S-6 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi stuðli til virksemi hjá føroyingafeløgum uttanlands 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 4. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvønn stuðul ymsu føroyingafeløgini uttanlands hava fingið til virksemi sítt seinastu fimm árini, og av hvørji konto hesin stuðul er latin?

 

  1. Hevur tað altíð verið galdandi, at bert Føroyahúsið hevur staðið beinleiðis á fíggjarlógini, og at tað stendur øllum øðrum feløgum í boði, at tey kunnu søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk og til barna- og ungdómsarbeiði av teimum játtanum, ið eru til endamálini, tá lýst verður?

 

  1. Kann landsstýrismaðurin til samanberingar upplýsa: Hvønn stuðul lata grønlendingar til Grønlendingahúsið í Danmark, í mun til føroyska stuðulin til Føroyahúsið í Keypmannahavn?

 

  1. Verður nøkur broyting á fíggjarlógini fyri 2008, so onnur virkin føroyingafeløg uttanlands, ið lúka treytirnar og eru karmar um virksemi av mentanarligum, sosialum, politiskum, fakligum, kristiligum og veitslukendum slagi, verða javnstillað og kunnu søkja um stuðul av serstakari játtan til hetta endamálið?

 

Viðmerkingar

Føroyingafeløg uttanlands gera eitt miðvíst arbeiði fyri felagslív, samstarv og vinarlag, at styrkja samleikan og felags-tjóðskaparkensluna í útlegdartíðini hjá lesandi ungfólki okkara. Í ávísum føri hevur verið møguligt at søkja um kommunalan stuðul, men tað er dýrt at leiga høli í stóru býunum og at reka eitt virkið felagsarbeiði. Tí er tað alneyðugt, at feløgini hava møguleikan at fáa ein styrk frá heimlandinum til raksturin, so hetta týdningarmikla sjálvbodna felagsarbeiðið ikki dettur niðurfyri av fíggjarligum ávum.

 

Higartil er tað bert Føroyahúsið á Vesturbrúgv, ið hevur fingið beinleiðis stuðul á fíggjarlógini, men trupult er at fáa eyga á, hvønn stuðul hús og virkin feløg aðrastaðni í Danmark og uttan fyri ríkið hava fingið frá almennu Føroyum.

 

Á seinastu fíggjarlóg bleiv játtanin hækkað við tveyhundrað túsund fyri árið 2007, eftir at hon í eini fýra ár hevði verið óbroytt, men spurningurin er eisini, um stuðulin til virksemi í Føroyahúsinum er nøktandi. Tí er sera viðkomandi at samanbera tey tilboð, sum standa ávikavist grønlendingum og føroyingum í boði í Danmark.

 

Føroyahúsið veitir ymiskar tænastur og er sjálvsagt í serstøðu.

 

Ásannast má tó, at fleiri føroyingafeløg uttanlands hava karmar og skipaði viðurskifti um virksemi, ið fevnir um tey tiltøk, ið eru nevnd í spurningi 4.

 

Hetta virksemi er tað, sum verður nevnt í yvirskrift til játtan 7.24.1.04. á fíggjarlógini.

 

Á tingfundi 5. september 2007 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 24. oktober 2007 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

Ad. 1.: Í fyrsta lagi spyr løgtingsmaður Kári P. Højgaard, hvussu nógvan stuðul ymsu føroyingafeløgini uttanlands hava fingið frá Mentamálaráðnum tey seinastu fimm árini. Fyrst er at siga, at føroyingafeløg uttanlands mær vitandi bert í undantaksføri og bert í stuttum tíðarskeiði hava fingið nakað, sum kann metast við rakstrarstuðul. Hinvegin hava feløgini eftir umsókn so av og á fingið studning til ávís tiltøk av játtan til tiltøk fyri børn og ung og av játtan til mentanarlig tiltøk. Greitt skal nú verða frá studninginum ár fyri ár:

 

2003

-Føroyingafelagið í Århus fekk játtað kr.  8.000 til “Ung í Århus” av játtanini til tiltøk fyri børn og ung (veddingarpengunum).

-Føroyingafelagnum í Esbjerg varð tillutað kr.  8.000 til rakstur av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Føroyingafelagið í Frederikshavn fekk kr. 4.000 í studningi til mentanarligt vikuskifti av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Føroyingafelagið í Ålborg fekk kr. 16.000 til rakstur av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Føroyahúsinum í Keypmannahavn varð játtað kr. 4.500 av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Meginfelag Føroyinga í Danmark fekk kr. 5.000 til mentanarstevnu í Ålborg av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Føroyingafelagnum í Århus varð veitt kr. 15.000 til rakstur av játtanini til mentanarlig tiltøk

-Føroyingafelagið í Reykjavík fekk kr. 10.000 í studningi til sekstiára-hald felagsins av játtanini til mentanarlig tiltøk.

 

2004

-Føroyingafelagið í Mið- og Vestjyllandi fekk útgoldið kr.  2.000 til tiltak í sambandi við jólini av játtanini til tiltøk fyri børn og ung (veddingarpengunum).

 

2005

-Føroyingafelagið í Århus fekk tillutað kr.  8.000 til Áarósan av játtanini til tiltøk fyri børn og ung (veddingarpengunum).

-Føroyingafelagið í Esbjerg fekk kr. 12.200 til flaggdagshald og fyrilestrar av játtanini til mentanarlig tiltøk.

-Føroyahúsinum í Keypmannahavn varð játtað kr. 15.000 til Ólavsøkuhald á Bryggjuni av játtanini til mentanarlig tiltøk.

 

2006

-Føroyahúsið í Keypmannahavn fekk kr. 15.000 til ymsar verkætlanir av játtanini til mentanarlig tiltøk.

 

2007

- Ongin studningur er játtaður í ár.

 

Ad. 2.: Spurt verður síðan, um tað altíð hevur verið galdandi, at bert Føroyhúsið í Keypmannahavn hevur eina játtan á fíggjarlógini, og at øllum føroyingafeløgunum annars stendur í boði at søkja um stuðul av játtanunum til mentanarlig tiltøk og til tiltøk fyri børn og ung (barna- og ungdómsarbeiði). Svarið til henda spurning er, at soleiðis hevur tað altíð verið.

 

Ad. 3.: Hvat triðja spurningi viðvíkur so er hartil at siga, at í Danmark eru 4 grønlendingahús (Keypmannahavn, Odense, Ålborg, Århus). Samlað veitir grønlendska heimastýrið kr. 15,9 mill. í studningi til hesi hús í 2007 og er høvuðsveitari. Harafturat kemur annars stuðul frá donsku heimstaðarkommununum og danska Almannaráðnum. Grønlendsku húsini hava afturat vanliga arbeiðinum alla lestrarumsitingina um hendi.

 

Ad. 4.: Tingmaðurin spyr at enda, um nøkur broyting verður á fíggjarlógini fyri 2008, so onnur føroyingafeløg uttanlands verða javnstillað og kunnu søkja um stuðul til at reka felagsarbeiði. Mentamálaráðið hevur ikki mælt til at víðka endamálið við játtanini til Føroyahúsið í Keypmannahavn til eisini at fevna um onnur føroyingafeløg. Sum løgtingsmaðurin sjálvur er inni á, so er stuðulin til Føroyahúsið ikki so stórur, at tað ber til at bróta burtur av honum til føroyingafeløgini. Bert í Danmark eru yvir 18 feløg, og feløg eru eisini í øðrum londum, so her hevði verið talan um stórar upphæddir. Hartil kemur, at tað ber ikki til uttan víðari at samanbera  Føroyahúsið í Keypmannahavn við føroyingafeløg uttanlands. Føroyahúsið er ein góðkendur sjálvsognarstovnur við nágreiniliga uppsettum uppgávum, og húsið er ætlað øllum føroyingum í Danmark. Í Mentamálaráðnum hevur verið neyðugt at raðfesta studningin, og higartil hevur sum meginregla ikki verið hildið rætt at nýta omanfyri nevndu játtanir til rakstur, hvørki av feløgum innan- ella uttanlands.