S-5 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum  

Orðaskiftið

Ár 2007, týsdagin 4. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørji minstukrøv eru til trygdina og dygdina í føroyskum tunlum og hvussu kunnu hesi minstukrøv samanberast við ásett minstukrøv aðrastaðni?
  1. Liva føroysku tunlarnir upp til ásettu minstukrøvini?
  1. Um ikki, er ein dagføringarætlan gjørd og sett í verk, og ber til hjá Løgtinginum at fáa innlit í hesa?
  1. Hvør hevur ábyrgdina av einum møguligum vannlukkutilburði?
  1. Hvør hevur ábyrgdina av vantandi samferðslukarmunum fyri búseting, vinnu og útjaðaramenning í síni heild?
  2. Hevur landsstýrismaðurin gjørt eina útgreining av kostnaðinum fyri ávís trygdar- og dygdarstig, ið føroysku tunlarnir kunnu hugsast at skula hava?

 

Viðmerkingar:

Tá Føroya fyrstu tunlar fyri skjótt 50 árum síðani vórðu skotnir ígjøgnum, var talan um stórverk, sum standa sum varðar yvir tátíðarinnar undangongumenn og -kvinnur og politikarar. Hesi tóku stór tøk, sum munnu vera grundleggjandi fortreytin fyri, at fleiri bygdir fótaðu sær og í dag blóma. Bygdir, sum annars høvdu verið stagneraðar og - hvør veit - kanska komnar á deyðastráð.

 

Ein av hesum bygdum er Hvalba, ein onnur í sama øki er Sandvík, aðrar eru bygdirnar í Kalsoynni, á Borðoynni og Viðoynni.

 

Tunnilin millum Hvalba og Tvøroyri, sum varð tikin í nýtslu í 1963, man bera heiðurin fyri at hendan bygdin, mett eftir fólkatalinum, telist allarfremst millum bygdir. Tunnilin til grannabygdina Sandvík var klárur til nýtslu nøkur ár seinni, og hesin hevur givið hesari minnu bygdina møguleika at vera partur av tí framgongd, sum á allan hátt hevur eyðkent Hvalbiar sókn. Alt meðan aðrar bygdir, teimum til støddar, tíverri eru javnt minkaðar sama tíðarskeið.

 

Framdu teir, ið fingu samtykt og gjørt hesar tunlar, stórverk, so má tíverri sannast, at lutur okkara, núverandi politikara, einki er at reypa av. Meðan bygdafólk og vinnulívsfólk úr Hvalbiar sókn og aðrastaðni frá dagliga fremja stórverk, so megnar politiska valdið hvørki at røkja ella dagføra teir tunlar, sum okkum vórðu litnir í hendur, og sum eru neyðugir partar av tí virksemi, sum blómar í Hvalba. Lat meg her nevna fiskavirkið TG-Seafood, sum í fjør tók ímóti og virkaði 4.400 tons og til 1. juni í ár 2.500 tons, djúpvatnstrolararnar, trolvirkið Bergið og nýbyrjaðu toskaalingina. Alt hetta virksemið hevur tørv av dagførdum tunlum fyri at kunna rúma nútíðarinnar flutningstólum, men heldur enn at stuðla undir virksemi hvalbinga, er tunnilin til Tvøroyrar ein tyngjandi forðing fyri tí virðisøking, sum havlbingar við hondum sínum  dagliga tilføra føroyska samfelagnum.

 

Bygdarráð hvalbinga hevur fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan og heitt á landsmyndugleikarnar um at dagføra tunnilin - ikki bert vegna framleiðsluforðan, men eisini, og ikki minst álvarsligt, vegna manglandi trygdina. Loyvi mær at endurgeva úr brøvum hvalbinga og svari myndugleikanna:

 

Her verður endurgivið úr brævi frá hvalbingum dagfest 26.09.06:

 

“... hvalbiar bygdarráð  fer við hesum skrivi at biðja avvarðandi myndugleikarum  at taka málið viðvíkjandi tunlinum millum Trongisvágs og Hvalba til viðgerðar beinanvegin og um at útvega okkum ein dagførdan tunnil sum skjótast.

 

Øllum kunnugt, so er tunnilin tann fyrsti, sum varð gjørdur í Føroyum fyri meira enn 40 árum síðani. Í hesum tíðarskeiði er samfelagsbygnaðurin og vinnumynstrið broytt munandi, soleiðis at tunnilin í dag er ótíðarhóskandi og í stóran mun forðandi fyri vinnuna í økinum.”

 

Síðani vísir bygdaráðið á truplu korini flakavirkið virkar undir - hvussu nútíðarinnar serbygdu flutningsfør ikki kunnu nýta tunnilin, hvussu hetta viðførir størri framleiðslukostnað, mista framleiðslutíð og ikki minst, at køliketan verður brotin við umskipanini. Samanumtikið viðførir hetta, at tað er munandi tyngri og dýrari at taka ímóti og framleiða fisk í Hvalba enn aðrastaðni í landinum.  Í brævinum verður somuleiðis víst á, at ótíðarhóskandi tunnilin eisini er ein forðan fyri  aðrar vinnugreinir, tí hann forðar m.a. nútíðar tangabilum, betongbilum og bingjubilum farveg.

 

Síðani nemur bygaráðið við trygdina, og lýsir hana soleiðis:

 

“Eingi ljós og vantandi merking.

Eingin ventilasjón.

 

Vantandi trygdartútgerð so sum: Telefon, eldsløkkingarútgerð, gassmátitól, mátitól fyri sýni, neyðsamband, radiosamband, mobiltelefonsamband og vendipláss.

 

Vatn av renningini frá vegnum, í norðara enda er eingin, soleiðis at um veturin frystur vegurin og verður sera hálur, samstundis sum ein krappur bogi er í vegnum beint uttan fyri norðara munna.

 

Eisini hanga stórar glerpípur undir loftinum, tá frost er, til stóran vanda fyri bilar og ferðandi.

 

Vánaligur gjøgnumtrekkur er, so at gaskonsentrasjónin verður sera høg og sýnið vánaligt, tá nógv ferðsla er.

 

Tunnilin er merktur av vantandi  viðlíkahaldi.

 

Vegurin frá tunlinum oman til Hvalbiar, kolavegurin, er merktur av, at hann setir seg í ójavnt, orsakað av, at tilfarið, hann er gjørdur av, er ymsikt til dygdar. Eisini omanlop av gróti og vindviðurskifti annars darva koyringini á vegnum, serliga um veturin.

 

Víðari skriva Hvalbingar:

 

Uppstendur eldur inni í tunlinum, so er:

Ongin útgerð at stýra eldinum,

ongir hjálparmiðlar til at sløkkja eldin

ongir møguleikar at boða frá eldinum

ongin útgerð, sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnilin

og samanumtikið koma fleiri menniskju í eina hættisligari vandastøðu, enn neyðugt.

 

Víðari verður í brævinum víst til gassmátingar, ið vísa, at konsentrasjónin av vandamiklu gassunum CO og NO2 er, tá hon er hægst, 5 ferðir so høg, sum hægsta mark, ið norska arbeiðsumhvørvislógin ásetir. Hetta ger, at í døgum við nógvari ferðslu, og her nevna hvalbingar, tá eitt nú grindadráp ella fótbóltsdystir eru, er tað beinleiðis heilsuskaðiligt og lívshættisligt, um steðgur kemur í ferðsluna.

 

At enda í brævinum hugleiðir bygdarráðið um tvinnar møguleikar, antin at  víðka og dagføra verandi tunnil og tilkoyingarvegir ella at gera nýggjan tunnil og tilkoyringarvegir.

 

Í svari sínum til hvalbingar ger Vinnumálaráðið greitt, at so er , sum hvalbingar siga frá. Verandi samband er ótíðarhóskandi og skapar trupulleikar fyri vinnulívið og íbúgvar annars. Víst verður til, at sambært samferðsluætlanini fyri 2008-2020 loysir tað seg betur at gera nýggjan tunnil enn at dagføra verandi, at verkætlanin í Hvalba má raðfestast í kapping við aðrar neyðugar verkætlanir kring landið, at ein nýggjur tunnil til hvalbingar er raðfestur aftaná tunlarnar í Borðoynni, og at ein ætlan er gjørd fyri mest átrokandi dagføringar av tunlunum.

 

Sum vera man eru hvalbingar vónbrotnir og gera í brævi dagfest hin 19.06.2007 Vinnumálaráðnum greitt, at teir als ikki kunnu góðtaka ætlanir landsstýrisins.

 

Samanumtikið váttar bræv Vinnumálaráðsins tær upplýsingar og tær metingar, sum koma fram í brævinum frá Hvalbiar bygdarráði, og er hetta ikki sørt undrandi. Her er jú talan um farleið, sum, umframt at hava vinnuligan týdning, eisini er einasta almenna leið hvalbinga til “umheimin”. Hesa ótryggu leið noyðast tey at brúka, tá tey skulu av oynni, tá tey skulu til lækna ella á sjúkrahús, tá børn og ungu teirra skulu til hægru skúlarnar - og vit kundu hildið á við dømum um tørvir, sum bert kunnu nøktast eftir hesi farleið.

 

Umráðandi er at fáa byrjað eina grundleggjandi dagføring av eldru tunlunum, serstakliga um so er, at verandi samgonga hevur tikið avgerð um at raðfesta aðrar verkætlanir framum.

Á tingfundi 5. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. desember 2007 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar
 

Til 1.

 Um sæð verður burtur frá avgerðum við heimild í brunalógini, seta føroysku rættarreglurnar ikki onnur krøv um trygd og dygd til tunlar. Landsverk hevur tó valt at leggja seg tætt upp at norsku krøvunum og leiðbeiningunum viðvíkjandi bygging og rakstri av tunlum. Norsku normarnir verða regluliga dagførdir av fakfólki í Noregi, og hava tey eina servitan, sum vit kunnu nýta til okkara tunlar. Krøv, vegleiðingar og tilráðingar viðvíkjandi tunlum eru at finna í Hondbók 021 frá Norska Vegaverkinum.

 

Tunnilsnormurin frá 2002 er grundarlagið undir verkætlan hjá Landsverki um at dagføra tunlarnar og var eisini nýttur til planleggingina av Hovstunlinum. Normarnir verða regluliga dagførdir, og krøvini til trygdarútgerð í tunlum vórðu nógv herd í nýggjasta tunnilsnorminum frá desember 2006, sum kemur í staðin fyri tunnilsnormin frá 2002.

 

Tunlarnir verða í norsku normunum flokkaðir eftir ferðslunøgd. Teir flestu av okkara einsporaðu tunlum eru í tunnilsflokki A (<300 akfør um samdøgrið), talan er um Sandvíkartunnilin, Gásadalstunnilin, Kunoyartunnilin og tunlarnar á Kalsoynni, meðan nakrir eru í flokki B (300-4000 akfør um samdøgrið), her er talan um Sumbiartunnilin, Hvalbiartunnilin, Árnafjarðartunnilin, Hvannasundstunnilin, Leynatunnilin, Norðskálatunnilin og Leirvíkartunnilin. Bara Kollafjarðartunnilin er í flokki C (4000-8000 akfør um samdøgrið).

 

Sambært hondbók 021 frá 2002 var minstakravið til tunlar í flokki A, at teir skuldu hava hæddarhindur, tvs. ein bjálki verður hongdur upp í tunnlismunnanum fyri at forða fyri, at ov høg akfør fara inn í tunnilin. Minstukrøvini til norskar tunlar í flokki A eru nógv herd í nýggju normunum frá 2006, teir skulu nú hava ljós, rýmingarljós, neyðstasjónir við eldsløkkjarum fyri hvørjar 125 m og við hvønn munna, sløkkivatn og hæddarhindur. Í flokki B skulu tunlarnir vera tvíbreytaðir, og umframt omanfyrinevndu krøv eisini hava reytt steðgisignal, sum ger at tunnilin verður stongdur, um ov nógv vandamikið gass er í honum, og kommunikasjóns- og radioanlegg. C-tunlar hava somu krøv til trygdarútbúnað sum flokkur B, men sjálvur tunnilsprofilurin er størri, so tunnilin er rúmligari.

 

Til 2.

Føroysku tunlarnir vóru, tá ið teir vóru bygdir, stór framstig í samferðsluni á teimum farleiðunum, teir eru á, men ásannast má, at teir ikki liva upp til tey krøv, ið sett verða til slíkar tunlar í dag. Tunlarnir verða planlagdir og bygdir út frá krøvum og vegleiðingum, sum eru galdandi til eina og hvørja tíð. Soleiðis nýtir Landsverk nú nýggjastu normarnar (2006) at planleggja nýggjar tunlar. Dagføringar av eldru tunlunum vóru planlagdar og settar í gongd fyri 2006, og eru gjørdar út frá teimum krøvunum, ið vóru galdandi tá, sambært tunnilsnorminum frá 2002. Dagføringin av tunlunum við minni ferðslu er tillagað til tunnilsnormin frá 2006.

 

Í tunlunum er ein natúrlig útlufting, sum er nøktandi í so gott sum øllum førum í A-tunlunum. Landsverk mátar regluliga innihaldið av vandamiklum gassum í tunlunum, og allar kanningarnar hava víst, at innihaldið er sera lágt. Landsverk hevur upplýst, at tað ongantíð hevur nærkast hægst loyvda markinum.

 

Viðvíkjandi ferðsluóhappum, so henda sum heild fá óhapp í tunlunum. Hetta er ivaleyst tí bilførarar vísa størri ansni og koyra varliga – eftir umstøðunum - serliga í smølu og ótíðarhóskandi tunlunum.

 

Til 3.

Arbeiðið at dagføra føroysku tunlarnar hevur verið í gongd í nøkur ár. Fyrsta stig var at dagføra teir fýra tunlarnar við mestu ferðsluni. Hetta eru Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Kollfjarðartunnilin og Leirvíkartunnilin. Hetta eru tunlar í flokki B og C, og verða teir dagførdir við allari kravdari trygdarútgerð. Hetta arbeiðið er í gongd. Byrjað var við Norðskálatunlinum, sum var mettur at vera mest ótíðarhóskandi í mun til ta stóru ferðslunøgdina. Arbeiðið í Norðskálatunlinum er um at vera liðugt. Arbeiðið er byrjað í Leynatunlinum, og allir fýra verða liðugt dagførdir, so skjótt sum játtan er tøk til endamálið.

 

Ætlanin er eisini at dagføra tunlarnar við minni ferðslu, so teir lúka krøvini til trygdarútbúnað í tunlum. Her er talan um ljós (møguliga bert rýmingarljós í fyrstu atløgu), eldsløkkiútgerð og sum ein eyka møguleiki – fartelefonsamband, ið verður gjørt í samráð við televeitararnar.

 

Í Samferðsluætlanini 2008-2020 verður mælt til, at báðar hesar dagføringarverkætlanir verða raðfestar frammarlaga, so arbeiðið at dagføra tunlarnar við minni ferðslu kann byrja longu í 2008, og verkætlanin við dagføring av tunlunum við meira ferðslu heldur áfram.

 

Mælt verður í Samferðsluætlanini til, at tríggir av eldru tunlunum verða avloystir av nýggjum og tíðarhóskandi tunlum komandi 8 árini. Talan er um Árnafjarðartunnilin, Hvannasundstunnilin og Hvalbiartunnilin. Mælt verður til, at arbeiðið fer í gongd beinanvegin at gera nýggjar tunlar Norð um Fjall. Um so er, verður hetta arbeiðið liðugt í 2011. Farast kann síðani undir arbeiðið við nýggjum Hvalbiartunli. Hann kann verða liðugur í 2015.

 

Játtanin til viðlíkahald hevur seinastu mongu árini ikki verið á hædd við tað, sum átti at verið nýtt fyri at halda virðið á vegakapitalinum. Tí er samferðslukervið afturúrsiglt viðvíkjandi dagføring og viðlíkahaldi, og kann viðlíkahaldið tí í seinasta enda gerast dýrari, enn um peningur varð játtaður til vanligt viðlíkahald. Í Samferðsluætlanini verður mælt til, at ein serstøk játtan verður til at endurreisa samferðslukervið, soleiðis at neyðugar ábøtur og dagføringar ikki fara av vanliga viðlíkahaldinum, sum so aftur verður afturútsiglt.

 

Til 4.

Tað er sera torført at geva eitt generelt svar uppá, hvør, ið hevur ábyrgdina av einum møguligum vanlukkutilburði í einum tunli. Bilførarar eiga altíð at koyra eftir umstøðunum og hava sjálvsagt ábyrgdina av sínum atburði í ferðsluni. Til dømis leggur ein einbreytaður tunnil upp til, at koyrast má við minni ferð enn í tvíbreytaðum tunlum. Vegamyndugleikin hevur ábyrgdina av, at alt landsvegakervið, eisini tunlarnir, eru viðlíkahildnir og riknir soleiðis, at framkomuleikin og trygdin eru nøktandi. Viðlíkahaldsstøðið kann í seinasta enda verða tengt at játtanini, men tað, at ein tunnil er opin fyri ferðslu, er tekin um, at Landsverk metir tað vera forsvarligt at lata ferðsluna koyra gjøgnum hann.

 

Til 5.

Á hvørjum ári verður peningur játtaður og nýttur til at betra um samferðsluumstøðurnar í Føroyum, bæði á meginøkinum og í útjaðaranum. T.d. hava undirsjóvartunlar bundið Vágar og stóran part av Norðoyggjum í meginøkið, og betrað er um framkomuleikan í Suðuroy, bæði við nýggjari ferju, samferðsluhavn og nú eisini tunli millum Øravík og Hov, sum væntandi letur upp fyrsta dagin. Eisini eru ætlanir um aðrar útbyggingar, sí Samferðsluætlan fyri Føroyar 2008-2020. Hetta er tó treytað av játtan á Løgtingsins fíggjarlóg.

 

Tað hevði heilt vist verið gjørligt at nýtt meira pening til hetta økið, men raðfestingar mugu gerast, um íløgukarmurin skal haldast.

 

Til 6.

Ætlanin er framhaldandi at fylgja norskum normum, krøvum og tilráðingum. Nýggir tunlar verða altíð gjørdir eftir hesum normum, og arbeiðið at dagføra verandi tunlar til eisini at uppfylla hesi krøv er í gongd (sí svarið til spurning 3). Samlaða dagføringararbeiðið er mett at kosta einar 160-180 mió. kr.

 

Í løtuni verða allir tunlar í landinum skrásettir í eini viðlíkahaldsskipan, so viðlíkahaldið av teimum altíð er dagført og skipað. Tilbúgvingararbeiðið er somuleiðis í gongd. Ætlanin er, at allir tunlar skulu hava eina tilbúgvingarætlan fyri, hvat skal gerast, um eitt óhapp hendir í tunlinum.
 

Málið avgreitt