Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
59. fundur
Ár 2007, mikudagin 21. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir
Vilhelm Johannesen og
Poul Michelsen vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr.
100-30/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá
Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum við nýggju
forsorgarlógini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Formaðurin las
skriv frá Kaj Leo Johannesen,
løgtingsmanni, dagfest 21. februar 2007, har hann vísandi á tingskipanina § 26,
stk 1 skjýtur upp, at tingið við atkvøðugreiðslu ger av at velja tingnevndirnar
av nýggjum.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 23. februar 2007, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:
1. Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk. 1 í tingskipanini
2.
1. viðgerð av tingmáli nr.
60/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja
skúladepil í Suðuroynni.
Málið verður beint í mentanarnevndina.
3.
1. viðgerð av tingmáli nr.
59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar
í Føroyum
Málið verður beint í rættarnevndina.
4. Framløga
Fundur lokin kl. 18.10
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein