Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

10. fundur

Hósdagur 24. apríl 2003

kl. 10.15

Ár 2003, hósdagin hin 24. apríl, kl. 10.15, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Gerðabók
    Gerðabókin fyri 9. fund tann 10. apríl 2003 varð góðkend.
  2. Løgtingsmál nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum
    Kl. 10.25 komu Anfinn Kallsberg, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Rúni Joensen, aðalstjóri og Sigmund Ísfeld, fulltrúi, á fund. Málið varð umrøtt. Teir fóru av fundi kl. 11.20.
  3. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Málið varð umrøtt.

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur. 

Fundur lokin kl. 11.45

Sjúrður Rasmussen
krivari