Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2004

1. fundur

Ár 2004, týsdagin hin 12. oktober, kl. 10.15, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:

Andrias Petersen, formaður
Rúna Sivertsen
John Johannessen
Olav Enomoto
Heidi Petersen og
Tórbjørn Jacobsen

Marjus Dam var ikki á fundi.

Skrivari:
Birita S. Samuelsen


Til viðgerðar:

  1. Gerðabókin
    Gerðabókin frá 16. fundi tann 27. apríl 2004 varð bytt út, lisin upp og góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 5/2004: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
    Landsstýrismaðurin í mentanmálum møtti á fundi við nevndina klokkan 10.20 saman við Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra.

    Teir fóru av fundi aftur klokkan 11.05.

    Málið varð umrøtt, og álit varð skrivað.

  3. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini
    Fundurin varð niðurlagdur klokkan 12.00 og uppafturtikin klokkan 13.30.

    Nevndin gjøgnumgekk kontoina útbúgving og gransking í fíggjarlógaruppskotinum og gjørdi av at seta landsstýrismanninum í mentamálum teir spurningar, sum framganga av nevndarskali Cb.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 19. oktober 2004, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Gerðabókin
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ið snúgva seg um málsøki hjá mentanarnevndini

Fundur lokin kl. 17.05

Birita S. Samuelsen
skrivari