Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

8. fundur

Hósdagur 17. februar 2000

kl. 9.30

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Eyðun Viderø
Hans Pauli Strøm

Rúna Sivertsen og Alfred Olsen vóru ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók 7. fundi 10.02.2000
    Gerðabókin varð góðkend

  2. Løgtingsmál nr. 37/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Álit varð undirskrivað í málinum.

  3. Løgtingsmál nr. 47/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
    Nevndin umrøddi málið, og samtykti at kalla inn umboð fyri Ráðið fyri ferðslutrygd at siga sína hugsan um uppskotið. Eisini samtykti nevndin at áleggja nevndarskrivaranum at finna fram tilfar, sum greiðir frá fyrimunum og vansum við at nýta treytaða ella treytaleysa frádøming.

  4. Løgtingsmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang
    Ummælini frá fútanum og Sorinskrivaranum um uppskotið vórðu gjøgnumgingin og umrødd. Frá felagnum hjá advokatum í Føroyum var einki ummæli komið. Hans Pauli Strøm heitti á nevndina um at steðga við víðari viðgerð av málinum, til hann hevði umrøtt tað við uppskotssetaran.

  5. Løgtingsmál nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og Løgtingsmál nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd
    Málini vórðu umrødd. Nevndin samtykti at heita á Høgna Hoydal, landsstýrismann, um skrivliga at greiða frá, á hvønn hátt hann ætlar at orða uppskot um fjølmiðlaábyrgdarløgtingslóg, og nær hann er klárur at fara undir og leggja fyri Løgtingið uppskot um hetta. Eisini samtykti nevndin at biðja landsstýrismannin um frá Ríkisumboðnum at útvega nevndini ríkismyndugleikanna áskoðan á, at gjørd verður løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

 Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 24. februar 2000, kl. 9.30 , við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 8. fundi 17.02.2000
  2. Løgtingsmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang
  3. Løgtingsmál nr. 47/1999:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

 

Fundur lokin kl. 11.25

Sjúrður Rasmussen
skrivari