5. Uppgávubýtið

5.1 Kommunala sjálvstýrið

§ 82 í grundlógini er soljóðandi: Kommunernes ret til under statens tilsyn selvstændigt at styre deres anliggender ordnes ved lov". Sama fyriskipan er komin við í nýggju stýrisskipanarlógina, har § 56 hevur hetta orðaljóðið: Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldarbindast við láni, borgan o.ø.m.". Tað er við øðrum orðum løgtingið, sum ger av, hvørjar uppgávur kommunurnar skulu hava, og hvussu umfatandi kommunala sjálvstýrið skal vera.

Kjarnin í tí kommunala sjálvstýrinum er, at kommunurnar sjálvar kunnu raðfesta tær kommunalu uppgávurnar og skipa fyri, hvussu tær skulu verða loystar*, umframt at tær sjálvar gera av, hvørjar uppgávur, umframt tær lógarbundnu, tær ynskja at røkja.

Á henda hátt fæst ein miðfirringarligur fyrimunur (desentraliseringsvinningur). Kommunan er betur før fyri enn landið at nøkta ynski/tørv borgarans á staðnum. Við hesum fæst eitt rættari vav og ein betri samanseting av teimum kommunalu tænastunum. Treytin fyri at fáa miðfirringarfyrimunin er tó tann, at kommunurnar fíggja seg sjálvar. Hetta er soleiðis at skilja, at tey, ið hava gagn av eini tænastu, skulu eisini fíggja hana, ella at uppgávu- og fíggjarliga ábyrgdarbýtið skulu fylgjast. Við hesum framferðarhátti dugir borgarin betur at fata kostnaðin av tí kommunala virkseminum, og hann vil tí eisini seta harðari treytir um, hvussu skattakrónurnar skulu verða nýttar. Tískil má kommunan eisini meta bæði um kostnað og tænastugagn og útvega tær tænastur, sum gagna borgarunum best. Ein onnur treyt fyri at fáa miðfirringarfyrimunin er tann, at kommunan hevur búskaparligan og umsitingarligan førleika at stýra, so at sum mest fæst burtur úr tilfeinginum.

Miðfirringarfyrimunurin ber við øðrum orðum við sær

meira virkisføri (effektivitet), serstakliga tí at vavið og samansetingin av teimum kommunalu tænastunum verður skilabetri. Tað er hetta, ið rópt verður tillutanarvirkni (allokeringseffektivitetur). Virkisføri fevnir eisini um kostnaðarvirkni, t.v.s. at arbeiðið verður gjørt so bíliga, sum til ber. Í hesum føri er tað tó trupult at siga, hvørt ein uppgáva verður loyst kostnaðarvirknari í kommununum ella hjá landinum. Hetta er tó treytað av, hvat uppgávuslag talan er um.

Og kommunala sjálvstýrið er eisini í samljóði við demokratiið ella fólkastýrið. Í fólkastýrinum verður miðað eftir, at eindin í tí politisku viðgerðini skal vera so lítil, sum til ber. Við hesum verður fjarstøðan millum veljaran og tey fólkavaldu lítil, og borgarin fær á henda hátt mestu ávirkanina. Við fleiri smáum eindum eru eisini fleiri luttakarar í tí politiska virkseminum. Fjøltáttað luttøka í tí staðbundna politiska virkseminum ber við sær, at íbúgvarnir fáa eitt staðbundið tilknýti og eina felags kenslu. Hesin parturin eigur tó at verða lisin í mun til tað, ið frammanfyri er sagt og tá serstakliga, at umráðandi er, at kommunurnar hava ta tørvandi orkuna at stýra sínum kommunalu viðurskiftum, og at tað í roynd og veru eru uppgávur at raðfesta.

*Tað skal viðmerkjast, at kommunan kann eisini sjálv gera av, um hon sjálv ynskir at loysa eina uppgávu, ella hon velur at keypa sær tænastuna aðrastaðni.

 

 

5.2 Kommunuuppgáva mótvegis landsuppgávu

Sum skrivað er í fylgiskjali B í Verkætlanini, so loysir tað almenna tríggjar høvuðsuppgávur:

  • · Býtingaruppgávuna, t.e.: tað almenna býtir um við skattum, inntøkuflytingum o.ø. nýtslumøguleikarnar hjá borgarunum.
  • · Støðufestisuppgávuna (stabiliseringsuppgávan), t.e.: tað almenna roynir við sínum politikki at ávirka m.a. arbeiðsloysið og úrslitið á fíggjarlógini og gjaldsjavnanum.
  • · Tillutingaruppgávuna, t.e.: at tilfeingið verður flutt, har framleiðslan av almennu tænastunum er virknast.
  •  

    Tað er serstakliga tillutingaruppgávan, ið er hóskilig at miðfirra.

    Tað eru einamest tvær meginreglur, ið gera vart við seg galdandi í kjakinum um uppgávubýtið millum land og kommunur, og tær eru: nærleiki og burðardygd.

    Meginreglan um nærleika sigur, at uppgávurnar eiga at vera loystar so nær borgaranum, sum til ber, fyri at fáa ein miðfirringarfyrimun. Orðingin sum til ber"er liðilig, tí hetta hugtakið verður ikki eyðlýst. Men tað, sum ber til, er treytað av teimum krøvum, ið skulu verða lokin, so at uppgávan kann verða loyst. Lúka kommunurnar krøvini um uppgávuloysnina, ja, so eigur uppgávan at verða loyst hjá kommununi, men annars hjá landinum.

    Til tess at tryggja virknar uppgávuloysnir, bæði viðvíkjandi kostnaði og dygd, so eiga tær at vera á tí støði, sum hevur eina burðadygga stødd í mun til uppgávuna. Sambært formanninum í kommunulæknafelagnum eigur t.d. fólkatalið til ein kommunulækna at vera umleið 1.000*,

    Avgerðin um uppgávubýtið millum land og kommunu kann annaðhvørt valdast, hvørt kommunurnar kunnu lúka krøvini at røkja viðkomandi uppgávu, ella tað valdast sjálva kommununa, har uppgávukrøvini verða lagað soleiðis, at kommunan verður ein burðardygg eind. Og tað kann ikki verða sagt eintýtt, hvat ið er tað rætta. Í tí kjakinum kunnu hesi fyrilit vera til hjálpar:

     

  • Nærleiki. Skilt eigur at verða ímillum lendisskipaðan (fysiskan) og politiskan nærleika. Við lendisskipaðum nærleika verður dentur lagdur á, at tær almennu tænasturnar vera veittar so nær borgarunum, sum til ber. Við politiskum nærleika verður dentur harafturímóti lagdur á, at teir politikarar, ið hava ábyrgd av uppgávuni, eru nær hjá borgarunum. Politiski nærleikin gevur politikaranum betri kunnleika um teir trupulleikar, sum avgerðir skulu verða tiknar um. Somuleiðis verður vegurin eisini styttri millum politikara og borgara, og tað gevur borgarum betri møguleika at hava eina virkna luttøku í fólkastýrinum.
  • Fjarleiki. Skilt eigur eisini her at verða ímillum lendisskipaðan (fysiskan) og politiskan fjarleika. Í summum føri er tað ein fyrimunur, at politikarin ikki er so nær, tí har í fjarstøðu síni hevur hann betri yvirlit yvir trupulleikan, og samstundis verður hann ikki so heftur av honum.
  • Einvorðni. Umráðandi er, at sama tænastustøðið verður veitt allastaðni. Sum dømi í so máta kann verða nevnt, at líka nógv heimahjálp verður veitt fólki, ið hava sama tørv fyri neyðini. Hetta kundi bent á, at miðsavningin var loysnin; men tað er tó ivasamt, um tænastan hevði verið einvorðnari, sjálvt um hon verður miðsavnað.
  • Ólík. Hetta er mótsetningurin til einvorðni. Tað verður lagdur dentur á, at økini eru ólík, og tí er tað positivt, at politiskar og umsitingarligar avgerðir vera tiknar, so sum umstøðurnar eru í tí einstaka førinum.
  • Rættartrygd. Eitt sum er týdningarmikið fyri rættartrygdina er framskygni, t.e. at hvør einstakur borgari hevur møguleika at síggja frammanundan, hvørjar tær rætttarligu avleiðingarnar verða í ávísum støðum og av ávísum avgerðum. Dømi í so máta kann vera: hvussu stóra peningaupphædd tú hevur rætt at fáa, tá ið tú verður eftirløningur (pensjónistur). Spurningurin er so, á hvørjum støði rættartrygdin verður best ansað, ella um tað yvirhøvur hevur nakran týdning á hvørjum støði, uppgávunar verða loystar.
  • Virkisføri. Virkisføri merkir, at uppgávuloysnin skal verða mett eftir dygdini í mun til bæði tíð og kostnað. Dygdin eigur at verða mett í mun til tey mál, sett eru; men neyðugt er at gera av, hvør tann kostnaður er, ið skal verða íroknaður. Tað kann t.d. vera lætt at minka um kostnaðin á einum einstøkum arbeiðsplássi. Men um útreiðslurnar bert vera fluttar aðrastaðni (um t.d. læknar leggja sjúklingar inn, áður enn tað er neyðugt, ella at sjúkrahúsið útskrivar sjúklingar, áðrenn teir eru frískir), so er spurningurin, um nakað er vunnið. Tí er týdningarmikið at gera av, hvønn leiklut fyrilitið fyri virkisførið (burðardygdina) skal hava fyri uppgávubýtið.
  • Ábyrgd. At ábyrgdin fylgir við uppgávuni, ella at uppgávu- og fíggjarliga ábyrgdarbýtið eigur at fylgjast.
  • Heild. At tað á hvørjum politiskum stigi ­ hjá okkum landi og kommunum - er møguligt at raðfesta uppgávurnar. Hetta er partur av fólkastýrinum.
  • *Læknar í starvi til hvønn 1.000 íbúgvar í Føroyum er 0,58 í mun til 0,71 í Danmark (1993).

    Niðanfyri verður verandi uppgávubýtið millum land og kommunur viðgjørt, og Kommununevndin kemur við sínum tilmælum um, hvørt uppgávan eigur at vera ein landsuppgáva ella ein kommununal uppgáva. Og Kommununevndin mælir til, at greiður skilnaður verður millum lands- og kommunuuppgávur, so at málið um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur verður rokkið. Við hesum er eisini sagt, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið skulu fylgjast, og snýr tað seg tí um eina kommunala uppgávu, so skal fíggingin eisini vera kommunal.

     

    5.3 Uppgávubýtið í verandi lóggávu

    Parturin er skipaður á sama hátt sum Táttur I, Partur I ­ Uppgávu- og ábyrgdarbýtið.

     

    5.3.1 Løgtingslóg um føroysku kommunurnar

    (kommunulógin)

    Sí kapitul 12

    5.3.2 Løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur (kommunuvallógin)

    Kommununevndin mælir til at kommunuvallógin og løgtingslógin um val til Føroya løgting verða samanskrivaðar í eina lóg um val til løgting og kommunur. Hetta skal tryggja at ongin óneyðugur munur verður á hvussu hesi val verða fyriskipað. Orsakað av hesum hevur Kommununevndin valt ikki at gera eitt uppskot um eina nýggja kommunuvallóg, men heldur vísa á neyðugar broytingar í verandi kommunuvallóg.

    Kommununevndin mælir til at valdagurin til kommunustýrið verður ásettur til ein fastan dag - annan týsdag í november. Við hesum verður tað óneyðugt at áseta dagin fyri valið hvørja ferð kommunustýrisval er og við at seta valdagin til annan týsdag í november er skotbráðið at viðgerða og avgreiða møguligar kærur rímiligt til at hesar kunnu avgreiðast í góðari tíð, áðrenn nývalda kommunustýrið skal taka við.

    Kommununevndin mælir eisini til at tað verður álagt landsstýrinum at lýsa valdagin og hvar og nær vallistarnir skulu latast inn. Í verandi lóg er hetta álagt valnevndini. Kommununevndin metir at henda álegging eigur at liggja hjá landsstýrinum, soleiðis at treytirnar verða tær somu í øllum kommununum. Eisini kann hugsast at landsstýrið við hesum fær møguleika at staðbinda, hvar vallistarnir skulu latast inn, samanber við § 6 2. petti, soleiðis at lýsast kann at valevnislistarnir skulu verða valnevndarformanninum, ella einum av honum tilnevndum persóni í hendi á kommunuskrivstovuni í seinasta lagið.

    Tá tað er ein borgaraskilda at lata seg velja til kommunustýrið, mælir kommununevndin til, at, umframt løgmaður, limir av landsstýrinum og ríkisumboðsmaðurin, eisin fólk í leiðandi kommunustarvi eiga at kunnu bera seg undan at taka við vali. T.d. verður starvið sum kommunuskrivari nærum ógjørligt at røkja samstundis sum starvið sum kommunustýrislimur. Ásetingarnar í uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg gera at fólk í leiðandi kommunustarvi kenna seg noyddan at fara í farloyvi tað valskeiðið tey skulu sita í kommunustýrinum, hóast at tað bert er borgarstjórastarvið, ið kann roknast sum fulltíðar starv.

    Og neyðugt verður eisini at broyta vallógina soleiðis at valskeiði sum byrjar 1. januar 2001 verður 2 ár og ikki 4. Henda tillagin er neyðug fyri at fáa vallógina at sampakka við tíðarætlanina í tilmælinum, soleiðis at komandi valskeið bert verður tvey ár

    Harumframt við atliti til galdandi kommunuvallóg eigur at verða viðgjørt og tikið støðu til um:

  • vælrætturin til kommunuval eigur at víðkast til at fevna um ríkisborgarar úr londum uttanfyri norðurlond, um hesir hava havt fastan búðstað í eitt ávíst áramál í Føroyum
  • freistirnar fyri ger av vallista, og at áseta nærri hvussu fólk, ið ikki longur lúka treytirnar fyri valrætti í eini kommunu, verða tikin av aftur vallistanum
  • valevnislistar skulu latast valnevndarformanninum á staðbundnum stað t.d. kommunuskrivstovuni
  • tíðirnar valstaðið skal/kann hava opið
  • álagt skal verða at brúka valkort til øll val
  • tað er neyðugt at ein kommunustýrislimur skal verða limur í valstýrinum
  • krøvini til atkvøðurúmini skulu verða so ítøkilig sum tey eru í lógini, t.d. ásetingin um at brúka svartan blýant
  • atkvøðu kassarnir skulu verða læstir ella seglaðir
  • hvussu valbók skal førast, tá fleiri valstøð eru og hvussu henda skal samskipast í eina valbók hjá valnevndini
  • nærri ásetingar um óhjálpnar veljarar, eisini sjónveikar og blindar
  • dagføring av uppteljing av atkvøðum, har fleiri enn eitt atkvøðuøki eru
  • mannagongd fyri atkvøðu við brævi
  • ásetingina um at bert landsstýrið kann útvega gildugar
  • seðlar, fylgibrøv og brævbjálvar og hvat skal verða prentað á seðlar til brævatkvøður
  • fólk sum greiða brævatkvøðu skulu hava møguleika at møta á valstaðnum og greiða atkvøðu av nýggjum og
  • hvussu brævatkvøðurnar verða handfarnar/viðgjørdar valdagin og nær og hvussu tær verða blandaðar við hinar atkvøðuseðlanar og
  •  

    Umframt broytingar í kommunuvallógini er eisini neyðugt at gera broytingar í mun til lógina um val til Føroya løgting. Tað er sera umráðandi at valdømini í sambandi við løgtingsval í minsta lagi verða tillagað teimum nýggju kommunueindinum. Tað tykist ólogisk at t.d. íbúgvarnir á Eiði og íbúgvarnir í Haldórsvík, eftir eina kommunusamanlegging í Sundalagnum, ikki skulu velja millum somu valevnir í sambandi við løgtingsval. Valdømini í sambandi við løgtingsval mugu tí í minsta lagi verða tey somu sum kommunueindirnar.

    Við atlitið at hesum mælir kommununevndin til, at nevnd verður sett sum skjótast at gera uppskot til eina felags vallóg fyri løgting og kommunur. Hendan eigur at verða sett í gildið í seinasta lagið 1. januar 2003.

     

    5.3.3 Stýriskipanarviðurskifti

    Víst verður til 5.3.2

     

    5.3.4 Fólkayvirlit

    Kommununevndin mælir til, at løgtingslóg nr. 86 um fólkayvirlit frá 1982 verður dagførd. Hugsast kann, at fólkayvirlitið verður ein samanhangandi dátugrunnur, har kommunurnar hava fastalinjusamband við tann partin og tær upplýsingar, sum eru kommununi viðkomandi. Einstakar kommunur hava longu henda møguleikan. Hesar upplýsingar eiga kommunurnar eisini at kunna brúka til ymisk onnur endamál sum t.d. grindalista. Tær eiga eisini at hava møguleika at knýta sínar egnu skipanir í tann partin av skipanini, sum tær hava atgongd til. Tað skal viðmerkjast, at nú ger Landsfólkayvirlitið meginpartin av arbeiðinum viðvíkjandi fólkayvirlitinum.

     

    5.3.5 Mentan

    At veita borgarunum í kommununi bókasavnstænastu er ein kommunal uppgáva. Tað er lættari hjá kommunustýrinum enn hjá landsstýrinum at laga tænastuna til borgarans ynski.

    Fíggingin er harafturímóti bæði kommunal og um landskassan. Hetta eigur at verða broytt, so at ábyrgdin fylgir uppgávuni, og fíggingin verður kommunal.

    Kommununevndin heldur, at bókasavnslógin er í so framasøkin, og at hon eigur at verða lagað til tey veruligu viðurskiftuni. Møguliga átti ætlanin um meginbókasøvn at verið slept, og heldur skuldi hvør kommunueind havt eina fólkabókatænastu, sum eitt virkið kommunustýri skuldi lagt soleiðis til rættis, sum best hóskaði kommunueindini. Og Kommununevndin mælir til, at fólkabókasavnið og skúlabókasavnið/søvnini verða samskipað fyri at fáa ein skilagóðan rakstur. Kommununevndin mælir tí til, at fólkabókatænastan og skúlabókatænastan vera verandi kommunal. Tað er tó neyðugt at broyta verandi lóg.

    Greiða eigur at fáast á, um bygdasøvn við mentanarsøguligum týdningi eru ein kommunal uppgáva, ella tey eru ein landsuppgáva. Lógin á hesum øki (løgtingslóg nr. 17 frá 1972) eigur at verða dagførd.

     

    5.3.6 Sløkkilið, ravmagn

    Alment eiga tilbúgving, bjarging og sløkkiliðsarbeiði at verða samskipað, og at ein tilbúgvingarætlan eigur at verða gjørd fyri alt landið. Í hesum sambandi skal støða verða tikin til, hvørjar uppgávur skulu verða staðbundnar hjá kommununum.

    Sløkkiliðsarbeiðið eigur at vera staðbundið í kommunueindini. Við tað at kommunalu eindirnar verða størri, ber betur til hjá kommununum at fylgja ásetingunum í verandi løgtingslóg nr. 86 um eldsbruna o.a. frá 1986. Somuleiðis verður eisini tann tekniski førleikin tøkur í kommunufyrisitingini, ið skal veita trygd fyri, at brunatrygdin í sambandi við byggimál altíð er í lagi.

    SEV er eitt felagskommunalt samstarv. Sambært kapittul 5.4 eiga felagskommunal samstørv við fyriskipanarligum bygnaði bert at vera eitt ískoyti til ein nýggjan kommunalan bygnað. El-veitingarøkið er fyri alt landið. Tí er tað ein landsuppgáva (og ikki ein kommunu uppgáva) at veita hesa tænastuna.

     

    5.3.7 Leiguíbúðir, byggi- og býarskipanir

    Ein MB ­ midlertidig bestemmelse ­ um leiguviðurskifti er í gildi fyri Tórshavnar kommunu. Kommununevndin mælir til, at hetta økið verður dagført og sett í gildi fyri allar kommunur.

    Í løtuni er bert lógarkravt, at Tórshavnar kommuna hevur eina byggi- og býarskipan, hóast flestu kommunur eisini hava byggi- og býarskipanir í dag. Kommununevndin mælir til, at allar kommunur skulu hava eina býarskipan og byggisamtykt, sum ein natúrligan part av kommunuráðleggingini. Býarskipanin eigur at hava eina heildarætlan fyri kommununa og eisini møguleikar fyri partsætlanum, sum fevna um eitt størri ella minni øki í kommununi. Hesar partsætlanir skulu sjálvandi vera í samljóði við býarskipanina. Tað skal viðmerkjast, at kommunuráðleggingarnar eiga sjálvandi eisini at vera í samljóði við landsráðleggingina.

     

    5.3.8 Dýr, matvørur

    Kommunan hevur eftirlitið við matvørulógini á staðnum. Flestu kommunur eru so smáar, at tær eru ikki mentar at loysa hesa uppgávu. Eisini kann sigast, at myndugleikin (kommunustýrið) í smáum eindum er í námindum av teimum, sum eru undir eftirliti, t.v.s. handlar, fjós o.t. Lógarheimild er til, at kommunurnar biðja Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fremja eftirlitið fyri rokning; men í flestu førum er eingin tílík avtala gjørd. Landsstýrið hevur tó heimilað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at røkja hesar uppgávur kommunanna vegna, um tær ikki gera tað sjálvar, og verður tað tá gjørt fyri kommunanna rokning.

    Við størri kommunalum eindum verður orkan hjá kommunustýrinum størri, og eisini verður fjarleikin millum eftirlitsmyndugleikan (kommununa) og tann, ið er undir eftirliti, størri. Tískil verður kommunan eisini før fyri at fremja eftirlitið við matvørulógini á staðnum, so sum lógin hevur álagt teimum.

     

    5.3.9 Ognartøka, matrikulering o.a.

    Tað eru tvær høvuðslógir um ognartøku: lóg nr. 69 frá 1881 om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne" og lóg nr. 13 frá 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir. Mannagongdin í hesum báðum lógum eru ikki eins. Sambært lógini frá 1881 tilnevnir dómarin tveir mans; men sambært lógini frá 1954 er tað ein føst nevnd, sum metir.

    Kommununevndin mælir til, at allar kommunur skulu hava eina býarskipan og byggisamtykt, og tí verður ikki neyðugt við lógini frá 1881. Tískil eigur Lov nr. 69 frá 1881 om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne" at verða sett úr gildi, og ístaðin eigur lóg um, hvussu farast skal fram í sambandi við ognartøku at verða sett í gildi.

    Uppgávurnar hjá hegnsýnisnevndini sambært lóg nr. 171 frá 1937 for Færøerne om Hegn og Markfred eiga at vera latnar kommunuumsitingini.

     

    5.3.10 Undirvísingarmál

    Undirvísingarmál eru ein kommunal uppgáva, og tí eigur fólkaskúlin at verða kommunalur burturav. Fólkaskúlin er nú í stóran mun kommunalur, so aðalmunurin verður, at kommunan eisini skal seta lærararnar í starv. Fyrimunurin verður, at hvør einstøk kommuna kann sjálv gera eina heildarætlan fyri sítt skúlaøki. Vansin verður tann, at kommunurnar kunnu raðfesta skúlar so ymiskt, og at tað tískil kann verða ov stórur dygdarmunur teirra millum. Tessvegna er umráðandi, at lóggávan veitur trygd fyri einum ávísum dygdarstøði, sum í minsta lagi skal vera í øllum skúlum, og at orka til neyðugt eftirlit hesum viðvíkjandi verður tøk.

    At fólkaskúlin verður ein kommunal uppgáva, ber eisini við sær, at kommunan skal taka sær av at undirvísa sjúkum og avlamnum heima og børnum, sum liggja á sjúkrahúsi. Serundirvísingin verður eisini ein kommunal uppgáva. Kommununevndin heldur harafturímóti, at undirvísing vegna serligan tørv krevur so stóra servitan og samskipan, at tað er ein landsupggáva, hóast sjálv undirvísingin, í summum føri, kann vera í skúlunum í kommununum.

    Í skúlalóggávuni er ásett, at í hvørjum skúla, sum í minsta lagi hevur 3 samanhangandi floksstig, skal vera skipað eitt skúlabókasavn. Kommununevndin mælir til, at skúlabókasavnið/-søvnini í kommununi verða samskipað við fólkabókasavnið í kommununi.

    Veitingarøkið fyri skúlaútbúgving aftan á fólkaskúlan, t.d. studentaskúla, hægri handilsskúla, læraraskúla, lærlingaútbúgvingar, tekniska skúla o.s.fr., er størri enn kommunueindin. Veitingarøkið er alt landið, og tí eiga hesar uppgávur at vera landsuppgávur. Tað eru tær eisini í nógvum førum; men kommunurnar eru tó við til at fíggja lærlingalæruna. Hetta er ikki rætt, tá tað snýr seg um eina landsuppgávu. Landið eigur einsamalt at fíggja hesa uppgávu.

    At skipa fyri frítíðarundirvísing, serstakari frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi er sjálvsagt ein kommunal uppgáva. Kommunustýrið hevur betri kunnleika um tørvin á hesum enn landið. Men við tað at hetta er ein kommunal uppgávu, so eigur kommunan eisini at hava fíggjarligu ábyrgdina.

    Viðvíkjandi musikkskúlanum er neyðugt, at tað politiskt verður gjørt greitt, hvat endamálið er við einum tílíkum skúla. Skulu skúlabørnini sjálv sleppa at ynskja sær, hvat ljóðføri tey skulu spæla á, ella skal musikkskúlin veita trygd fyri, at tey skulu leika á tílíkum ljóðførum, at spælikunnleikin verður fjøltáttaður. Í fyrsta føri eigur uppgávan at vera kommunal, men í øðrum føri ein landsuppgáva.

     

    5.3.11 Umhvørvi, vatn v.m.

    Landsstýrið hevur yvirumsjónina við, at umhvørvisverndarlógin verður hildin; men tað hevur í stóran mun avhendað hesa eftirlits- og umsitingaruppgávu til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

    Alment er galdandi bæði fyri hetta lóggávuøkið eins og onnur, at landsstýrið (her Heilsufrøðiliga Starvsstovan) eigur ikki at hava heimild at gera hesa kommunalu uppgávu fyri kommununnar rokning, um so er, at kommunan røkir ikki uppgávuna. Um kommunan misrøkir sína uppgávu, eiga bøtur at verða latnar teimum kommunustýrislimum, ið hava ábyrgd av uppgávuni, so at kommunan sjálv verður noydd at røkja sínar kommunalu uppgávur.

    Umhvørvisøkið er í stóran mun ein kommunal uppgáva, og ansað eigur at verða eftir á staðnum, at umhvørvið verður virt. Kunngerðin um umhvørvisreglur, sum hevur sína heimild í umhvørvisverndarlógini, áleggur eisini í stóran mun kommununi at hava eftirlit við umhvørvinum. Men ofta eru kommunurnar so smáar, at tær megna ikki altíð hesa uppgávuna. At kommunueindirnar verða størri, skuldi givið teimum betri møguleika at røkt hesa uppgávu.

    Sambært umhvørvisreglunum er innsavnan av burturkasti eisini kommunal uppgáva. Spurningurin er tó, um sjálv brenningin av burturkasti ella burturbeiningin av burturkasti er ein kommunal uppgáva. Økið fevnir um alt landið, og hetta kundi tí verið ein landsuppgáva. Ein møguleiki er tí at leggja hetta øki til landið. Hetta kann verða gjørt á tann hátt, at kommunurnar selja IRF og KB til landið, ella at tær loysa brennistøðirnar frá kommununum. Søluinntøkan kundi so verið brúkt at rinda kommunuskuldina við.

    Viðvíkjandi vatni er lóggávan ikki dagførd, og eigur hetta at verða gjørt. Satt at siga, so er vatnveitingin ein av teimum tænastum, sum borgarar í einum framkomnum samfelagi krevja. Hetta er ein víðtøkin uppgáva, og harumframt er hon eisini kravmikil við t.d. vatngóðskuni. Kommununevndin mælir tí til, at tað verður ein kommunal uppgáva at syrgja fyri vatnveiting. Men um so skuldi verið, at áneyðir vera at tálma vatnnýtsluni, so áttu kommunurnar í eini vatnlóggávu at kunna ásett vatngjald.

     

    5.3.12 Almannaviðurskifti

    Alment er forsorgin eitt øki, sum eigur at vera kommunalt. Kommunan kennir nógv betur sínar íbúgvar og tørv teirra enn ein miðsavnað umsiting. Tí er hetta økið eyðvitað ein kommunal uppgáva. Í kommunum við fleiri enn 2.000 íbúgvum er økið nú í høvuðsheitum kommunalt. Men í kommunum, ið hava færri enn 2.000 íbúgvar, - og tað eru tær flestu!, er tað Almannastovan, sum tekur avgerðir á forsorgarøkinum, av tí at kommunurnar sjálvar eru ov smáar, og tí megna tær ikki uppgávuna. Við størri kommunalum eindum skuldu bæði møguleikin og tann umsitingarliga kommunuorkan á hesum øki verið munandi størri.

    Forsorgarøkið er eitt trupult øki, ið fevnir um kontanta hjálp, varandi hjálp, endurbúgving o.a. Tað er tó ikki neyðugt, at alt økið verður latið til kommunurnar í einum. Ein vandi at leggja hesa uppgávu til kommununa er, at lógin ikki verður umsitin eins í teimum ymsu kommununum. Tí er sera umráðandi at gera skipanina soleiðis, at hon veitur trygd fyri at allir borgarar fáa somu umsorgan og hjálp. At uppgávan verður miðsavnað, veitir í sjálvum sær onga trygd fyri, at allir borgarar verða viðgjørdir á sama hátt.

    Nú hevur Almannastovan skrivstovur um alt landið, og førleikin at umsita lógina er tí eisini tøkur á staðnum. Verður henda uppgáva latin kommununi, eiga hesar skrivstovur at verða kommunalar, og neyðugar tillagingar eiga at verða gjørdar, so at tað umsitingarliga skrivstovuøkið verður tað sama sum kommunueindin.

    Alment skal eisini verða nevnt, at við tað at almannaøkið verður kommunalt, og tann fíggjarliga ábyrgdin eisini verður latin kommununum, so ber betur til hjá kommununum at fylgja við viðurskiftunum hjá teimum borgarum, ið fáa forsorgarhjálp.

    Eisini barnaforsorgin eigur at vera kommunal, tí eisini í hesum føri kennir kommunan betur borgarans viðurskifti enn landið. Kommununevndin mælir til, at barnaverndarnevndin, sum nú er ov nær borgaranum í flestu kommunum og tí ofta ikki virkar eftir ætlan, verður avtikin, og at hetta arbeiðið verður flutt til kommunuumsitingina. Umframt hesa broyting eigur lógin at verða dagførd.

    Í sambandi við dagstovnar, dagrøkt og samdøgursstovnar, so er samdøgursstovnur ein landsuppgáva, tí veitingarøkið fevnir um alt landið. Fíggjarliga ábyrgdin av hesum stovnum eigur tí at verða miðsavnað. Harafturímóti eru dagrøktin og dagstovnar sjálvandi ein kommunal uppgáva, tí eisini í hesum føri er tað lættari hjá kommununi at raðfesta hesa uppgávu, tí kommunan kennir betur henda tænastutørvin hjá borgarunum í kommununi. Fíggjarliga ábyrgdin av hesum stovnum skal tí eisini vera hjá kommununi. Tað er tó møguligt hjá kommununi at áseta partvíst nýtslugjald, so at foreldur rinda ein part av kostnaðinum.

    Her er tó at viðmerkja, at í løtuni verður alt almannaøkið endurskoðað.

    Kommununevndin heldur tað vera óneyðugt, at tey fólk, ið eiga at fáa eftirløn, verða noydd at søkja um hetta. Tað er týðiliga lýst í lógini, hvør hevur rætt at fáa eftirløn, og tí eigur útgjaldingin at fara fram av sær sjálvari. Viðvíkjandi øðrum eftirlønum ­ fyritíðareftirlønum og -viðbótum ­ kundu avgerðir hesum viðvíkjandi verið latnar kommununum. Kommunan hevur samanumtikið betri vitan um sínar egnu borgarar enn landsumsitingin. Um avgerðarrætturin er hjá kommununum, skulu tær eisini fíggja uppgávuna. Kommununevndin mælir tó til, at kommunurnar saman við landinum skulu taka støðu til, hvørt hetta økið ella partur av økinum skulu vera ein kommunuuppgáva ella ikki.

    Sambært Kongelig anordning nr. 389 af 15/11-1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde" skal bý-/bygda(r)ráðið eina ferð um árið gera ein lista yvir tryggingarskyldugar sjómenn. Hetta er ikki ein kommunal uppgáva, og hon eigur tí ikki at vera hjá kommununum. Somuleiðis hevur Anordning nr. 245 af 1933 angående forsikring af fanger og forvarede mod følger af ulykkestilfælde ongan týdning fyri kommunurnar.

     

    5.3.13 Verja ­ borgaravernd

    Anordning nr. 337 af 2/10-1952 hvorved lov om Civilforsvaret sættes i kraft på Færøerne" eigur at verða settur úr gildi. Ístaðin eigur ein tilbúgvingarætlan at veðra gjørd fyri alt landið. Sí eisini 5.3.6.

     

    5.3.14 Ferðsla, vegir

    Vegakervið í Føroyum er býtt sundur í lands- og kommunuvegir. Kommununevndin mælir til, at tað er ein landsuppgáva at syrgja fyri vegakervinum úr eini bygd í aðra - ella fyri høvuðsveganet landsins. Landsveganetið eigur so eisini at fata um tey atløgupláss, sum eru neyðug til tess at tryggja samferðsluna. Harafturímóti er tað ein kommunal uppgáva at syrgja fyri, at vegakervið innanhýsis í kommuni verður gjørt og hildið. Í hesum føri er neyðug at greina, hvat ið er landsvegur, og hvat ið so er kommunuvegur. Hetta er eisini gjørt við kunngerð um landsvegaskrá, sum regluliga verður dagførd. Ábyrgdarbýtið eigur at fylgja hesum sundurbýti.

     

    5.3.15 Kirkja

    Tað er gamalt, at kommunan tekur sær av kirkjugørðunum, og er hetta eisini varðveitt í uppskotinum um nýggja kirkjulóggávu.

     

    5.3.16 Løgreglan

    Løgreglan er eitt øki, ið ikki er yvirtikið; men Kommununevndin mælir til, at sýslurnar verða broyttar samsvarandi í nýggja kommunubýtinum, sí kapitul 4.

     

    5.3.17 Skattamál

    Kommunan eigur at hava líkningarmyndugleikan. Tað er kommunan, ið kennir best til viðurskiftini hjá sínum borgarum. Men av tí at nógvar kommunur eru so smáar, hava tær ikki megnað hesa uppgávu, men latið umsitingina til Toll- og Skattstovu Føroya. Tískil er líkningarmyndugleikin við løgtingslóg nr. 169 frá 1997 lagdur til landið. Við einum nýggjum kommunubygnaði við munandi størri kommunueindum verður umsitingarliga orkan eisini størri, og Kommununevndin mælir tí til, at líkningarmyndugleikin verður aftur kommunalur.

    Toll- og Skattstova Føroya hevur nú skrivstovur kring landið og førleikin at umsita lógina er tí eisini tøkur á staðnum. Við at leggja líkningarmyndugleikan aftur til kommununa kundu hesar skrivstovur verið kommunalar, og neyðugar tillagingar eiga at verða gjørdar, so at umsitingarliga skrivstovuøkið verður tað sama sum kommunueindin. Tað skal viðmerkjast, at toll- og mvg- økið eisini eru úti á økisskrivstovunum*.

    *Hildið verður ikki ráðiligt at skilja hetta burturúr sambært fíggjarmálastýrið. Spurningurin er tí um skrivstovan so eisini kann vera partvíst kommunal og partvíst landsskrivstova.

     

    Býtingaruppgávan er ein av høvuðsuppgávum landsins, t.v.s. at landið býtir um nýtslumøguleikarnar hjá borgarunum við skattum, inntøkuflytingum o.ø. Hetta er ein landsuppgáva, sum landið einsamalt tekur avgerð um, og fíggingin eigur tí at vera hjá landinum. Skattaskipanin eigur tí at verða broytt, so at allur progressivitetur" er hjá landinum, og at fíggjarliga ábyrgdin fylgir avgerðarrættinum. Hetta merkir, at kommunan eigur ein lutfalsligan part (t.e. kommunuskattin) av hvørji krónu, borgararnir í kommununi tjena. Sagt við øðrum orðum, so skal landið rinda botnfrádrátt, rentustuðul og tílíkt, sí eisini kapitul 7. Kommununevndin mælir til, at skattainntøkurnar hjá kommununum verða roknaðar av persónligum inntøkum.

    Kommununevndin mælir til, at eitt skattaband verður ásett, t.v.s. at bæði eitt lág- og hámark verða sett fyri kommunuskattin. Hetta skal so sjálvandi verða javnað í sambandi við tað broytta uppgávubýtið o.a. millum land og kommunur. Atvoldin til kommunuskattabandið er at forða fyri skattaflýggjan, at landið hevur møguleika at stýra øllum skattatrýstinum, og at borgarin kann síggja, hvussu nógvan kommunuskatt viðkomandi kann koma at rinda.

    Til at áseta gjøld fyri nýtslu av kommunalum tænastum mælir Kommununevndin til, at kommunurnar fáa heimild í kommunustýrislógini at áseta gjald fyri tær tænastur, ið ikki eru lógarkravdar, so at tær kunnu stýra nýtsluni, um tær halda tað vera neyðugt. Harafturímóti mælir nevndin til, at kommunur, um tær ynskja at áseta gjald fyri lógarkravdar uppgávur, skulu hava heimild til tess í viðkomandi lóg.

    Nú krevur Føroya Gjaldstova inn allan skatt, herímillum eisini eftirstøður. Í sambandi við størri kommunalar eindir stingur so tann spurningur seg upp, um landið tá enn skal røkja hesa arbeiðsuppgáva. Kommunurnar mugu í øllum førum sigast at hava størri áeggjan at krevja inn kommunuskattainntøkurnar, enn landið hevur. Harafturímóti hevur landið eina innkrevjingarskipan, har eftirstøður verða mótroknaðar inntøkum, og kann hetta lætta um innkrevjingina. Men tað er helst einki, ið forðar fyri, at kommunurnar eisini kunnu brúka hesa skipan, samstundis sum tær hava sín egna pantifúta. Spurningur er tó eisini, um kommunurnar ­ sjálvt um tær hava eitt nýtt kommunubýti, enn verða ov smáar, og at pantifútin sostatt verður staddur ov nær borgarunum í kommununi.

     

    5.3.18 Heilsumál

    Heilsutænastan uttan fyri sjúkrahúsini, t.e. kommunulæknaskipanin, heimarøktin, skúlalæknaskipanin og tannrøktarskipanin, eigur øll at vera ein kommunal uppgáva, tí veitingarøkið er ikki størri enn ein kommuna, og tað er kommunan, ið best kennir tørvin hjá sínum íbúgvum, og sum tí kann raðfesta uppgávurnar betur.

    Hesar uppgávur eru nú í høvuðsheitum kommunalar. Tað er bert heimarøktin, sum er hjá landinum. Lóggávan eigur tí at verða broytt soleiðis, at heimarøktin verður latin kommununum. Heimarøktin er í løtuni lutað sundur í 6 øki. Hesi øki kundu hóskandi verið kommunal og lagað á tann hátt, at hvørt øki var í samsvari við kommunueindina.

    Somuleiðis skal lóggávan verða broytt soleiðis, at fíggjarliga ábyrgdin á øllum hesum økjum fylgir við uppgávuni. Tað vil m.a. siga, at kommunan skal rinda grundlønina hjá kommunulæknanum, at tær skulu rinda útreiðslurnar av skúlalæknaskipanini og fyribyrgjandi læknakanningum av børnum undir skúlaaldri, og at tær skulu somuleiðis fíggja heimarøktina.

    Tað skal viðmerkjast, at við hesum verða kommunulæknarnir kommunalt settir. Av hesi orsøk er eisini neyðugt at dagføra kommunulæknaskipanina m.a. soleiðis, at umstøðurnar í læknadøminum verða javnari, og eiga læknadømini at verða lagað á tann hátt, at tey fylgja kommunueindini.

    Skipanin við sjúkrakassum eigur eisini at verða dagførd í sambandi við dagføringina av heilsutænastuni uttan fyri sjúkrahúsini. Spurningurin er, um tað er neyðugt við sjúkrakassum, og um kommunurnar ikki heldur áttu at fíggja hvør sín part, og at hesar útreiðslur so fara um skattin.

    Tað skal viðmerkjast, at fyri hesar tænastur eins og fyri tænastur á almannaøkinum er neyðugt at ráðleggja skipanina soleiðis, at hon ið hvussu so er tryggjar øllum borgarum eitt tænastulágmark.

    Harumframt er neyðugt at ansa eftir, at heilsuskipanin á kommunala økinum ikki hellir kostnað til ta heilsuskipan, landið hevur, og øvugt. Tað skal v.ø.o. veitast trygd fyri, at kommunur og land ikki kunnu áleggja hvørjum øðrum óbeinleiðis útreiðslur. T.d. kann hugsast ein skipan, har landið skal endurrinda tær útreiðslur, ein kommuna fær álagt, um ein sjúklingur, ið krevur viðgerð á sjúkrahúsi, ikki kann verða viðgjørdur beinanvegin. Harafturímóti skal kommunan rinda, um t.d. ein røktarkrevjandi sjúklingur ikki kann verða útskrivaður straks eftir viðgerð, av tí at kommunan ikki kann veita røktartænastuna.

    Ellisheim eiga at vera kommunal burturav. Veitingarøkið er ikki størri enn kommunan. Harafturímóti er hvíldarheimið Naina ein landsupggáva, tí sjúklingar frá landssjúkrahúsinum verða lagdir inn har, áðrenn teir verða sendir heim eftir viðgerð á sjúkrahúsinum.

     

    5.3.19 Havnir

    Kommununevndin mælir til, at nýggj lóggáva verður gjørd á hesum øki. Lógin skal m.a. áseta, hvør ið m.a. heldur anodurnar í havnunum, so at íløgurnar ikki farast. Havnirnar áttu eyðvitað at verið býttar sundur í góðs-, fiski- og ferjuleguhavnir, og lýst eigur at verða, hvat hvør havnin er. Í endurskoðanini av økinum eigur eisini tann nevndin, ið ásetur vøru- og bryggjugjøld, at verða íroknað. Eisini skal ásetast, hvønn status havnirnar skulu hava, t.e.: hvussu tær skulu føra roknskap, og um roknskapurin skal vera partur av kommunuroknskapinum ella ikki. Eisini er neyðugt, at tann nýggja havnalógin leggur upp fyri teimum eitt sindur víðari rásum, kommununar eiga at hava á hesum øki (jf. kapitul 8.3 um vinnulívið) enn á øðrum økjum. Landsstýrið eigur at hava eftirlit við, at t.d. leigan er til marknaðarprís heldur enn galdandi mannagongd, har Landsverkfrøðingurin vegna landsstýrið kann broyta eitt leigugjald, sum kommunan hevur ásett í sambandi við leigu av havnalagnum. Um greiðar ásetingar eru í lógini um, hvussu havnalagið kann gagnnýtast, og hvussu langt kann verða bygt frá bryggjukantinum, skuldi ikki verið neyðugt hjá Landsverkfrøðinginum, vegna landsstýrið, at góðkent byggiloyvi á havnalagnum.

     

    5.3.20 Skráir

    Alment eigur teldukervið hjá kommununum at verða skipað á tílíkan hátt, at samband er ímillum land og kommunu. Spurningurin um, hvørt kommunurnar eiga at kunna nýta P-talið í viðurskiftunum við borgarar sínar, eigur at verða umhugsaður.

     

    5.4 Kommunusamstarv

    Fleiri kommunur í Føroyum eru nú so smáar, at tær megna ikki at røkja fleiri av teimum uppgávum, tær nú hava sambært lógini. Tað er tí ein viðkomandi spurningur, um vit heldur skuldu havt kommunalt samstarv enn kommunusamanleggingar í stórar eindir við nógvari orku.

    Felagskommunalt samstarv kann verða lutað sundur í:

  • 1) felagskommunalt samstarv við einum fyriskipanarligum bygnaði
  • 2) felagskommunalt samstarv uttan fyriskipanarligan bygnað, t.e.
  • a) keyp og søla av tænastum
  • b) samskipan, upplýsing- og hugskotsskifti
  •  

    5.4.1 Felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum

    bygnaði

    Við slíkum samstarvi verður ein sjálvstøðug fyriskipan sett á stovn, ið so fær myndugleikan frá teimum kommunum, ið samstarva. Fyriskipanini verður sostatt heimilað at taka avgerðir vegna hesar samstarvandi kommunur og at binda tær rættarliga.

    Ein meginspurningur viðvíkjandi felagskommunalum samstarvi av hesum slagi er: atlitið at virkisførinum, tí fólkaræðisligu stýringini og eftirlitsmøguleiki kommunanna. Verður dentur lagdur á ta fólkaræðisligu stýringina, kann tað bera við sær, at samstarvið verður óvirkisført, og at bygnaðurin verður viðtøkutungur. Vandi er eisini fyri, at tær samstarvandi kommunurnar fara at raðfesta sínar egnu fyrimunir fram um teir fyrimunir, samstarvið annars kann bera við sær.

    Verður dentur harafturímóti lagdur á eitt virkisført samstarv, ið hevur viðtøkulættan bygnað, er vandi fyri, at raðfestingin í samstarvinum verður ikki í samsvar við áhugamálini hjá kommununum, og møguleikin fyri eftirliti er avmarkaður. Kommunurnar kunnu tí lættliga fáa ta fatan, at tær hava onga ávirkan á samstarvið, men bert rinda rokningina. SEV-samstarvið kann sigast at vera eitt dømi í so máta.

    Felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði skerjir virðini í tí staðbundna sjálvstýrinum, tí bæði tilfeingi og myndugleiki verða latin samstarvinum, og av teirri orsøk minka møguleikarnir hjá sjálvum kommununum at raðfesta sínar egnu uppgávur. Hetta minkar tí um tað kommunala sjálvstýrið og tessvegna eisini um møguleikan at veita trygd fyri tí munabesta tilfeingisbýtinum til tær uppgávur, ið eru lagaðar til ynskini á staðnum.

    Felagskommunalt samstarv er eisini í andsøgn við sjálvt fólkastýrið. Tær miðfirraðu eindirnar hava til endamáls at geva borgaranum ávirkan á síni staðbundnu viðurskifti. Hetta kemur fyrst og fremst til sjóndar á tann hátt, at borgarin fer á val. Hann fer vanliga á val og velur tann politikara, hann heldur hava somu áskoðan, sum hann sjálvur hevur. Til næsta val stendur politikarin so til svars fyri sínar avgerðir. Leiðslan í tí kommunala samstarvinum verður vald óbeinleiðis av kommunustýrunum. Tískil verður tað truplari hjá tí einstaka borgaranum at gera sína ávirkan galdandi, tí hann hevur bert óbeinleiðis ávirkan, og at tey, sum taka avgerðirnar, standa bert lutvíst til svars mótvegis borgaranum. Ábyrgdarviðurskiftini verða ógreið í huga borgaranna, og vegurin millum borgara og teirra, sum taka avgerðirnar, verður longri.

    Og meginreglan um, at uppgávu- og ábyrgdarbyrðan fylgjast, verður eisini brotin. Uppgávubyrðuna fær tað felagskommunala samstarvið; men ta endaligu fíggjarligu ábyrgdina hevur tann einstaka kommunan.

    Lagt kann verða afturat, at meginregluliga er heldur ikki rætt at miðfirra uppgávurnar til kommunurnar, og at tær eftirsíðan miðfirra uppgávurnar aftur til eitt kommunalt samstarv.

     

    5.4.2 Felagskommunalt samstarv uttan fyriskipanarligan bygnað

    Hetta samstarvið fatar um avtalur millum kommunurnar, og rættarliga gera avtalureglurnar seg galdandi. Tað er í sjálvum sær skilagott, at kommunur samskipa arbeiði sítt og veita hvørjum øðrum upplýsingar og hugskot. Á henda hátt kunnu tær læra av royndum hvør hjá øðrum.

     

    5.4.3 Niðurstøða og tilmæli

    Niðurstøðan hjá Kommununevndini er tí, at felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði kann bert vera eitt ískoyti til nýggjan kommunalan bygnað. Miðað eigur at verða eftir, at kommunurnar bert fáa tær uppgávur at røkja, sum tær sjálvar eru mentar at loysa.

    Sambært kommunulýsingunum í Tátti I, Parti II er longu eitt fjøltáttað kommunalt samstarv við fyrisitingarligum bygnaði kommuna millum. Í flestu førum er hetta samstarvið millum tær kommunur, sum verða lagdar saman í eina nýggja kommunueind í tí nýggja kommunubygnaðinum

    Harumframt er skilagott, at kommunurnar eisini hava felagskommunalt samstarv, uttan at teimum tó nýtist at hava ein fyriskipanarligan bygnað.

     

    5.5 Samskifti millum land og kommunur

    Felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði eigur, sum longu nevnt, bert at verða eitt ískoyti til ein nýggjan, kommunalan bygnað. Kommununevndin heldur tó, at tað eigur at vera eitt kommunufelag, har allar kommunur eru limur.

    Tílíkt kommunufelag hevur í flestu førum ein sera týdningarmiklar leiklut í sambandi við yvirgongdina frá verandi kommunubygnaði og til tann nýggja. Í hesum tíðarskeiði skulu kommunurnar samráðast dúgliga við landsstýrið um tað nýggja uppgávubýtið ­ ja, sjálvt um smálutir, samstundis sum skil skal fáast á fíggingina. Í fyrstu atløgu verður hetta størsta uppgávan hjá kommunufelagnum, sjálvt um kommunufelagið eisini verður at taka sær av hesi uppgávu í framtíðini.

    Umframt hesa uppgávu er eisini vert at nevna samráðingaruppgávuna, har land og kommunur á hvørjum ári skulu samráðast um fíggjarpolitikkin, t.e. um nýtslu- og íløgukarmarnar o.a. fyri land og kommunur komandi fíggjarárið. Ynski landsstýrisins verður at samráðast við ein mótpart og ikki við hvørja einstaka kommunu. Eyðvitað er tí eitt kommunufelag, sum tikið úr leikum, at røkja hesa uppgávuna.

    Av øðrum uppgávum hjá kommunufelagnum er at nevna tillagingar í kommunuskipanini, t.e. at landið ikki uttan víðari broytir lógir, kunngerðir o.a., sum raka kommunurnar, uttan so er, at tær fáa tílík mál til ummælis.

    Somuleiðis kann hugsast, at tað nú verður ein fjølbroyttari uppgáva hjá kommunufelagnum at umboða kommunurnar mótvegis øðrum myndugleikum og stovnum.

    Í kommunanna høpi fer kommunufelagið í høvuðsheitum at hava eina ráðgevandi uppgávu. Harafturímóti kann eisini hugsast, at kommunufelagið fer at ansa eftir, at kommunurnar t.d. halda teir karmar, sum kommunufelagið og landsstýrið eru vorðin samd um í árligu samráðingunum, tí um kommunurnar ikki halda seg til gjørdar avtalur, kann vandi verða fyri, at landið við eini lógarheimild fer at stýra kommununum.

    Eitt nýtt kommunufelag, ið hevur allar kommunur sum limir, verður nógv sterkari í ymiskum samráðingum, enn tann einstaka kommunan kann vera. Tað verður tí nógv lættari hjá kommununum at umboða síni áhugamál gjøgnum eitt máttmikið kommunufelag.

    Í okkara grannalondum, sum vit vanliga sammeta okkum við, t.e. Danmørk, Ísland og Grønland, hava øll hesi lond eitt kommunufelag, har allar kommunur eru limir. Týdningarmesta endamálið hjá kommunufelagnum í Íslandi er t.d.: at røkja áhugamál kommunanna mótvegis ríkinum og øðrum pørtum, tað veri seg innan- og uttanlands. Harumframt er endamálið at styrkja samstarvið millum kommmunurnar og at stuðla samstarvið um teirra felags áhugamál. Tað skal viðmerkjast, at í Íslandi er óbeinleiðis kravdur limaskapur galdandi. Kommunurnar kunnu melda seg út; men tær skulu tó framvegis rinda limagjald. Í Danmørk eru allar kommunur -uttan Keypmannahavnar og Frederiksbergs kommunur ­ limir í kommunufelagnum.

     

    5.6 Eftirlit við kommunum

    Í eini nýggari, kommunalari skipan er sera umráðandi, at eftirlitið við kommununum fær ta orku, tí tørvar. Tað eigur at verða savnað á einum staði, og best hevði verið, um tað var ein sjálvstøðug deild í einum aðalstýri. Sum dømi kann nevnast, at í Danmørk er tað innanríkisráðið, ið hevur kommunueftirlitið; men í Íslandi er tað sosialmálaráðið, ið hevur hetta málsøkið.

    Í mun til verandi skipan verður eftirlitið í nýggju skipanini stórt sæð eitt rættargildiseftirlit. Tað skal sjálvsagt ikki góðkenna alt møguligt, sum kommunurnar gera, tí tær skulu verða so nógv sjálvstøðugari, enn tær eru í løtuni, og tí skulu tær eisini standa til svars fyri sínar egnu avgerðir. Ístaðin skal eftirlitið nýta sína orku at ansa eftir, at kommunurnar halda tey lógarásettu krøvini, og at tær halda seg innan fyri teir lógarásettu karmarnar. Tað er tí umráðandi, at tað nýggja eftirlitið verður eitt veruligt eftirlit, so at tann kommuna, ið ikki heldur lógarásetingarnar, sum skjótast verður beind aftur á rætta leið, og at møguligar heimilaðar revsiatgerðir verða settar í verk. Hetta er neyðugt, um ein nýggj, kommunal skipan skal virka, og at kommunurnar fáa ta neyðugu virðingina bæði fyri eftirlitinum og lóggávuni.

    Ein stór uppgáva hjá eftirlitinum verður eisini at tulka lóggávuna, tá ið ivamál stinga seg upp bæði hvat viðvíkur karmar fyri ta kommunalu fulltrúnna og eisini aðrar rættaraðalreglur, bæði skrivaðar og óskrivaðar, og á tann hátt uppbyggja eina mannagongd, ið samstundis kann gerast partur í menningini av tí kommunalu skipanini.

     

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]