1. Samanseting, kommissorium og verkætlan

1.1 Samanseting

Landsstýrið samtykti á fundi 23. apríl 1996 at seta nevnd at gera uppskot um eina nýggja, kommunala skipan í Føroyum. Í Kommununevndini eru tilsamans 6 limir, sum øll eru embætisfólk:

 

  • 3 limir úr landsfyrisitingini. Teir eru:
  • · Hilmar Høgenni, formaður, umsitingarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
  • · Sørin Pram Sørensen, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni
  • · John Rajani, fulltrúi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og
  • 3 limir frá kommununum. Teir eru:
  • · Jens Marius Poulsen, næstformaður, býráðsskrivari í Tórshavnar kommunu
  • · Dinna Jensen, býráðsskrivari í Runavíkar kommunu og
  • · Sveiney Sverrisdóttir, skrivari í Føroya Kommunufelag
  •  

    Tá ið Kommununevndin varð sett, tilnevndi landsstýrið Reidar Nónfjall, fulltrúa í fíggjarmálastýrinum, at verða formaður. Reidar Nónfjall segði seg tó úr nevndini í januar 1997, av tí at hann fór í annað starv. Ístaðin fyri Reidar Nónfjall varð John Rajani, fulltrúi í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, valdur í nevndina, og Hilmar Høgenni, fyrisitingarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni varð so tilnevndur sum formaður.

    Umframt nevndarlimirnar hevur Jógvan K. Mørkøre, formaður fyri Føroya Kommunufelag, verið eygleiðari í nevndini, og eisini hevur Atli Leo, fulltrúi í fíggjarmálastýrinum, verið eygleiðari í nevndini ta síðstu tíðina, Kommununevndin hevur arbeitt.

    Harafturat skal viðmerkjast, at Kommununevndin eisini hevur keypt sær sakkøna hjálp. Jens Marius Dalsgaard og Jóannes Hansen hava rættlisið álitið fakliga, og Petur Jacob Sigvardsen hevur rættlisið tað málsliga. Harumframt hevur Anni á Hædd, løgfrøðingur, veitt nevndini løgfrøðiliga hjálp til uppskotið um nýggja kommunustýrislóg við viðmerkingum og uppskotið um samanleggingarlóg við viðmerkingum, umframt at Karsten Loiborg, løgfrøðingur, hevur havt lógaruppskotini til stuttar viðmerkingar.

     

    1.1.1 Virksemið hjá Kommununevndini

    Nevndin setti Maluna Johansen, cand. merc., sum skrivara hjá Kommununevndini fulla tíð.

    Kommununevndin hevur havt 55 fundir tilsamans. Harumframt hevur nevndin havt fleiri kunnandi fundir við landsstýrisdeildir, almennar stovnar, fólk sum dagliga arbeiða við/í kommunum v.m. Eisini hava formaðurin og skrivarin havt fundir við allar kommunurnar og við allar stovnar, ið umsita kommunumál. Í teimum førum, tá ið umráðandi hevur verið at fáa neyvari upplýsingar, hava fundir eisini verið við einstakar persónar, ið hava verið førir fyri at geva nevndini tílíkar upplýsingar.

    Kommununevndin hevur eisini verið kunningarferð, har vitjað var í Íslandi, Grønlandi og í Danmørk. Vit fingu nakað at vita um, hvussu kommunuskipanirnar riggaðu í hesum londum, og sumt av tí sæst eisini aftur í uppskotinum um nýggja kommunuskipan í hesum áliti.

     

    1.2 Kommissorium

    Landsstýrið samtykti á fundi 12. september 1995 at seta nevnd at gera uppskot um nýggja kommunala skipan. Landsstýrið samtykti á sama fundi arbeiðssetningin hjá nevndini og gjørdi somuleiðis av at leggja málið fyri løgtingið til støðutakan sum uppskot til samtyktar, løgtingsmál nr. 7/1995. Løgtingið samtykti 18. desember 1995 við ávísum broytingum, uppskotið hjá landsstýrinum.

    Kommununevndin skal gera uppskot um nýggja kommunuskipan við støði í hesum arbeiðssetningi:

     

    A. Við atliti at verandi kommunuskipan verður álagt nevndini:

  • 1. At lýsa búskaparliga grundarlagið hjá kommununum.
  • 2. At lýsa demografisku og geografisku viðurskiftini.
  • 3. At greina formligu- og óformligu viðurskiftini millum land og kommunu, t.e. m.a. uppgávu- og ábyrgdarbýtið og fíggjarlig viðurs0kifti.
  • 4. At greina umsitingarlig viðurskifti, herundir kommunalt samstarv.
  • 5. At greina hvørjar uppgávur kunnu leggjast út til kommunurnar í mun til nøkur nærri tilskilað alternativ íbúgvatøl í teimum einstøku kommunalu eindunum.
  • 6. At greina um heildarveitingar-/útjavningarskipan ella aðrar skipanir kunnu nýtast í fíggjarliga samskiftinum millum land og kommunur.
  •  

    B. Nevndin skal koma við tilmæli um:

  • 1. Hvørjar uppgávur hóskandi kunnu umsitast av kommunalu eindunum við støði í einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
  • 2. Hóskandi tal og stødd á kommunum við støði í B 1.
  • 3. Møguligar serskipanir viðvíkjandi útoyggjunum verða at grunda á serstøku viðurskiftini, sum har eru galdandi.
  • 4. Møguligar serskipanir fyri tey smáu bygdasamfeløgini verða gjørdar soleiðis, at tey í mest møguligan mun varðveita síni eyðkenni.
  •  

    C. Harafturat skal nevndin koma við tilmæli um neyðugar broytingar í ávísum formligum viðurskiftum:

  • 1. Øll kommunulógin skal verða eftirkannað, tvs. dagførd og gjørd greiðari.
  • 2. Reglur um fíggjarstýring, t.e. fíggjarætlan, bókhald, roknskaparviðurskifti, reglur um lántøku og veðhaldsbindingar.
  • 3. Avmarkingar mótvegis privata vinnulívinum.
  • 4. Ásetingar um kommunalt samstarv.
  • 5. Vísa á neyðugar broytingar í serlóggávuni.
  • D. Høvuðssjónarmiðini og meginreglurnar í nevndararbeiðinum skulu vera:

  • 1. Broytingarnar í kommunuskipanini skulu byggja á sjálvbodna samanlegging.
  • 2. Fíggjarlig ábyrgd fylgir avgerðarrættinum.
  • 3. Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber.
  • 4. Borgararnir fáa gjølla at vita um kostnaðin av kommunuvirkseminum.
  •  

    1.2.1 Hvussu Kommununevndin tulkar kommissorium

    Kommununevndin hevur í síni verkætlan greitt frá, hvussu hon tulkar sín arbeiðssetning. Her skulu vit tó koma við nøkrum viðmerkingum afturat.

    Sambært arbeiðssetningi nevndarinnar er ein av meginreglunum tann, at broytingar í kommunuskipanini skulu byggja á sjálvbodna samanlegging.

    Ein fyritreyt fyri greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti er tann, at kommunueindirnar verða størri. Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti við verandi kommunueindum hevði borið við sær, at flestu uppgávurnar høvdu verið landsuppgávur, og at kommunurnar bert høvdu fingið smáuppgávur at loysa í bygdini. Spurningurin hevði so verið, um tað so ikki mundi verið skilabetri at tikið kommunuskipanina av, og latið áhugafeløg tikið sær av teimum smáuppgávum, ið tá vóru eftir.

    Men hetta er ikki ætlanin. Ynskiligt er at styrkja tað kommunala sjálvstýrið við at fáa færri og størri kommunueindir, so at tær ikki bert megna at loysa tær uppgávur, tær nú hava, men at tær harumframt eisini verða førar fyri at átaka sær nýggjar uppgávur, sum tær ikki megna at átaka sær í verandi líki.

    Við øðrum orðum, so eru kommunusamanleggingar fortreytin fyri einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti. Tí er ásetingin um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti eisini í andsøgn við kommunusamanlegging, um so er, at kommunurnar ikki sjálvbodnar ynskja at leggja saman.

    Niðurstøðan hjá Kommununevndini er tí tann, at meginreglan um sjálvbodna samanlegging má vera tíðaravmarkað, og at kommunurnar fáa eitt ávíst tíðarskeið til sjálvbodnar at leggja saman. Men um kommunurnar ikki hava lagt saman, tá ið tíðarskeiðið er farið, verður neyðugt at leggja tær saman við lóg.

    Kommununevndin mælir til, at tíðaravmarkingin fyri sjálvbodna kommunusamanlegging í teimum eindum, sum Kommununevndin vísir á, verður sett til ár 2002.

    Kommununevndin mælir staðiliga til, at kommunurnar nýta hetta avmarkaða tíðarbilið til sjálvbodna samanlegging. Tær kunnu í sjálvbodnari samanlegging sjálvar seta treytirnar, hvussu lagt verður saman, og kommunurnar í økinum eiga í felag at gera eina útbyggingarætlan fyri ta stóru, kommunalu eindina.

    Um kommunurnar ikki sjálvbodnar leggja saman, verður tað landsstýrið, ið fer at áseta samanleggingartreytirnar.

    Tað verður tí avgjørt ein fyrimunur fyri kommunurnar, um tær vilja nýta hetta høvið fram til valið í 2002, s. kapittul 11, til sjálvbodna samanlegging, so at tær sjálvar eru við at seta treytirnar fyri samanleggingini. Á henda hátt ber til hjá teimum at sýna ans og fyrilit fyri serligum viðurskiftum, sum júst eru galdandi í teirra øki, eins og til ber at leggja serligan dent á onnur viðurskifti.

    Í arbeiðssetninginum verður álagt Kommununevndini at koma við tilmæli um møguligar serskipanir viðvíkjandi útoyggjunum og møguligar serskipanir fyri tey smáu bygdasamfeløgini.

    Nevndin skilur henda setning sín soleiðis, at í sjálvari tí nýggju kommunuskipanini skulu møguligar serskipanir vera og ikki, at útoyggjarnar t.d. skulu fáa eina serskipan, sum er óheft av einum nýggjum kommunubýti. Kommununevndin heldur tað ikki vera skilagott at arbeiða við tveimum javnsettum skipanum í einum nýggjum kommunubygnaði. Hetta ger umsitingina nógvar ferðir torførari og dýrari. Í einum so lítlum samfelagi er tað eisini burtur úr vón og viti at hava ymiskar skipanir.

    Sambært arbeiðssetninginum skal nevndin koma við tilmæli um tær uppgávur, ið hóskandi kunnu umsitast av kommunalu eindunum við støði í einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

    Stavnhaldið sum Kommununevndin hevur sett at miða seg eftir er hetta, at kommunurnar eru javnsettar í mun til lóggávuna og stýring frá landinum. Avleiðingin av hesum er, at uppgávubýtið millum land og kommunur verður treytað av minsta felagsnevnaranum, so at eingin kommuna fær aðrar uppgávur enn tær, sum tann minsta eindin í skipanini er før fyri at fyrisita. Atvoldin til hetta er tann áður nevnda, at í einum so lítlum samfelagi verður tað hildið skilaleyst at hava fleiri javnsettar skipanir, so at hvør einstøk kommuna hevur ymiskar uppgávur at loysa.

    Kommununevndin vil eisini gera vart við, at hon heldur tað ikki vera skynsamt at hava eina tríbýtta skipan, sum vit t.d. síggja í Danmørk og Noregi, har stýringin er lutað sundur á tann hátt, at staturin hevur landsupggávur um hendi, amt/fylki veita tænastur við størri veitingarøki enn ein kommuna, og eftir eru so kommunurnar. Føroyar eru, sum longu nevnt, alt ov lítlar at hava tílíka stýring og umsiting.

     

    1.3 Álitið í mun til verkætlanina

    Kommununevndin gav í september 1996 út eina verkætlan fyri arbeiðið hjá Kommununevndini. Í verkætlanini verður nomið við, at nevndararbeiðið er lutað sundur í tríggjar tættir.

     

    Táttur I er ein útgreining av verandi kommunuskipan. Í verkætlanini er hesin táttur býttur sundur í trý, nevnliga:

  • · uppgávu- og ábyrgdarbýtið ­ lógargrundarlagið undir virkseminum hjá kommununum
  • · lýsing av kommununum ­ lýsingar av einstøku kommununum og
  • · áhugabólkar hjá kommununum ­ fatanin hjá landsfyrisitingini o.ø. av kommununum
  •  

    Kommununevndin hevur mestsum rokkið sínum ætlanum um uppgávu- og ábyrgdarbýtið og um kommunufrágreiðingarnar. Ætlanin var tó at gera meira burtur úr áhugabólkunum hjá kommununum; men nevndin má tó ásanna, at stundir hava ikki verið at fara so nágreiniliga til verka á hesum øki. Ætlanin var eisini at seta ein hoyringsbólk, tá ið nevndin var liðug við fyrsta tátt. Nevndin gjørdi tó av á fundi 23. september 1997, at hetta ikki var neyðugt, tí tað snúði seg í grundini um sannroyndir (fakta).

     

    Táttur II er kommunala nýskipanin. Í verkætlanini er hesin táttur býttur sundur í fýra, nevnliga:

  • · kommunuskipanir ­ ástøði um kommunuskipanir o.a.
  • · samanleggingar í øðrum londum ­ lýsingar av skipanunum, royndir o.a.
  • · uppgávu- og ábyrgdarbýti ­ uppskot um eitt nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti, onnur formlig viðurskifti o.a. og
  • · kommunubýti ­ uppskot um nýtt kommunubýti
  •  

    Partarnir um kommunuskipanir og samanleggingar í øðrum londum eru ikki beinleiðis til skjals í sjálvum álitinum. Kommununevndin hevur nomið sær kunnleika um ástøðið á kommunuøkinum; men hon hevur tó bert tikið teir partar av hesum ástøði við í sjálvt álitið, sum hon helt vera neyðugar. Nevndin valdi hesa mannagongd, so álitið skuldi verða lættari at lesa. Harafturímóti hevur Kommununevndin ikki í sjálvum álitinum greitt frá samanleggingunum í øðrum londum v.m., og er orsøkin í høvuðsheitum tann, at stundir hava ikki verið til tess. Men Kommununevndin hevur tó bæði við lesnaði og gjøgnum kunningarferðina í grannalondum okkara nomið sær nógva vitan og virðismiklan kunnleika, sum uppskotið eisini óbeinleiðis ber brá av.

    Harafturímóti eru ætlanirnar um partarnar um uppgávu- og ábyrgdarbýtið og kommunubýtið í Tátti II náddar í álitinum.

     

    Táttur III snýr seg um verksetanina. Í verkætlanini er hesin táttur býttur sundur í tvey, nevnliga:

  • · verksetan
  • · lógarfyrireikandi arbeiði
  •  

    Hesin tátturin liggur uttanfyri sjálvt arbeiði hjá Kommununevndini. Men harafturímóti hevur Kommununevndin í Tátti II í álitinum gjørt uppskot um eina verksetanarætlan, sum lýsir, hvussu tann nýggja skipanin kann verða sett í verk.

    Ætlanin var í sjálvari verksetanarætlanini at nema við tær fyrisitingarligu og búskaparligu avleiðingarnar, ið stóðust av hesum tilmæli. Hetta er ikki gjørt; men ístaðin ber allur Táttur II brá av hesum avleiðingum, tó at tær eru ikki so ítøkiligar. Orsøkin til tess er tann, at tað er trupult at meta um tær ítøkuligu fyrisitingarligu og búskaparligu avleiðingarnar, tí tær eru treytaðar av samráðingarúrslitinum millum land og kommunur um tað endaliga uppgávubtið. Tí hevur Kommununevndin ikki lagt so stóran dent á hetta. Tó skal verða viðmerkt, at umsitingarliga verður avleiðingin av álitinum tann, at ein partur av landsumsitingini verður fluttur til kommunuumsitingina. Tessvegna verður landsumsitingin bíligari og kommunuumsitingin dýrari. Tó heldur nevndin ikki, at landsumsitingin fer at minka líka nógv, sum kommunuumsitingin fer at vaksa.

    [Bakka] - [Næsti partur]

    [HEIM]