Evnisskráir

 

21  Uppskot til  lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Nevndarskjřl
D. Álit
E. 2. viđgerđ

Ár 1999, 3. desember, legđi Hřgni Hoydal , landsstýrismađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi

 

Uppskot

til

lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

 

§ 1

Í lřgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum viđ seinni broytingum verđur í § 9, stk. 2, eftir orđini "Sjúkrahúsverk Fřroya" sum síđsta punktum sett: "Bileftirlit Fřroya kann skráseta og nýta persónnummar í síni umsiting av vektavgjaldi eftir lřgtingslóg um vektavgjald av akfřrum v.m. og í samskiftinum viđ Toll- og Skattstovu Fřroya og Fřroya Gjaldstovu."

§ 2

Hendan lřgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd.

 

 Viđmerkingar

Fíggjarmálastýriđ og Vinnumálastýriđ hava sett fram ynski um, at persónnummar kann verđa nýtt í sambandi viđ umsitingina av lřgtingslógini um vektavgjald (vektgjald og útjavningargjald) av akfřrum v.m., og at Bileftirlitiđ fćr hesa heimildina, viđ tađ at umsitingin av vektavgjaldinum, sum í dag partvíst er á Fřroya Gjaldstovu og parvíst hjá Bileftirlitinum, skal flytast til ein stovn, Bileftirlitiđ.

Hřvuđsreglan um skráseting og nýtslu av persónnummari er ásett í § 9, stk. 2, 3. pkt., í lřgtingslóg nr. 62 frá 5. juni 1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Ásetingin er soljóđandi:

"Persónnummar hava bert onnur enn fólkayvirlitini loyvi at skráseta og nýta, um hetta er neyđugt til at kunna rřkja sínar skyldur mótvegis Toll- og Skattstovu Fřroya, sum eisini er tann einasti, iđ kann nýta samkoyring".

Viđ lógarbroytingum er í fleiri fřrum gjřrt undantak frá hřvuđsregluni, men hřvuđsreglan er framvegis, at almennir myndugleikar bert kunnu skráseta og nýta persónummar í skattaviđurskiftum, har hetta er neyđugt fyri at kunna rřkja sínar skyldur mótvegis Toll- og Skattstovu Fřroya.

Fyrisitingin av lřgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektavgjald av motorakfřrum v.m. hevur viđ skattaviđurskifti at gera, og allir ađrir skattir verđa annars kravdir inn viđ persónnummari sum grundarlagi. Mett verđur neyđugt eisini at kunna nýta persónnummar í sambandi viđ innkrevjing av vektavgjaldi (vegskatti) eftir lřgtingslógini um vektavgjald av akfřrum v.m., tí uttan eintýdda sannan av, hvřr eigarin av akfarinum er, kann ikki tryggjast, at innkrevjingin fer rćtt fram, umframt óneyđugan meirkostnađ av umsitingini.

Fleiri ynski hava veriđ frammi um at kunna nýta persónnummar í fřrum, sum einki hava viđ skattaviđurskifti at gera, t.d. hevur Undirvísingar- og Mentamálastýriđ ynskt at kunna nýta persónnummar í sambandi viđ innkrevjing av útvarps- og sjónvarpsgjaldi.

Tađ er ein óheppin gongd, at spurningurin um at nýta persónummar verđur loystur viđ broytingum í lógini, so hvřrt sum spurningurin stingur seg upp í einstřkum fřrum. Hesin spurningurin og ađrir spurningar viđvíkjandi skráseting og nýtslu av upplýsingum um persónar eiga tí at verđa tiknir upp í sambandi viđ endurskođan av lřgtingslógini um privatar skráir og lřgtingslógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum. Landsstýrismađurin ćtlar at seta nevnd at endurskođa lóggávuna. Hetta uppskotiđ er tí at skilja sum ein fyribils loysn.


Fíggjarligar avleiđingar

Broytingin, sum her er skotin upp, hevur ikki viđ sćr fíggjarligar avleiđingar fyri landskassan ella kommunukassarnar. Fyri at kunna flyta umsitingina av vegskattinum, skulu broytingar eisini gerast í lřgtingslógini um vektavgjald av motorakfřrum v.m. Fíggjarmálastýriđ leggur fram uppskot um hetta fyri Lřgtingiđ, og fíggjarligu avleiđingarnar av flytingini koma fram í viđmerkingunum til tađ uppskotiđ, og verđur har roknađ viđ, at umleggingin av umstingini hevur viđ sćr, at sparast kann uml. 0,5 ársverk á Gjaldstovuni, sum verđur flutt til Bileftirlitiđ.

Flytingin hevur í ađrar mátar ikki viđ sćr broytingar á játtanunum á fíggjarlógini. Víst verđur annars til viđmerkingarnar til uppskotiđ um broytingar í lřgtingslógini um vektavgjald av motorakfřrum v.m.

Viđmerkingar til § 1

Eftir ásetingini kann Bileftirlitiđ ikki skráseta og nýta persónnummar í síni umsting yvirhřvur, men bert í sambandi viđ umsitingina av vektavgjaldi og í tí samskiftinum viđ Toll- og Skattstovu Fřroya og Fřroya Gjaldstovu, sum hevur viđ vektavgjald at gera.

1. viđgerđ 8. december 1999. Máliđ beint í rćttarnevndina, sum tann 18. januar 2000 legđi fram soljóđandi

Á l i t 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 3. desember 1999, og eftir 1. viđgerđ tann 8. desember 1999 er tađ beint rćttarnevndini.

Rćttarnevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundum 9. desember 1999, 6. januar og 13. januar 2000.

Undir viđgerđini hevur nevndin havt fund viđ Hřgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, deildarstjóra, og Sřrin Pram Sřrensen, fultrúa, og hevur móttikiđ upplýsandi tilfar frá Bileftirlitinum, Fřroya Gjaldstovu og Lřgdeildini.

Nevndin er ikki í grundregluni ímóti, at Bileftirlitiđ fćr loyvi til at brúka p-taliđ, men heldur, at tíđin er komin, at endurskođan av lógunum um evnisskráir verđur framd.

Nevndin tekur ikki undir viđ at gera fleiri undantřk í lógunum og vil á tann hátt verđa viđ til at framskunda eina endurskođan av lřgtingslógunum um almennar- og privatar evnisskráir.

Ein samd nevnd mćlir sostatt Lřgtinginum frá at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viđgerđ 20. januar 2000. Hřgni Hoydal, landsstýrismađur, tók máliđ aftur. Máliđ avgreitt.

J.nr. 342-27/99