Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

1. fundur

Ár 2004, fríggjadagin hin 1. oktober, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Alfred Olsen, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Poul Michelsen
Finnur Helmsdal
Bill Justinussen

Sverre Midjord og Marjus Dam vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Kristina Samuelsen

 

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin frá fundi 26. apríl varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Avrit av løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, við seinni broytingum, varð býtt út.

    Skriv frá Føroya Kommunufelag, dagfest 30. september 2004, við viðmerkingum til uppskotið, varð býtt út. Samstundis boðar Føroya Kommunufelag frá, at ikki ber til at møta á fundi við nevndina kl. 10.00 í dag.

    Umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, Jan Christiansen, næstformaður, Rodmund Nielsen, stýrislimur og Ingibjørg Berg, skrivari komu á fund kl.10.30 og fóru av aftur fundi kl. 11.00.

    Frá Kommunusamskipan Føroya fekk nevndin avrit av hoyringsskrivi til Innlendismálaráðið viðvíkjandi uppskotinum, dagfest 9. september 2004.

    Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, kom á fund við nevndina kl. 11.10 saman við Eyðbjørn Larsen, fulltrúa, og Hilmar Høgenni, deildarleiðara á innanríkisdeildini.

    Frá landsstýrismanninum í innlendismálum fekk nevndin skriv, dagfest 1. oktober 2004, við uppskotum til broytingar í broytingaruppskotinum og við nýggjum uppskotum til broytingar í høvuðslógini.

    Nevndarskrivarin gjørdi vart við, at identitetur ikki var í sambandi við broytingaruppskotini til ávikavist § 4, stk. 5 og § 7, stk. 2 í høvuðslógini, umframt at tey orðini, ið mælt verður til at broyta í § 8, stk. 2, ikki standa í galdandi lóg.

    Frá Innlendismálaráðnum fekk nevndin at vita, at broytingaruppskotið til § 8, stk. 2 var eitt mistak, og at nevndin tí kundi síggja burtur frá hesum uppskotinum.

    Landsstýrismaðurin í innlendismálum fór av fundi við sínum embætismonnum kl. 11.40.

    Súsanna Danielsen, løgtingsskivstovustjóri, kom á fund og greiddi frá siðvenjuni í tinginum viðvíkjandi spurninginum um identitet millum upprunauppskot og broytingaruppskot.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða ónsdagin hin 6. oktober, kl. 13.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

 

Fundur lokin kl. 12.20

Kristina Samuelsen
skrivari