Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
39. fundur
Ár 2007, fríggjadagin, 30. november, kl. 9.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir, Heidi Petersen og Johan Dahl, landsstýrismenninir Jógvan á
Lakjuni, Heðin Zachariasen og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,
vóru
ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
98/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri
fíggjarárið 2006
Málið beint í fíggjarnevndina
Fundur niðurlagdur
kl. 15.45
Fundur uppafturtikin leygardagin 1. desember kl. 10.00
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
99/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri
fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
104/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri
fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
105/2007: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin
fyri fíggjarárið 2006
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð
Tingmálini nr. 99,. 104 og 105/2007 vórðu viðgjørd undir einum
5.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 18/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Minnilutin í rættarnevndini hevur boðað frá, at hann tekur aftur seinna
broytinguppskot minnilutan í álitinum og setur ístaðin fram nýtt
broytingaruppskot
Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina
málið aftur í nevnd fall
5-0-18
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
rættarnevndini, Finni Helmsdal og
Bill Justinussen, til § 1 fall
5-0-18.
Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Finni Helmsdal og Bill
Justinussen, til § 2 fall
5-0-18.
Broytingaruppskot frá meirilutanum í
rættarnevndina,
Marjus Dam,
Kristian Magnussen,
Kaj Leo Johannesen,
Poul Michelsen og
Sverra Midjord, til § 1 samtykt
18-0-5
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
18-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
6.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis
koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
§§1 til og við 5 samtyktar
22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
7.
2. viðgerð av tingmáli
nr.
50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og
javning av almannaveitingum
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal,
Annitu á Fríðriksmørk
og Bill Justinussen, til § 1 fall
6-0-16
§§ 1 og 2 samtyktar
22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
8.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
Fyribyrgingarráð
Broytingaruppskot frá samdari
trivnaðarnevnd til § 1 samtykt
22-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
9.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring
av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
§§ 1 og 2 samtyktar
22-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
10.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og
javning av almannaveitingum
Broytingaruppskot frá minnilutanum í
trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal,
Annitu á Fríðriksmørk
og Bill Justinussen, til § 1 fall
5-0-17
§§ 1 og 2 samtyktar
23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
11. 2. viðgerð av
tingmáli
nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
almannapensjónir
§§ 1 og 2 samtyktar
23-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
12.
2. viðgerð av
tingmáli
nr. 39/2007:
Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§§ 1 og 2 fullu
4-1-18
Málið avgreitt
13.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmál
nr.106/2007: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2007
Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli
nr. 41/2007: Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis
almannalóggávu
Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál
nr. 28/2007: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um
almannapensjónir o.a.
er tikið aftur av uppskotssetaranum Finni
Helmsdal, løgtingsmanni, sambært skrivi, dagfest 30. november 2007.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. desember 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2007: Uppskot til løgtingslóg um ókeypis koppseting móti ávísum smittandi sjúkum
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fyribyrgingarráð
5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum
6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir
8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 101/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matvørur v.m.
9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2007: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2007
10. Svar upp á fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum
11. Svar upp á fyrispurning nr. S-7/2007 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi ráðgevandi toymi fyri kvinnur
12. Svar upp á fyrispurning nr. S-10/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsumstøðunum á Tjóðpalli Føroya
13. Framløga
Fundur lokin kl. 14.40
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari