Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

3. fundur

Ár 2004, týsdagin hin 23. november, kl. 9.30, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

 

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður

John Johannessen

Heidi Petersen og

Tórbjørn Jacobsen

Marjus Dam

 

Jákup Mikkelsen , næstformaður  og

Olav Enomoto vóru ikki á fundi

 

Skrivari:

Birita S. Samuelsen

 

 

Til viðgerðar:

 

1.      Gerðabókin
Gerðabókin frá 2. fundi tann 19. oktober 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

 

2.      Løgtingsmál nr. 11/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om folkekirkens økonomi”
Klokkan 9.40 kom landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á fund við nevndina saman við Petur Petersen, aðalstjóra, Bjarna Wilhelm, deildarstjóra, Mariu Húsgarð, fulltrúa, og Kristiannu Jacobsen, fulltrúa.

Frá landsstýrismanninum fekk nevndin eitt yvirlit yvir inntøkur av kirkjuskatti, skjal A, budget fyri kirkjukassarnar 2004, skjal B, rakstrarkostnaðin fyri føroysku fólkakirkjurnar 2003, skjal C.

Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi klokkan 10.05.

Málið varð umrøtt.

Klokkan 10.30 komu á fund við nevndina Bjarni Bæk og Edvin Joensen fyri Próstadømisráðið.
Frá Próstadømisráðnum fekk nevndin eitt yvirlit yvir fíggjarætlanina fyri 2005, skjal D.
Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.20.

Klokkan 11.25 komu Hans Jacob Joensen, bispur, og Jákup Nielsen, fulltrúi, á fund við nevndina.
Frá bispi fekk nevndin eitt yvirlit yvir allar kirkjurnar í Føroyum, skjal E.
Teir fóru av fundi klokkan 11.50

Málið varð umrøtt, og avgjørt varð at undirskriva álit á tingfundinum seinnapartin.

 

3.      Løgtingsmál nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
Avgjørt varð at innkalla landsstýrismannin í mentamálum.

 

4.      Løgtingsmál nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum
Avgjørt varð at inkalla umboð fyri Tórshavnar Froskmannafelag, og landsstýrismannin í mentamálum saman við umboðum fyri Fornminnissavnið.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 30. november, kl. 09.30, við hesi skrá:

 

  1. Gerðabókin
  2. Løgtingsmál nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum
  3. Løgtingsmál nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

 

Klokkan 9.40 kemur landsstýrismaðurin í mentamálum á fund við nevndina í samband við pkt. 2 og 3 á dagsskránni.

 

Klokkan 9.40 kemur umboð fyri Fornminnissavnið á fund við nevndina í samband við pkt. 2 á dagsskránni.

 

Kl. 10.15 kemur Heri Andreassen frá Tórshavnar Froskmannafelag á fund við nevndina í samband við pkt. 2 á dagsskránni.

 

Fundur lokin kl. 12.10

 

Birita S. Samuelsen
skrivari