Landsroknskapurin 1999

 

62-8  Uppskot til  samtyktar at góškenna landsroknskapin fyri fķggjarįriš 1999

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. 2. višgerš

Įr 2001, 27. mars, lųgdu lųgtingsgrannskošararnir fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar

 

Vķsandi til nišanfyristandandi frįgreišing samtykkir Lųgtingiš at góškenna landsroknskapin (landsroknskapurin er ikki teldutųkur) fyri fķggjarįriš 1999.

Frįgreišing frį lųgtingsgrannskošarunum:

1. Inngangur

Sambęrt § 45, stk. 3, ķ stżrisskipanarlógini, skulu lųgtingsgrannskošararnir leggja fyri Lųgtingiš uppskot til samtyktar um góškenning av landsroknskapinum saman viš sķnum višmerkingum. Sambęrt § 45, stk. 2, skulu lųgtingsgrannskošararnir fara ķgjųgnum įrliga landsroknskapin og ansa eftir, at allar inntųkur landsins eru settar ķ roknskapin, og at ongin śtreišsla er goldin uttan heimild ķ fķggjarlógini ella ašrari jįttanarlóg.

Ķ lųgtingslóg nr. 25 frį 21. aprķl 1999 "um grannskošan av landsroknskapinum v.m." eru greiniligari reglur įsettar fyri arbeišinum hjį lųgtingsgrannskošarunum og fyri roknskapargrannskošanini, sum lųgtingsgrannskošararnir grunda sķtt arbeiši į. Grannskošanin skal ansa eftir, at roknskapurin er ręttur, og at tęr avgeršir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum jįttanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siši. Harafturat veršur ansaš eftir, at hóskandi er atboriš fķggjarliga ķ sambandi viš umsiting av ognum og višvķkjandi rakstri av teimum stovnum og tķ virksemi, roknskapurin fevnir um.

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš frįgreišingina frį 14. mars 2001 frį Landsgrannskošanini um grannskošan av landsroknskapinum, sum er lųgd viš sum fylgiskjal til hetta lųgtingsmįl. Lųgtingsgrannskošararnir hava eisini gjųgnumgingiš grannskošanarfrįgreišingar frį privatum grannskošarum, sum grannskoša partar av landsroknskapinum. Harafturat hava lųgtingsgrannskošararnir havt samskifti viš Landsstżriš um įvķs mįl.

Sambęrt § 45, stk. 1, ķ stżrisskipanarlógini, skal landsroknskapurin verša lagdur fyri Lųgtingiš til kunningar ķ seinasta lagi seks mįnašir eftir fķggjarįrslok. Ķ § 1 ķ lųgtingslóg nr. 33 frį 23. mars 1994 "um landsins almenna roknskaparhald v.m." er įsett, at landsroknskapurin ķ uppsetingini skal fylgja fķggjar- og eykajįttanarlógum fyri įriš, talan er um, og skal fevna um allar inntųkur og śtreišslur landsins farna fķggjarįr, aktiv og passiv landsins og broytingum hesum višvķkjandi ķ įrinum. Viš heimild ķ § 3 ķ lógini eru neyvari reglur fyri roknskaparhaldi landsins įsettar ķ kunngerš nr. 114 frį 22. august 1996.

Sambęrt § 11, stk. 3, ķ Ll. 25 frį 21. aprķl 1999 "um grannskošan av landsroknskapinum v.m.", letur landsstżrismašurin ķ seinasta lagi 6 mįnašir eftir fķggjarįrslok lųgtingsgrannskošarunum og Landsgrannskošanini frįgreišing um frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl. Ķ sambandi viš at landsroknskapurin fyri 1999 veršur lagdur fyri tingiš, hava lųgtingsgrannskošararnir heitt į Landsgrannskošanina um at gera eina frįgreišing um frįvik ķmillum jįttan og nżtslu fyri hvųrt mįlsųki, og taka viš višmerkingar og frįgreišingar frį landsstżrismanninum.

Ķ frįgreišingini frį Landsgrannskošanini veršur eisini kunnaš um śrslitiš av grannskošanini av ymsum stovnum, grunnum og skipanum į ymsum mįlsųkjum. Nišanfyri hava lųgtingsgrannskošararnir gjųrt sķnar višmerkingar, vķsandi til sķšutųl ķ hesi frįgreišing.

2. Lųgmansfyrisitingin og sjįlvstżrismįl v.m.

Vķsandi til s. 7 halda lųgtingsgrannskošararnir, at frįgreišingarnar um frįvik ķmillum jįttan og nżtslu eru nųktandi.

Śt frį einum heildarsjónarmiši halda lųgtingsgrannskošararnir taš ikki vera rętt, at einstųk stżri gera tęnastuavtalur, sum vķst veršur til į s. 8.

Vķsandi til s. 8 halda lųgtingsgrannskošararnir, at Lųgmansskrivstovan eigur at halda seg til įsetingarnar ķ jįttanarskipanini um leasing.

Į s. 9-11 veršur samsżning o.a. til landsstżrismenn umrųdd. Lųgtingsgrannskošararnir halda taš vera umrįšandi, at greišar reglur fyri kostnašarendurgjaldi verša įsettar.

3. Fķggjarmįl o.a.

Frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl
Meirnżtsla er į summum kontum. Vķsandi til s. 12 hevur landsstżrismašurin greitt frį orsųkunum, og at bųtt veršur um grundarlagiš fyri metingunum ķ framtķšini. Lųgtingsgrannskošararnir halda frįgreišingina vera nųktandi.

Vķsandi til s. 12-14 eru inntųkurnar samanlagt uml. 368 mió.kr. hęgri enn mett į fķggjarlógini. Lųgtingsgrannskošararnir halda, at ķ framtķšini eiga inntųkurnar at verša višgjųrdar jįttanarliga nakaš į sama hįtt sum "lógarbundnar jįttanir", soleišis at munandi frįvik ķ inntųkumetingunum ķ fķggjarįrinum verša lųgd fyri Lųgtingiš viš eykajįttanarlóg.

Višmerkingar ķ seinasta uppskoti til samtyktar
Ķ frįgreišingini ķ seinasta uppskoti til samtyktar umrųddu lųgtingsgrannskošararnir fleiri višurskifti, og nišanfyri veršur Lųgtingiš kunnaš um, hvat er hent ķ mįlunum.

Mįl, sum eru loyst:
Vķsandi til s. 17 hevur Fķggjarmįlastżriš 6. februar 2001 sent śt rundskriv um roknskaparreglugeršir. Sambęrt rundskrivinum skal roknskaparreglugeršin į ųllum stovnum verša góškend ķ seinasta lagi 1. september 2001. Lųgtingsgrannskošararnir fegnast um, at hesar reglur nś eru įsettar.

Landsroknskaparlógin kom ķ gildi 1. januar 1995, og lųgtingsgrannskošararnir harmast um, at taš skuldi taka meira enn 6 įr at gera reglurnar.

Mįl, sum ikki eru loyst:
Į s. 14-16 veršur fķggjarlógarmannagongdin umrųdd. Eitt afturvendandi ivamįl er, hvat skal viš į fķggjarlógina. Ķ hesum sambandi vilja lųgtingsgrannskošararnir vķsa į taš, sum veršur sagt ķ innganginum til jįttanarskipanina: "Fķggjarlógin er grundarlag undir virkseminum hjį landinum ķ einum fķggjarįri. Fķggjarlóg, fķggjarlógaruppseting, jįttanarslųg og višmerkingar eru tżšandi amboš hjį Lųgtinginum at stżra, įvirka og rašfesta śtreišslur og inntųkur landsins, og eru viš til at įseta, hvųrjar heimildir, skyldur og hvųrja įbyrgd ein landsstżrismašur hevur višvķkjandi umsiting av jįttanum. Fķggjarlógin er eisini ein tżšandi mišil til at kunna almenningin um politiskar avgeršir."

Ķ fleiri uppskotum til samtyktar hava lųgtingsgrannskošararnir vķst į taš skeiva ķ, at śtlįns- og stušulsvirksemi hjį fleiri almennum stovnum og grunnum ikki veršur tikiš viš į fķggjarlógina. Vandi er fyri, at taš kann avlaga og undirgrava fķggjarligu karmarnar, sum Lųgtingiš leggur viš įrligu fķggjarlógunum, og vandi er eisini fyri at missa tamarhaldiš į umsitingarśtreišslunum, tį stovnar hava mųguleika at fķggja sķtt virksemi uttan um fķggjarlógina. Tķ mį ansast eftir, at spurningurin, hvat skal viš į fķggjarlógina, ikki endar sum ein lųgfrųšiligur strķšsspurningur.

Flestu jįttanir į fķggjarlógini eru nettojįttanir. Lųgtingsgrannskošararnir halda, at ķ fleiri fųrum hevši veriš ręttast at jįtta inntųkur og śtreišslur hvųr sęr, tį talan er um stovnar, sum hava inntųkur ella gjųld, sum ikki beinleišis eru tengd at, hvussu stórt virksemiš hjį stovnunum er. Heitt veršur į landsstżrismannin, um eisini at taka henda spurning til višgeršar.

Į s. 16 veršur edv-trygdin į Fųroya Gjaldstovu nevnd, og vķst veršur į, at taš kann gerast eitt vandamįl, at taš almenna missir lyklapersónar į hesum ųki. Veikleikar ķ edv-trygdini veršur eisini umrųddir undir almannamįlum, fiskivinnumįlum og umsiting av skatti- og avgjųldum. Lųgtingsgrannskošararnir hava įšur vķst į, at Landsstżriš mį taka stųšu til, hvųrji ašalkrųv skulu setast landsstovnum višvķkjandi edv-trygd. Ķ rundskrivinum frį Fķggjarmįlastżrinum 6. februar 2001 um roknskaparreglugeršir eru nś įsett įvķs krųv į hesum ųki.

Į s. 19 verša ógreišu tryggingarvišurskiftini nevnd. Talan er um eitt mįl, sum Landsgrannskošanin gjųrdi vart viš ķ 1992, og ķ seinasta uppskoti til samtyktar fegnašust lųgtingsgrannskošararnir um, at landsstżrismašurin hevši ķtųkiligar ętlanir um at loysa mįliš. Sķšani hevur mįliš ligiš stilt, og fer ikki at verša tikiš uppaftur fyrr enn ķ heyst. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at mįliš nś hevur drigiš śt ķ skjótt 10 įr.

Į s. 20-26 er grannskošanin av fķggjarstųšuni umrųdd.

Į s. 20 veršur nomiš viš spurningin um, hvat skal viš į fķggjarstųšuna ķ landsroknskapinum. Hesin spurningur er ķ ein įvķsan mun tengdur at, hvat skal viš į fķggjarlógina, men fleiri almennir stovnar, grunnar og partafelųg skulu verša tiknir viš į fķggjarstųšuna, hóast virksemi hjį teimum ikki veršur jįttaš į fķggjarlógini.

Yvirlit yvir fķggjarstųšuna 1995 - 1999:

(mió.kr.)

1999

1998

1997

1996

1995

Aktiv:

Kapitalogn ķ landsfyritųkum

1.197

1.101

1.072

180

154

Parta- og lįnsbrųv

201

182

83

85

85

Rentu- og avdrįttarfrķ lįn

172

188

165

70

71

Śtlįn

206

246

236

201

213

1.777

1.717

1.556

536

523

Goymslur

7

10

8

-

-

Skatta-, toll- o.t. skuldarar

173

128

144

124

127

Tęnastu-, vųru- og ašrir skuldarar

129

162

124

212

267

309

300

276

336

394

Inniogn ķ Landsbankanum

1.490

1.104

954

826

1.012

Banka-, girokontur og kassapeningur

141

136

87

80

80

1.631

1.240

1041

906

1.092

Tilsamans

3.717 

3.257

2.873

1.778

2.009

Passiv:

Innanlandsskuld

417

704

749

770

1.122

Uttanlandsskuld

4.512

4.646

5.800

5.783

5.789

Onnur skuld

366

259

246

378

370

Skuld tilsamans

5.295 

5.609

6.795

6.931

7.281

Śtjavningarkonta:

Salda 1. januar

-2.354

-3.922

-4.336

-5.272

-5.314

Rakstrar-, lųgu- og śtlįnsśrslit

648

1.372

178

79

8

Ymsar broytingar

128 

198

236

39

33

Salda 31. desember

-1.578 

-2.352

-3.922

-5.154

-5.273

Tilsamans

3.717 

3.257

2.873

1.777

2.008

Vķsandi til s. 20 męla lųgtingsgrannskošararnir enn einaferš til at fįa greiši į roknskaparpostinum "Kapitalogn ķ landsfyritųkum".

Į s. 23 veršur avstemman av skattaeftirstųšum umrųdd. Ķ seinastu og nęstseinastu frįgreišing vķstu lųgtingsgrannskošararnir į ta stóru óvissu, tį ręšur um at stemma skattaeftirstųšurnar av, og lųgtingsgrannskošararnir heittu į landsstżrismannin um at taka stig til at loysa trupulleikarnar į hesum tżšandi ųki. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at komiš er ikki į mįl, hóast eitt stórt arbeiši er gjųrt, og heitt veršur enn einaferš į landsstżrismannin um at rašfesta hesa uppgįvu hųgt, og įseta eitt greitt įbyrgdarbżti į ųkinum ķmillum Toll- og Skattstovu Fųroya og Fųroya Gjaldstovu.

Į s. 24 veršur inniogn ķ Landsbankanum umrųdd. Sambęrt § 2 ķ Ll. nr. 31. frį 21.02.1995 "um landskassans innlįn og lįn ķ Landsbankanum", veršur įlagt Landsstżrinum, landskassans vegna, at hava innlįn ķ Landsbankanum, sum ķ minsta lagi svara til 15% av bruttotjóšarśrtųkuni ķ undanfarna įri. Lųgtingsgrannskošararnir hava fleiri feršir vķst į, at śtrokningin av bruttotjóšarśrtųkuni byggir į eitt leyst grundarlag, og at hugtųkini "landskassin" og "landsstovnar" ķ lógini um Landsbankan og ķ lógini "um landskassans innlįn og lįn ķ Landsbankanum" eru ógreiš. Lųgtingsgrannskošararnir męla enn einaferš landsstżrismanninum til at fįa greiši į hesum višurskiftum.

Į s. 26-28 veršur vķst į, at verandi roknskapar- og eftirlitsskipanir į Toll- og Skattstovu Fųroya ikki eru nóg tryggar. Arbeišiš viš at bųta um roknskapar- og trygdarreglurnar veršur nógv darvaš av nógvu trupulleikunum, sum stóšust av, at stovnurin yvirtók innkrevjingina, og vķst veršur eisini į, at taš er nęrum ógjųrligt at fįa vęl skikkaš roknskaparfólk. Lųgtingsgrannskošararnir taka undir viš įheitanini į landsstżrismannin um stųšugt at kunna seg um gongdina į hesum tżšandi ųki fyri at tryggja sęr, at arbeišiš veršur rašfest hųgt.

Į s. 26 undir innkrevjing av vinnulįnum veršur vķst į, at stešgur er komin ķ innkrevjingina, og at ongin skipaš mótrokning fer fram. Lųgtingsgrannskošararnir halda, at talan er um eina sera óhepna gongd, og heitt veršur į landsstżrismannin um at tryggja, at innkrevjingarvišurskiftini koma ķ ręttlag.

Heitt veršur į landsstżrismannin um at tryggja, at edv-skrįir hjį Toll- og Skattstovu Fųroya verša góškendar, vķsandi til umrųšuna į s. 29.

Į s. 30-31 veršur skipanin viš tollkreditti umrųdd. Ein partur av teimum trupulleikum, iš vóršu nevndir ķ seinasta uppskoti til samtyktar, eru loystir viš at linka reglurnar. Broyttu reglurnar hava ikki minkaš um tapsvandan hjį landskassanum, men landsstżrismašurin hevur bošaš frį, at bųtt fer at verša um hetta.

Ašrar višmerkingar
Į ųllum mįlsųkjum ķ frįgreišingini frį Landsgrannskošanini veršur vķst į vantandi reglugeršir į roknskaparųkinum, og vķst veršur į, at fleiri įsetingar ķ roknskaparkunngeršini verša ikki hildnar.

Vķsandi til taš, sum veršur fųrt fram į s. 17-18 um góškenningarmannagongdir, hevur skipanin ķ fleiri įr ikki virkaš nóg vęl. Heitt veršur į landsstżrismannin um at tryggja, at višurskiftini koma ķ ręttlag ķ 2001.

Į s. 18 veršur vķst į manglandi samskipan av roknskaparreglum og vantandi góškenning av "egnum" bśskaparskipanum. Hetta kann fųra til óskil og ótryggleika į edv- og roknskaparųkinum, og heitt veršur į landsstżrismannin um at tryggja, at višurskiftini koma ķ ręttlag.

Į s. 19-20 veršur skipanin viš feršakarmi umrųdd. Lųgtingsgrannskošararnir undrast į tilvildarligu umsitingina av hesi skipan.

4. Fiskivinna

Frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl
Talan er um meirnżtslu į einstųkum kontum. Vķsandi til s. 32-33 hevur landsstżrismašurin greitt frį orsųkunum. Lųgtingsgrannskošararnir halda, at frįgreišingin er nųktandi.

Landsstżrismašurin hevur greitt frį, at nżtslan į lógarbundnum jįttanum er undirmett. Sambęrt landsstżrismanninum hevur hann onga įvirkan į nżtsluna į kontu fyri FAS-endurgjald, og hann hevur vķst Fķggjarmįlastżrinum į, at kontan eigur at verša flutt til annaš mįlsųki.

Harafturat eru stór frįvik ķmillum jįttan og roknskap į hųvušskontunum "Śtlįn" og "Effektivar vešhaldsśtreišslur". Avskrivaš lįn og vešhald verša bókaš sum stušul til vinnu, og mótbókaš sum afturgjald av lįnum. Lųgtingsgrannskošararnir halda taš vera ųrkymlandi, at tann jįttanarliga og tann roknskaparliga višgeršin av lįnum, vešhaldum o.l. ikki er einshįttaš, og męla til, at reglurnar verša samskipašar.

Į s. 33 er vķst į tęr hųvušskontur, har fariš er uppum įsetta lųnarkarmin. Stųrst frįvik er į jįttanini til Fiskivinnuroyndir, har 2,8 mió.kr. eru nżttar til lųnir, hóast ongin lųnarkarmur er.

Višmerkingar ķ seinasta uppskoti til samtyktar
Ķ frįgreišingini ķ seinasta uppskoti til samtyktar varš męlt til įbųtur į fleiri ųkjum. Nišanfyri veršur Lųgtingiš kunnaš um, ķ hvųnn mun višurskiftini eru komin ķ ręttlag.

Stušulsskipanir, sum Lųnjavningarstovan umsitur: Vķst varš m.a. į veikleikar viš edv-skipanini, manglandi avstemman og góškenning av roknskapum, at tųrvur er į greišari reglum, serliga višvķkjandi umsiting/śtrokning av mįnašarligum minstaforvinningi til śtróšrarmenn. Lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til at skunda undir at fįa umrųddu višurskifti ķ ręttlag. Vķsandi til s. 35-37 er einki hent, og veršur hetta įtalaš.

Višvķkjandi sjśkratrygd varš vķst į, at:

  1. til ber at fįa sjśkratrygd og dagpening frį Fųroya Vanlukkutrygging samstundis,
  2. til ber at fįa sjśkratrygd og hava ašra inntųku samstundis,
  3. lógin er ikki samskipaš viš lógirnar um dagpening frį Almannastovuni og frį Vanlukkutryggingini,
  4. ongin umsóknarfreist er įsett,
  5. frķtķšarlųn veršur goldin śt, hóast taš ikki er įsett ķ lógini.

Lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til sum skjótast at taka stig til at broyta lógina ķ samrįš viš landsstżrismannin ķ almanna- og heilsumįlum. Lógin er óbroytt, og vķsandi til s. 37 vķsir Fiskimįlastżriš į, at skipanin viš mįnašarligum minstaforvinningi er politiskt tilętlaš av Lųgtinginum. Landsstżrismašurin hevur roynt at bųtt um višurskiftini, viš at broyta Ll. um mįnašarligan minstaforvinning og Ll. um sjśkratrygd, men politisk undirtųka fekst ikki, og uppskotini vóršu tķ tikin aftur.

Lųgtingsgrannskošararnir vķstu į, at jįttanin til Fiskivinnuroyndir er alt ov lķtiš śtgreinaš, og įtala, at taš ikki er broytt.

Ašrar višmerkingar
Vķsandi til s. 34 įtala lųgtingsgrannskošararnir vantandi roknskaparreglugeršir, og at skipanin viš at góškenna mįnašarroknskapin er ikki sett ķ verk, hóast landsstżrismašurin fyri einum įri sķšani kunnaši um, at višurskiftini skuldu koma ķ ręttlag.

Vķsandi til s. 34 og s. 37 įtala lųgtingsgrannskošararnir, at galdandi reglur fyri uppgerš av feršaforskotum verša ikki fylgdar.

5. Vinnumįl

Frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl
Talan er um meirnżtslu į nųkrum kontum. Vķsandi til s. 38-40 hevur landsstżrismašurin greitt frį orsųkunum. Lųgtingsgrannskošararnir halda frįgreišingina vera nųktandi.

Į s. 40 veršur vķst į tęr hųvušskontur, har fariš er uppum įsetta lųnarkarmin. Stųrstu frįvikini eru į rakstrarjįttanum hjį Landsverkfrųšingsstovninum, tilsamans uml. 2,1 mió.kr.

Višmerkingar ķ seinasta uppskoti til samtyktar
Ķ frįgreišingini ķ seinasta uppskoti til samtyktar vóršu nųkur višurskifti umrųdd, og nišanfyri veršur Lųgtingiš kunnaš um, ķ hvųnn mun tey eru komin ķ ręttlag.

Višvķkjandi Grunninum til ķdnašarfremjandi endamįl įtalašu lųgtingsgrannskošararnir, at landsstżrismašurin ķ vinnumįlum hevši ikki umskipaš grunnin til eksternan grunn, sum įlagt viš Ll. nr. 33/1992.

Lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til at fįa greiši į jįttanarvišurskiftunum ķmillum Grunn Feršavinnunnar og Feršarįš Fųroya višvķkjandi stušli til feršavinnuna.

Lųgtingsgrannskošararnir męltu eisini landsstżrismanninum til at endurmeta endamįliš viš Įbyrgdargrunninum.

Vķsandi til s. 43 hevur Vinnumįlastżriš kunnaš um, at uppskot veršur lagt fyri Lųgtingiš um Vinnuframagrunn, og at ętlanin er at taka av omanfyri nevndu grunnar.

Ķ seinastu frįgreišing varš spurningurin reistur, um landskassin kemur at hefta fyri krųvum ķmóti Endurgjaldsgrunni alivinnunnar, um grunnurin ikki megnar at rinda fult endurgjald. Vķsandi til s. 42-43 veršur ikki hildiš, at landskassin heftir, og ķ nżggju djórasjśkulógini er įsett, at taš almenna ikki letur endurgjald fyri fisk, iš veršur avlķvašur eftir bošum frį myndugleikunum.

Ašrar višmerkingar
Vķsandi til s. 41 eru framvegis ongar reglugeršir fyri roknskaparhaldinum į flestu stovnum.

Vķsandi til s. 47-49, halda lųgtingsgrannskošararnir taš vera óheppiš, at jįttanin til Havbśnašarroyndir ikki er nóg greiš. Landsstżrismašurin hevur ętlanir um at greiša mįliš ķ komandi tingsetu.

6. Śtbśgving og gransking o.a.

Frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl
Talan er um meirnżtslu į nųkrum hųvušskontum. Vķsandi til s. 50-54 hevur landsstżrismašurin greitt frį orsųkunum. Stųrstu frįvikini ķmillum jįttan og nżtslu eru lógarbundnar jįttanir:

Lęraraeftirlųnir 2.858 t.kr.
Studningur til lęruplįss 1.536 t.kr.
Lestrarstudningur 6.475 t.kr.

Samanlagt er meirnżtslan uml. 11 mió.kr. Sambęrt landsstżrismanninum stendst meirnżtslan av, at lógarbundnar jįttanir vóršu ikki dagfųrdar ķ 1999. Vķsandi til jįttanarskipanina varš ikki hildiš neyšugt at bišja um eykajįttan. Jįttanarskipanin ķ 2000 er broytt.

Višvķkjandi jįttanini til Sjónvarp Fųroya er meirnżtslan ķ 1999 2,3 mió.kr. Į s. 52-53 er greitt nęrri frį hesum. Ein spurningur, sum fekk serliga umrųšu ķ sambandi viš višgeršina av roknskapinum fyri 1998, var, um heimild var ķ juli 1999 at rinda śtreišslur, hóast Fķggjarnevndin hevši kravt mįliš ķ tingiš. Vķsandi til § 38 ķ stżrisskipanarlógini varš ein kanningarstjóri settur at kanna mįliš og lata Lųgtinginum eina frįgreišing. Lųgtingsgrannskošararnir hava višgjųrt frįgreišingina. Višvķkjandi spurninginum um heimild var at rinda įvķsar śtreišslur ķ juli mįnaš, sęr kanningarstjórin ķ sķni nišurstųšu burtur frį hallinum ķ 1998, sum Sjónvarpiš dró viš sęr inn ķ 1999, mešan lųgtingsgrannskošararnir og eisini Fķggjarnevndin vķstu į, at halliš frį 1998 hevši tżdning fyri heimildarspurningin.

Į s. 54 er vķst į jįttanir, har fariš er uppum lųnarkarmin. Ķ flestu fųrum koma stóru frįvikini av, at sundurgreinašu ętlanirnar į fķggjarlógini ikki samsvara viš, hvussu bókaš veršur. Lųgtingsgrannskošararnir męla til at samskipa hetta.

Višmerkingar ķ seinasta uppskoti til samtyktar
Ķ frįgreišingini ķ seinasta uppskoti til samtyktar vóršu fleiri višurskifti umrųdd. Fleiri eru komin ķ ręttlag, og nišanfyri veršur kunnaš um nųkur mįl, sum arbeitt veršur viš at loysa.

Lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til at greiša spurningin um, ķ hvųnn mun Fróšskaparsetur Fųroya er ein sjįlvsognarstovnur. Vķsandi til s. 57 er enn ongin endalig nišurstųša gjųrd ķ mįlinum.

Lųgtingsgrannskošararnir įtalašu, at mįlsvišgeršin hjį Mentamįlastżrinum ķ sambandi viš granskingarętlanir als ikki hevši veriš nųktandi. Uppskot til nżggja lųgtingslóg um gransking er lagt fyri Lųgtingiš.

Vķsandi til s. 58-60 veršur arbeitt viš at dagfųra lógargrundarlagiš fyri Fųroya Skślabókagrunn og at greiša višurskiftini višvķkjandi Bókamišsųluni. Landsstżrismašurin hevur gjųrt av at bķša til nęstu tingsetu at taka endaliga stųšu ķ mįlinum.

Lųgtingsgrannskošararnir męltu landsstżrismanninum til sum skjótast at įseta nįgreiniligar reglur fyri stušuli śr Mentunargrunninum. Nżggj lóg um Mentanargrunn Landsins varš lżst ķ mai 2000, og vķsandi til s. 61 hevur landsstżrismašurin vķst į, at nżggja kunngeršin frį september 2000 og vištųkurnar, sum landsstżrismašurin skal góškenna, įseta nęrri reglur fyri stušuli śr grunninum.

Ašrar višmerkingar
Vķsandi til s. 58 įtala lųgtingsgrannskošararnir, at Fķggjarmįlastżriš ikki hevur įsett neyvari reglur fyri, nęr sjįlvsognarstovnar skulu verša tiknir viš į fķggjarlógina sum "Rakstrarjįttan". Lógin "um yrkisskślar" kom ķ gildi 1. januar 1999, men nęrri reglur um rakstrarstušul eru ikki įsettar. Heitt veršur į landsstżrismannin um at fįa hetta ķ ręttlag.

Millumrokningar ķ roknskapunum hjį handilsskślanum, teknisku skślunum og hśsarhaldsskślanum, višvķkjandi ov nógv ella ov lķtiš śtgoldnum studningi, hava ķ įravķs ikki gingiš fram av landsroknskapinum. Vķsandi til s. 58 hevur Mentamįlastżriš lagt nógva orku ķ at greiša višurskiftini.

Vķsandi til s. 61-65 um śtbśgvingarstušul, įtala lųgtingsgrannskošararnir, at lestrarlįn, peningastovnskontur og rentuinntųkur ikki hava veriš rętt skrįsett ķ landsroknskapinum ķ fleiri įr, og ongir rykkjarar eru sendir śt. Ķ 2000 er bųtt um višurskiftini.

7. Almanna- og Heilsumįl o.a.

Frįvik ķmillum jįttanar- og roknskapartųl
Nógv tey stųrstu frįvikini ķmillum jįttan og nżtslu eru lógarbundnar jįttanir. Meirnżtslan er samanlagt uml. 34 mió.kr., netto. Talan er um hesar jįttanir:

(1.000 kr.)

Nettojįttan

Nżtsla

Meirnżtsla

       

% av nettojįttan

Forsorg

82.675

98.440

15.765

19 %

Barnaforsorg

20.216

26.716

6.500

32 %

Fólkapensjón

265.341

271.619

6.278

2 %

Avlamispensjón

134.045

136.616

2.571

2 %

Stušul til uppihaldspening

2.000

4.358

2.358

118 %

Ansingarsamsżning

6.422

6.869

447

7 %

         

Į s. 66-70 hevur landsstżrismašurin greitt frį, at taš er trupult at siga, hvķ śtreišslurnar alsamt vaksa, "tķ tey neyšugu data’ini eru ikki til stašar". Lųgtingsgrannskošararnir halda ikki hesa frįgreišing vera nųktandi. Talan er um fleiri lutfalsliga stór frįvik. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at taš ikki er nóg neyvt mett um vęntašu śtreišslurnar.

Ķ seinasta uppskoti til samtyktar varš vķst į, at landsstżrismašurin fleiri feršir hevši bišiš um eykajįttan til lógarbundnar śtreišslur, men Fķggjarmįlastżriš hevši tikiš hesar av eykajįttanarlógini. Eisini varš vķst į, at mannagongdin er broytt ķ nżggju jįttanarskipanini, sum kom ķ gildi 1. januar 2000. Landsstżrismašur hevur nś skyldu at leggja uppskot um eykajįttanarlóg fyri tingiš, um jįttanin į fķggjarlógini višvķkjandi lógarbundnum śtreišslum ikki er nóg stór, ella ķ ųšrum lagi leggja fyri tingiš uppskot um at broyta stušulslóggįvuna.

Lųgujįttanin til Sušuroyar Sjśkrahśs var 1 mió.kr., meirnżtslan er 1,4 mió.kr. Vķsandi til s. 66 hevur ikki tamarhald veriš į fķggjarstżringini, og veršur taš įtalaš. Annars er so at siga ikki talan um meirnżtslu į hesum stóra śtreišsluųki.

Į s. 69-70 er vķst į tęr hųvušskontur, har fariš er uppum įsetta lųnarkarmin. Stųrstu frįvikini eru į lógarbundnum jįttanunum. Ķ sundurgreiningini ķ višmerkingunum til fķggjarlógina er als ikki roknaš viš lųnarśtreišslum. Kortini er talan um lųnarśtgjaldingar uppį nęrum 17 mió.kr. Lųgtingsgrannskošararnir hava fyrr įtalaš hetta ósamsvar og hava heitt į landsstżrismannin um at fįa višurskiftini ķ ręttlag.

Višmerkingar ķ seinasta uppskoti til samtyktar
Nišanfyri veršur Lųgtingiš kunnaš um, ķ hvųnn mun umrųddu višurskiftini ķ seinasta uppskoti til samtyktar eru komin ķ ręttlag:

Pensjónsśtreišslur
Vķst varš į nógv ivamįl um, hvųrjar inntųkur skulu įvirka pensjónsśtrokningarnar. Vķsandi til s. 75 eru ivamįlini loyst ķ nżggju pensjónslógini. Lųgtingsgrannskošararnir heita į landsstżrismannin um at greiša ivaspurningarnar į s. 76-78 um inntųkujavning og umrokning av almannapensjón.

Forsorgarśtreišslur
Vķst varš į, at neyvari reglur fyri veitingum eftir § 18 ķ forsorgarlógini framvegis ikki vóru gjųrdar, at taš framhaldandi varš rindaš fyri undirvķsing į ALV-skślanum, hóast ongin lógarheimild er ķ almannalóggįvuni. Vķsandi til s. 80-81 veršur vķst į, at sambęrt landsstżrismanninum var ętlanin at seta alt 2000 av til at gera nżggja forsorgarlóg umframt greišari reglur og kunngeršir, sum mangla į nęstan ųllum forsorgarųkinum, eisini višvķkjandi endurbśgving. Lųgtingsgrannskošararnir įtala, at hóast hesir trupulleikar hava veriš umrųddir ķ frįgreišingum ķ įravķs, eru teir ikki loystir, og landsstżrismašurin hevur heldur ikki svaraš fyrispurninginum.

Dagpeningaśtreišslur
Vķst varš į fleiri ivamįl m.a. višvķkjandi sjįlvbodnu dagpeningaskipanini. Vķsandi til s. 81-83 hevur landsstżrismašurin kunnaš um, at trupulleikarnir vęntandi verša loystir viš nżggju dagpeningalógini. Męlt varš eisini til at broyta og samskipa umsiting og lógarįsetingar um dagpening vegna sjśku frį įvikavist Almannastovuni, Vanlukkutryggingini og Lųnjavningarstovuni. Vķsandi til s. 83 hevur landsstżrismašurin greitt frį, at skulu višurskiftini broytast, mį spurningurin takast upp til politiska višgerš.

Heilbrigdiš og Blįkrossheimiš
Heitt var į landsstżrismannin um sum skjótast at greiša nógvu ivaspurningarnar, serliga višvķkjandi Heilbrigdi. Vķsandi til s. 95-97 įtala lųgtingsgrannskošararnir, at landsstżrismašurin hevur ikki svaraš spurningunum, sum eru settir.

Ašrar višmerkingar
Į s. 70-71 veršur edv-skipanin į Almannastovuni umrųdd. Landsgrannskošanin vķsir į, at eftirlitsumhvųrviš kring edv-skipanina er ikki nóg trygt, og hevur męlt til at bųta um eftirlitiš viš feilum og misnżtslu, gera greišar reglur fyri brśkararęttindum o.s.fr. Landsstżrismašurin hevur tikiš tilmęlini til eftirtektar, og vķsir til eina arbeišs- og tķšarętlan, sum śtgreinar, hvussu ętlanirnar eru at fįa višurskiftini ķ ręttlag. Vķst veršur eisini į vantandi eftirlit, avstemman og roknskapargóškenning višvķkjandi almannaveitingum. Sambęrt landsstżrismanninum eru stig tikin til at bųta um višurskiftini, og ętlanin er at styrkja roknskaparfunktiónina į Almannastovuni. Lųgtingsgrannskošararnir halda, at taš er óheppiš, at višurskiftini į einum so tżšandi ųki eru ikki ķ eini tryggari legu, og heita į landsstżrismannin um stųšugt at hava eyguni viš, at višurskiftini koma ķ ręttlag.

Vķsandi til s. 72-75 um heimildarspurningar višvķkjandi pensjónsśtreišslum įtala lųgtingsgrannskošararnir, at landsstżrismašurin uttan neyšuga heimild:

  1. umsitingarliga lękkaši lógarįsettar pensjónsvišbųtur, og hękkaši skattafrķa veiting samsvarandi,
  2. rindaši serligar persónligar višbųtur,
  3. rindaši mista avlamisveiting sum stušul til hjįlparrįš.

Vķsandi til s. 73 hava lųgtingsgrannskošararnir hava heft seg viš, at tį almannastjórin gjųrdi vart viš, at dataskrįirnar mugu fylgja lógum og kunngeršum, bošaši Stżriš m.a. frį, at almannastjórin er undirlagdur politisku skipanini og teimum treytum, iš har rįša, og "um almannastjórin ikki kann liva viš hesum, eigur almannastjórin at taka avleišingarnar".

Į s. 78-80 er śrslitiš av mįlsgrannskošanini av almannapensjónum umrųtt. Vķst veršur į vantandi reglur fyri mįlsvišgerš. Landsgrannskošanin metir, at stųšan er ikki nųktandi, allarminst fyri starvsfólkiš, tķ talan er um umsiting av stųrstu jįttanunum į fķggjarlógini, og męlt veršur til at įseta minstukrųv til mįlsvišgerš og skjalprógv, m.a. fyri at tryggja, at mįlsvišgeršin lżkur krųvini ķ fyrisitingarlógini um vegleišing, partshoyring, skyldu at skriva upp o.a. Sambęrt almannastjóranum er ętlanin at seta ein prosjektbólk at loysa hesar trupulleikar. Lųgtingsgrannskošararnir heita į landsstżrismannin um at tryggja, at višurskiftini koma ķ ręttlag.

Į s. 83-88 verša Heimarųktin og Serforsorgin umrųdd. Vķst veršur m.a. į, at roknskaparvišurskiftini eru ikki į nóg tryggum stųši, og at roknskaparliga įbyrgdarbżtiš ķmillum Heimarųktina og roknskapardeildina ķ Almanna- og Heilsumįlastżrinum er ógreitt.

Vķsandi til s. 87-88 įtala lųgtingsgrannskošararnir, at roknskapar- og grannskošanarvišurskiftini hjį hśsfólkum ķ sambżlum undir Serforsorgini ikki hava veriš nųktandi seinnu įrini.

Į s. 88 veršur vķst į fleiri trupulleikar višvķkjandi peningastovns- og kassakontum į stovnum undir Serforsorgini, og at roknskaparhaldiš į Serstovnadeildini lżkur ikki grundleggjandi krųv ķ roknskaparkunngeršini.

Umsitingin av lųnum til Serforsorgarstovnar og stušlar veršur umrųdd į s. 88-90. Vķst veršur į nógvar veikleikar ķ lųnarumsitingini.

Į s. 91-92 verša roknskaparvišurskiftini į Almannastovuni umrųdd. Vķst veršur m.a. į fleiri trupulleikar at stemma av fyribilsbókingar- og millumrokningarkontur, og at eitt mišvķst arbeiši er gjųrt ķ 2000 viš at stemma av. Lųgtingsgrannskošarararnir įtala, at rokningar fyri uml. 1 mió.kr. eru bókašar į skeivt fķggjarįr, og at hildiš veršur neyšugt at bóka burtur stórar upphęddir sum kassamunir.

Vķsandi til s. 92-95 um Hjįlpartólamišstųšina įtala lųgtingsgrannskošararnir, at taš tekur upp ķ 3 mįnašir at avgreiša eina umsókn um vanligt hjįlpartól. Heitt veršur į landsstżrismannin um beinanvegin at loysa trupulleikarnar. Lųgtingsgrannskošarnir įtala, at einki goymsluyvirlit er, hóast stovnurin ķ 1997 fekk jįttan til endamįliš. Lųgtingsgrannskošararnir męla landsstżrismanninum til at greiša ivamįlini um lįnsveitingar og umsiting av lįnum.

Roknskapir og grannskošanin av teimum trimum sjśkrahśsunum veršur umrųdd į s. 97-99. Vķsandi til višmerkingarnar frį roknskapargrannskošanini veršur heitt į landsstżrismannin um at tryggja, at višurskiftini koma ķ ręttlag.

Vķsandi til s. 99 varš bókhaldiš hjį Hotel Tórshavn ķ 1999 flutt til Almanna- og Heilsumįlastżriš. Roknskapargrannskošanin vķsir į, at roknskaparvišurskiftini ikki hava veriš nųktandi ķ 1999. 1. januar 2000 varš bókhaldiš flutt aftur til hotelliš.

8. Oljumįl o.a.

Vķsandi til s. 100 halda lųgtingsgrannskošararnir, at frįgreišingarnar um frįvik millum jįttan og nżtslu eru nųktandi.

9. Nišurstųša

Seinnu įrini er ķ frįgreišingum frį Landsgrannskošanini og lųgtingsgrannskošarunum vķst į, at į fleiri mįlsųkjum er lóggįvan ófullfķggjaš. Nógvir veikleikar eru ķ umsitingini, edv- og roknskaparvišurskiftini eru ikki ķ nóg tryggari legu, og talan er um fleiri jįttanarlig ivamįl og ógreidleikar.

Ķ fleiri fųrum verša somu trupulleikar umrųddir įr um įr, hóast landsstżrismašurin hevur bošaš frį, at trupulleikarnir verša loystir.

Jįttanarskipanin og roknskaparkunngeršin leggja upp til, at Fķggjarmįlastżriš skal vera ein virkin, leišandi og samskipandi myndugleiki, sum tryggjar, at bśskaparskipanirnar eru tryggar, at neyvar jįttanar- og roknskaparreglur verša įsettar, at ivamįl um jįttanar- og roknskaparvišurskifti verša loyst o.s.fr.

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum vķsir į, at fulltrśar eru farnir śr starvi, og at ein stórur trupulleiki hjį Fķggjarmįlastżrinum og stovnum undir Stżrinum er, at fleiri stųrv eru ósett, og hava gjųrt taš seinastu 2 įrini. Sambęrt landsstżrismanninum kemst hetta fyrst og fremst av, at sera nógv nżggj stųrv eru sett į stovn ymsa stašni ķ mišfyrisitingini, og at hįkonjunkturarnir hava ųkt munandi um eftirspurningin ķ privatu vinnuni eftir fólki viš hęgri śtbśgving.

Onnur ašalstżri og stovnar hava somuleišis nógvar óloystar uppgįvur, og hava eisini ilt viš at manna stųrv viš fólki, sum hava fųrleika og neyšugar royndir, taš veriš seg innan edv-, roknskapar- og fķggjarvišurskifti og innan lógarsmķš.

Landsbśskaparhaldiš hevur ein įrligan umsetning uppį 3-4 mia.kr. Talan er um nógv tung lógarųki umframt fleiri stórar og flųktar bśskaparskipanir, sum seta stór krųv til eina vęlvirkandi umsiting. Samanumtikiš halda lųgtingsgrannskošararnir, at landsumsitingin virkar ikki nóg vęl, og į fleiri tżšandi ųkjum halda lųgtingsgrannskošararnir stųšuna vera įlvarsliga. Lųgtingsgrannskošararnir męla lųgmanni til at taka trupulleikarnar til višgeršar fyri at samskipa eina varandi loysn, og ķ hesum sambandi eisini eftirmeta tęr bygnašarbroytingar, sum eru framdar innan landsumsitingina.

Frįvik višmęli

1. višgerš 18. aprķl 2001. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš

2. višgerš 24. aprķl 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.