Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2007

7. fundur

 

Ár 2007, týsdagin, 4. september, kl. 9,30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmennir Vilhelm Johannssen og Heidi Petersen og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi:

Skriv frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, dagfest tann 3. september 2007, við umsókn um farloyvi frá 4. til 14. september 2007, og at næstvaldi á lista Sambandsfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Hergeir Nielsen, Kaj Leo Johannessen og Páll á Reynatúgvu um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Sambandsfloksins í Eysturoyar valdømi. Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Kaj Leo Johannessen og Páll á Reynatúgvu, at Frithleif Olsen tekur sæti á tingi fyri Alfred Olsen. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

 

Til viðgerðar:

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2007: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2007
Uppskotið samtykt 26-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2007: Uppskot til samtyktar um at luta út partabrøv í Føroya Banka til Føroya fólk.
Málið beint í fíggjarnevndina
.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
Málið beint í rættarnevndina.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 7/2007: Uppskot til samtyktar um heisluátøk í skúlum, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 8/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, vinnugrunnar og ársroknskaparlóggávu), at Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 10/2007: Uppskot til løgtingslóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy, at tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 12/2007: Uppskot til løgtinglóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 13/2007: Uppskot til løgtinglóg um Búskapargrunn Føroyar, at Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 11/2007: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-framskjalið í gildi fyri Føroyar, nr. 14/2007: Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum og nr. 15/2007: Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna.

 

Formaðurin fráboðaði hesar skrivligu fyrispurningar
Nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum

Nr. S-6/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 5. september 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. S-5/2007 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Hvalbiartunlinum og øðrum ikki dagførdum eldri tunlum

2.      Nr. S-6/2007 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands

3.      Munnligir fyrispurningar

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 20.37 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari