8. Reglur

Í arbeiðssetningi sínum er álagt Kommununevndini at gera reglur um fíggjarstýringina hjá kommununum, og snýr hetta seg um: fíggjarætlan, bókhald, roknskaparviðurskifti og reglur um lántøku og veðhaldsbindingar. Somuleiðis er álagt kommununevndini at koma við tilmæli um avmarkingar mótvegis tí privata vinnulívinum.

 

8.1 Fíggjarstýringin

Í løtuni brúka flestu kommunur kontoskipanina frá landsstýrinum, tó at líkt er til, at kommunurnar hava lagað hesa skipanina eftir teirra tørvi.

Nú kommunurnar skulu leggja saman í størri eindir, er gott høvi (og helst einasta høvið) at broyta fíggjarstýringina hjá kommununum, tí nýggja kommunueindin skal kortini laga sína fíggjarstýring til ta stóru eindina. Hetta merkir, at fíggjarstýringarskipanirnar í teimum gomlu kommununum skulu nú verða sameindar í eina og somu skipan.

Kommununevndin mælir staðiliga til, at allar tær nýggju kommunueindirnar fara at nýta eina javngjørda skipan, so at bæði kontoskipan og bókhaldsmeginreglur verða javngjørdar (standardiseraðar)*. Hetta merkir, at kommunurnar t.d. skulu bóka tíðaravmarkingar á sama hátt, at ognirnar verða virðismettar á sama hátt o.s.fr.

* Tað hevði verið sera gott fyri landsumsitingina sum heild at fáa eina einsháttaða skráseting fyri allan tann almenna sektorin.

Fyrimunirnir við eini javngjørdari skipan á hesum øki eru nógvir. Hjá kommununum verður lagamanni at bera ársroknskapirnar saman hvør hjá aðrari og sostatt síggja, hvussu nógv tað kommunala virksemið kostar í teimum ymisku kommunueindunum í mun til sína egnu kommunu. Er munur á, ber til at læra hvør av øðrum og á henda hátt menna eina enn virknari kommunu. Hagtølini vera tí frálík stýringaramboð at hava hjá kommununi.

Eisini ber til at leggja tølini hjá kommununum saman, tá ið tey eru gjørd upp á sama hátt. Hesi tøl kunnu vera hent at hava t.d. til árligu samráðingarnar við landsstýrið. Avgerðar

grundarlagið verður munandi betri. Somuleiðis vera tølini sera hent at nýta í eini møguligari javningarskipan.

Harumframt er ein fyrisett (standard) fíggjarstýringarskipan góð at hava hjá teimum starvsfólkum, sum dagliga arbeiða við fíggjarstýringini í kommununum. Tey fáa nú fleiri starvsfelagar í hinum kommununum, sum arbeiða við teimum somu spurningunum. Við hesi mannagongd verða spurningarnir loystir á sama grundarlagi, eins og grundarlagið at menna fíggjarstýringina eisini verður tað sama, og skuldi hetta havt góða ávirkan á alt arbeiðslagið.

Ein fyrisett skipan á fíggjarstýringarøkinum verður eisini ein stórur fyrimunur hjá landinum. Hagtølini verða munandi betri, og nógv lættari verður at bera gongdina í kommununum saman, og er hetta tí eitt gott stýringaramboð at hava hjá landinum, við tað at avgerðargrundarlagið hjá landinum eisini verður munandi betri. Við eini fyrisettari skipan verður eisini munandi lættari at leggja hagtølini saman og at fáa tey inn í tjóðarroknskapin. Hetta er eitt sera týdningarmikið stýringaramboð at hava hjá einum og hvørjum landi.

Niðurstøðan er tí tann, at kommunurnar skulu brúka eina fyrisetta (standard) kontoskipan og hava somu bókhaldsmeginreglur. Tað er so eyðvitað, at kontoskipanin hjá kommununum eigur at verða grundað á nýggju kontoskipanina hjá landinum. Somuleiðis kunnu Roknskaparverk landsins" og viðkomandi kunngerð um bókhald hóskandi verða lagað til tørv kommunanna. Í kommunustýrislógini eigur tí at verða heimilað landsstýrinum at seta kunngerðir um neyvari reglur um fíggjarstýringina hjá kommununum í gildi*. Mælt verður til at arbeiðsbólkur beinanvegin verður settur til at gera neyðugar tillagingar.

* Tað skal undirstrikast, at áðrenn landsstýrið kann miðfirra fíggjarligu ábyrdinga, má landsstýrið fastleggja, hvussu skrásetingarnar úti í kommununum skal fara fram.

Umframt at brúka fyrisetta kontoætlan og bókhaldsmeginreglur eiga kommunurnar sjálvar at taka støðu til, hvussu tær ráðleggja sína fíggjarstýring, hvørja telduskipan tær brúka o.s.fr. Á henda hátt kunnu tær sjálvar laga skipanina, so at tær fáa tað at vita úr skipanini, tær ynskja. Treytin er, sum sagt, bara tann, at kontoskipanin og bókhaldsmeginreglurnar eru tær somu.

Ein møguleiki hjá kommununum er at festa seg upp í nýggju skipanina hjá Føroya Gjaldsstovu. Hetta ber væl til, og

fyrimunurin í so máta er, at kommunurnar kunnu spara nógvan pening, við tað at:

  • - landið longu hevur gjørt nógvar royndir við skipanini, m.a. eisini við viðgerðini av tí partinum, sum skal leggjast til kommunurnar
  • - land og kommunur kunnu nýta somu serkønu hjálp
  • - skifti við starvsfólkum millum land og kommunur verður løtt
  • - uppsetingar, útskriftir o.t. kunnu endurnýtast og
  • - samanstillingin av teimum kommunalu og landskassans skrásetingunum verður eintýðug og sostatt løtt og skjót at arbeiða við.
  •  

    Viðvíkjandi grannskoðan mælir Kommununevndin til, at landsgrannskoðarin ger karmarnar um grannskoðanina; men at kommunurnar sjálvar velja sær ein grannskoðara (sum tó skal vera ríkisgóðkendur ella skrásettur) at grannskoða roknskapin, eins og tær higartil hava gjørt. Tað skal viðmerkjast, at bókhaldið og grannskoðanin skal vera skild sundur.

     

    8.2 Lántøka

    Aðalmeginreglan er tann, at kommunurnar skulu fíggja seg sjálvar, so at samband er millum skatt og tænastustøðið. Av hesum koma kommunuútreiðslurnar at dugna sama árið, sum skattafíggingin verður goldin.

    Viðvíkjandi íløgunum er hetta tó ein trupulleiki, tí um so er, at kommunurnar skulu fíggja eina íløgu um skatt sama ár, íløgan verður gjørd, kann tað bera við sær, at skattaprosentini í kommununum verða ógvuliga skiftandi frá einum ári til annað.

    Og meginreglan um, at kommunuútreiðslurnar skulu dugna sama árið, verður brotin, tí vanligt er, at íløgurnar verða til gagns fleiri ár. Hetta merkir, at regluligt samband verður ikki millum skattin og tænastustøðið. Tí eigur kommunum at verða loyvt at fíggja íløgur (ikki rakstur) við lántøku. Tað skal viðmerkjast, at bæði rakstur og íløgur eiga at standa á fíggjarætlanini. Munurin millum tær samlaðu útreiðslurnar og inntøkurnar sæst tá annaðhvørt sum gjaldførisøking ella sum gjaldførisminking vegna møguliga lántøku. Eru íløgurnar stórar, er ivaleyst neyðugt at taka lán, og øvugt, um íløgurnar eru smáar.

    Vit vita av beiskum royndum, at tað tó er neyðugt bæði at avmarka kommunulántøkurnar og at stýra teimum. Hetta er eisini vanligt at gera í grannalondum okkara. Í Íslandi verður t.d. ikki góðtikið, um nettoskuldin er omanfyri umleið 50% av eini álíkning, og at neyðugt er at verða varin, um nettoskuldin verður umleið 80% av álíkningini. Noreg og Svøríki hava eisini avmarkingar, og í Danmørk eru sera strengar avmarkingar í gildi.

    Fyri at gera skipanina so einfalda, sum til ber, verður ásett, at nettoskuldin hjá kommununum ikki kann verða størri enn eina álíkning við miðalskattaprosentinum í skattabandinum, sí 5.3.17, og verður lániloftið sostatt sett til eina álíkning*. Undir lániloftið kunnu kommunurnar sjálvar gera av til hvørjar íløgur, lænt verður. Tað er ikki neyðugt, at landsstýrið skal góðkenna hetta fyri hvørt lánið, um kommunan bert heldur seg undir lániloftið. Lántøkan verður tá einans kommunanna ábyrgd. Tað er tó umráðandi neyvt at lýsa hvat kemur undir hugtakið lántøka. Kommununevndin mælir tí til, at arbeiðsbólkurin, sum nevndur er í kapittul 8.1, eisini fær hesa uppgávu til viðgerðar. Tað skal verða viðmerkt, at uppskotið um kommunustýrislógina heimilar landsstýrinum at áleggja kommununum at gera neyðugar broytingar í fíggjarætlanini ella eykajáttanum, um nettoskuldin hjá kommununi er meir enn ein álíkning við miðalskattaprosentinum í skattabandinum.

    * At áseta lániloftið hjá kommununum til eina álíkning við miðalskattaprosentinum í skattabandinum ber við sær, at nógvar kommunur kunnu ikki taka lán komandi árini.

    Umframt nevnda lániloftið er eisini umráðandi, at virksemið hjá kommununum - og tískil eisini lántøkan, samsvarar við fíggjarpolitikk landsins. Í teimum árligu samráðingunum skulu tí karmar verða avráddir hvørt ár millum land og kommunur, sí eisini kapitul 5.5.

     

    8.2.1 Verandi kommunuskuld

    Tað er ikki álagt Kommununevndini í arbeiðssetninginum at viðgera kommunuskuldina. Sum skrivað er í verkætlanini hjá Kommununevndini, so hevur skuldin ikki so nógv við sjálvan kommunubygnaðin at gera; men kommunuskuldin er ein trupulleiki, ið ikki kann verða skúgvaður til viks, um roynt verður í stuttum at líta frameftir.


    Kommunuskuldin er eisini ein tann stórsta forðingin fyri kommunusamanlegging. Tær 49 kommunurnar eru sera ymiskar fyri, sí fylgiskjal B í Tátti I, Parti II. Summar hava onga skuld, og er tað aloftast tær smáu kommunurnar, og aðrar kommunur standa í botnleysari skuld. Við eini kommunusamanlegging verða skuldafríar kommunur lagdar saman við skuldabundnar kommunur, og veldur hetta sjávsagt mótstøðu í teimum kommunum, sum lítla og onga skuld hava.

    Við árslok 1995 var ein avtala gjørd millum kommunurnar og lánveitararnar (kreditorarnar). Talan er um eina 5 ára avtalu, sum tí er í gildi til árslok ár 2000. Eftir hetta verður so vent aftur til tær gomlu avtalurnar, um ikki annað er/verður avtalað. Her er at viðmerkja, at tað snýr seg um 24 kommunur, sum við árslok 1996 høvdu størri nettoskuld enn eina skattaálíkning, við einum skattaprosenti á 23%. Við árslok 1996 høvdu 12 av hesum kommunum eina nettoskuld, ið var meir enn 3 skattaálíkningar, sí fylgiskjal A*.

    * Tað skal viðmerkjast, at í 1997 vóru skattainntøkurnar hjá kommununum næstan 100 mio. kr. størri enn ætlað (14,6%), og fyri teir fyrstu 5 mánaðirnar av eru tær kommunalu skattainntøkurnar, ið mettar eru eftir ársgrundarlagnum, 33 mió. kr. størri enn ætlað (4,5%). Hetta hevur sjálvandi bøtt um kommunubúskapin. Tað eru tó enn kommunur, sum standa í botnleysari skuld, og verður hetta ein trupulleiki.

    Umframt, at sjálv skuldin er ein trupulleiki fyri kommunusamanleggingina, heldur Kommununevndin seg síggja tveir aðrar trupulleikar:

  • 1) at nakrar kommunur standa í botnleysari skuld við teirri avleiðing, at bæði rentur og avdráttir taka ov nógv av fíggjarætlanini
  • 2) at tað eru so nógvir lántakarar (49), sum hvør sær hava lutfalsliga lítla trygd og lítlan sakkunnleika til peningamarknaðin, og at kommunurnar fáa tí í síni heild ikki nóg lagaligar treytir á peningamarknaðinum.
  •  

    Ymisk uppskot eru gjørd til tess at loysa hesar trupulleikar.

    Í einum uppskoti verður mælt til, at skuldin hjá teimum kommunum, ið eru mest skuldabundnar, verður sanerað niður til 3 álíkningar við støði í einum skattaprosenti, sum verður 23. Saneringin er bundin saman við eini kommunusamanlegging, og mælt verður til at fíggja saneringina við at nýta tað, sum stendur í kommunala láni- og veðhaldsgrunninum. Hildið verður, at tílík sanering kostar umleið 115 mio. kr., ið svarar til tað, sum stendur í láni- og veðhaldsgrunninum. Fyrimun

    urin við hesum uppskoti er, at tá hevur eingin kommuna størri skuld enn 3 álíkningar, og hildið verður, at tær tá kunnu hóra undan við tílíkari skuld. Vansin við hesum er í fyrstu syftu tó tann, at uppskotið treytar, at menningin í búskapinum verður tann sama, sum hon hevur verið tey bæði seinastu árini, og í øðrum lagi, at talan er um eina almenna umfígging (sanering), ið ikki leggur uppfyri, at umstøðurnar als ikki eru tær somu í kommununum. Triði vansin er, at peningurin í láni- og veðhaldsgrunninum so verður brúktur og tískil ikki endurrindaður kommununum, og eru kommunur ímóti hesum framferðarhátti. Henda loysnin roynir at loysa nevnda trupulleika 1 og lutvís eisini trupulleika 2, við tað at saneringin er tengd at eini kommunusamanlegging.

    Tvey onnur uppskot, sum líkjast hvørjum øðrum, eru eisini gjørd. Hesi uppskot royna í báðum førum at loysa nevnda trupulleika 2. Høvuðssjónarmiðini í báðum myndlunum eru, at ein kommunalur lánigrunnur ella stovnur verður stovnaður. Grunnurin verður so lántakari mótvegis lánveitaranum og lánveitarin mótvegis teimum einstøku kommununum. Hetta merkir, at kommunali lánigrunnurin skal umfíggja verandi kommunulán. Í hesum viðfangi ræður um, at kommunali lánigrunnurin hevur eina samhaldsfasta trygd aftan fyri seg, og skotið verður upp at brúka kommunala láni- og veðhaldsgrunn til hetta endamál, og um so skuldi verið, at kommunurnar rinda meira inn í grunnin. Tær kunnu so fáa lán úr grunninum við rentu, ið samsvarar við kreditvirðið hjá tí einstøku kommununi.

    Fyrimunurin við hesi skipan er tann, at tað er ein partur, sum fer stinnari út á peningamarknaðin og við størri førleika (grunnurin vil menna ein serkunnleika á økinum) enn tí, hvør einstøk kommuna hevur. Við hesum verða lánitreytirnar eisini lagaligari. Og lánitreytirnar til kommunurnar verða so eisini settar eftir, hvussu støðan er hjá hvørji einstakari kommunu. Vansin við hesum er, at eitt millumlið verður millum kommunurnar og endaliga lániveitaran, og økir tað um lánikostnaðin. Tó verður meira vunnið, enn mist verður. Uppskotini loysa heldur ikki nevnda trupulleika 1.

    Best hevði tí verið at funnið eina loysn, sum loysti báðar hesar trupulleikar. Ein møguleiki hevði verið at brúka kommunala láni- og veðhaldsgrunnin sum ein kommunalan lánigrunn, so sum nevnt er frammanfyri. Hesin grunnur skuldi so eisini fingið heimild at veitt kommununum rentufrí lán og kanska eisini sanering, um einki annað var til ráða at taka. Á henda hátt bar til at loysa trupulleika 1 og 2. Í Íslandi er ein tílíkur lánigrunnur. Um so skuldi verið, at mótstøða er ímóti einum tílíkum grunni, so er óneyðugt, at hann skal verða varandi, men at hann bert skal vera eina skiftistíð, til allar kommunurnar eru komnar fyri seg aftur.

    Ein heilt onnur loysn á trupulleikunum er at brúka loysnina við kommunala lánigrunninum, samstundis sum kommunurnar kundu roynt at minkað um skuldina við t.d. at selt burtur av ognum sínum. SEV er ein eyðsæddur møguleiki í so máta. Allar kommunur eru við í kommunala samstarvinum um SEV. Tær kundu selt stovnin fyri hægsta boð og brúkt peningin at endurrindað skuldina við. Við árslok 1997 javnvigaði fíggjarstøðan hjá SEV við 552 mio. kr., og øll eginognin var slakar 160 mio. IRF og KB eru eisini ognir, ið seldar kundu verið á sama hátt sum SEV. Men hetta er tó ikki so einfalt sum SEV-dømið, við tað at talan er um 2 virki, og at allar kommunur ikki eru limir í IRF.

    Uppaftur ein annar møguleiki er, at landið kemur við saneringspeningi at loysa trupulleika 1. Fyrimunurin við hesum framferðarhátti er, at tað ikki verður sanerað ímillum kommunurnar sínámillum, men millum land og kommunur.

    Til endans skal tó viðmerkjast, at sum búskaparmenningin hevur verið síðstu árini, hevur hon verið til fyrimunar fyri kommunurnar, og tí man vera best at vita, hvussu leikur fer í komandi døgum, áðrenn farið verður undir at sanera kommunuskuld. Tó eigur at verða miðað eftir, at kommunurnar fáa lagaligari treytir á peningamarknaðinum. Til tess ber til at brúka okkurt av teimum nevndu uppskotunum, ella kunnu kommunurnar eisini sjálvar royna at fáa lagaligari treytir við verandi lániveitarar.

     

    8.3 Vinnulívið (og veðhaldsbindingar)

    Við tí staðbundna sjálvstýrinum fæst, sum áður sagt, ein miðfirringarvinningur, sí kapitul 5.1. Tað er tó mark fyri, hvussu víðfevnandi tað kommunala sjálvstýrið skal verða. Í summum førum skal kommunan fylgja lógini bókstavliga sum t.d. viðvíkjandi ognartøku og skattaeftirgeving. Á øðrum økjum hevur kommunan størri rásarúm, har virksemið ikki beinleiðis er lógarásett. Tað má tó ikki vera ímóti lógunum.

    Kommunurnar eiga at halda seg innan fyri fulltrú kommunanna. Her verður m.a. hugsað um óskrivaðar reglur um, hvat kommunur eiga og ikki eiga at gera. Treytin fyri hesar gerðir er at tær ikki eru ímóti lógunum og øðrum reglum. Fyrimunurin við hesum er, at fulltrúin kann laga seg eftir samfelagsliga tørvinum, so at kommunan kann verða virknari, tá ið illa stendur til við búskapinum, og øvugt. Vansin er tó, at markið er ógreitt.

     

    Markið fyri kommunalum sjálvstýri er m.a.:

  • - at virða uppgávubýtið, so at kommunan loysir sínar kommunalu uppgávur, og at landið loysir landsuppgávurnar
  • - at virða kommunumarkið, so at tað, sum verður áverkað í kommununi, verður hesum kommunuíbúgvum at gagni
  • - at virða tað privata økið (sektorin). Kommunur mugu ikki vera við í vinnulívinum.
  •  

    Ástøðiliga er henda seinasta ásetingin grundað á ta áskoðan, at tað almenna eigur ikki at blanda seg upp í marknaðarkreftirnar. Hesar kreftir syrgja sjálvar fyri, at javnvág" verður. Um tað almenna blandar seg upp í marknaðarkreftirnar, so verður henda javnvágin órógvað, tí við sínum skattapeningi kunnu kommunurnar lættliga vinna kappingina við tað privata. Trupulleikin er tó tann, at ilt verður eftirsíðan at skilja sundur tað almenna og privata økið.

    Við hesum í huga mælir nevndin tí til, at kommunurnar hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu verða partur av vinnulívinum. Hetta merkir, at tær hvørki kunnu eiga ella reka vinnulig virki, og at tær heldur ikki kunnu seta partapening í, veita lán ella veðhald til vinnulig virki. Kommunur eiga tó at kunna reka tey virki, ið tær vanliga reka, sum t.d. busskoyringina.

    Uppgáva kommununnar er at seta karmarnar, heldur enn at hon sjálv skal taka lut í vinnulívinum. Hon eigur t.d. at ávísa vinnuøkir, at gera og halda vegir o.a., so at hon á tann hátt kann draga vinnulívið at sær.

    Vinnuligur stuðul kann verða lutaður sundur í almennan og ítøkiligan stuðul. Ein kommuna kann ikki veita ítøkiligan stuðul til einstakar fyritøkur, og heldur ikki er loyvt henni at krógva" stuðulin við t.d. at veita veðhald ella at selja virkjum bílig grundstykki o.a. Hetta avlagar kappingina. Harafturímóti hevur kommunan loyvi at veita almennan stuðul sum t.d. at ráðgeva virkjum í kommununi o.s.fr. Í hesum føri verður stuðul tøkur til øll virkini í kommununi, og tí avlagar hann ikki kappingina.

    Tað eru tó 2 undantøk frá hesum meginreglum. Tað eina undantakið er: bygningar á havnaøkinum. Íløgur í havnaøkið eru sera kostnaðarmiklar, og Kommununevndin heldur tískil, at tað skuldi borið til hjá kommunu at átt bygningarnar* á havnaøkinum, og at hon so kundi leiga teir út. Við hesum verður forðað fyri, at bygningar á havnaøkinum verða at standa tómir við ongum virksemi, um t.d. eitt virki fer á húsagang. Men tað er sera umráðandi, at leigan fyri bygningarnar er til marknaðarprís. Tað skal ikki bera til hjá kommununi at veita ein fjaldan stuðul við at leiga hesar bygningarnar út bíliga.

    * Talan er bert um sjálvan bygningin, ikki um maskinur og aðra útgerð.

    Hitt undantakið er galdandi fyri útoyggjarnar. Her er umráðandi, at kommunan er lagaligari, so at íbúgvarnir t.d. kunnu brúka tey amboð, kommunan eigur í bygdini, og at hon t.d. keypir í stórum ávísar vørur, ið eru dýrar at fáa til útoyggjarnar so sum sand o.a., sum hon so selur aftur til íbúgvarnar til kostprís.

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]