Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

2. fundur

Ár 2004, mikudagin hin 6. oktober, kl. 13.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Sverre Midjord
Bill Justinussen

Marjus Dam og Finnur Helmsdal vóru ikki á fundi.

Kristina Samuelsen var eisini við á fundinum.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen.


Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundinum 1. oktober varð býtt út, lisin upp og góðkend

  2. Løgtingsmál nr. 7/2004:Uppskot til løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Uppskot til álit varð lisið upp og umrøtt. Avgjørt varð at undirskriva álitið í tinginum seinnapartin.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 18. oktober 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

 

Fundur lokin kl. 13.30

Birita S. Samuelsen
skrivari