Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

2. fundur

Ár 2004, týsdagin hin 19. oktober, kl. 9.05, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jákup Mikkelsen , næstformaður
Marjus Dam
John Johannessen
Olav Enomoto
Dan Petersen
Finnur Helmsdal, (varamaður fyri Heidi Petersen) og
Tórbjørn Jacobsen

Skrivari:
Birita S. Samuelsen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 1. fundi tann 12. oktober 2004 varð býtt út, lisin upp og góðkend.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Landsstýrismaðurin í mentamálum kom á fund við nevndina klokkan 9.20 saman við Petur Petersen, aðalstjóra, Bjarna Wilhelm, fyrisitingarleiðara, og Annu Kass, fíggjarfulltrúa.

    Frá landsstýrismanninum fekk nevndin svar upp á spurningarnar, sum nevndin setti tann 12. oktober 2004, skjal C.c.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara fóru av fundi klokkan 10.30.

    Grein 7 í fíggjarlógaruppskotinum varð umrødd og ummæli varð skrivað.

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur.


 Fundur lokin kl. 12.15

Birita S. Samuelsen
skrivari