3. Fyrimunir og vansar við verandi kommunuskipan

Táttur I í álitinum frá Kommununevndini lýsir verandi kommunuskipan, hvussu uppgávu- og ábyrgdarbýtið er millum land og kommunu og hvørja einstaka kommunu. Harafturat eru gjørdar nakrar eftirmetingar um, hvussu kommunurnar loysa verandi uppgávubýti.

 

3.1 Fyrimunir

Ein fyrimunur við verandi kommunuskipan er, at kommunala umsitingin er lutfalsliga bílig og sera liðilig. Í fleiri førum er tað so, at borgararnir kunnu venda sær til bygda(r)ráðið, nær tað skal vera, og fáa hjálp í einum og hvørjum føri.

Ein annar fyrimunir er fólkastýrið, sum er í nánd borgaranna ­ staðbundið fólkastýri (nærdemokratiið). Tær nógvu kommunur eru so mikið smáar, at hvør einstakur borgari kann hava stóra ávirkan á avgerðirnar í kommununi. Samstundis er tað so nógv lættari at koma hvørjum øðrum við og at nema ta felags kenslu, sum er at finna í teimum smáu kommununum.

Við verandi skipan hevur tað eisini í nógvum førum verið ein fyrimunir at vera lítil kommuna, tí orkan hevur verið so lítil, og tí hevur heldur ikki borið til at gera tær stóru íløgurnar og við tí skuldarbinda kommununa. Í nógvum førum eru tað tí tær smáu kommunurnar, sum eru skuldarfríar.

 

3.2 Vansar

Men teir fyrimunir, her eru nevndir, kámast eitt sindur, við tað at tær flestu kommunueindir eru so smáar, og tískil er bæði tann umsitingarliga og búskaparliga orkan so lítil. Til dømis hava 14 kommunur ongan skrivara, og í fleiri kommunum er skrivarin bert settur nakrar fáar tímar um vikuna. Og tað eru bara 13 kommunur, sum hava onnur starvsfólk enn skrivara í umsitingini.

 

3.2.1 Bílig og liðilig umsiting

Tað er ein fyrimunur, at tann kommunala umsitingin er bílig og liðilig; men bágin er so tann, at hesar kommunur megna t.d. ikki at veita borgarum sínum tær tænastur, sum borgarar í einum nútímans samfelagi tørva. Hetta kemur m.a. til sjóndar í umsitingini av fleiri uppgávum, sum formliga eru kommunalar, men sum kortini eru fluttar aftur til landið. Tvs. at fyrireikingin av málum til kommunupolitikararnar at taka støðu til, ikki er til staðar ella ikki er nóg góð. Í staðin fyri at málini verða fyrireikað út frá lokalu fyritreytunum verða nógv mál fyrireikað hjá landsmyndugleikunum (landsverkfrøðingi, almannastovuni v.m.) ella bý-/bygda(r)ráðsformanninum sjálvum. Av hesum gerst landsumsitingin eisini lutfalsliga dýrari, og samfelagsliga er tí einki spart, sjálvt um kommunuumsitingin er bílig.

Hetta kemur eisini til sjóndar í málsviðgerðini á bý-/bygda(r)ráðsfundum, har mestsum bert teknisk mál og fíggjarmál eru á skránni.

At kommunala umsitingin er bílig og liðilig kemst eisini av, at tær smáu kommunurnar eru ikki førar fyri at veita borgarunum tær tænastur, teimum er tørvur á í einum nútíðar samfelagi. Tí brúka íbúgvarnir í teimum smáu kommununum hentleikarnar í teimum stóru kommununum, uttan at teir tó rinda tann veruliga kostnaðin fyri hesar tænastur. Tískil eru tað bert íbúgvarnir í teimum stóru kommununum, ið rinda fyri tær íløgur, sum gjørdar vera, sjálvt um hesar íløgur tó eisini verða brúktar av íbúgvunum í øðrum kommunum.* Av hesum sama hava nógvar av teimum smáu kommununum heldur onga skuld.

Í hesum sama viðfangi er eisini vert at nevna, at kommunuarbeiðið hjá bý-/bygda(r)ráðslimunum, og kanska serliga hjá bý-/bygda(r)ráðsformonnunum, verður avrikað mestsum av handahógvi. Tær hava ikki fíggjarliga orku at lata bý-/bygda(r)ráðsformannin arbeiða fulla tíð fyri kommununa, og ofta fáa bý-/bygda(r)ráðsformenninir og bý-/bygda(r)ráðslimirnir lítla og onga samsýning fyri sítt arbeiði.** Arbeiðsdygdin valdast tí ofta, hvør formaðurin er, og tað er sjálvandi ikki so heppið. Avleiðingin kann verða, at málsviðgerðin verður tilvildarlig, og tá so er, er vandi fyri, at rættartrygdin hjá borgarunum verður skerd.

*Her skal viðmerkjast, at summar íløgur eru gjørdar við útgangasstøði í, at eisini íbúgvar í grannakommununum nýta tænastuna.

** Fyri bygdaráðsformenn í kommunum við minni enn 1.500 íbúgvum er samsýningin 50 kr. pr. íbúgva um árið, tó ikki minni enn 5.000 kr. Fyri kommunur við fleiri enn 1.500 íbúgvum er samsýningin um árið: 1501-2000 íbúgvar 90.000 kr., 2001-2500 íbúgvar 120.000 kr. og 2501-300 íbúgvar 150.000 kr.

 

3.2.2 Staðbundið fólkastýri

Fyrimunurin við staðbundna fólkastýrinum kann eisini lættliga kámast, tí mark er fyri, hvussu smáar kommunurnar kunnu verða, áðrenn demokratiið verður syndrað. Eitt virkið staðbundið fólkastýri merkir í roynd og veru, at kommunurnar veruliga hava uppgávur, sum tær kunnu raðfesta, og tað kunnu vit ikki siga, at tær hava við verandi kommunuskipan. Av teimum 49 kommununum eru tað 19, ið hava færri enn 200 íbúgvar, og 28, ið hava færri enn 500 íbúgvar. Av hesum lága íbúgvatali kann tað eisini lættliga vera so, at bæði bý-/bygda(r)ráðslimir og nevndarlimir skjótt kunnu verða ógegnigir. Umframt hetta eru eisini aðrir vansar við verandi kommunuskipan.

Smáar kommunur hava nógv torførari at menna seg, tí bæði tann fíggjarliga íløguorkanin og førleikin eru ov lítil. Og skulu fólk støðast í kommununi, so er ein fortreytin júst tann, at kommunan mennist, so tað verður stimbrandi fyri tað unga ættarliðið at búseta seg har. Umráðandi er eisini, at kommunan hevur fólk við førleika, ið er ført fyri at skipa og geva íblástur til at kommunan mennir seg. Menningargrundarlagið er at skapa so góðar umstøður í kommununi, at fólk verða altrá eftir at stovnseta síni virki har. Og við teimum koma so nýggj arbeiðispláss. Týdningarmikið er eisini, at kommunan kann veita borgarunum neyðugar tænastur so sum ansingarpláss, góðan skúla o.s.fr., so fólk kunnu trívast í kommununi. Tað eru bert stórar kommunur við nógvari fíggjarligari orku, ið eru førar fyri at mennast á henda hátt.

Við nógvum kommunalum eindum er somuleiðis truplari at samskipa samfelagsligu útbyggingina, so at hon verður skilagóð. Vandin fyri at fáa eitt flakavirki á hvørjum tanga" er nógv størri við nógvum kommunalum eindum.

Skipanin við nógvum kommunum ger eisini eftirlitsuppgávuna hjá landinum nógv størri, truplari og dýrari. Tað kann vera ógvuliga tíðarkrevjandi bara at fáa neyðugu upplýsingarnar frá kommununum. Aftur at hesum kemur so kostnaðurin av, at stórur partur av kommunuumsitingini er í landsumsitingini, av tí at kommunurnar megna ikki uppgávuna sjálvar.

Tær smærru kommunurnar, ið eru lítið mentar, muna so lít ið ímóti landsumsitingini, og tí verður arbeiðsgongdin eisini so stirvin í hesum kommunum.

Av tí at endurgjaldsskipanin, sum er galdandi í sambandi við fígging av uppgávunum í verandi kommunuskipan - saman við umsitingini av nógvum lógarfestum uppgávum hjá kommununum - er flutt aftur til landið, er tað sera trupult at staðfesta ábyrgd. Hetta er sjálvandi óheppið, tí henda óvirkna skipanin ber við sær, at skeivar avgerðir fáa ongar avleiðingar.

 

3.3 Niðurstøða

Niðurstøðan er, at verandi kommunuskipan gevur ikki kommununum nakað veruligt sjálvræði/sjálvstýri. Tær flestu kommunurnar hava nú ikki møguleika at raðfesta sínar uppgávur, av tí at tann búskaparliga og umsitingarliga orkan er so lítil. Er ynskiligt, at kommunurnar skulu fáa meira sjálvræði/sjálvstýri, og at tær sostatt veruliga kunna stýra sínum egnu viðurskiftum, so er treytin, at tær verða samskipaðar í størri búskaparligar eindir, t.e. kommunusamanleggingar. Verður hetta ikki veruleiki, gerst neyðugt at flyta meginpartin av uppgávunum til landið at umsita, so at uppgávu- og ábyrgdarbýtið verður greiðari.

 

 

[Bakka] - [Næsti partur]

[HEIM]