Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

4. fundur

Ár 2004, týsdagin hin 30. november, kl. 9.30, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

Jákup Mikkelsen , næstformaður

Marjus Dam

John Johannessen

Olav Enomoto

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen 

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen 

 

Til viðgerðar:

(Málini komu ikki til viðgerðar í raðfylgju sambært dagsskránni.)

 

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 3. fundi tann 23. november 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend við smávegis rættingum.
     
  2. Løgtingsmál nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum
    Klokkan 9.50 kom Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, á fund við nevndina saman við Mariu Húsgarð, fulltrúa, og Símun Arge, fornfrøðingi á Føroya Fornminnissavni.

    Símun Arge fór av fundi klokkan 10.20.

    Klokkan 10.20 kom Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri, á fund við nevndina.

    Nevndin viðgjørdi hereftir løgtingsmál nr. 16/2004.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi klokkan 10.45, men avtalaðu at koma á fund aftur, aftaná at Tórshavnar froksmannafelag hevði verið á fundi við nevndina.

    Klokkan 10.45 komu Heri Andreassen og Knút Bjørk frá Tórshavnar froskmannafelag á fund við nevndina. Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.05.

    Málið varð umrøtt.

    Álit varð orðað og undirskrivað.
     
  3. Løgtingsmál nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
    Klokkan 11.10 komu Maria Húsgarð og Jóannes Dalsgaard á fund aftur við nevndina, og viðgerðin av løgtingsmáli nr. 16/2004 helt fram. Tey fóru av fundi aftur klokkan 11.35.

    Nevndin umrøddi málið, og orðaði eitt álit, sum væntandi verður undirskrivað á tingfundinum seinnapartin.

  

Næsti fundur:  

Eingin komandi fundur var ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

Birita S. Samuelsen
skrivari