Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 1999

1. fundur

Hósdagur 28. oktober 1999

kl. 9.40

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm

Alfred Olsen var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 7. apríl 1999 var góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed .
    Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men samtykti at heita á landsstýrið um at kanna, um tað í verki ber til, at nevndin verður víðkað við tveimum føroyskt tilmæltum limum, tá ið føroysk viðurskifti koma til viðgerðar.

  3. Ummæli sbr. tingskipanini § 24, stk. 3, av løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000
    Nevndin gjøgnumgekk tær konti, sum fíggjarnevndin hevur sent nevndini til ummælis, og samtykti at senda landsstýrinum tveir spurningar viðvíkjandi happadráttinum og fólkaatkvøðukostnaði.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 4. november 1999, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 28. oktober 1999.
  2. Løgtingsmál nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed
  1. Ummæli sbr. tingskipanini § 24, stk. 3, av løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.

 
Fundur lokin kl. 11.05

Sjúrður Rasmussen
skrivari