Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

4. fundur

Hósdagur 6. januar 2000

kl. 9.40

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Finnur Helmsdal
Annita á Fríðriksmørk
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Eyðun Viderø var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 3. fundi 9. desember 1999 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
    Á fund um málið komu kl. 10.05 Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Rúni Joensen, deildarstjóri, og Sørin Pram Sørensen, fultrúi, at svara spurningum frá nevndini. Teir fóru av fundi 10.25. Nevndin fekk frá teimum brævaskifti hjá Bileftirlitinum um málið, skjal A í nevndarskjølunum, og gjørdi av at seta Vinnumálastýrinum og løgdeildini fyrispurningar sbr. nevndarskjølum B og C.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. januar kl. 9.30 við hesi dagsskrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 4. fundi 6. januar 2000.
  2. Løgtingsmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

 

 

Fundur lokin kl. 10.50

Sjúrður Rasmussen
skrivari