Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

2. fundur

Hósdagur 4. november 1999

kl. 9.35

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Finnur Helmsdal fyri Tórbjørn Jacobsen
Annita á Fríðriksmørk fyri Hergeir Nielsen
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth Petersen fyri Alfred Olsen
Eyðun Viderø var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen 

 

Til viðgerðar: 

  1. Góðkenning av gerðabók.
    Gerðabókin frá 1. fundi 28. oktober 1999 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".
    Nevndin fekk útflýggjað skriv frá løgmálaráðnum viðvíkjandi PET. Á fundinum varð álit skrivað undir.

  3. Ummæli sbr. tingskipanini § 24, stk. 3, av løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
    Nevndin skrivaði undir ummæli í málinum.


Næsti fundur:

Eingin komandi fundur ásettur

 

Fundur lokin kl. 10.30

Sjúrður Rasmussen
skrivari