16  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
E. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2004, 29. oktober, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 138 frá 1. november 2001, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Aftaná § 4 verður sett:
  2. "Kapittul 2a
    Felags áseting fyri Útvarp og Sjónvarp Føroya
    § 4a.
    Virksemið í Útvarpi og Sjónvarpi Føroya verður 1. januar 2005 skipað í einum sjálvstøðugum almennum stovni.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir stjóran. Stjórin setir øll starvsfólk og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni í útvarpinum og sjónvarpinum sambært reglugerð, ið landsstýrismaðurin ásetir.
    Stk. 3. Stjórin hevur programmábyrgdina og er evsti myndugleiki í programmspurningum."

  3. Í § 5 verða orðini "er ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgarunum" strikað.
  4. § 6, stk. 1 verður strikað. Stk. 2-6 verða hereftir stk. 1-5. Allar tilvísingar verða broyttar samsvarandi.
  5. Í § 7, stk. 3 verður aftaná "herundir til virksemi smb. § 5, stk. 5" sett: "umframt at leggja saman báðar stovnarnar."
  6. Í § 7, stk. 4 verður "útvarpsstjórin" broytt til: "stjórin"
  7. Í § 17 verða orðini "er ein sjálvstøðugur stovnur undir landinum, sum mótvegis borgarunum" strikað.
  8. § 18, stk. 1 verður strikað. Stk. 2-6 verða hereftir stk. 1-5. Allar tilvísingar verða broyttar samsvarandi.
  9. Í § 19, stk. 3 verður aftaná "herundir til virksemi smb. § 17, stk. 5" sett: "umframt at leggja saman báðar stovnarnar."
  10. Í § 19, stk. 4 verður "sjónvarpsstjórin" broytt til: "stjórin".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2005.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Lógarbroytingin leggur Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya í ein sjálvstøðugan almennan stovn við einari leiðslu. Hetta er fyrsta stig í eini tilgongd, har málið er at tryggja almenna public-service-stovninum politiskt óheftni.

Endamálið við samanleggingini er at skapa ein sterkan almennan publicservice-stovn, ið kann mynda eitt dygdargott alternativ til mongu tilboðini á fjølmiðlaøkinum, serstakliga uttaneftir. Samanleggingin fer harafturat at lata upp fyri nýggjum møguleikum at skipa virksemið soleiðis, at almenningurin fær betri útvarp og betur sjónvarp. Samanlagdi stovnurin skal við øðrum orðum gerast betri førur fyri at røkja lógarásettu publicservice-uppgávurnar.

Samanleggingin fer somuleiðis at geva møguleikar fyri skynsamari rakstri. Mett verður, at ymsar umsitingarfunksjónir kunnu samskipast og leggjast saman. Við samanleggingini ber somuleiðis betur til at menna og reka felags virkisøki, at gagnnýta orku og servitan á teimum ymsu virkisøkjunum og at betra um møguleikarnar fyri starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt. Samanlagdi stovnurin verður umsitingarliga sterkari og hevur møguleikar at røkja uppgávur, sum verandi stovnar hvør í sínum lagi ikki megna.

Samanleggingin fer tó ikki at hava við sær, at tíðindaredaksjónirnar verða lagdar saman. Til tess at tryggja fjølbroytni í tíðindatænastuni verða tíðindaredaksjónirnar at virka sum nú og óheftar av hvørjari aðrari. Hetta forðar tó ikki fyri, at redaksjónirnar kunnu samstarva og samskipa virksemi. Ongar broytingar verða heldur gjørdar í mun til lurtara- og hyggjaragjaldið, tvs. at virksemið verður rikið sambært ásetingunum annars í kringvarpslógini tó undir einari leiðslu.

Verandi kringvarpslóg er ótíðarhóskandi og eigur at verða endurskoðað innihaldsliga. Hetta er stórt arbeiði, ið tekur drúgva tíð, og hevur verið mett ikki skilagott at bíða við samanleggingini, til hetta arbeiðið er liðugt. Landsstýrismaðurin fer í næstum at seta ein arbeiðsbólk – eina mediukommissión – at gera uppskot til nýggja kringvarpslóg, ið skal útgreina publicservice-hugtakið og annars fevna um alt kringvarpsøkið. Hetta er eitt stórt arbeiði, men miðað verður ímóti at fáa nýggju kringvarpslógina lidna, so hon kann koma í gildi til ársskiftið 2005/2006.

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Útvarpi Føroya, Sjónvarpi Føroya, álitisfólkunum í ávikavist Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya og Fíggjarmálaráðnum. Allir hoyringarpartar hava svarað, og metir Mentamálaráðið ikki, at hoyringarsvarini geva grundarlag fyri at broyta innihaldið í uppskotinum. Víst verður annars til hoyringarskrivini, ið eru hjáløgd.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar: Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar við sær.

Umsitingarligar avleiðingar: Sum frálíður verða Útvarpið og Sjónvarpið ein umsitingarlig eind, og kann hetta hava nógvar fyrimunir við sær.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

Nei 

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1)

1) Kapittul 2a er nýtt kapittul, ið er felags áseting fyri Útvarpið og Sjónvarpið.

§ 4a, stk. 1, er lógarheimildin fyri, at Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya kunnu verða løgd saman í ein sjálvstøðugan almennan stovn.

Upggávurnar hjá stjóranum fyri ávikavist ÚF og SvF eru ásettar í § 6, stk. 1 (ÚF) og § 18, stk. 1 (SvF) í verandi kringvarpslóg. Hesar ásetingar verða strikaðar og savnaðar í nýggju greinini § 4a, stk. 2 soleiðis, at tað nú er ein stjóri fyri samanlagda stovnin. Galdandi reglugerðir fyri ÚF og SvF eru gjørdar m.a. við heimild í § 6, stk. 1 og § 18, stk. 1, og verða reglugerðirnar broyttar samsvarandi lógarbroytingini.

Stjórin fyri samanlagda stovnin hevur programmábyrgdina og programmmyndugleikan fyri bæði útvarps- og sjónvarpssendingarnar, og kemur nýggja ásetingin í § 4a, stk. 3 í staðin fyri § 6, stk. 1, pkt. 3 og § 18, stk. 1, pkt 3.

2) Orðini verða strikað soleiðis, at tað, sum stendur eftir, eru publicservice skyldurnar. Staðfestingin av, at stovnarnir samanlagdir verða ein sjálvstøðugur stovnur, er flutt til nýggju § 4a, stk. 1.

3) Ásetingin strikað og flutt til nýggju § 4a, stk. 2 og 3.

4) Heimild til, í sambandi við samanleggingina av stovnunum, at nýta ein part av inntøkunum til felags endamál, sum eitt nú til felags skrivstovuhald, kunningartøkni v.m.

5) Heitið á stjóranum broytt vísandi til, at stjórin er stjóri fyri bæði útvarp og sjónvarp í einum stovni.

6) Orðini verða strikað soleiðis, at tað, sum stendur eftir, eru publicservice-skyldurnar. Staðfestingin av, at stovnarnir samanlagdir verða ein sjálvstøðugur stovnur, er flutt til nýggju § 4a, stk. 1.

7) Ásetingin strikað og flutt til nýggju § 4a, stk. 2 og 3.

8) Heimild til, í sambandi við samanleggingina av stovnunum, at nýta ein part av inntøkunum til felags endamál, sum eitt nú til felags skrivstovuhald, kunningartøkni v.m.

9) Heitið á stjóranum broytt vísandi til, at stjórin er stjóri fyri bæði útvarp og sjónvarp í einum stovni.

Til § 2)

Vanlig áseting um gildiskomu.

Skjøl:
Skjal 1: Ummæli frá Útvarpinum og Sjónvarpinum
Skjal 2: Ummæli álitisfólk Sjónvarp
Skjal 3: Ummæli álitisfólk Útvarp
Skjal 4: Ummæli Fíggjarmálaráðið

1. viðgerð 18. november 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 1. desember 2004 legði fram soljóðandi

Álit
 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 18. november 2004 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 30. november 2004.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Nevndin tekur undir við uppskotinum, sum er ein juridisk/teknisk samanlegging av stovnunum. Nevndin vísir til viðmerkingarnar í uppskotinum, har sagt verður, at ein nýggj kringvarpslóg, sum fevnir um sjónvarp og útvarp, skal kunna setast í gildi 1. januar 2006.

 

Mentanarnevndin fatar hettar tíðarskeiðið, frá nú av og til 1. januar 2006, sum eitt samanleggingartíðarskeið, og heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at í uppskotinum til eina nýggja  kringvarpslóg verður ein nevnd sett ímillum landsstýrismannin og komandi stjóran á samanlagda stovninum fyri at tryggja, at stovnurin er so óheftur av politiska myndugleikanum sum gjørligt.

 

Nevndin tekur undir við tí, sum higartil er farið fram í málinum, og hevur álit á, at alt gongur rætt fyri seg í samanleggingartíðarskeiðnum. Nevndin metir tað vera umráðandi, at tað í eini nýggjari kringvarpslóg verður ásett, at almenni starvssetanarpolitikkurin verður fylgdur fyri at tryggja álitið á nýggja fjølmiðlastovnin.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi
 

b r o y t i n g a r u p p s k o t
 

  1. Í § 2 verða aftaná “2005” sett inn orðini: ”og fer úr gildi 31. desember 2005.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 10. desember 2004. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 23-2-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-2-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 14. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-4. Málið avgreitt.

Ll.nr. 91 frá 21.12.2004