av landsstýrismanninum í kommunumálum. Tað, sum eyðkennir rættargildiseftirlitið, er, at tað kann verða framt av sínum eintingum, ella sum tað eisini rópast ex. officio". Hetta merkir, at eftirlitið ikki er treytað av einumhvørjum skumpi uttanífrá; men tað kann fara til verka av sínum eintingum

    Orsøkin til, at farið verður til verka, kann t.d. vera ein áheitan frá einum borgara, eini fyritøku, frá minnilutanum í kommunustýrinum ella frá einum øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin, gjøgnum fjølmiðlarnar gerst varigur við eitthvørt mál, ið eigur at vera viðgjørt.

    Ein áheitan uttanífrá gevur ikki eftirlitsmyndugleikanum nakra skyldu at taka málið upp til viðgerðar. Tó hevur eftirlitið skyldu at umsita sína heimild sambært lógini, og skal tí taka støðu til, um eitt mál skal verða viðgjørt ella ikki. Í grundini skal eftirlitið viðgera, um ein áheitan er ógrundað ella ikki.

    Vavið av rættargildiseftirlitinum er ikki bert avmarkað til ólógligar avgerðir og samtyktir í sambandi við málsviðger og tílíkt, men fevnir eisini um kommunal skipanarviðurskifti. Útinnan av einum virknum rættargildiseftirlitið treytar, at støðið ikki einans verður tikið í løgtingslógum og kunngerðum, men eisini í kommunustýrisskipanum, fundarskipanum og starvsfólkaskipanum, sum kommunustýrini hava samtykt. Við í hesum er, at rættargildiseftirlitið skal kanna um áður nevndu skipanir, ið kommunustýrini hava samtykt, eru í ansøgn við skrivaða og óskrivaða lóg.

    Eitt annað eyðkenni fyri rættargildiseftirlitið er, at tað uttan serstaka lógarheimild kann brúka óbindandi ummæli. Hetta verður serliga nýtt í sambandi við, hvussu tær kommunalu, rættarligu reglurnar skulu skiljast og tá fyrst og fremst viðvíkjandi kommunustýrislógini og innihaldinum í kommunufulltrúini.

     

    Til § 50

     

    § 50. Kommunustýrið hevur skyldu at veita landsstýrismanninum í kommunumálum allar neyðugar upplýsingar og frágreiðingar.

    Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin í kommunumálum kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:

    1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni,

    2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og

    3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar.

     

    Tíðarfreistirnar í ásetingini eru tvungnar. Harumframt hevur kommunustýrið í minsta lagi somu upplýsingarskyldu mótvegis eftirlitsmyndugleikanum, sum tað hevur mótvegis grannskoðanini.

     

    Til § 51

     

    § 51. Er nettoskuldin hjá kommununi meira enn eina nettoálíkning, smbr. § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í uppskotið til figgjarætlan, í fíggjarætlanina ella í eykajáttanina, um landsstýrismaðurin metir, at:

  • 1) inntøku- og útreiðslumetingarnar eru skeivar,
  • 2) inntøku- og útreiðslumetingarnar eru gjørdar á skeivum grundarlagi, ella at
  • 3) útreiðslurnar eru óneyðugar ella órímiligar.
  • Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann í tí í § 43, stk. 2 nevnda føri geva kommunustýrinum boð um at lata uppskot til fíggjarætlan inn til landsstýrismannin í kommunum innan 1. oktober.

     

    Grein 51 gevur landsstýrismanninum eitt stýrisamboð í teimum føri, tá ið kommunuskuldin er vorðin ov stór. Treytin at koma undir ásetingina er, at kommunan skyldar meira enn eina álíkning, sum lýst í § 43, stk. 2. Sjálvt í hesum føri er ásetingin fakultativ, t.e. ikki skyldubundin, við tað at landsstýrismaðurin kann áleggja kommunustýrinum at endurskoða fíggjarætlanina. Íroknað § 51 er rætturin hjá landsstýrismanninum at geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í kommunuskattaprosentinum.

    Verður kommunustýrið álagt at endurskoða fíggjarætlanina, hevur kommunustýrislimur skyldu at atkvøða fyri, tá ið uppskotið um at endurskoða fíggjarætlanina verður lagt fyri kommunustýrið. At atkøða ímóti ella als ikki at atkvøða er eitt brot á lógina.

    Ásetingin er ætlað at vera ein fíggjarligur trygdarventilur, og eigur nýtslan av henni tí alrahelst eisini at bera dám av hesum, so henda áseting bert verður nýtt, tá ið eyðsýnt er, at ein av treytunum í nr. 1 til 3 er lokin.

     

    Til § 52

     

    § 52. Hevur kommunustýrið tikið eina avgerð, sum er ímóti lógini, kann lands-stýrismaðurin í kommunumálum:

    1) ógilda avgerðina ella

    2) fyribils avtaka avgerðina.

    Stk. 2. Heldur kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.

    Stk. 3. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann í teimum í stk. 2 nevndu førum saksøkja kommunustýrislimi eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri fíggjaligum missi.

    Stk. 4. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann sleppa einum sakarmáli, um viðkomandi kommunustýrislimur ístaðin sektarsamtykkir mótvegis kommununi innan ásetta freist.

    Stk. 5. Kommunustýrislimur, sum grefliga skúgvar til viks skyldur sínar sum fólkavalt kommunustýrisumboð, verður sektaður við bót. Óskettni verður ikki revsað.

     

    Rættartiltøkini í hesi áseting kunnu verða nýtt ímóti kommunustýrinum og tí einstaka kommunustýrisliminum. Somuleiðis kunnu rættartiltøkini verða sett tí verk mótvegis teimum avgerðum, sum annaðhvørt borgarstjórin ella nevndarformaðurin hevur tikið í málum, sum eru um at fyrnast, ella har eingin orsøk er til iva. At so er, stendst av tí, at hesar avgerðir verða tiknar vegna kommunustýrið ella ta føstu nevndini. Í hesi ásetingini er eisini, at rættartiltøkini harumframt kunnu verða nýtt um avgerðir, sum ein føst nevnd hevur tikið ella onkurt annað stýri og tílíkt, ið sett eru sambært kommunustýrislógini, um so er, at tey hava fingið skyldur, sum kommunustýrið hevur latið teimum at røkja.

    Tær avgerðir, sum kunnu verða fyri rættar- og revsitiltøkum, eru tær ólógligu. Tá sipað verður til lógina, er tað bæði at fata sum kommunustýrislógin og lóggávan yvirhøvur, bæði skrivaður og óskrivaður rættur, herímillum rættaraðalreglurnar. Nevnt skal tí eisini verða, at ein stórur partur av reglunum um tær kommunalu uppgávurnar eru óskrivaðar sum t.d. reglurnar viðvíkjandi kommunufulltrúini.

    Harumframt er treytin at seta tiltøk í verk tann, at tað er greitt fyri eftirlitsmyndugleikanum, at lógin er skúgvað til viks. Eingin sannlíkur ivi eigur at vera um, at lógin er sett til viks. Umframt hetta er kanningarmeginreglan galdandi. Hon áleggur eftirlitsmyndugleikanum at lýsa málið. Harafturat eigur eftirlitsmyndugleikin at ansa eftir, um nakar partur er í málinum, tí so er fyrisitingarlógin eisini galdandi fyri málsviðgerðina fyri tann partin.

    Rættartiltøkini eru fleiri. Heimildin til ógilding sambært stk. 1 nr. 1 kann verða nýtt til avgerðir, sum hava rættarvirknaðin í hyggju. Uttanfyri eru sonevndar avgerðir, ið hava til eyðkennis, at tær eru ummæli ella tilmæli.

    Heimild til fyribils at avtaka eina avgerð sambært stk. 1 nr. 2, er eitt fyribils rættartiltak, ið hevur til endamáls at tryggja, at eftirlitið kann útvega sær tað neyðuga avgerðargrundarlagið, uttan at vandi er fyri, at heimildin at ógilda verður slept ella gleppur av hondum. Fyribils avtøka kemur upp á tal í førum, tá ið styrktur illgruni er um eitthvørt, sum er ólógligt, hóast tað um mundið ikki greitt er prógvað, at tað ólógliga er so mikið eyðsýnt, at orsøk er at ógilda avgerðina.

    Kjarnin fyri heimildini at áleggja tvingsilsbøtur sambært stk. 2 er ólógligt óvirkni, við tað at ólógligar avgerðir kunnu verða gjørdar ógildigar. Tvingsilsbøtur kunnu einans verða álagdar teimum kommunustýrislimum, ið bera ábyrgd av tí ólógliga óvirkninum, t.d. mótvegis teimum kommunustýrislimum, ið ikki hava atkvøtt ella hava atkvøtt ímóti einum uppskoti viðvíkjandi eini skyldubundnari avgerð. Tvingsilsbøtur eru treytaðar av, at eftirlitsmyndugleikin greitt kann lýsa innihaldið í tí avgerð, sum skal verða noydd fram, samanber eisini viðmerkingarnar til § 11, stk. 2.

    Heimildin í stk. 3 at saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, er treytað av, at kommunustýrið ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi. Harumframt eru tær vanligu endurgjaldstreytirnar galdandi. Ábyrgdin verður løgd á teir kommunustýrislimir, ið bera ábyrgd av avgerðini ella óvirkninum.

    Ásetingin í stk. 4 heimilar eftirlitsmyndugleikanum at sleppa einum sakarmáli um endurgjald afturfyri, at tann ella teir kommunustýrislimir, sum bera ábyrgd, játta at rinda eina ávísa peningaupphædd. Sostatt kann bótin koma í staðin fyri eitt sakarmál.

    Vil ein kommunustýrislimur ikki rinda bótina, kann eftirlitið í staðin leggja endurgjaldssakarmál móti kommunustýrisliminum.

    Ásetingin í stk. 5 er tikin við fyri, at eingin ivi skal vera um, at tann einstaki kommunustýrislimurin kann revsast sum fólkavalt kommunustýrisumboð.

     

    Til § 53

     

    § 53. Staðfestir landsstýrismaðurin í kommunumálum eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært § 18, stk. 4, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í stk. 1 nevnda føri gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur.

     

    Hevur kommunustýrið sambært § 18, stk. 3, 2. pkt. fyribils valt ein annan sum virkandi borgarstjóra og sambært § 18, stk. 4 lagt avgerðina fyri landsstýrismannin til staðfestingar, fær avgerðin hjá kommunustýrinum fyrst rættargildi, eftir at hon er staðfest av landsstýrismanninum, samanber § 53, stk. 1.

    Grein 53, stk. 2 er ein heimild hjá landsstýrismanninum at skjerja lønina hjá borgarstjóranum, verður hann settur frá. Lønarskerjingin eigur at verða eftir, hvussu álvarsamt borgarstjórin hevur vart seg ímóti at fremja sínar skyldubundnu uppgávur.

     

    Til § 54

     

    § 54. Fremur kommunustýrið grovt lógarbrot, ella endurtaka lógarbrotini seg, kann landsstýrismaðurin í kommunumálum seta kommunustýrið undir umboðsstjórn sína, so rættandi tiltøk verða gjørd alt fyri eitt.

     

    Ásetingin er ætlað sum ein trygdarventilur í álvarsomum førum og kann verða nýtt í staðin fyri rættartiltøkini eftir § 52 ella javnbjóðis teimum. Umboðstjórnin er tíðaravmarkað til viðurskiftini eru komin í rættlag.

     

    Til § 55

     

    § 55. Lógin kemur í síni heild í gildi 1. januar 2003.

    Stk. 2. Fram til 1. januar 2003 kann landsstýrismaðurin í kommunumálum tó við kunngerð seta kommunustýrislógina ella partar av henni í gildi.

     

    Um endurskoðanin á kommunuøkinum fylgir tíðarætlanini, kann øll lógin fáa gildi 1. januar 2003. Hetta forðar tó ikki fyri, at øll lógin kann verða sett fyrr í gildi, ella at ávísar ásetingar fáa gildi. Gildiskoman verður latin upp í hendurnar á landsstýrismanninum í kommunumálum.

     

    Til § 56

     

    56. Samstundist, sum henda lóg fær gildi, fara hesar lógir úr gildi:

  • 1) Løgtingslóg nr. 45 frá 1972 um føroysku kommunurnar, sum seinast broytt við ll. nr. 34 frá 29/5-1985
  • 2) Løgtingslóg nr. 189 frá 8/12-1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentum, kommunalan kreppulánsgrunn v.m. og
  • 3) Løgtingslóg nr. 85 frá 30/5-1994 um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan kreppåulánsgrunn v.m.
  •  

    Samstundis sum løgtingslógirnar nevndar í § 56, 1-3 fara úr gildi fara eisini fylgjandi kunngerðir úr gildi:

  • K. nr. 49 frá 22/7-1972 (skiftisreglur í sambandi við, at kommunustýrislógin fær gildi)
  • K. nr. 78 frá 22/10-1974 um broytan av kommunumarkinum ímillum Tórshavnar uttanbíggja kommunu og Kirkjubøar kommunu
  • K. nr. 67 frá 12/10-1976 um samanlegging av Kaldbaks kommunu og Tórshavnar kommunu
  • K. nr. 60 frá 5/10-1978 um umskipan av kommunumarkinum ímillum Tórshavnar uttanbíggja kommunu og Tórshavnar kommunu
  • K. nr. 200 frá 21/12-1993 um samanlegging av Argja kommunu og Tórshavnar kommunu
  • K. nr. 91 frá 7/6-1994 um ásetan av freist fyri samtykt og góðkenning av endurskoðaðu kommunalu fíggjarætlanunum fyri 1994
  • K. nr. 153 frá 10/11-1995 um felagskommunala ábyrgd, veðhaldsgrunn og felagskommunala borgan
  • K. nr. 119 frá 19/6-1997 um broyting í kunngerð um felagskommunala ábyrgd, veðhaldsgrunn og felagskommunala borgan
  • K. nr. 152 frá 10/11-1995 um ígildisetan av § 9 a í løgtingslóg um kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn o.a.m.
  •  

     

    12.3 Uppskot um lóg um samanlegging og sundurbýti í kommunur

    § 1. Endamálið við hesi lóg er at skapa størri kommunueindir, sum grundarlag undir einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunur.

     

    Um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

     

    § 2. Avtalur um sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu leggjast fyri landsstýrismannin í kommunumálum til góðkenningar í seinasta lagi 1. januar ár 2002.

     

    § 3. Avtalur um kommunusamanleggingar skulu hava fyrilit fyri:

  • 1) at stovnseta kommunueindir í økjum, sum eru samfeld landafrøðiliga og samferðsluliga,
  • 2) møguleikunum fyri at menna fólka-, vinnu- og búskaparviðurskifti,
  • 3) at røkja kommunuuppgávur og
  • 4) at fólkatalið helst skal vera í minsta lagi 2000 borgarar.
  •  

    § 4. Í avtalum um kommunusamanleggingar skal semja í minsta lagi vera um:

  • 1) kommununavnið, har heitið kommuna" er ein ómissandi lutur,
  • 2) staðseting um, hvar kommunustýrið finnur sær sæti,
  • 3) mannagongd um samanlegging av fyrisiting og búskapi,
  • 4) tíðarfesting um, nær samanleggingin skal verða fullførd og
  • 5) um staðbundnar nevndir skulu verða settar.
  •  

    § 5. Sjálvbodnar kommunusamanleggingar skulu í minsta lagi sam-svara við hesar kommunueindir:

  • 1) Norðoyggjar
  • 2) Eystureysturoy
  • 3) Vestureysturoy
  • 4) Sundalagið
  • 5) Streymoy
  • 6) Vágar
  • 7) Sandoy
  • 8) Norðsuðuroy
  • 9) Suðursuðuroy
  • Stk. 2. Elduvíkar og Funnings kommunur hava valfrælsi, hvørt tær leggja saman við Sundalagnum ella Vestureysturoy; tó skal fyrilitið í § 3, nr. 1, takast.

     

    § 6. Landsstýrismaðurin í kommunumálum tekur avgerð um góðkenning sambært §§ 2-5. Avgerðin kann ikki verða kærd.

     

    Um fyriskipaðar kommunusamanleggingar

     

    § 7. Eru kommunusamanleggingarnar ikki fullførdar 1. januar ár 2002, skipar landsstýrismaðurin í kommunumálum fyri samanlegging og sundurbýti í kommunur eftir hesum leisti:

  • 1) Norðoyggjar, t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur, verður ein kommuna.
  • 2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur, verður ein kommuna og harumframt møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur, samanber § 5, stk. 2.
  • 3) Sundalagið, t.e. Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar og Hósvíkar kommunur, verður ein kommuna og harumframt møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur, samanber § 5, stk. 2.
  • 4) Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur, verður ein kommuna.
  • 5) Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs, Sørvágs, Bíggjar og Mykines kommunur, verður ein kommuna.
  • 6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur, verður ein kommuna.
  • 7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur, verður ein kommuna.
  •  

    § 8. Samanlegging og sundurbýti í kommunur sambært § 7 fær gildi frá 1. januar 2003.

     

    Um heimildir

     

    § 9. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann umskipa og tillaga kommunumark, har kommunusamanleggingin ber við sær óhóskilig marknaviðurskifti, bæði tá talan er um sjálvbodna ella fyriskipaða samanlegging.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum tekur avgerð í ivamálum um kommunumark. Avgerðin kann ikki verða kærd.

     

    § 10. Landsstýrismaðurin í kommunumálum kann leggja sínar heimildir og sín umsitingarmyndugleika sambært hesi lóg til eina samanleggingarnevnd.

    Stk. 2. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur neyvari reglur um mannings og fundarskipan og veitir nevndini neyðugan stuðul til avgreiðslu av teimum málum, nevndin umsitur.

     

    § 11. Landsstýrismaðurin í kommunumálum ásetur, nær lógin fær gildi (5. januar 1999).

     

     

    12.4 Viðmerkingar til uppskot um lóg um samanlegging og sundurbýti í kommunur

     

    Almennar viðmerkingar

     

    Sum viðmerkingar til lógina yvirhøvur verður víst á Niðurstøður og tilmæli" frá Kommununevndini.

     

    Viðmerkingar til tær einkultu lógargreinirnar

     

    Til § 1

    Ásetingin í § 1 lýsir endamáli lógarinnar. Hon staðfestir meginregluna um at broyta verandi kommunubýti eins og uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur.

    Raðfylgjan er skilvís, av tí at tað sæst sambært niðurstøðunum hjá Kommununevndini, at stórar kommunueindir er ein tann týdningarmesta fyritreytin fyri veruligari stovnan av einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunur.

     

    Til § 2

    Ásetingin í § 2 skilar til, at landsstýrismaðurin í kommunumálum er góðkenningarmyndugleiki, tá ið tað snýr seg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Freistin at søkja um góðkenning innan 1. januar ár 2002 er endalig.

    Treytin um, at avtalur um kommunusamanleggingar verða góðkendar, hevur sítt støði í teimum fyrilitum, sum ásett eru í § 3, nr. 1-4, tá ið samráðingar verða um sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Undirstøðið undir hesum fyrilitum sæst aftur í endamálinum við lógini, smbr. § 1.

     

    Til § 3

    Tey fyrilit, sum nevnd eru í § 3, eru beinagrindin í lógini. Av hesum skilst, at tær avtalur um kommunusamanleggingar, sum ikki geva sær far um hesi fyrilit, hava ikki rætt at vænta, at landsstýrismaðurin í kommunumálum góðkennir tílíkar avtalur.

    Orðingin staðfestir, at fyrilitini í nr. 1-3 av sonnum javnviga, so at einki av teimum kann verða tikið fram um okkurt annað, so at tað má lúta.

    Orðingin í § 3, nr. 4 staðfestir, at fólkatalið avgjørt er eitt fyrilit, ið skal verða havt í huga, men at fólkatalið tó kann hava lútandi týdning í sambandi við eina heildarmeting um, hvørt ein avtala um kommunusamanlegging kann verða góðkend ella ikki. Av hesum er gjørt greitt, at fólkatalið í sær sjálvum forðar neyðturviliga ikki fyri, at landsstýrismaðurin í kommunumálum kann góðkenna eina avtalu um kommunusamanlegging.

     

    Til § 4

    Uppreksingin í § 4, nr. 1-5 ásetur, hvørji viðurskifti skulu verða avtalað, áðrenn ein avtala um kommunusamanlegging yvirhøvur kann verða tikin upp til veruleikaviðgerð av góðkenningarmyndugleikanum.

    Harumframt veitir ásetingin trygd fyri, at landsstýrismaðurin í kommunumálum ikki kemur sær upp í hesi viðurskifti í tíðarhvarvinum fram til 1. januar ár 2002. Lógin miðar eftir, at kommunurnar sjálvar fáa greiði á hesum týdningarmiklu viðurskiftum og leggja saman í størri kommunueindir fyri ár 2002, tí annars verður framferðarhátturin eftir § 7 og § 8 nýttur.

     

    Til § 5

    Við støði í §§ 3 og 4 vísir ásetingin í § 5 á 9 møguligar kommunueindir. Talið á kommunueindunum er eitt hámark. Tær kunnu verða færri enn níggju, men ikki fleiri.

    Ásetingin í stk. 2 um Elduvíkar og Funnings kommunur er galdandi, sjálvt um hesar kommunur sjálvbodnar leggja saman í eina av tveimum møguligum kommunueindum, ella um samanleggingin verður fyriskipað. Ásetingin tekur støði í teirri serstøðu, sum Elduvíkar og Funnings kommunur hava sambært fyrilitunum í §§ 3-5.

     

    Til § 6

    Sambært hesi lógargein kann ein avgerð um at veita ella sýta góðkenning um sjálvbodna kommunusamanlegging ikki verða kærd.

    Ætlanin við § 6 er fyrst og fremst at birta uppundir, at kommunurnar sum skjótast taka stig til at leggja saman, tí annars kann landsstýrismaðurin í kommunumálum sjálvur fyriskipa samanleggingina. Eisini veitir § 6 trygd fyri, at landsstýrismaðurin í kommunumálum kann halda ta lógarásettu tíðarætlanina.

    At kuta ein og hvønn kærumøguleika er eyðvitað ein víðfevnd áseting; men hon er tó eitt natúrligt framhald av staðfestingini um, at samráðingar, um kommunusamanlegging skulu vera veruligar og tær skulu verða tiknar við mesta álvarsemi av avtalupartunum við atliti at teimum fyrilitum, lógin ásetur.

     

    Til § 7

    Ásetingin í § 7 staðfestir tann leistin, landsstýrismaðurin í kommunumálum vil nýta til tess at fyriskipa samanlegging og sundurbýti í kommunur. Av hesum sæst, at er eingin sjálvboðin kommunusamanlegging fullførd pr. 1. januar ár 2002, so verða tað sambært § 8 pr. 1. januar ár 2003 í mesta lagi 7 kommunueindir, so sum ásettar í § 7, nr. 1-7.

    Tá ið sipað verður til fullførd" í § 7, 1. pkt. verður hugsað um, at avtalurnar um kommunusamanleggingar skulu verða lagdar fyri landsstýrismanninum í kommunumálum til góðkenningar. Verður ein avtala ikki góðkend sambært hesum samankomingardegi, koma avtalupartarnir av sær sjálvum undir ásetingina í § 7.

     

    Til § 8

    Tíðarmundið í § 8 er endaligt.

     

    Til § 9

    Sambært § 9 er tað landsstýrismaðurin í kommunumálum, sum tekur avgerð í málum um kommunumark, bæði í sambandi við sjálvbodnar og fyriskipaðar kommunusamanleggingar. Heldur ikki hesar avgerðir kunnu verða kærdar, smbr. viðmerkingarnar til § 6.

    Sum dømi um trupul marknaviðurskifti kann verða nevnt, at verður Suðuroyggin býtt sundur í tvær kommunueindir, t.e. í Norðsuðuroy og Suðursuðuroy, so verður kommunumarkið Hovsegg.

    Verður Eysturoyggin býtt sundur í tvær kommunueindir, t.e. Eystureysturoy og Vestureysturoy, so verður kommunumarkið Gøtueiði. Sostatt verður tann parturin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, frábýttur, og sama ger seg galdandi fyri tann partin av Fuglafjarðar kommunu, sum er við Oyndarfjørð, so at hesi øki koma undir Eystureysturoy.

     

    Til § 10

    Tað skal ásannast, at um endamálið við lógini skal verða náað til ásettu tíð, so má umsitingin av lógini verða væl fyriskipað og fyrireikað. § 10 gevur tí landsstýrismanninum í kommunumálum heimild til at geva eini nevnd hesar umsitingaruppgávur.

    Samtykkir landsstýrismaðurin í kommunumálum at seta tílíka nevnd, so er tað skilabest, at hon verður sett, samstundis sum lógin fær gildi. Orsøkin til tess er tann, at nevndin helst skal fara til verka beinanvegin, av tí at umsitingaruppgávur nevndarinnar bæði eru knýttar at tíðarskeiðinum fyri sjálvbodnar og fyriskipaðar kommunusamanleggingar.

    Harafturat kann landsstýrismaðurin í kommunumálum gera av, um nevndin í hesum høpi t.d. skal hava ráðgevandi ella samskipandi uppgávur ella tílíkt.

    Verður samanleggingarnevnd sett, eigur hon at hava umboð bæði fyri land og kommunur. Harumframt eigur nevndin at hava løgfrøðiligan serkunnleika, tí hon skal taka endaligar avgerðir, ið ikki kunnu kærast.

     

    Til § 11

    Lógin eigur at koma í gildi skjótast til ber. Harumframt eigur hon at koma í gildi í síni heild ella als ikki, til tess at sloppið kann verða undan eini reinging av endamálinum, sum er: at skapa fyritreytirnar fyri einum greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunur samsvarandi tilmælinum frá Kommununevndini. Og somuleiõis at sloppið kann verða undan at flestu kommunur verõa stýrdar viõ undantøkum sum í dag, sambært § 49 í galdandi løgtingslóg nr. 45 frá 1972 um føroysku kommunurnar.

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]