Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

3. fundur

Týsdagur 9. desember 1999

kl. 9.50

Á fundi vóru:
Annita á Fríðriksmørk fyri Hergeir Nielsen
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen fyri Alfred Olsen (fór av fundi kl. 10.10)

Tórbjørn Jacobsen, næstformaður og Kári P. Højgaard vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Av tí at hvørki formaður ella næstformaður nevndarinnar vóru á fundi, bráðfeingisskipaði nevndin seg á fundinum við Eyðun Viderø sum formanni.

 
Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 2. fundi 4. november 1999 var góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
    Málið var umrøtt. Nevndin gjørdi av at boða Høgna Hoydal, landsstýrismanni á komandi fund málinum viðvíkjandi.

 

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 16. desember 1999 kl. 9.30 við hesi dagsskrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 3. fundi 9. desember 1999.
  2. Løgtingsmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður kemur á fund kl. 10.00.

Fundur lokin kl. 11.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari