4. Kommunubýtið

Kommununevndin hevur í arbeiðssetningi sínum fingið álagt at mæla til hóskandi tal og stødd á kommunum við støði í einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Nevndin hevur í tátti I lýst verandi kommunalu skipanina. Ein av eftirmetingunum er, at nógvar kommunur eru so smáar, at tær hvørki hava fíggjarliga ella umsitingarliga orku at umsita tær uppgávur, tær nú hava sambært lógini. Eitt dømi í so máta er almannaøkið, sum upprunaliga var ein kommunal uppgáva. Men av tí at kommunurnar eru so smáar, er umsitingin av hesi uppgávuni flutt aftur til landið.

Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti krevur í sjálvum sær ikki broytingar í kommunubýtinum. Men verður hildið fast um verandi kommunubýti, verður úrslitið, at neyðugt verður at flyta meginpartin av uppgávunum til landið. Skulu kommunurnar hava nakrar veruligar uppgávur at umsita einsamallar, so mega vit fáa størri kommunalar eindir.

 

4.1 Krøv til kommunueindina

Spurningurin er so, hvørji eyðkenni eru, ið hava týdning, tá hugsað verður um møguligar størri kommunueindir. Kommununevndin hevur lagt dent á hesi eyðkenni:

 

  • A. Landafrøðilig viðurskifti
  • B. Samferðsluskipan
  • C. Fólkagrundarlag
  • D. Samstarv
  • 4.1.1 Landafrøðilig viðurskifti

    Kommunueindin skal vera ein natúrlig landafrøðilig eind, so at kommunuráðleggingin og tænastuveitanin til borgaran loða væl saman. Tað er til dømis óhugsandi, at Sandoyggin og Norðoyggjar verða lagdar saman í eina kommunu, tí henda eindin loðar ikki saman landafrøðiliga. Víddin á kommunueindini eigur heldur ikki at verða størri enn, at íbúgvarnir í kommununi hava rímiliga atgongd til kommunumiðdepilin og tær almennu tænasturnar. At kommunueindin er ein natúrlig landafrøðilig eind átti eisini at borið við sær, at íbúgvarnir lættari kunnu venja seg við ta nýggju eindina, sum teir nú eru vorðnir partur av.

    Eitt oyggjasamfelag sum Føroyar er frá náttúrunnar hond býtt sundur í landafrøðiligar eindir. Dømi um eintýddar, landafrøðiligar eindir eru: Vágar, Norðoyggjar, Suðuroy og Sandoy.

    Til tess at fáa tær nýggju eindirnar at loða saman, verður helst í einstøkum førum neyðugt at býta onkrar av verandi kommunum sundur.

     

    4.1.2 Samferðsluskipanin

    Alment kann verða sagt, at samferðslunetið/-skipanin í Føroyum er væl útbygd. Eitt sjálvsagt krav til nýggju kommunueindirnar er, at tær skulu vera ein samanhangandi samferðslueind, so at ikki skal verða neyðugt at fara ígjøgnum eina aðra kommunu fyri at koma til hinar kommunupartarnar.

    Í hesum viðfangi eigur eisini at verða havt í huga, at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri ferðamynstrinum hjá íbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøki lættast er at koma til hjá borgarunum, tað veri seg í almennum og privatum ørindum teirra. Um eindirnar hava hetta í huga, so stimbrar tað hitt kommunala fyritakssemið, tí tænastuframleiðslan kann verða lagað til búsetingarmynstrið, lendisskipanin kann verða samskipað betur, og eitt betri samsvar fæst millum teirra, sum nýta tænasturnar, og teirra, sum fíggja tær.

     

    4.1.3 Fólkagrundarlag

    Landsstýrið setti á vári í 1969 5-mannanevnd at kanna kommunalu lóggávuna í Føroyum. Sambært hesi nevnd hevur kommunusundurbýtingin í so nógvar og smáar kommunur fram til 1972 havt við sær veikar kommunur, sum í roynd og veru lítið og einki vald hava. 5-mannanevndin helt, at størri kommunalar eindir høvdu borið við sær, at borgarin fataði greidligari, at tað var kommunustýrið, ið hevði ábyrgdina av teimum kommunalu uppgávunum, og at borgarin tí fekk eina størri ávirkan.

    Hvussu stór kommunueindin eigur at verða, er eisini treytað av, hvørjar uppgávur kommunurnar skulu loysa. 5-mannanevndin metti tó, at einir 1.500 íbúgvar áttu í øllum føri at veitt kommunueindini eina sømiliga fyrisiting. 5-mannanevndin helt tó, at hesin málsetningurin var ov lítil. Umframt eina sømiliga kommunufyrisiting skal kommunan eisini kunna bjóða sínum borgarum tær tænastur, sum ein borgari í einum nútíðar samfelagi krevur, og krøvini verða størri og størri. Um so er, at kommunan ikki megnar hetta, ja, so leitar borgarin sær aðrar leiðir eftir hesum tænastum. Kommunan eigur m.a. at bjóða sínum íbúgvum: skúlagongd, eina sosiala skipan, ellis- og røktarheim, ítróttar- og samkomuhús o.s.fr. Til tess at náa hesum málum muna 1.500 íbúgvar ov lítið.

    Kommune- og fylkesinndelingsudvalget", sum var sett í Noregi í 1989, hevði ta áskoðan, at íbúgvatalið í eini kommunu átti í minsta lagi at vera 5.000. Hetta helt nevndin vera neyðugt, um m.a. kostnaðarvirkni skuldi vera í umsitingini og tí kommunalu tænastuframleiðsluni og til tess at fáa tørvandi førleika at røkja fjølbroyttar, kommunalar uppgávur.

    Í sambandi við kommunubroytingina í Danmørk var miðað eftir, at kommunurnar skuldu ikki hava eitt fólkatal, sum var minni enn 3.000 ­ 4.000; men hildið varð, at fyrimunirnir vóru fleiri, um fólkatalið var uppaftur størri, t.e. einar 5-6.000 íbúgvar.

    Við støði í hesum áskoðanum heldur Kommununevndin sum skilabest, at fólkatalið í kommunueindini ikki verður minni enn 2.000, og at best hevði verið, um tað var enn størri. Nevndin heldur tað tó vera óveruligt at seta markið hægri enn 2.000, av tí at tær landafrøðiligu umstøðurnar í Føroyum eru so háttaðar, sum tær eru. Markið við 2.000 íbúgvar er eisini grundað á, at tað er tað, ið krevst, fyri at kommunan kann átaka sær fólkaskúlan sum eina kommunala uppgávu burturav. Við einum fólkagrundarlagi, sum er á leið 2000 íbúgvar, hevur ein kommuna næmingagrundarlag fyri einum 2-sporaðum fólkaskúla. Hetta ber við sær ein virknari rakstur bæði hølisliga og undirvísingarliga, eins og at tey fakligu tilboðini til næmingarnar verða størri.

     

    4.1.4 Samstarv

    Kommununevndin heldur eisini, at fyrilit eigur at verða fyri kommunusamstarvi av ymiskum slagi, av tí at samstørv hava skapt eina meira ella minni samanhangandi eind og eina felags kenslu. Sí eisini kommunulýsingarnar í Tátti I, parti II.

     

    4.2 Bestu hóskandi kommunueindir

    Við støði í áður nevndu áskoðanum mælir Kommununevndin til hetta kommunubýtið:

  • · Norðoyggjar
  • · Eysturoy
  • · Sundalagið
  • · Streymoy
  • · Vágar
  • · Sandoy
  • · Suðuroy
  •  

    Eindirnar: Norðoyggjar, Vágar, Sandoy og Suðuroy eru serliga grundaðar á eyðkenni sum natúrligar, landafrøðiligar eindir.

    Kommununevndin mælir til, at Suðuroyggin verður ein kommunueind, sjálvt um oyggin við 2 kommunueindum lýkur áður nevndu krøv. Men av tí at øll oyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind, verður hon nógv sterkari, um hon er ein, tí serstakliga tann fíggjarliga orkan verður størri. Eisini kunnu vit ímynda okkum eina óhepna innanhýsis kapping, um tað verða 2 kommunur í Suðuroynni heldur enn ein felags oyggjarmenning.

    Av tí at samstarvið í Sundalagnum er so týdningarmikið, verður Sundalagið ein kommunueind. Har er longu eitt slag av felagskenslu, og síðan brúgvin var bygd um Streymin, hevur hetta økið verið ein samanhangandi samferðslueind. Eisini verður hildið, at økið hevur góðar vakstrarmøguleikar. Av hesum ávum verða Streymoyggin og Eysturoyggin býttar eitt sindur sundur.

    Tann besta loysnin er tí 7 kommunur, og lagt skal verða afturat, at hetta er grundarlagið undir kommunusamanleggingunum, uttan so verður, at kommunurnar ikki sjálvbodnar leggja saman. Her verður so hvør einstøk kommunueind viðgjørd fyri seg.

     

    4.2.1 Norðoyggjar

    Kommunan fevnir um: Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur.

    Norðoyggjarnar eru ein natúrlig, landafrøðilig eind. Miðstaðarøkið í hesum føri er Klaksvík. Ferðasambandið úr oyggjum og bygdum er til Klaksvíkar bæði viðvíkjandi arbeiði, almennum tænastum og viðvíkjandi samskiftinum haðan og úr Norðoyggjunum. Tó hava fólk í Fugloy og Svínoy ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar. Sí eisini kapitul 9. Við árslok 1997 var fólkatalið í Norðoyggjunum 5.625.

    Umframt hesi viðurskifti hava Norðoyggjar ymisk samstørv. Tær eru eitt læknadømi, allar kommunurnar í Norðoyggjum eru í Norðoya sýsla, og til løgtingsval eru Norðoyggjar eisini eitt valdømi. Av søguligum samstørvum er greitt, at Norðoyggjar vóru ein kommuna, tá ið kommunala skipanin var sett í verk í 1872. Harumframt samstarva Norðoyggjar eisini um ellisheim og um ferðavinnuna.

    Allar kommunur í Norðoyggjum uttan Svínoyar kommuna, keypa sær framhaldsskúlapláss í Klaksvík. Somuleiðis hava allar kommunur í Norðoyggjum gjørt avtalu við tannlækna í Klaksvík um barnatannrøktina. Eisini keypa kommunurnar, ið eiga teir smáu skúlarnar í Norðoyggjum (t.e. Húsa, Mikladals og Kunoyar kommunur), sær skúlabarnasvimjing eina ferð um vikuna úr Klaksvíkar kommunu.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

    Búskapartalva fyri Norðoyggjar (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 412003 445728 495602
    Skattainntøkur 81489 86496 85220
    Nettorakstrarútreiðslur 38972 40505 41943
    Nettorentur 16199 14286 14328
    Íløgur 10917 15318 16787
    Íløgustuðul 938 143 1675
    Úrslit 16339 16530 13837
    Avdráttir 11148 9857 14450
    Miðalskattaprosent 19,8 19,4 17,2
    Nettoskuld 173287
    Fólkatal ultimo árið 5609 5625

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Fyri Hvannasund bert fíggjarætlanartøl.

    Annars verður víst á kommunulýsingarnar í tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.2 Eysturoy

    Kommunan fevnir um: Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur.

    Hetta er ein natúrlig, landafrøðilig eind og samanhangandi samferðslueind.

    Elduvíkar og Funnings kommunur kunnu verða ein partur av Eysturoyar kommunu. Tað veldst um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Tó skal kravið verða lokið um, at kommunueindin skal vera ein samanhangandi samferðslueind, so at annaðhvørt verða báðar kommunurnar partur av Eysturoyar kommunu ella Sundalags kommunu, ella verður Elduvíkar kommuna partur av Eysturoyar kommunu, og Funnings kommuna verður partur av Sundalags kommunu. Av tí at Elduvíkar og Funnings kommunur eru hvør sínumegin Funningsfjørð og vanliga hava verið mettar til hvønn sín part av Eysturoynni, so ber ikki til at siga burturav, hvar hesar kommunur eiga at verða partur av. Men við útbyggingini av samferðslunetinum er Funningur komin nærri Skálafjørðinum og Elduvík nærri Sundalagnum.

    Við árslok 1997 var fólkatalið 8.375. Um Elduvíkar kommuna er við, var tað 8.470, og 8.568 um bæði Elduvíkar og Funnings kommunur eru við.

    Viðvíkjandi samstørvum er at nevna, at øll Eysturoyggin er ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og at Eysturoyggin var ein av teimum upprunaligu kommununum.

    Um samstørvini í hesi kommunueindini er annars at siga, at samstarvað hevur verið ymsar vegir, og bendir tað ikki á eina so eintýdda samanlegging. Í Eysturoynni eru 3 læknadømi: Nes sóknar læknadømi, sum er Nes og Runavíkar kommunur, Skála læknadømi, sum er Elduvíkar, Skála og Sjóvar kommunur, og Fulgafjarðar læknadømi, sum er Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu og Oyndarfjarðar kommunur. Funnings kommuna er so í Eiðis læknadømi.

    Kommunurnar kring Skálafjørðin (t.e. eisini Gøtu kommuna) samstarva um Kongshavnar havn og um brunamál (tó ikki Gøtu kommuna). Sjóvar, Skála og Elduvíkar kommunur samstarva um barnatannlækna, meðan Skála, Oyndarfjarðar, Hellurnar (í Fuglafjarðar kommunu) kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss á Strondum. Funnings- og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tær samstarva eisini um havnina. Nes og Runavíkar kommunur samstarva um musikkskúla og serstaka frítíðarundirvísing. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur samstarva um brunamál og ítróttahøllina á Kambsdali.

    Harumframt keypa Leirvíkar og Gøtu kommunur sær framhaldsskúlapláss í Fuglafirði.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Eysturoy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 622806 660440 733549
    Skattainntøkur 120726 120797 124631
    Nettorakstrarútreiõslur 55467 61923 65478
    Nettorentur 24198 23227 21822
    Íløgur 22004 16396 22661
    Íløgustuõul 1884 150 3430
    Úrslit 20941 19401 18100
    Avdráttir 10199 15343 21224
    Miõalskattaprosent 19,4 18,3 17
    Nettoskuld 268053
    Fólkatal ultimo áriõ 8345 8470

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Íroknað Elduvíkar kommunu.

    Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.3 Sundalagið

    Sundalags kommuna fevnir um: Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar og Hósvíkar kommunur og møguliga eisini Funnings og Elduvíkar kommunur.

    Hetta er ikki beinleiðis ein natúrlig, landafrøðilig eind; men brúgin um Streymin ger hesa eindina til eina samanhangandi samferðslueind.

    Elduvíkar og Funnings kommunur kunnu verða ein partur av Sundalagnum, og tað veldst so aftur um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Tó skal kravið verða lokið um, at kommunueindin skal vera ein samanhangandi samferðslueind, so at annaðhvørt verða báðar kommunurnar partur av Eysturoynni ella Sundalagnum, ella verður Elduvíkar kommuna partur av Eysturoynni, og Funnings kommuna verður partur av Sundalagnum. Við árslok 1997 var fólkatalið 2.045. Um Funnings kommuna er við, var tað 2.143, og 2.238 um bæði Funnings og Elduvíkar kommunur eru við. Hetta fólkatalið er á markinum fyri eina kommunueind. Kommununevndin heldur tó, at hetta økið hevur lutfalsliga góðar menningarmøguleikar.

    Av samstørvum skal fyrst verða nevnt tað felags kommunala samstarvið í Sundalagnum. Hetta samstarvið er millum: Sunda, Gjáar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Hósvíkar kommunur. Hesar kommunur samstarva um: brunamál, umhvørvismál, tekniska umsiting og barnatannrøktina. Harumframt hava hesar kommunur - saman við Kollafjarðar, Eiðis og Saksunar kommunum - eisini samstarv um Felagsskúlan á Oyrabakka. Funnings og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka. Saksunar kommuna hevur ongan skúla og keypir sær tí skúlapláss frá 1. til 7. flokk í grannakommununum.

    Umframt felags kommunala samstarvið í Sundalagnum eru allar kommunurnar uttan Elduvík í Eiðis læknadømi.

    Hinvegin verður eisini samstarv aðrar vegir. Kommunurnar í Eysturoynni eru í Eysturoyar sýslu, Eysturoyar valdømi til løgtingsval, í Eysturoyar skattaøki og vóru tær partur av tí upprunaligu Eysturoyar kommunu. Eisini samstarva allar kommunurnar í Eysturoynni um ellisheim. Kommunurnar í Streymoynni eru harafturímóti partur av Streymoyar sýslu, í Norðstreymoyar valdømi til løgtingsval, í Streymoyar skattaøki I og vóru tær partur av tí upprunaligu Norðstreymoyar kommunu.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Sundalagið (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 146002 162583 190111
    Skattainntøkur 26790 27311 29546
    Nettorakstrarútreiõslur 15845 16534 17620
    Nettorentur 3932 3323 2671
    Íløgur 4235 4381 5378
    Íløgustuõul 239
    Úrslit 3017 3073 3877
    Avdráttir 3951 3388 4993
    Miõalskattaprosent 18,3 16,8 15,5
    Nettoskuld 32704
    Fólkatal ultimo áriõ 2082 2143

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanar. Fyri Gjógv bert fíggjarætlanartøl. Tøl fyri Saksun vanta fyri 1996. Íroknað Funnings kommunu.

     

    Annars verður víst á kommunulýsingar í tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.4 Streymoy

    Útsynningsstreymoyar kommuna fevnir um: Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur

    Kirkjubøar, Tórshavnar, Kollafjarðar, Kvívíkar og Vestmanna kommunur eru ein sjálvstøðug, landafrøðilig eind. Harafturat koma so Nólsoyar og Hests kommunur. Hetta er náttúrligt, tí vanliga samskiftið er við miðstaðarøkið. Í hesum viðfangi er at nevna, at Kollafjarðar og Tórshavnar kommunur hava gjørt avtalu, sum landsstýrið hevur góðkent, um at kommunurnar verða formliga lagdar saman frá 1. januar 2001 at rokna. Kvívíkar og Vestmanna kommunur lúka ikki tey eyðkenni, ið áður eru nevnd, at verða sjálvstøðug kommuna, og tær verða tí natúrligur partur av økinum. Mesta samskiftið hjá hesum kommunum er við Tórshavn. Við árslok 1997 var fólkatalið í kommunueindini 18.947 íbúgvar.

    Sameindu sóknirnar í Suðurstreymoyar prestagjaldi, t.e. Kirkjubøar, Kaldbaks, Nólsoyar og Tórshavnar uttanbíggja kommunur vóru í síni tíð ein kommuna. Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur eru eitt læknadømi. Harumframt hava hesar kommunur samstarv um ellisheim, og tær smáu kommunurnar keypa sær nógvar tænastur úr Tórshavnar kommunu sum t.d.: skúlapláss, barnatannrøkt og ruskburturbeining.

    Harafturímóti eru Vestmanna, Kvívíkar og Kollafjarðar kommunur eitt læknadømi. Vestmanna og Kvívíkar kommunur eru felags um skúlabarnatannlæknan, og Kvívík keypir sær framhaldsskúlapláss í Vestmanna. Avtala er eisini millum Vestmanna og Kvívíkar kommunur um at hjálpa hvørjum øðrum í sambandi við brunamál. Saman eru hesar kommunur eisini partur av skattaøkinum: Streymoyarøki I, í Streymoyar sýslu, og vóru tær partur av tí upprunaligu Norðstreymoyar kommunu.

    Talvan niðanfyri sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Streymoy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 2012881 1840216 1901205
    Skattainntøkur 303295 305873 333241
    Nettorakstrarútreiõslur 171700 185698 208828
    Nettorentur 46467 48209 41405
    Íløgur 24194 18426 25760
    Íløgustuõul 179 800
    Úrslit 61113 53540 58048
    Avdráttir 21165 38621 62825
    Miõskattaprosent 15,1 16,6 17,9
    Nettoskuld 634942
    Fólkatal ultimo áriõ 18639 18947

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.5 Vágar

    Vága kommuna fevnir um: Sandavágs, Miðvágs, Sørvágs, Bíggjar og Mykines kommunur.

    Vágar er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Vágar er Mykines eisini partur av hesi kommunueind, tí alt samskifti við Mykines fer um Vágarnar.

    Samferðslan í oynni er góð. Tí er góður møguleiki hjá íbúgvunum í oynni at ferðast til arbeiðis og at fáa atgongd til privatar og almennar tænastur. Tað er bert Gásadalur, sum er einasta bygd í landinum, ið ikki hevur vegasamband.

    Mykinesfólk hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar, og tað sama kann sigast um íbúgvarnar í Gásadali. Sí eisini kapittul 9.

    Við árslok 1997 var fólkatalið í hesi kommunueind 2.617 íbúgvar.

    Tað eru ymisk samstørv millum kommunurnar í økinum. Fyrst er at nevna Felagskommununa í Vágum. Vágar eru eisini: eitt læknadømi, ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og upprunaliga vóru tær eisini ein kommuna. Harumframt samstarva kommunurnar um ellisheimið í Vágunum og eisini um musikkskúlan (tó ikki Mykines, sum ikki hevur børn). Allar kommunurnar uttan Sandavágs kommuna hava eisini sama tannlækna at taka sær av barnatannrøktini. Umframt hetta samstarva Sandavága og Miðvágs kommunur eisini um skúla, havn, brunamál og bókasavn.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

    Búskapartalva fyri Vágar (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 212065 227255 221733
    Skattainntøkur 40352 41541 40984
    Nettorakstrarútreiõslur 21237 22678 22600
    Nettorentur 6259 5975 5435
    Íløgur 1999 3335 4195
    Íløgustuõul 36
    Úrslit 10857 9553 8790
    Avdráttir 2771 4721 7319
    Miõalskattaprosent 19 18,3 18,5
    Nettoskuld 80266
    Fólkatal ultimo áriõ 2595 2617

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.6 Sandoy

    Sandoyar kommuna fevnir um: Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.

    Sandoyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Umframt Sandoynna er Skúvoy eisini partur av hesi kommunueind, tí tað mesta av samskiftinum úr Skúvoynni er um Sandoynna, og tí at Skúvoy landafrøðiliga og natúrliga hoyrir til Sandoynna.

    Við árslok 1997 var fólkatalið í kommunueindini 1.439 íbúgvar. Hetta er minni enn skilabesta markið, sí 4.1.3. Kommununevndin heldur tó, at tað er best at liva við einum undantaki í hesum føri, tí tað mundi verið ónatúrligt og óhóskandi at lagt hesa eindina saman við t.d. Suðuroynni, Vágum ella Streymoy. Hetta átti ikki at havt tær stóru avleiðingarnar við sær. Kommunueindin verður lutvíst tyngri at reka. Hugsast kann tó, at hendan kommunueindin, í størri mun enn hinar stóru keypir sær tænastu frá øðrum, heldur enn sjálv at uppbyggja allan neyðugan serkunnleika. Kommunueindin skuldi tí ikki verið nøkur forðing fyri at lagt uppgávur út til kommunurnar. Hædd eigur tó at verða tikið fyri hesari kommunueindini í kommunuskipanini.

    Samferðsluskipanin í Sandoynni er góð, og tí er lætt hjá íbúgvunum at ferðast í oynni bæði í sambandi við arbeiði, og tá ið tørvur er á privatum og almennum tænastum.

    Skúvoyingar hava harafturímóti ikki so lætta atgongd til kommunalu tænasturnar. Sí eisini kapittul 9.

    Sandoyggin saman við Skúvoy eru ein sýsla, eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, eitt læknadømi, og henda sýslan var ein av teimum upprunaligu kommununum. Harumframt samstarva kommunurnar í Sandoynni (tó ikki Skúvoy) um: skúlan, barnatannlækna, frítíðarundirvísing, musikkskúla og ellisheim. Tað er vanligt, at Skúvoyar kommuna keypir sær neyðugar tænastur ymsastaðni.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

    Búskapartalva fyri Sandoy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 90741 95745 105272
    Skattainntøkur 18596 17439 20570
    Nettorakstrarútreiõslur 12231 12707 12451
    Nettorentur 6501 6261 6554
    Íløgur 68 792 1325
    Íløgustuõul
    Úrslit -204 -2321 240
    Avdráttir 1448 2229 2423
    Miõalskattaprosent 20,5 18,2 19,5
    Nettoskuld 80259
    Fólkatal ultimo áriõ 1473 1439

    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.2.7 Suðuroy

    Suðuroyar kommuna fevnir um: Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.

    Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroy 5.049 íbúgvar.

    Suðuroyggin hevur ymisk samstørv: hon er ein sýsla (hevur fyrr verið tvær), eitt valdømi til løgtingsval, eitt skattaøki, og hon var ein av teimum upprunaligu kommununum. Harumframt verður samstarvað um: ellisheim, musikkskúla og ferðavinnu.

    Tað eru tó eisini samstørv, ið ikki fevna um alla oynna. Suðuroyar norðara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur samstarva um brunamál. Hvalbiar og Fámjins kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss á Tvøroyri.

    Suðuroyar sunnara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunur samstarva um brunamál. Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Vági.

    Talvan niðanfyri sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Suðuroy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 343541 370859 389775
    Skattainntøkur 72124 72833 74727
    Nettorakstrarútreiõslur 43666 41307 42453
    Nettorentur 21908 20391 16958
    Íløgur 1958 2356 3282
    Íløgustuõul 555 91 100
    Úrslit 5147 8870 12134
    Avdráttir 10793 10236 13951
    Miõalskattaprosent 21 19,6 19,2
    Nettoskuld 275737
    Fólkatal ultimo áriõ 5044 5049
    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.3 Møguligar kommunueindir, sum lúka treytirnar

    Frammanfyri í 4.2 hevur Kommununevndin víst á tær kommunueindir, hon heldur vera best hóskandi. Her skal tó verða víst á, hvørjar kommunueindir eru møguligar við støði í teimum eyðkennum, sum nevnd eru í 4.1.

     

    Hesar kommunueindir eru møguligar:

  • · Norðoyggjar
  • · Eystureysturoy
  • · Vestureysturoy
  • · Sundalagið
  • · Streymoy
  • · Vágar
  • · Sandoy
  • · Norðsuðuroy
  • · Suðursuðuroy
  •  

    Kommununevndin mælir tí til, at hetta verða tær minstu kommunueindirnar, sum til ber at skipa við sjálvbodnari samanlegging.

    Her verða so Eystureysturoyar, Vestureysturoyar, Norðsuðuroyar og Suðursuðuroyar kommunur lýstar; men hinar kommunueindirnar vera tær somu (smb. kapittul 4.2).

     

    4.3.1 Eystureysturoy

    Eystureysturoyar kommuna fevnir um: Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur.

    Henda kommunueindin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Til tess at fáa eina samanhangandi samferðslueind er tó neyðugt at skilja Hellurnar frá Fuglafjarðar kommunu og tann partin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, frá Gøtu kommunu. Hellurnar og tann parturin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, eru natúrligir partar av Vestureysturoyar kommunu. Við árslok 1997 var fólkatalið 3.177 íbúgvar.

    Av samstarvi millum hesar kommunur eru: brunamál og ítróttarhøllin á Kambsdali. Harumframt keypa Leirvíkar og Gøtu kommunur sær framhaldsskúlapláss í Fuglafirði. Fuglafjarðar læknadømi fevnir eisini um hesar kommunur, tó at Oyndarfjarðar kommuna eisini er við.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Eystureysturoy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 254467 262786 287215
    Skattainntøkur 47344 49035 49502
    Nettorakstrarútreiõslur 21651 24322 25957
    Nettorentur 9520 9066 8673
    Íløgur 11513 7174 12158
    Íløgustuõul 1884 150 3430
    Úrslit 6544 8623 6144
    Avdráttir 2639 6613 8080
    Miõalskattaprosent 18,6 18,7 17,2
    Nettoskuld 118354
    Fólkatal ultimo áriõ 3095 3177 902
    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Íroknað Elduvíkar kommunu.

    Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.3.2 Vestureysturoy

    Vestureysturoyar kommuna fevnir um: Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur.

    Henda kommunueindin er eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men í hesum føri er eisini neyðugt at broyta kommunumarkið, so kommunan verður ein samanhangandi samferðslueind. Tann parturin av Gøtu kommunu, sum er við Skálafjørðin, og Hellurnar mugu eisini verða partar av kommunueindini.

    Umframt: Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur, kunnu Elduvíkar og Funnings kommunur eisini verða ein partur av Vestureysturoy. Tað veldst um, hvat íbúgvarnir í hesum báðum kommununum ynskja. Sí. 4.2.2

    Við árslok 1997 var fólkatalið 5.198. Um Elduvíkar kommuna var við, er tað 5.293, og 5.391 um bæði Elduvíkar og Funnings kommunur eru við.

    Um samstørvini í hesi kommunueindini er annars at siga, at samstarvað hevur verið ymsar vegir, og bendir tað ikki á eina so eintýdda samanlegging. Her eru 2 læknadømi: Nes sóknar læknadømi, sum er Nes og Runavíkar kommunur, og Skála læknadømi, sum er Elduvíkar, Skála og Sjóvar kommunur. Funnings kommuna er í Eiðis læknadømi, og Oyndarfjarðar kommuna er í Fuglafjarðar læknadømi.

    Kommunurnar kring Skálafjørðin (t.e. eisini Gøtu kommuna) samstarva um Kongshavnar havn og um brunamál (tó ikki Gøtu kommuna). Sjóvar, Skála og Elduvíkar kommunur hava samstarv um barnatannlækna, og Skála, Oyndarfjarðar kommunur og Hellurnar keypa sær framhaldsskúlapláss á Strondum. Funnings- og Elduvíkar kommunur keypa sær framhaldsskúlapláss í Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tær samstarva eisini um havnina. Nes og Runavíkar kommunur samstarva um musikkskúla og serstaka frítíðarundirvísing.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Vestureysturoy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 368339 397654 446334
    Skattainntøkur 73382 71762 75129
    Nettorakstrarútreiõslur 33816 37601 39521
    Nettorentur 14678 14161 13149
    Íløgur 10491 9222 10503
    Íløgustuõul
    Úrslit 14397 10778 11956
    Avdráttir 7560 8730 13144
    Miõalskattaprosent 19,9 18 16,8
    Nettoskuld 149699
    Fólkatal ultimo áriõ 5250 5293
    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl. Íroknað Elduvíkar kommuna.

    Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.3.3 Norðsuðuroy

    Norðsuðuroyar kommuna fevnir um: Hvalbiar, Tvøroyrar og Fámjins kommunur.

    Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men Norðsuðuroy er eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind, sum eisini í aðramáta lýkur tey eyðkenni, ið sett eru. Tó er neyðugt at flyta kommunumarkið millum kommunueindirnar soleiðis, at Hovsegg verður markið. Hetta er natúrligari landafrøðiliga, um oyggin skal verða 2 kommunur. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroyar norðara helvt 2.709 íbúgvar.

    Suðuroyar norðara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur samstarva um brunamál. Hvalbiar og Fámjins kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss á Tvøroyri.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

    Búskapartalva fyri Norðsuðuroy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 200273 211215 217363
    Skattainntøkur 39681 38881 40988
    Nettorakstrarútreiõslur 25217 23329 23756
    Nettorentur 14215 12932 10770
    Íløgur 843 1013 1152
    Íløgustuõul 150 91
    -444 1698 5310
    Avdráttir 5946 5057 7744
    Miõalskattaprosent 19,8 18,4 18,9
    Nettoskuld 167454
    Fólkatal ultimo áriõ 2714 2709
    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Annars verður víst á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    4.3.4 Suðursuðuroy

    Suðursuðuroyar kommuna fevnir um: Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.

    Øll Suðuroyggin er ein natúrlig, landafrøðilig eind. Men eins og Norðsuðuroy er Suðursuðuroy eisini ein natúrlig, landafrøðilig eind, sum eisini í aðramáta lýkur tey eyðkenni, ið sett eru. Men neyðugt verður, sum áður nevnt, at flyta kommunumarkið millum kommunueindirnar soleiðis, at Hovsegg verður markið. Hetta er natúrligari landafrøðiliga. Við árslok 1997 var fólkatalið í Suðuroyar sunnaru helvt 2.340 íbúgvar.

    Suðuroyar sunnara helvt er eitt læknadømi. Harafturat samstarva hesar kommunur um barnatannlæknan, og Sumbiar, Vágs og Porkeris kommunur samstarva um brunamál. Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunur keypa sær eisini framhaldsskúlapláss í Vági.

    Henda talvan sýnir búskapargrundarlagið undir nýggju kommunueindini.

     

    Búskapartalva fyri Suðursuðuroy (1000 kr.)

    1996 1997 1998
    Inntøkugrundarlag 143268 159644 172412
    Skattainntøkur 32443 33952 33739
    Nettorakstrarútreiõslur 18449 17978 18697
    Nettorentur 7693 7459 6188
    Íløgur 1115 1343 2130
    Íløgustuõul 405 100
    Úrslit 5591 7172 6824
    Avdráttir 4847 5179 6207
    Miõalskattaprosent
    Nettoskuld 108283
    Fólkatal ultimo áriõ 2330 2340
    Viðm.: 1996 roknskapartøl, 1997 og 1998 fíggjarætlanartøl.

     

    Víst verður annars á kommunulýsingar í Tátti I viðvíkjandi fjølbroyttari kunning um tær einstøku kommunurnar í kommunueindini.

     

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]