Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

9. fundur

Hósdagur 10. apríl  2003

kl. 10.15

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen

Poul Michelsen var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 8. fundi 3. apríl 2003 varð góðkend.

  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
    Álit varð undirskrivað í málinum.

  3. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Klokkan 10.30 kom Jóan Eyðfinnur Olsen á fund. Hann fór av fundi 11.15.
    Klokkan 11.20 komu Turið Debes Hentze, Bjarni Wilhelm og Óli Hansen umboðandi Dátueftirlitið á fund. Tey fóru av fundi 12.10.

 

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.20

Sjúrður Rasmussen
skrivari