Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007
25. fundur
Ár 2007, mikudagin, 24. oktober, kl. 9,30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir
Marjus Dam
og
Annita á Fríðriksmørk,
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður, og
Søren Christensen,
ríkisumboðsmaður,
vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 44/2007:
Uppskot til løgtingslóg um lutaíbúðarfeløg
Málið beint í trivnaðarnevndina
2.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 45/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
Málið beint í trivnaðarnevndina
Tingmálini nr. 44/2007 og nr. 45/2007 vórðu viðgjørd undir einum
3.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 46/2007: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at byggja og at
reka granskarapark
Málið beint í vinnunevndina
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 47/2007: Uppskot til løgtingslóg um at nýta part av stovnsfænum hjá
Vinnuframagrunninum at seta í partafelag at byggja og at reka granskarapark
Málið beint í vinnunevndina
Tingmálini nr. 46/2007 og nr. 47/2007 vórðu viðgjørd undir einum
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 41/2007:
Uppskot til samtyktar um hjúnabandslóggávu mótvegis almannalóggávu
Málið beint í trivnaðarnevndina
6.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, svaraði skrivligum
fyrispurningi nr. S-6/2007 frá
Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni,
viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands
Málið avgreitt
7.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Magni Laksáfoss,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið
hevur lagt fram tingmálini nr.
55/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og
nr. 56/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2007
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á skrivligan fyrispurning
nr.
S-8/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá
Heidi Petersen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi tiltøkum móti happing í fólkaskúlanum
Formaðurin setti næsta fund at
verða hósdagin 25. oktober 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
3. Munnligir fyrispurningar
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
50/2007:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av
almannaveitingum
Málið verður
beint í trivnaðarnevndina
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
51/2007:
Uppskot til
løgtingslóg um vegaføring við Leirvík
Málið verður
beint í vinnunevndina
6. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-2/2007 til Søren Christensen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroysku sendistovuumboðanini samsvarandi felagslýsingini, undirritað í Fámjin 29. mars 2005
7. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi talinum av ungum, sum hava roynt sjálvmorð
8. Framløga
Fundur lokin kl. 18.35
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari