6. Broytingar í lóggávuni

Hetta kapitlið eigur at verða samlisið við kapittul 5, við tað at tær til mæltu broytingarnar í lóggávuni eru grundaðar á niðurstøðurnar í kapitli 5 um uppgávubýtið.

 

6.1 Løgtingslóg um føroysku kommunurnar (kommunulógin)

Sí kapittul 12.

 

6.2 Løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

Løgtingslóg nr. 49 um val til Føroya løgting frá 20/7-1978 og løgtingslóg nr. 44 frá 19/6-1972 um val til allar føroyskar kommunur eiga at verða endurskoðaðar við tí í hyggju, at tær verða samanskrivaðar í eina lóg um val til løgting og kommunur, hetta fyri at tryggja at ongin óneyðugur munur verður á hvussu hesi val verða fyriskipað.

Við hesum í huga mælur kommununevndin til at bert smærri broytingar verða gjørdar í Løgtingslóg nr. 44 frá 19/6-1972 um val til allar føroyskar kommunur. Broytingarnar eru hesar:

  • Alment eigur bygda(r)ráð" at verða broytt til kommunustýrið" og bygda(r)ráðlimur" verða broytt til kommunustýrislimur"
  • § 2 3. petti verður broytt soleiðis: § 2 3. petti Regluligt val fer fram annan týsdag í november og valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir."
  • § 3 2. petti verður broytt soleiðis:
  • § 3 2. petti Landsstýrið lýsur í minsta lagi 6 vikur fyri valdagin:
  • 1) valdagin
  • 2) hvar valevnislistar skulu latast inn
  • 3) seinastu freist fyri at lata valevnislistar inn"
  • § 10 og § 13 4. petti verður strikað. (Henda heimild er ótíðarhóskandi)
  • § 17 2. petti skal tilvísingin vera § 8 3. petti
  • Í § 17 3. petti verður brotið: ella har nøvnini á valevnunum eru ikki sett á atkvøðuseðilin, sbr. §10, 1. petti og § 13, 4. petti, innanfyri hvørs teigi veljarin hevur skrivað navnið á einum av valevnunum á listanum" strikað
  • § 22 2. petti verður víðkað soleiðis: §22 2. petti. Um onkur hevur verið limur í kommunustýrinum í 8 ár ella meiri, hevur hann ikki skyldu at taka við endurvali, fyrr enn 2 fylgjandi valskeið eru liðin; somuleiðis kann persónur, íð fylt hevur 60 ár, bera seg undan at taka við vali. Endaliga kunnu løgmaður, limir av landstýrinum, ríkisumboðsmaður og fólk í leiðandi kommunustarvi bera seg undan at taka við vali."
  • § 29 2. petti verður broytt soleiðis: §29 2. petti Val sambært hesi lóg fer fram annan týsdag í november ár 2000, og verður hetta valskeiðið bert 2 ár. Annan týsdag í november 2002 verður val sambært hesi lóg í øllum kommununum."
  •  

    6.3 Stýriskipanarviðurskifti

    Lov for Færøerne nr. 95 af 25/3-1933 om statistik" og Bekendtgørelse for Færøerne nr. 6 af 9/1-1936 om statistik, broytt við kunngerð nr. 160 frá 20/6-1936" eiga at verða settar út gildi. Lóg nr. 33 frá 7/5-1991 um Hagstovu Føroya er komin ístaðin.

     

    6.4 Fólkayvirlit

    Løgtingslóg nr. 86 um fólkayvirlit frá 1982 og kunngerð nr. 95 um fólkayvirlit frá 1982 eiga eisini at verða broytt, so at henda uppgávan verður savnað á felagskerv; men at kommunurnar framvegis skulu hava skrásetingina um hendi. Tó skulu kommunurnar bert hava atgongd til upplýsingar um edv-kervið viðvíkjandi sínum egnu viðurskiftum. Tað eigur eisini at verða ásett í lógina, at kommunurnar skulu hava skyldu at veita Landsfólkayvirlitinum tær neyðugu upplýsingarnar.

     

    6.5 Mentan

    Neyðugt er at broyta løgtingslóg nr. 56 um megin-/fólka- og skúlabókasøvn frá 1988 og møguliga eisini kunngerð nr. 125 um skúlabókasøvn frá 1990, so lógin ikki verður so framasøkin, men meira í samsvar við veruleikan. Av tí at talan er um eina kommunala uppgávu, so skal kommunan eisini sjálv fíggja hesa tænastu. Lógin eigur tí at verða broytt samsvarandi hesum.

    Løgtingslóg nr. 17 frá 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi eigur at verða dagførd.

     

    6.6 Sløkkilið, ravmagn

    Ein tilbúgvingarætlan eigur at verða gjørd fyri alt landið.

     

    6.7 Leiguíbúðir, byggi- og býarskipanir

    MB for Færøerne fra 1940 om lejeforhold" eigur at verða sett úr gildi, og ístaðin eiga reglur at verða gjørdar um leiguviðurskifi, sum skulu vera galdandi fyri allar kommunur. Kunngerð nr. 17 frá 1973 (Tórshavnar uttanbíggja kommuna) eigur at vera sett úr gildi.

    Sum skilst, skal nevnd setast at gera nýtt lógaruppskot um býarskipanir og byggisamtyktir. Hetta lógaruppskot skal so koma ístaðin løgtingslóg nr. 13 frá 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir. Kommununevndin mælir til, at tað verður eitt lógarkrav, at kommunurnar hava eina býarskipan og byggisamtykt, og annars minnir Kommununevndin á meginregluna um eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og at landið ikki eigur at hava heimild gera eitt arbeiði fyri kommunanna rokning.

     

    6.8 Dýr, matvørur

    Kunngerð nr. 28 frá 1991 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunu eigur at verða dagførd, nú Argir eru vorðnar partur av Tórshavnar kommunu.

    Løgtigslóg nr. 46 frá 1985 um matvørur v.m. eigur at verða broytt soleiðis, at yvireftirlitsmyndugleikin, t.e. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, ikki kann røkja hesa kommunuuppgávu fyri kommunanna rokning. Ístaðin eiga bøtur/dagbøtur at verða álagd kommunustýrislimunum, um so er, at eftirlitsuppgávan verður misrøkt.

    Kunngerð nr. 25 frá 1996 um at merkja liðugt pakkaðar matvørur eigur at verða broytt soleiðis, at eftirlitsmyndugleikin er hjá kommununi. Um kommunan ikki røkir hesa uppgávuna, eiga bøtur/dagbøtur at verða álagdar.

     

    6.9 Ognartøka, matrikulering o.a.

    Lov nr. 69 frá 1881 om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne" eigur at verða sett úr gildi. Ístaðin eigur ein lóg um, hvussu farið eigur at verða fram viðvíkjandi ognartøku, ein atburðarlóg, at verða sett í gildi.

    Lóg nr. 170 frá 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m." eigur at verða dagførd. Lov nr. 171 frá 1937 for Færøerne om Hegn og Markfred" eigur somuleiðis at verða dagførd. Uppgávurnar hjá hegnsýnisnevndini eiga at vera hjá kommunuumsitingini. Kommununevndin minnir í hesum viðfangi aftur á meginregluna um, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið eiga at fylgjast.

     

    6.10 Undirvísingarmál

    Fólkaskúlin eigur at verða kommunalur burturav, og skúlalóggávan eigur at verða dagførd samsvarandi hesum, so at kommunurnar t.d. skulu rinda læraralønirnar, og lærararnir verða kommunalt settir. Tó heldur Kommununevndin, at undirvísing vegna serligan tørv skal framvegis vera ein landsuppgáva, og at skúlalóggávan skal veita trygd fyri, at so verður.

    Alment eigur skúlalóggávan at verða smíðað soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuni, so tað t.d. er kommunan, ið hevur fíggjarligu ábyrgdina av næmingaflutningsskipanini, undirvísingaramboðum o.s.fr. Landsstýrið skal so heldur kunna áleggja teirri kommunu, ið misrøkir sína uppgávu, bøtur, enn at tað skal seta tiltøk í verk fyri kommununnar rokning.

    Løgtingslóg nr. 125 frá 1997 um fólkaskúlan eigur at verða broytt, so at ásetingarnar um skúlabókasavnið verða samskipaðar við fólkabókasavnið í kommununi. Lógin eigur somuleiðis at verða broytt soleiðis, at kommunan í sambandi við fólkaskúlan sjálv kann ráðleggja undirvísingina so skynsamt, sum til ber. Tað er § 29, stk. 5 í lógini, sum eigur at verða broytt soleiðis, at tað er kommunustýrið, sum ger av, hvørjir skúlar í kommununi skulu verða brúktir at undirvísa børnum.

    Løgtingslóg nr. 55 frá 1965 um býtið av kommununnar útreiðsluparti til lærlingalæruna eigur at vera sett úr gildi. Talan er um eina landsuppgávu, sum landið tí eigur alla fíggjarligu ábyrgdina av.

    Løgtingslóg nr. 70 frá 1983 um frítíðarundirvísing v.m. eigur somuleiðis at verða broytt. Frítíðarundirvísing, serstøk frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi er ein kommunal uppgáva, og kommunan eigur tí at hava fíggjarligu ábyrgdina á hesum øki.

    Løgtingslóg nr. 69 frá 7/6-1984 um stuðul til musikkskúlar eigur at verða sett úr gildi, og ístaðin eigur ein løgtingslóg um musikkskúla at koma í hennara stað. Lógin eigur at avmynda, hvørji tey politisku ynskini at hava musikkskúla eru. Á tí grundarlagi eigur so støða at verða tikin til, um hetta er ein landsuppgávu ella ein kommunuuppgávu. Meginrelgarnar um eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið skulu verða fylgdar, tá ið lógin verður gjørd.

     

    6.11 Umhvørvi, vatn v.m.

    Løgtingslóg nr. 134 frá 1988 eigur at verða broytt soleiðis, at kommunustýrislimirnir fáa bøtur, um henda uppgáva verður misrøkt.

    Lov nr. 48 frá 1988 om Tilvejebringelse af Vedtægt for Benyttelse af Vand fra Tórshavns Vandværk", og við heimild í Bekendtgørelse nr. 36 af 20/7-1906 om en af Justitsministeriet stadfæstet Vedtægt for Benyttelsen af Vand fra Tórshavns Vandværk, Lov nr. 63 af 1909 for Færøerne om Vandledninger og Lov nr. 169 af 1937 for Færøerne om Benyttelse af Indsøer og Vandløb" eiga øll at verða sett úr gildi, og dagførdar lógir mega koma ístaðinfyri.

     

    6.12 Almannaviðurskifti

    Lovbekendtgørelse nr. 100 af 1988 om offentlig forsorg" og kunngerðir við heimild í hesi lóg eiga at vera broytt, so at uppgávan verður kommunal. Harumframt er ikki neyðugt, at sýslumaðurin skal geva sítt ummæli í sambandi við umsókn um einkjupensjón.

    § 14 stk. 1, 3 í Lovbekendtgørelse nr. 104 af 2/3-1988 om børneforsorg" skal verða broytt soleiðis, at hon vísir til løgtingslóg nr. 71 frá 20/5-1995 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., og § 1, stk. 7 í løgtingslóg nr. 125 frá 21/5-1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m. skal eisini verða broytt soleiðis, at hon vísir til løgtingslóg nr. 71 frá 1995 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

    Lovbekendtgørelse nr. 104 af 1988 om børneforsorg" skal verða dagførd, og uppgávurnar hjá barnaverndini eiga at verða fluttar til kommunuumsitingina. Tí verður eisini neyðugt at broyta kunngerð nr. 6 frá 1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt. Kunngerð nr. 62 frá 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung eigur at verða broytt soleiðis, at ein sjálvstøðug kunngerð verður fyri samdøgursstovnar, ið skal vera ein landsuppgáva, meðan dagrøktin og dagstovnar eru ein kommunal uppgáva. Lóggávan á hesum øki eigur at verða broytt soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuni.

    Uppskot um nýggja eftirlønarlóg er gjørd. Í uppskotinum vera lógirnar um pensjón samskipaðar í eina lóg. Lógaruppskotið eigur at laga seg eftir avgerðini millum kommunurnar og landið, um uppgávan skal vera ein lands- ella kommunuuppgáva. Sum er, verður uppgávan í lógaruppskotinum lýst sum ein landsuppgáva. Hvørt so verður, so eigur fíggjarliga ábyrgdin at fylgja við uppgávuni.

    Løgtingslóg nr. 125 frá 1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m. eigur at verða broytt soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir við uppgávuni. Henda løgtinglóg fatar eisini um einstøk heilsumál, og eigur at verða rættað, so at uppgávu- og ábyrgdarbýtið fylgja heilsuøkinum.

    Kongelig anordning nr. 389 af 15/11-1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" eigur at verða broytt soleiðis, at fyriskipanin ikki dregur kommunurnar uppí. Somuleiðis hevur Anordning nr. 245 af 1933 angående forsikring af fanger og forvarede mod følger af ulykkestilfælde" ongan týdning fyri kommunurnar, og tí eigur eisini henda fyriskipanin at verða broytt. Báðar fyriskipanirnar eiga at verða dagførdar ella møguliga settar úr gildi.

     

    6.13 Verja ­ borgaravernd

    Anordning nr. 337 af 2/10-1952 hvorved lov om Civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne" eigur at verða sett úr gildi.

     

    6.14 Ferðsla, vegir

    Løgtingslóg nr. 51 frá 25/7-1972 um landsvegir eigur at verða broytt, so at vegagrunninum verður avtikin. Somuleiðis eigur lógin at verða broytt soleiðis, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið fylgjast, tvs. at kommunurnar skulu hvørki rinda til landskassan ella til Landsverkfrøðingin fyri viðlíkahald av landsvegum. Hetta er ein landsuppgáva, ið skal verða fíggjað um landsins fíggjarlóg.

     

    6.15 Kirkja

    Ongar viðmerkingar.

     

    6.16 Løgreglan

    Hetta økið er ikki yvirtikið. Tí eigur fíggjarliga ábyrgdin at liggja hjá ríkinum/landinum. Lov nr. 55 af 1894 indeholdende bestemmelse om Politiet på Færøerne" skal tí verða broytt samsvarandi hesum. Lógin eigur, ið hvussu so er, at verða dagførd, og í tí høpi eiga sýslurnar at verða tær somu sum kommunueindirnar.

     

    6.17 Skattamál

    Øll skattalóggávan eigur at verða broytt. Lógirnar eru:

  • - løgtingslóg nr. 86 frá 1983 um landsskatt og kommunuskatt
  • - løgtingslóg nr. 87 frá 1983 um áseting av skatti til landskassan
  • - løgtingslóg nr. 51 frá 1971 um skatt av rentutrygging v.m.
  • - løgtingslóg nr. 148 frá 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum og
  • - løgtingslóg nr. 40 frá 1986 um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum, til tess at meginreglurnar í álitinum verða fylgdar.
  •  

    Kunngerð nr. 22 frá 1984 um sjómansskatt eigur at verða sett úr gildi. Somuleiðis eigur Lov nr. 85 om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m." at verða sett úr gildi. Ístaðin skal støða verða tikin til, um pantingin skal vera ein lands ella kommuuppgáva, og eigur lóggávan so at byggja á hesa avgerðina.

     

    6.18 Heilsumál

    Lov nr. 279 af 1976 om ligsyn m.m." eigur at verða broytt. Nú á døgum er óneyðugt at áseta, at líksýnismenn skulu verða settir.


    Lov nr. 239 af 1927 af lov nr. 88 af 1914 om kommuunal Lægehjælp" eigur at verða dagførd. Løgtingslóg nr. 56 frá 1952 um býti av Føroya parti av løn kommunulækna eigur at verða broytt soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuni.

    Løgtingslóg nr. 87 frá 1997 um heilsusystratænastuna og løgtingslóg nr. 88 frá 1997 um heimasjúkrasystratænastuna eiga at verða broyttar, so at uppgávan verður kommunal og fíggjarliga ábyrgdin fylgir við uppgávuni.

    Bekendtgørelse nr. 576 af 1981 om lægeundersøgelse af børn på Færøerne", sum byggir á Lov nr. 236 af 1946 om lægeundersøgelse af børn" og A. nr. 16 af 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning", eiga møguliga at verða dagførdar, umframt at fíggjarliga ábyrgdin skal vera hjá kommununum.

    Neyðugt er at dagføra lógina um sjúkrakassar.

    Løgtingslóg nr. 125 frá 1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m. eigur at verða broytt soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuni. Hetta merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av ellisheimum og heimarøkt eigur at vera hjá kommununum.

     

    6.19 Havnir

    Økið eigur at verða dagført. Tað snýr seg um Lov nr. 7 af 1875 om udfærdigelse af regelmentariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.m", um kunngerð nr. 32 frá 1990 um skipa- og vørugjøld fyri havnir og bryggjur og um Lov nr. 127 af 1913 om Anlæg af Havne m.v. på Færøerne".

     

    6.20 Alment

    Í fleiri lógum, sum viðvíkja kommununum, er ásett, at landsstýrið kann fara inn og røkja uppgávuna fyri kommunanna rokning, um kommunan ikki sjálv loysir uppgávuna. Hetta eigur at verða broytt. Er uppgávan kommunal, skal kommunan, hvussu víkur og vendir, eisini loysa uppgávuna. Tí eiga allar heimildir, ið loyva øðrum at gera uppgávur fyri kommunanna rokning at strikast. Allar lógir, ið viðvíkja kommununum, eiga at verða kannaðar hesum viðvíkjandi.

    Í nógvum lógum eru somuleiðis fleiri ásetingar um, at landsstýrið skal góðkenna mangt og hvat. Nú ið kommunurnar í høvuðsheitum skulu stýra sínum egnu viðurskiftum, umframt at endurgjaldsskipanirnar verða tiknar av, er ikki longur tørvar á hesum lógarásetingum, og eiga tær tí í mongum førum at verða strikaðar. Kommunala lóggávan eigur eisini í so máta at verða kannað. Sí ta kommunalu lóggávuna í fylgiskjali B og C í Tátti I, Parti I ­ Uppgávu- og ábyrgdarbýtið.

    At enda skal verða nevnt, at orðini bý-/bygda(r)ráðið" og bý-/bygda(r)ráðsformaður" eiga at verða broytt í lóggávuni til ávikavist kommunustýrið" og borgarstjóri".

     

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]