Hjúnalagslóg

 

111  Uppskot til  ríkislógartilmćli um at seta í gildi fyri Fřroyar "Anordning om ikrafttrćden for Fćrřerne af lov om ćgteskabs indgĺelse og oplřsning"

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Álit
D. 2. viđgerđ
E. 3. viđgerđ

Ár 1999, 5. mars, legđi Hřgni Hoydal, landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

Uppskot
til
ríkislógartilmćli um at seta í gildi fyri Fřroyar "Anordning om ikrafttrćden for Fćrřerne af lov om ćgteskabs indgĺelse og oplřsning"

Mćlt verđur ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Fřroyar hjálagda uppskot til "Anordning om ikrafttrćden for Fćrřerne af lov om ćgteskabs indgĺelse og oplřsning".

Viđmerkingar
Á vári 1993 heitti landsstýriđ á ríkismyndugleikarnar um at skipa soleiđis fyri, at familjurćttarliga lóggávan varđ dagfřrd.

Lřgmansskrivstovan hevur viđ skrivi, dagfest 2. juli 1998, frá Ríkisumbođsmanninum fingiđ uppskot lřgmálaráđsins til kongliga fyriskipan um ígildissetan fyri Fřroyar av "lov om ćgteskabs indgĺelse og oplřsning" (hjúnabandslógin).

Lřgmálaráđiđ sigur í skrivi, dagfest 24. juni 1998, at arbeiđiđ viđ at dagfřra alla familjurćttarligu lóggávuna er víttfevnandi og krevur nógva arbeiđsorku, og verđur tí einans í fyrsta umfari uppskot til fyriskipan um ígildissetan av hjúnabandslógini lagt fyri heimastýriđ.

Galdandi hjúnabandslóg er frá 1922, og er hon ikki stórvegis broytt síđan, međan tađ sama ikki er galdandi í Danmark. Hetta hevur fřrt viđ sćr, at tađ nú er stórur munur á rćttarstřđuni. Ríkisumbođiđ hevur bođađ frá, at viđskiftafólkini eru ónřgd viđ hesa střđu, og hava ilt viđ at skilja, at fřroysku reglurnar, bćđi viđvíkjandi innihaldinum í reglunum, og hvussu málsviđgerđin verđur framd, "ikki fylgja viđ tíđini".

Ígildissetan av nýggju hjúnabandslógini er sostatt fyrsta stigiđ móti, at řll tann familjurćttarliga lóggávan verđur dagfřrd, og tćr lógirnar, sum íresta, eru rćttarvirknađarlógin, myndugleikalógin, barnalógin og ćttleiđingarlógin.

Hjálagt er uppskotiđ til fyriskipan (skjal 1), skjaliđ vísir galdandi lóg og nýggja uppskotiđ (skjal 2), skriv lřgmálaráđsins dagfest 24. juni 1998 (skjal 3) og skriv frá Ríkisumbođsmanninum, dagfest 11. august 1998, viđ notati viđvíkjandi uppskotinum til fyriskipan (skjal 4).

Viđmerkingar til tćr einstřku greinarnar
(
Kapittul 1 (§´irnar 1-5) um trúlovilsi, sum eru í galdandi lóg, verđa ikki tiknar viđ í nýggja uppskotinum.)

Kapittul 1 í nýggja uppskotinum er um hjúnabandstreytirnar, og eru tađ nakrar ásetingar í galdandi lóg, iđ ikki eru viđ í nýggja uppskotinum. Strikađ er reglan um, at persónur viđ ymiskum brekum ikki kann giftast uttan loyvi frá lřgmálaráđharranum (§10), og reglan um, at persónur, iđ hevur smittandi kynssjúku, bert kann giftast undir ávísum treytum (§11). Heldur ikki er viđ reglan um kćrufreist, tá hjúnaband er upployst viđ dómi (§15), og reglan um at kvinna, sum hevur veriđ gift, ikki kann giftast aftur fyrr enn 10 mánađir eftir, at fyrra giftan er endađ, uttan so, at hon ikki er viđ barn frá tíđini, áđrenn giftan endađi, ella 10 mánađir eru farnir frá tí, at samlíviđ viđ mannin endađi (§16). Heldur ikki er í uppskotinum áseting um, at um partarnir ikki hoyra til sama trúđarsamfelag, so skal střđa takast til, í hvřrjari trúgv břrnini í hjúnabandinum skulu uppalast (§18).

§ 1 ásetir, at um persónur er undir 18 ár, má Ríkisumbođsmađurin geva loyvi til giftarmál. Sambćrt galdani lóg verđur hetta gjřrt viđ kongabrćvi, men er ásetingin í uppskotinum tó stađfesting av galdandi praksis.

§ 2 sigur, at loyvi krevst frá foreldrunum til giftarmál, um persónurin er undir 18 ár. §´in er so at siga óbroytt.

§ 3 ásetir, at persónur, iđ er ómynduggjřrdur, ikki kann giftast uttan samtykki verjans. Henda §’in er óbroytt.

§ 4 sigur, at um loyvi verđur noktađ, kann Ríkisumbođsmađurin, fyrr háyvirvaldiđ, geva loyvi.

§ 5 sigur, at skyldfólk i beinari linju og systkin ikki kunnu giftast. §´in er óbroytt.

§ 6 setir forbođ móti, at persónar giftast, har annar hevur veriđ giftur viđ skyldfólki hjá hinum í beinari linju, uttan so, at loyvi fćst frá Ríkisumbođsmanninum.

§ 7 setir forbođ móti, at adoptivbarn og adoptantur verđa gift. Henda § er ikki í galdandi lóg.

§ 8 sigur, at persónur, sum fyrr hevur veriđ giftur, ikki kann giftast aftur, so leingi fyrra giftan varir. §´in er óbroytt.

§ 9 ásetir, at perónur, sum hevur veriđ giftur, ikki kann giftast aftur, fyrr enn alment skifti er byrjađ ella privat skifti er endađ. Hetta er tó ikki galdandi, um als eingin ognarfelagsskapur var millum hjúnini, ella frítřka fyri skifti hevur serstaka heimild. Somuleiđis kann Ríkisumbođiđ geva undantak. §´in er broytt í mun til galdandi lóg, og kann nú ikki longur verđa ásett tí hjúnafelagnum, iđ hevur framt hjúnabandsbrot, ein freist fyri, nćr hann kann giftast aftur.

§ 10 sigur, at hvřr av přrtunum skal upplýsa, um hann hevur ella vćntar barn viđ řđrum manni ella kvinnu, og fevnir upplýsingarskyldan eisini um adoptivbřrn. §´in er ikki í galdandi lóg.

(Kapittul 3 og kapittul 4 í galdandi lóg eru um lýsing og um vígslu. Hesar reglurnar verđa í nógvum fřrum strikađar ella gjřrdar einfaldari.)

Kapittul 2 í uppskotinum er um kanning av hjúnabandstreytunum og um vígslu. Sambćrt galdandi lóg er tađ landfútin, iđ fremur borgarliga vígslu, međan tađ eftir nýggja uppskotinum er formađurin í kommunustýrinum. Annars verđa reglurnar um lýsing og kanning av hjúnabandstreytunum gjřrdar einfaldari.

§ 11 sigur, at áđrenn giftarmál skal stađfestast, at hjúnabandstreytirnar eru í lagi. Lřgmálaráđharrin ásetir nćrri treytir um hetta.

§ 12 sigur, at kanningin av hjúnabandstreytunum verđur framd av prestinum ella formanninum í kommunustýrinum, og kann presturin heimila kateketinum at fremja kanningina sína vegna. Sambćrt stk. 2 verđur kanningin framd har, sum partarnir búgva, og um eingin býr í Fřroyum, verđur kanningin gjřrd har, sum annar parturin uppiheldur sćr. Sambćrt stk. 3 kann lřgmálaráđharrin áseta gjald fyri umseting av skjřlum og til tolk.

§ 13 ásetir, at um partarnir ynskja tađ, kann verđa lýst viđ kunngering frá prćdikustólinum, og verđa reglur um hetta ásettar av kirkjumálaráđharranum.

§ 14 ásetir, at vígslan kann vera kirkjulig ella borgarlig. Hjún, iđ eru borgaliga vígd, kunnu fáa hjúnalagiđ kirkjuliga vćlsignađ av einum presti í fólkakirkjuni. Reglur um hetta verđa ásettar av kirkjumálaráđharranum.

§ 15 ásetir, at innan fókakirkjuna fremja prestarnir í fólkakirkjuni vígsluna, og at kirkjumálaráđharrin ásetir nćrri reglur um, hvřrjir prestar í fólkakirkjuni kunnu víga, og í hvřrjum fřrum teir hava skyldu til tess. Í stk. 2 verđur ásett, at kirkjulig vígsla innan onnur trúarsamfelag verđur framd av prestum, iđ verđa heimilađir til tess av kirkjumálaráđharranum.

§ 16 sigur, at řll kunnu verđa borgarliga vígd, og at formađurin í kommunustýrinum fremur vígsluna. Formađurin kann heimila řđrum sína vegna at fremja vígsluna.

§ 17 sigur, at vígslan ikki kann verđa framd, fyrr enn ein av teimum myndugleikum, iđ nevndir eru í § 12, hava váttađ, at hjúnabandstreytirnar eru loknar. Undantak kann tó verđa gjřrt, um t.d. sjúka ella ađrar umstřđur gera, at vígslan annars ikki kann fara fram. Vígsla kann tó ongantíđ verđa framd, um vígslumyndugleikin kennir til, at hjúnabandstreytirnar ikki eru loknar.

§ 18 sigur, at í minsta lagi tvey vitnir skulu vera til stađar, og at partarnir samstundis skulu vera til stađar og bođa frá, at teir vilja giftast. Vígslumyndugleikin skal so gera kunnugt, at tey eru hjún. Reglurnar um, hvussu fram skal farast í sambandi viđ kirkjuliga og borgarliga vígslu, verđa ásettar av ávíkavist kirkjumálaráđharranum og lřgmálaráđharranum, og kann lřgmálaráđharrin áseta reglur um gjald fyri tolk undir vígsluni, tá eingin av přrtunum er búsitandi í ríkinum.

§ 19 sigur, at ein vígsla einans hevur gildi, um hon fer fram fyri einum myndugleika, sum sambćrt lógini hevur heimild at víga, og tá treytirnar í § 18 eru loknar. Er vígslan ikki gyldug eftir hesum, kann lřgmálaráđharrin undir serligum umstřđum góđkenna hana.

§ 20 sigur, at kirkjumálaráđharrin kann áseta reglur um hřviđ hjá fřroyskum og donskum prestum at fremja vígslu uttanlands. Í upprunaliga uppskotinum frá lřgmálaráđnum stóđ einans donskum, men er nú eisini sett inn fřroyskum. Uttanríkismálaráđharrin kann áseta reglur um hřvi hjá diplomatiskum og konsulerum tćnastumonnum at fremja vígslu uttanlands. Lógarinnar reglur um hjúnabandstreytirnar og vígslu verđa at nýta á hesar vígslur, og kanningin av hjúnabandstreytunum kann verđa framd av teimum tćnastumonnum, sum uttanríkismálaráđharrin hevur heimilađ til tess.

Kapittul 3 er um ógildan av hjúnabandi, og eru reglurnar ikki stórvegis broyttar, men orđingin nútímansgjřrd.

§ 21 sigur, at hjúnaband í ávísum fřrum verđur ógildađ viđ dómi, og eru ásetingarnar annars nřkulunda tćr somu sum í § 42 í galdandi lóg.

§ 22 ásetir, at umframt í teimum fřrum, sum nevnd eru í § 21, kann hjúnaband verđa ógildađ viđ dómi eftir pástandi frá tí eina hjúnafelagnum, tađ kann t.d. vera, um hesin varđ tvungin at giftast.

§ 23 sigur, at ógildan hevur sama rćttarvirknađ sum hjúnaskilnađur, og verđur eisini ásett, at um ognarbýtiđ eru reglurnar i § 69 í skiftilógini galdandi.

§ 24 sigur, at tann hjúnafelagin, sum ikki kendi til grundirnar fyri ógildan, í ávísum fřrum kann fáa endurgjald.

§ 25 ásetir reglur um ógildan, tá ein av přrtunum í einum hjúnalagi, sum kundi ógildast, doyr.

§ 26 sigur, at um ein hjúnafelagi, sum er giftur í stríđ viđ § 8, doyr, innan hjúnabandiđ er ógildađ, so eigur hjúnafelagin í fyrstu giftuni tann rćtt móti triđjamanni til endurgjald, pensjón ella annan fíggjarligan ágóđa, sum viđ deyđa tilkemur einum eftirsitandi hjúnafelaga, um ikki annađ framgongur av umstřđunum.

Kapittul 4 er um separatión og hjúnaskilnađ. Í galdandi lóg eru hesar reglurnar í kapittul 6. Reglurnar eru í uppskotinum einklari enn í galdandi lóg, og kravd meklan, sum hevur giviđ nógvar praktiskar trupulleikar, gongur út. Reglurnar í galdandi lóg um, at hjúnaskilnađur kann verđa givin eftir 1˝ ella 2˝ árs separatión, alt eftir um partarnir eru samdir um hjúnaskilnađ, verđa styttar til ˝ ella 1 ár.

§ 27 sigur, at ein hjúnafelagi, iđ ikki metir seg at kunna halda áfram viđ samlívinum, hevur rćtt til separatión.

§ 28 sigur, at um hjúnafelagarnir taka uppaftur ella halda áfram viđ samlívinum, so fellur avleiđingin av separatiónini burtur.

§ 29 sigur, at ein hjúnafelagi hevur rćtt til hjúnaskilnađ eftir 1 árs separatión, og um hjúnafelagarnir eru samdir, so hava teir rćtt til hjúnaskilnađ eftir 6 mánađa separaratión.

§ 30 sigur, at hjúnafelagar hava rćtt til hjúnaskilnađ, tá teir vegna ósemju hava livađ sundurskild seinastu 2 árini.

§ 31 sigur, at hjúnafelagi hevur rćtt til hjúnaskilnađ, tá hin hjúnafelagin hevur veriđ ótrúgvur ella líknandi. Hetta er tó ikki galdandi, um hetta er fariđ fram, međan hjúnafelagarnir vóru separerađir.

§ 32 sigur, at ein hjúnafelagi hevur rćtt til hjúnaskilnađ, tá hin hjúnafelagin hevur framt grovan harđskap móti honum ella břrnunum.

§ 33 sigur, at ein hjúnafelagiđ hevur rćtt til hjúnaskilnađ, tá hin hjúnafelagin hevur gift seg aftur í stríđ viđ § 8.

§ 34 sigur, at separatión og hjúnaskilnađur verđur givin viđ dómi ella skilnađarloyvi, og verđur loyvi einans giviđ, um ávísar treytir eru loknar.

§ 35 sigur, at um báđir partar ynskja tađ, kann presturin royna at fáa partarnar at semjast. Reglur um hetta verđa ásettar av kirkjumálaráđharranum eftir samráđing viđ lřgmálaráđharran, og kann lřgmálaráđharrin áseta reglur um ókravda ráđgeving av hjúnafelagum, innan separatión ella hjúnaskilnađur verđur veittur.

§ 36 sigur, at innan loyvi til separartión ella hjúnaskilnađ verđur giviđ, skal samráđast um treytirnar, men í ávísum fřri er samráđing ikki neyđug. Eisini verđur sagt, at lřgmálaráđharrin setir nćrri reglur, og kann hann áseta, at um annar hjúnafelagin ikki býr í Fřroyum, so fellur samráđing burtur.

Kapitul 5 er um separatións og hjúnaskilnađartreytir og broyting í treytum v.m. Viđvíkjandi foreldramyndugleika verđur víst til myndugleikalógina, og í galdandi myndugleikalóg er eingin mřguleiki fyri felags foreldramyndugleika. Í uppskotinum frá lřgmálaráđnum var ein grein, sum segđi, at reglurnar í leigulógini um rćttin hjá einum hjúnafelaga at halda áfram at leiga felags íbúđ skuldi galda. Ongar slíkar reglur eru í fřroysku leigulógini, og verđur henda regla tískil ikki tikin viđ í uppskotinum.

§ 37 sigur, at tćr treytir, iđ verđa ásettar viđ einum dómi til separatión, eisini eru galdandi eftir ein hjúnaskilnađ, fingin viđ střđi í separatiónini. Viđvíkjandi uppihaldsskyldu kann tó viđ separatiónsdóminum verđa tikin onnur avgerđ.

§ 38 sigur, at um foreldramyndugleikan yvir břrnunum í sambandi viđ separartión ella hjúnaskilnađ eru reglurnar í myndugleikalógini galdandi.

§ 39 sigur, at í sambandi viđ separatión og hjúnaskilnađ skal avgerđ verđa tikin, um ein hjúnafelagi skal hava skyldu til at rinda uppihaldspening til hin hjúnafelagan.

§ 40 sigur, at um hjúnafelagarnir ikki sjálvir gera avtalu um hetta, so tekur rćtturin střđu til spurningin um uppihaldsskylduna, heruppií hvussu leingi skyldan skal standa viđ, međan Ríkisumbođsmađurin ásetir upphćddina. Um ikki serligar umstřđur gera seg galdandi, kann rćtturin í mesta lagi áleggja uppihaldsskyldu í 10 ár. Ásett verđur eisini, hvřrji fyrilit skulu takast í sambandi viđ avgerđ um uppihaldsskyldu.

§ 41 ásetir, at uppihaldsskyldan fellur burtur, um hjúnafelagin verđur uppafturgiftur ella doyr.

§ 42 sigur, at ein avtala millum hjúnafelagarnar um uppihaldsskyldu ella um střddina, kann verđa broytt viđ dómi , um umstřđurnar eru nógv broyttar.

§ 43 sigur, at ein dómsavgerđ um uppihaldsskyldu kann verđa broytt viđ dómi, um umstřđurnar eru nógv broyttar, og at Ríkisumbođsmađurin, um umstřđurnar tala fyri tí, kann broyta eina avgerđ um střddina á uppihaldspeninginum, sum hann hevur tikiđ.

§ 44 sigur, at um rćttin til hjúnafelagapensjón eftir hjúnaskilnađ eru serligu reglurnar í lóggávuni galdandi.

§ 45 sigur, at um ein hjúnafelagi hevur havt serogn, kann undir ávísum umstřđum verđa gjřrt av viđ dóminum til separatión ella hjúnaskilnađ, at tann eini hjúnafelagin skal lata hinum eina upphćdd fyri at tryggja, at hesin ikki fíggjarliga verđur órímiliga illa fyri. Sama er galdandi viđvíkjandi rćttindum, iđ ikki kunnu avhendast, ella annars eru av persónligum slagi, og sum ikki ganga inn í býtiđ.

§ 46 sigur, at um hjúnafelagarnir hava gjřrt avtalu um býti av ogn, uppihaldsskyldu ella ađrar treytir, so kann avtalan viđ dómi verđa broytt ella gjřrd óbindandi, um hon verđur mett órímilig fyri tann eina hjúnafelagan.

Kapittul 6 er um gildiskomu v.m. Tađ verđur viđ teimum ásettu skiftisreglunum í stóran mun mřguligt at koma inn undir tćr nýggju reglurnar. Gildiskomudagurin verđur ásettur viđ so langari freist, at tćr kunngerđir, iđ hoyra til lógina, kunnu vera klárar viđ gildiskomuna.

1. viđgerđ 11. mars 1999. Máliđ beint í rćttarnevndina, sum 8. apríl 1999 legđi fram soljóđandi

Álit

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 5. mars 1999, og eftir 1. viđgerđ tann 11. mars 1999 er tađ beint rćttarnevndini.

Rćttarnevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundum 18., 22., 31. mars og 8. apríl 1999 og hevur undir viđgerđini havt fund viđ landfútan, ríkisumbođsmannin, biskup og umbođ fyri prestafelagiđ.

Nevndin heldur, at tann, sum fremur hjúnavígslu, skal, uttan at nakar ivi kann verđa settur um tađ, vera fřrur fyri:

- at eftirkanna, at lógarásettu hjúnalagstreytirnar hjá komandi hjúnunum eru uppfyltar og í lagi,
- at skipa fyri hjúnavígsluni undir virđiligum křrmum og eftir einari mannagongd, sum lýkur lógarásettu treytirnar, og
- at frábođa rřttu myndugleikunum, at vígslan er farin fram, og annars goyma skjalprógv fyri, at vígslan er farin gilduga fram sbr. galdandi lóggávu.

Prestarnir í fólkakirkjuni, fútin og sýslumennininir hava í nógv ár í verki víst, at teir lúka hesar treytir, uttan at nakar ivi hevur veriđ settur um tađ. Nevndin mćlir tí til, at teir framhaldandi varđveita vígslumyndugleikan.

Fútin og sýslumenninir hava rřkt embćtisskyldu sína vćl, síđan hjúnalagslógin frá 1922 fekk gildi í Fřroyum 1. juli 1923, og nevndin sćr tí onga grund til at taka vígslumyndugleikan frá hesum embćtum. Hesi embćtini hava heldur ikki sjálvi sett fram ynski um, at tey ikki longur skulu hava henda myndugleika. Harumframt heldur nevndin, at tađ er av týdningi, at hesir politimyndugleikar eisini í onkrum fřrum rřkja vanligar borgarligar uppgávur soleiđis, at borgararnir ikki bara hava samband viđ hesar stovnar, tá iđ umrćđur innheintingar, lógabrot, skifti ella vanlukkur. Harumframt kann tađ í fřrum verđa so, at sýslumansembćti er tann borgaraligi vígslumyndugleikin, sum liggur nćstur.

Í uppskotinum verđur skotiđ upp, at allir kommunustýrisformenn, og teir, sum teir heimilađ til tess, kommunurnar vegna, fáa heimild til at fremja borgaraligar vígslur. Kommunurnar í Fřroyum eru smáar, og hartil koma borgaraligar vígslur ikki eins ofta fyri og kirkjuligar vígslur, og tí verđur tađ sera sjáldan, at vígsla kemur fyri í smáu kommununum, sum aloftast ikki hava eina nřktandi umsiting. Nevndin heldur tí ikki, at hesar kommunur hava tann neyđuga fřrleikan at eftirkanna, um hjúnalagstreytirnar eru í lagi, og mćlir tí til, at bara kommunur viđ býráđsformonnum fáa vígslumyndugleika.

Orđingina av § 15 stk. 2 hevur nevndin umhugsađ gjřlla. Sagt er nevndini, at kirkjumálaráđiđ eftir teirri orđing, sum greinin hevur, bara loyvir fólki innan ađrar kirkjuligar samkomur enn fólkakirkjuni at fremja vígslur, um hesar treytir eru uppfyltar:

Eftir orđingini av § 15, stk. 2 verđur tí helst ringt hjá nřkrum presti ella tílíkum innan ađra samkomu enn fólkakirkjuna at fáa vígslugóđkenning, tá onkur střk verđur undantikin. Nevndin hevur tí umrřtt, um § 15, stk. 2 kundi fingiđ eina řđrvísi orđing enn í uppskotinum, so tćr střrstu samkomurnar í Fřroyum kundu fingiđ vígslumyndugleika. Men nevndin heldur, tađ ikki vera rćtt at sleppa kravinum um, at samkoman skal hava ein limalista og eina ávísa střdd. Limalistan, tí at heilt greitt má vera, at tann, sum fremur vígsluna, umbođar nřkur ávís fólk í eini ávísari samkomu. Střddina, tí at fřrleiki má vera at eftirkanna hjúnalagstreytirnar, og til eina og hvřrja tíđ seinni verđa fřrur fyri at vátta vígsluna.

Nevndin hevur umhugsađ spurningin, um tađ er rćtt at taka av skyldubundnu sáttarroyndarskipanina og gera hana valfría. Upplýst er undir viđgerđini av málinum, at sáttarroyndin eftir galdandi lóggávu kemur ov seint inn í myndina. Hjúnini hava longu endaliga gjřrt av at fara hvřr til sítt, og at sáttaroyndin skal vera tvungin, er vánaligt byrjunarstřđi. Eisini er nevndini upplýst, at tvungna sáttaroyndarskipanin ofta verđur nýtt av řđrum av hjúnunum at draga út skilnađarmáliđ uttan nakra ađra grund, enn at gera ónáđir. Nevndin er sannfřrd um, at sáttaroynd á ótvungnum grundarlagi sbr. uppskotinum § 35 fer at geva eins gott sáttarroyndarúrslit, sum á skyldubundnum grundarlagi.

Sum kunnugt, er prestur ikki hvřnn sunnudag í bygdakirkjunum, og tí er neyđugt, at hjúnalagslógin eisini veitir heimild til, at deknur av kórsgáttini lýsir fyri hjúnalagi.

Undir viđgerđini er nevndin vorđin sannfřrd um, at viđurskiftini í Fřroyum eru soleiđis háttađ, at rćttast er at varđveita galdandi hjúnalagslóg § 18 um, at um so er, at partarnir hoyra til hvřrt sítt trúarsamfelag, skulu tey vátta, hvřrji trúgv břrnini skulu uppalast í.

Prestafelagiđ hevur víst á, at umráđandi er, at vígslan, bćđi kirkjulig og borgaralig, eigur at fara fram undir virđiligum umstřđum, og skjýtur nevndin tí upp, at lógarásett verđur, á hvřrjum střđum vígslan kann fara fram, og at undantaksloyvi frá hesum bara kann fáast á einum stađi, fyri kirkjuligar vígslur frá biskupi, og fyri borgaraligar vígslur frá ríkisumbođnum.

Umbođiđ fyri prestafelagiđ hevur upplýst, at dagfřrd oyđublřđ ikki eru třk, tá iđ prestarnir skulu innskriva komandi hjún, og gongur nevndin út frá, at landsstýriđ syrgir fyri, at greiđa verđur fingin á hesum.

Ein samd nevnd setir tí fram soljóđandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í skjali 1 verđa gjřrdar hesar broytingar:

  1. Sum nýtt stk. 2 í § 10 verđur sett: " Nĺr personer, af hvilke den ene tilhřrer et trossamfund, hvortil den anden ikke hřrer, agter at indgĺ ćgteskab, skal de trćffe bestemmelse om, i hvilken tro břrnene af ćgteskabet skal opdrages, hvilket skal vćre enten folkekirkens eller en af parternes tro."
  2. § 12, stk. 1 verđur orđađ soleiđis " Prřvelse af ćgteskabsbetingelserne foretages af prćsten, landfogeden, sysselmanden eller af byrĺdsformanden."
  3. Í § 13 verđur aftaná orđini "fra prćdikestolen" sett "af prćsten, eller fra kordřren af degnen pĺ prćstens vegne"
  4. § 16 verđur orđađ soleiđis:
    " § 16. Adgang til at blive borgerlig viet stĺr ĺben for alle. Vielsen foretages af landfogeden, sysselmanden eller byrĺdsformanden.
    Stk. 2. De i stk. 1 nćvnte personer kan bemyndige en eller flere personer til pĺ sit ansvar at foretage vielse."
  5. Í § 18 verđur stk. 1 orđađ soleiđis: "Vielsen skal foregĺ i overvćrelse af mindst to vidner i kirke, prćstegĺrd eller vielsesmyndighedens embedslokaler. Biskoppen eller Rigsombudsmanden kan tillade, at en vielse foretages et andet sted."


Ein minniluti
(Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen og Rúna Sivertsen) heldur, at ikki er rćtt at strika § 30 í galdandi lóg, sum ásetir, í hvřnn mun prestar hava loyvi til at siga nei at víga, og setir samsvarandi hesum fram soljóđandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í skjali 1 verđur gjřrd henda broyting:

§ 15, stk. 1 verđur orđađ soleiđis:"Kirkelig vielse inden for folkekirken foretages af dennes prćster. Kirkeministeren fastsćtter regler om, hvilke prćster i folkekirken, der kan foretage vielser. En prćst i folkekirken er kun pligtig at foretage en vielse, sĺfremt begge brudefolkene hřrer til folkekirken, og en af dem derhos er medlem af hans menighed. Prćsten kan dog nćgte at vie en fraskilt. Mener han i řvrigt af religiřse grunde ikke at kunne eller burde foretage en vielse, skal han forelćgge biskoppen sagen; denne afgřr da efter en undersřgelse af samtlige sagens omstćndigheder, om den paagćldende prćst břr fritages for at foretage vielsen. – Tilsvarende regler gćlder med hensyn til en prćsts pligt til at foretage lysning ved kundgřrelse fra prćdikestolen."

 

2. viđgerđ 13. apríl 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í rćttarnevndini, Sámal Petur í Grund, Alfred Olsen, og Rúnu Sivertsen, til § 15 fall 14-1-16. Broytingaruppskot frá samdari rćttarnevnd til §§ 10, 12, 13, 16 og 18 samtykt 31-0-0. Máliđ soleiđis broytt samtykt 31-0-0. At máliđ soleiđis samtykt kann fara til 3. viđgerđ samtykt uttan atkvřđugreiđslu.

Á tingfundi 16. apríl 1999 lřgdu tingmenninir Sámal Petur í Grund, Tórbjřrn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Rúna Sivertsen, Eyđun Viderř, Alfred Olsen og Hans Pauli Strřm fram soljóđandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viđgerđ

Í skjali 1 verđa gjřrdar hesar broytingar:

  1. § 12, stk. 1, verđur orđađ soleiđis "Prřvelse af ćgteskabsbetingelserne foretages af prćsten, sysselmanden eller af byrĺdsformanden."
  2. § 16 verđur orđađ soleiđis:
    " § 16. Adgang til at blive borgerlig viet stĺr ĺben for alle. Vielsen foretages af sysselmanden eller byrĺdsformanden.
    Stk. 2. De i stk. 1 nćvnte personer kan bemyndige en eller flere personer til pĺ sit ansvar at foretage vielse."
  3. Í § 18 verđur stk. 1 orđađ soleiđis: "Vielsen skal foregĺ i overvćrelse af mindst to vidner. Kirkelig vielse foregĺr i kirken. Biskoppen kan give tilladelse til, at kirkelig vielse foretages et andet sted. Borgerlig vielse foregĺr i vielsesmyndighedens embedslokaler. Rigsombudsmanden kan give tilladelse til, at borgerlig vielse foretages et andet sted"

Viđmerking:
Fútaembćtiđ hevur í skrivi, dagfest 14. apríl 1999, til rćttarnevndina bođađ frá, at tađ ikki heldur, at landfútaembćtiđ eigur at verđa vígslumyndugleiki, tí at tíđin er farin frá hesi skipan, og tí at ikki er neyđugt ella gagnligt, at tveir borgarligir vísglumyndugleikar eru í Havn, fútin og býráđsformađurin.

Prestafelagiđ og Biskupur Fřroya hava í skrivum, dagfest 14. apríl 1999, til rćttarnevndina bođađ frá, at tađ ikki er rćtt at lógarfesta prestagarđin sum vanligan vígslustađ. Í prestagarđinum eigur vígslan bert at fara fram í undantaksfřrum.

Broytingaruppskotiđ gongur nevndu ynskjum á mřti. 

Á sama tingfundi 16. apríl 1999 lřgdu tingmenninir Sámal Petur í Grund, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Álvur Kirke fram soljóđandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viđgerđ

Í skjali 1 verđur gjřrd henda broyting:

Í § 15, stk. 1, verđur sett sum nýtt 3. pkt:

"En prćst kan dog altid nćgte at foretage en vielse, sĺfremt en af parterne er skilt og den tidligere ćgtefćlle lever" 

Viđmerking:
Uppskotsstillararnir meta tađ ikki vera rćtt, at samvitskufrćlsiđ hjá fřroysku prestunum, skal verđa avgjřrt av tí til eina og hvřrja tíđ sitandi danska kirkjumálaráđharra. 

Uppskotiđ hevur fyrimynd sína í norsku hjúnalagslógini § 13, stk. 2.

3. viđgerđ 16. apríl 1999. Broytingaruppskot til § 15 fall 9-5-15. Broytingaruppskot  til §§ 12, 16 og 18 samtykt 29-0-0. Uppskotiđ, sum samtykt viđ 2. viđgerđ og soleiđis broytt viđ 3. viđgerđ, endaliga samtykt 29-0-0. Máliđ avgreitt.

Landsstýrsins j.nr. 605-1/92