2. Samandráttur

2.1 Tulkingar av kommissorium

Kommununevndin skal koma við einum ítøkiligum uppskoti um nýtt kommunubýti, har ásett eru bæði tal og stødd á teimum kommunalu eindunum. Stavnhaldið er, at kommunurnar bert fáa tær uppgávur um hendi, sum tær sjálvar eru førar fyri at røkja. Hetta merkir, at nýggja kommunuskipanin skal ikki verða grundað á kommunusamstarv, og eigur tað tí bert at verða eitt ískoyti til nýggjan, kommunalan bygnað.

Kommununevndin tulkar sín arbeiðssetning soleiðis, at ætlanin er at menna tað kommunala sjálvstýri, og at kommunurnar tískil skulu fáa fleiri uppgávur at røkja, enn tær nú hava. Somuleiðis verður miðað eftir at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti. Fyritreytin fyri hesum er, at kommunalu eindirnar verða størri, og at kommunurnar tí mega verða lagdar saman. Við hesum í huga tulkar nevndin kommissorium soleiðis, at kommunurnar mega fáa eitt avmarkað tíðarskeið til sjálvbodna samanlegging. Nevndin heldur, at tær eiga at fáa 4 ár ­ til ár 2002 ­ til hetta arbeiðið. Tá ið so hetta tíðarskeiðið er farið, eiga kommunurnar at verða lagdar saman við lóg.

Við atliti at serskipanum fyri útoyggjarnar og tey smáu bygdasamfeløgini tulkar Kommununevndin kommissorium soleiðis, at møguligar serskipanir eiga at verða gjørdar innan fyri eina nýggja kommunuskipan. Nevndin heldur, at í so lítlum landi sum okkara er ikki skilagott at hava fleiri javnsettar kommunuskipanir. Tí eiga allar kommunur at verða javnsettar mótvegis bæði lóggávu og stýring frá landinum, og tí eigur uppgávubýtið millum land og kommunur eisini at verða gjørt við støði í minsta felagsnevnara.

 

2.2 Kommunubýtið

Í sambandi við nýtt kommunubýti eru tað 4 eyðkenni, Kommununevndin hevur havt at miða seg eftir. Eyðkennini eru: tey landafrøðiligu viðurskifitini, samferðsluskipanin, fólkagrundarlagið og samstarvið.

Ein kommunueind eigur at vera ein natúrlig, landafrøðilig eind, so at bæði kommunuráðleggingin og tænastuveitingin til borgaran loða eintýddar saman. Somuleiðis eigur víddin á kommunueindini ikki at verða størri enn so, at íbúgvarnir í kommununi hava hóskandi atgongd til kommunudepilin og tær almennu tænasturnar.

Kommunueindirnar skulu eisini vera ein samanhangandi samferðslueind.

Tað er skilabest at fólkagrundarlagið í kommunueindini ikki verður minni enn 2.000 íbúgvar. Best hevði verið, um tað var størri. Tó heldur nevndin tað vera veruleikafjart at seta markið hægri enn 2.000, av tí at tær landafrøðiligu umstøðurnar í Føroyum eru so háttaðar, sum tær eru. Hildið verður, at 2.000 íbúgvar mega vera til tess at veita trygd fyri, at kommunueindin fær eina sømiliga kommunuumsiting, umframt at hon kann verða før fyri at veita borgarunum tær tænastur, sum borgaranum í einum nútímans samfelagi hevur/fær tørv á.

Kommununevndin heldur, at havt eigur at vera í huga tað nógva og fjølbroytta samstarvið, sum er kommuna millum nú á døgum.

Við hesum áskoðanum í huga mælir Kommununevndin til hetta kommunubýtið:

 

  • 1. Norðoyggjar: t.e. Fugloyar, Svínoyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, Mikladals og Húsa kommunur
  • 2. Eysturoy: t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar, Gøtu, Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur (og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur)
  • 3. Sundalagið: t.e. Eiðis, Sunda, Gjáar, Haldórsvíkar, Saksunar, Hvalvíkar, Hósvíkar kommunur (og møguliga Funnings og Elduvíkar kommunur)
  • 4. Streymoy: t.e. Vestmanna, Kvívíkar, Kollafjarðar, Tórshavnar, Kirkjubøar, Nólsoyar og Hests kommunur
  • 5. Vágar: t.e. Sandavágs, Miðvágs, Sørvágs, Bíggjar og Mykines kommunur
  • 6. Sandoy: t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur
  • 7. Suðuroy: t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.
  •  

    Besta loysnin er tí 7 kommunur, og Kommununevndin mælir til, at hetta verður grundarlagið undir kommunusamanleggingunum.

    Tó er tað soleiðis, at tað eisini eru aðrar kommunueindir, ið lúka tey eyðkenni, Kommununevndin hevur miðað seg eftir. Eysturoyggin eins og Suðuroyggin kunnu verða tvær kommunueindir hvør. Við tí sundurbýti í huga kunnu kommunueindirnar verða hesar:

     

  • 1. Norðoyggjar
  • 2. Eystureysturoy: t.e. Fuglafjarðar, Leirvíkar og Gøtu kommunur
  • 3. Vestureysturoy: t.e. Nes, Runavíkar, Skála, Sjóvar og Oyndarfjarðar kommunur (og møguliga eisini Elduvíkar og Funnings kommunur)
  • 4. Sundalagið
  • 5. Streymoy
  • 6. Vágar
  • 7. Sandoy
  • 8. Norðursuðuroy: t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar og Fámjins kommunur
  • 9. Suðursuðuroy: t.e. Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.
  •  

    Nevndin mælir tí til, at ikki verður gjørligt at leggja saman í smærri kommunueindir, sum til ber at skipa við sjálvbodnari samanlegging.

     

    2.3 Uppgávubýtið

    Kjarnin í tí kommunala sjálvstýrinum er, at kommunurnar sjálvar kunnu raðfesta sínar uppgávur, og at tær sjálvar kunnu gera av, hvørjar uppgávur, tær ætla at loysa - umframt tær lógarásettu. Við hesum fæst ein miðfirringarvinningur (desentraliseringsvinningur, tí kommunan er betur før fyri enn landið at nøkta ynski/tørv borgarans á staðnum, t.v.s. tað fæst eitt rættari vav og ein betri samanseting av teimum almennu tænastunum. Ein treyt fyri miðfirringarvinningi er tó tann, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið fylgjast, so at borgarin betur kann duga á at skyna, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar. Við hesum kann borgarin seta harðari krøv um nýtsluna av skattakrónum sínum. Onnur treytin fyri miðfirringarvinningi er, at kommunan hevur búskaparligan og umsitingarligan førleika at stýra, so at tilfeingið verður gagnnýtt sum best.

    Viðvíkjandi uppgávubýtinum millum land og kommunr eru tað serliga tvær meginreglur, ið verdar eru at hava í huga, og eru tær: nærleiki og burðardygd. Meginreglan um nærleika er tann, at skalt tú fáa miðfirringarvinningin, so mega uppgávurnar verða røktar so nær borgaranum, sum til ber. Og meginreglan um burðardygd er tann, at skalt tú fáa eina virkisføra (effektiva) uppgávurøkt, so er umráðandi, at økið, sum uppgávan skal fevna um, hevur eina burðardygga stødd.

    Við støði í verandi lóggávu verða her nevndar tær uppgávur, sum Kommununevndin heldur eiga at verða kommunalar og hvørjar, ið eiga at verða landsuppgávur. Dentur verður lagdur á, at sjónskur skilnaður eigur at vera ímillum lands- og kommunuuppgávur, og at eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti fæst, so at fíggjarliga ábyrgdin fylgir uppgávuni.

     

  • · Fólkayvirlitið eigur at vera savnað á felags kerv.
  • · Fólkabókasavnstænastan eigur at vera ein kommunal uppgáva og samskipað við skúlabókasavnstænastuna
  • · Sløkkiliðsarbeiðið eigur at vera staðbundið í kommununi
  • · El-veitingartænastan eigur at vera ein landsuppgáva, av tí at veitingarøkið er landið alt
  • · Leiguviðurskifti borgaranna eiga at vera ein kommunal uppgáva
  • · Sum ein eyðsýndur partur av kommununnar ráðlegging eiga allar kommunur at hava býarskipan og byggisamtykt
  • · Eftirlitið við matvørulógini eigur at vera ein kommunal uppgáva
  • · Uppgávurnar hjá hegnsýnisnevndini eiga at verða latnar tí kommunalu umsitingini at røkja
  • · Fólkaskúlin eigur at verða kommunalur; men tó eigur undirvísing vegna serligan tørv at vera miðsavnað, av tí at umráðandi eru bæði stór servitan og skilagóð samskipan.
  • · Skúlagongd eftir fólkaskúlan eigur at vera landsuppgáva
  • · Frítíarundirvísing, serstøk frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi eiga at vera kommunalar uppgávur
  • · Greiða eigur at fáast á, hvør ætlanin er við Musikkskúlanum. Støða eigur síðan at verða tikin til, um hann skal vera ein kommunu- ella landsuppgáva
  • · Eftilitið við umhvørvislógini eigur í høvuðsheitum at vera kommunalt
  • · Innsavnan av burturkasti eigur at vera ein kommunal uppgáva; men sjálv brenningin ella burturbeiningin kundi verið landsuppgáva
  • 2 ­ Nýggj kommunuskipan

  • · Vatnveitingaruppgávan eigur at verða ein lógarásett, kommunal uppgáva
  • · Almannaøkið eigur at verða latið kommununum. Tað snýr seg bæði um forsorgina og barnaforsorgina. Samdøgursstovnar til børn eiga tó at verða miðsavnaðir, og harumframt eiga landið og kommunurnar í felag at fáa greiðu á, um eftirlønarøkið skal verða miðsavnað, ella tað skal verða latið kommununum at umsita
  • · Vegakervið eigur at verða býtt sundur í lands- og kommunuvegir; hesir vegir eiga so eftirsíðan at verða ávikavist ein lands- og kommunuuppgáva
  • · At taka sær av kirkjugørðunum er ein kommunal uppgáva
  • · Líkningarmyndugleikin eigur at verða latin kommununum. Harafturímóti er landsins býti av skattum, inntøkuflytingum o.ø. borgaranna millum ein av høvuðsuppgávum landsins (býtisuppgávan), og eigur henda uppgáva tískil at verða miðsavnað
  • · Umráðandi er hjá landi og kommunum at fáa greiðu á, hvørt tað skal verða land ella kommuna, ið skal hava um hendi at heinta inn kommunuskatt, sum fallin er til gjaldingar
  • · Kommunulæknaskipanin, heimarøktin, skúlalæknaskipanin og tannrøktarskipanin, t.e. heilsutænastan uttan fyri sjúkrahúsini, eigur at verða latin kommununum at røkja
  • · Ellisheim eiga at vera kommunal burturav
  • · Havnalóggávan eigur at verða dagførd. Landsstýrið og kommunurnar eiga við samráðingum at koma ásamt um tað endaliga býtið
  •  

    2.3.1 Kommunusamstarv

    Ein viðkomandi spurningur er, um felagskommunalt samstarv kann koma ístaðin fyri kommunusamanleggingar. Kommunusamstarv kann verða býtt sundur í helvt, nevnliga: felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði, og felagskommunalt samstarv uttan fyriskipanarligum bygnaði.

    Viðvíkjandi felagskommunalum samstarvi við fyriskipanarligum bygnaði verður sjálvstøðug fyriskipan sett á stovn, ið so tær samstarvandi kommunur geva sín myndugleika. Á tann hátt er hetta samstarvsslagið í andsøgn við tað staðbundna sjálvstýrið, við tað at møguleikin kommunanna at raðfesta uppgávurnar minkar munandi, av tí at bæði tilfeingi og myndugleiki verða latin hesi sjálvstøðugu fyriskipan at røkja. Tílíkt samstarv er heldur ikki í samljóð við fólkastýrið, við tað at leiðslan í felagskommunala samstarvinum verður vald óbeinleiðis av kommunustýrunum. Tessvegna fær borgarin bert óbeinleiðis ávirkan á tær avgerðir, ið tiknar verða, og samstarvsleiðslan stendur bert óbeinleiðis til svars mótvegis borgarunum. Meginreglan um, at uppgávu- og ábyrgdarbyrðan skulu fylgjast, verður eisini brotin. Uppgávan verður latin samstarvinum; men kommunurnar hava ta endaligu fíggjarligu ábyrgdina.

    Av hesum ávum eigur felagskommunalt samstarv bert at verða eitt ískoyti til nýggjan, kommunalan bygnað. Harafturímóti er einki til hindurs fyri felagskommunalum samstarvi uttan fyriskipanarligan bygnað. Kommunusamstarv av hesum slagi kann snúgva seg um: keyp og sølu av tænastum, samskipan, upplýsingar- og hugskotsskifti, har veruligar avtalureglur eru galdandi.

     

    2.3.2 Samskifti millum land og kommunur

    Felagskommunalt samstarv við fyriskipanarligum bygnaði eigur bert at vera eitt ískoyti til nýggjan, kommunalan bygnað. Tó heldur Kommununevndin, at tað eigur at vera eitt kommunufelag, har allar kommunur eru limur.

    Eitt tílíkt felag fer at hava ein týdningamiklan lut í sambandi við skiftið frá verandi kommunubygnaði og til tann nýggja. Harumframt verður ein uppgáva hjá kommunufelagnum, sum frá líður, at samráðast við landsstýrið um tann rikna fíggjarpolitikkin og um neyðugar javningar í kommunuskipanini. Eisini verður tað uppgáva felagsins at umboða kommunurnar á fjølbroyttum grundarlagi mótvegis øðrum myndugleikum og stovnum. Men mótvegis kommununum verður uppgávan hjá kommunufelagnum ráðgevandi.

     

    2.3.3 Eftirlit við kommununum

    Í eini nýggjari, kommunalari skipan er sera umráðani, at tørvandi orka verður tøk til tað kommunala eftirlitið. Í samanburði við verandi skipan verður uppgáva eftirlitsins í nýggju skipanini stórt sæð eitt rættargildiseftirlit, ið skal ansa eftir, at kommunurnar halda lógirnar. Tað er tí sera umráðandi, at hetta eftirlitið verður eitt veruligt eftirlit, so at kommunurnar fáa ta neyðugu virðingina fyri tí og sostatt eisini fyri lóggávuni.

     

    2.4 Ábyrgdarbýtið

    Tann endurgjaldsskipan, sum er galdandi, hevur fleiri vansar við sær. Hon hevur eina neyva stýring frá landinum við sær, av tí at landið má fylgja við sínum egnu útreiðslum. Hetta er ikki í samsvari við hugtakið um staðbundið sjálvstýri. Endurgjaldsskipanin veldur harumframt, at trupult er at staðfesta ábyrgdina av teimum avgerðum, ið tiknar eru. Hetta kann volda, at skeivar avgerðir fáa ongar avleiðingar. Endurgjaldsskipanin kann eisini volda, at kommunurnar kunnu ikki so væl raðfesta sínar uppgávur, av tí at stuðulin (endurgjaldingin) er markað. Hetta er heldur ikki í samljóð við tað kommunala sjálvstýrið. Við slíkari endurgjaldsskipan fáa borgararnir heldur ikki greitt at fata, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar.

    Kommununevndin mælir tí til, at galdandi endurgjaldsskipan verður avtikin. Ístaðin skal fíggjarliga ábyrgdin fylgja avgerðarrættinum, t.e.: at snýr tað seg um eina kommunala uppgávu, so er tað eisini kommunan, ið sjálv eigur at fíggja hana.

    Ímillum Danmørk og Føroyar, og eisini millum donsku stjórnina og danskar kommunur, er ein blokkskipan komin ístaðin. Men Kommununevndin mælir frá, at ein tílík blokkskipan verður framd ímillum landsstýrið og føroyskar kommunur, tí ein tílík skipan er í andsøgn við megingregluna um, at borgararnir eiga at fáa greitt at vita, hvat tað kommunala virksemið í roynd og veru kostar.

    Nevndin mælir heldur til, at landsstýrið velur ta skipanina, sum er átøk teirri íslendsku, so at javnað verður ávikavist í lands- og kommunuskattinum. Hetta merkir, at um so er, at ein uppgáva verður flutt frá landi til kommunurnar, so eigur kommunuskatturin at vaksa og landsskatturin at minka samsvarandi uppgávukostnaðinum. Við øðrum orðum sagt, eiga kommunurnar sjálvar at heinta skattin inn heldur enn landið, ið eftirsíðan býtir og sendir hann út aftur til kommunurnar gjøgnum eina blokkskipan.

    Kommununevndin mælir til harumframt, at skattaskipanin verður broytt á tann hátt, at allur "progressivitetur" verður í landsskattinum. Ein av høvuðsuppgávum landsins er býtisuppgávan, t.e.: at býta inntøkur landsins soleiðis, at trygd verður veitt øllum borgarum at fáa ein minsta part av samfelagskøkuni. Hetta er ein landsuppgáva, og av tí at uppgávu- og ábyrgdarbýtið skulu fylgjast, so er tað eisini landið sjálvt, ið eigur at fíggja hesa uppgávu.

    Nevndin mælir eisini til, at loyvt skal verða kommunum at áseta gjøld fyri tænastur. Snýr tað seg um lógarásettar tænastur, skal lógarheimild eisini verða ásett hesum viðvíkjandi.

     

    2.4.1 Javning

    Umstøðurnar hjá kommununum eru, sum vera man, ikki tær somu. Tí er neyðugt at ansa eftir, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at røkja tær lógarásettu uppgávurnar. Tí ræður eisini um, at lagt verður upp fyri ójavna í fíggingarskipanini. Hesi viðurskifti benda á eina javningarskipan, so at allar kommunur kunnu verða førar fyri at veita eitt ávíst tænastustøði, nú tær skulu røkja sínar lógarásettu uppgávur.

    Javningarskipanin er í tveimum pørtum, nevnliga: inntøkugrundarlag kommununnar og útreiðslutørvur hennara. Javningarskipanin hevur tí til endamáls at javna bæði munin í inntøkugrundarlagnum og í útreiðslutørvinum pr. íbúgva í kommununum.

    Inntøkujavningin verður roknað á tann hátt, at miðalinntøkugrundarlag landsins pr. íbúgva verður drigið frá inntøkugrundarlagnum hjá kommunueindini pr. íbúgva, faldað við javningarprosentinum og við einum felags roknaðum skattaprosenti og við íbúgvatalinum.

    Tað er javningarprosentið, ið treytar, hvussu stórur tann parturin er, sum verður javnaður, og tað er tað felags roknaða skattaprosentið, ið skal veita trygd fyri, at kommunueindin ikki kann ávirka javningina við at broyta sítt skattaprosent.

    Útreiðslujavningin verður roknað sum útreiðslutørvur kommununnar pr. íbúgva, minus miðal- útreiðslutørvin alra kommuna pr. íbúgva, faldað við javningarprosentinum, faldað við íbúgvatalinum.

    Tað er ikki so einfalt at javna eftir útreiðslutørvi, tí ringt kann vera at finna eitt mát fyri útreiðslutørvinum hjá kommunueindini. Sjálvt um so er, so eigur hetta at verða funnið á sakligum metingarstøði, so at kommunueindin ikki kann ávirka javningina, samstundis sum tað sakliga metingarstøðið eigur at mynda tann veruliga eftirspurningartørvin á tænastum, sum javnað verður fyri.

    Kommununevndin ásannar, at tílík javning er neyðug, nú nýggjar uppgávur skulu verða latnar kommununum. Tað ræður um, at henda nýggja skipanin verður væl og virðiliga fyrireikað. Kommununevndin mælir tí til, at nevnd verður sett at kanna hesi viðurskifti gjøllari, og at hon ger uppskot um eina javningarskipan í Føroyum. Henda skipanin eigur at verða gjørd á sakligum metingarstøði (við objektivum kriterium), og eigur hon sum minst at ávirka eggjanina hjá kommununum at skapa búskaparligan framburð, eins og henda skipan sum minst eigur at órógva meginregluna um, at borgarin greitt skal vita, hvat tað kommunala virksemið kostar.

     

    2.5 Reglur

    Í sambandi við fíggjarstýringina verður mælt til, at kommunurnar fáa eina javngjørda (standardiseraða) kontoskipan, og at tær nýta somu bókhaldsmeginreglur. Kommunusamanleggingarnar eru eitt sera gott høvi at fáa tað gjørt. Hetta er til fyrimunar bæði fyri land og kommunur. Kommununevndin mælir til, at arbeiðsbólkur verður settur at fyrireika fíggjarstýringarskipanina hjá kommununum.

    Viðvíkjandi lántøku er aðalreglan tann, at kommunurnar sjálvar skulu fíggja, so at samband er millum skattin og tænastustøðið. Tó eiga kommunurnar at fáa loyvi at fíggja íløgurnar við lántøku, tí útreiðslurnar av eini íløgu eru til gagns í mong ár. Vit vita tó av royndum, at neyðugt er at avmarka lántøkuna hjá kommununum, eins og vanligt er at gera í grannalondum okkara. Nevndin mælir tí til, at nettoskuldin hjá kommununum ikki kann verða størri enn eina álíkning netto við miðalskattaprosentinum í skattabandinum. Um lántøkan fer um hetta lániloftið, skal landsstýrið góðkenna tað. Kommununevndin mælir tí eisini til, at omanfyri nevndi arbeiðsbólkur fær til arbeiðis at lýsa hugtakið lántøku" gjøllari.

    Í sambandi við vinnulívið mælir Kommununevndin til, at kommunurnar hvørki kunnu vera beinleiðis ella óbeinleiðis partur av vinnulívinum. Orsøkin til tess er, at tað almenna eigur ikki at blanda seg upp í marknaðarkreftirnar, tí so verður javnvágin órógvað, við tað at kommunurnar - við skattapeningi borgaranna - lættliga kunnu vinna kappingina við tað privata. Kommunan eigur heldur at gera karmarnar um vinnulívið.

    Kommunan eigur heldur ikki at stuðla einstøkum fyritøkum, av tí at slíkur stuðul avlagar kappingina. Harafturímóti kann kommunan veita almennan stuðul sum t.d. ráðgeving, sum øll virki í kommununi hava javnbjóðis møguleika at gagnnýta.

     

    2.6 Serskipanir fyri útoyggjarnar og tey smærru bygdasamfeløgini

    Álagt er Kommununevndini í arbeiðssetningi sínum at koma við tilmæli um møguligar serskipanir fyri útoyggjarnar og tey smærru bygdasamfeløgini.

    Kommununevndin er av teirri áskoðan, at støðan er so hættislig í útoyggjunum, at trupulleikar teirra kunnu ikki verða loystir við einum nýggjum kommunubygnaði. Um ætlanin er at varðveita búsetingarmynstrið í útoyggjunum, so eru áneyðir at fremja landspolitisk tiltøk, kanska skattasundurgreining, broytingar í jarðarlóggávuni og tílíkt. Hetta eru tiltøk, sum landsstýrið má seta í verk og fremja.

    Í eini nýggjari kommunuskipan er umráðandi at veita trygd fyri, at tey staðbundnu sjónarmiðini í teimum smærru bygdasamfeløgunum verða hoyrd. Hetta kann t.d. verða gjørt á tann hátt, at settar verða ráðgevandi staðbundnar nevndir við hoyringarætti; men tað eiga tó at vera kommunurnar sjálvar, ið skulu taka støðu til, um tær eru sinnaðar at hava tílíkar nevndir. Um gjørt verður av at seta staðbundna nevnd, eigur hon at verða vald, samstundis sum kommunuval er. Nevndin eigur at verða mannað við 3 staðbundnum umboðum og 2 frá kommunustýrinum, har borgarstjórin er annað umboðið.

     

    2.7 Verksetanarætlan

    Hetta er verksetanarætlanin fyri nýggju kommunuskipanina

     

    Ár 1998 1999 2000 2001 2002 2003->
    --- --- --- --- ---
    Sjálvbodnar kommunusamanleggingar ---
    N'iggj kommunust'irislóg verður sett í gildi ---
    Samanleggingarlóg verður sett í gildi --- ---- --- --- ---
    Fíggjarskipanin verõur lagað eftir nýggju skipanini ---
    Arbeiõsbólkur settur at gera neyvari reglar fyri kontoskipan, bókhald og lántøku ---
    Broytingar í kommunuvallógini verða settar í gildi ---
    Nevnd verõur sett at gera uppskot um nýggja vallóg til kommunu- og løgtingsval ---
    Løgtingslóg um val til kommunur og løgting verður sett í gildi ---
    Møgulig kommunusamanlegging við lóg ---
    Barnaøkiõ verõur latiõ kommunum --- ---
    Javningar í fíggjarskipanini sb. Broytingunum í uppgávubýtinum --- ---
    Uppgávub'itiõ verõur lagaõ eftir nýggju kommunuskipanini ---
    Tillagingar í serlóggávuni --- --- --- --- --- ---

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]