60 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. Broytingarupposkot
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 13. februar, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 um at byggja skúladepil í Suðuroynni verður gjørd henda broyting:

Í § 1 verður “60 mió. kr.” broytt til “74 mió. kr.”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar 

Í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni er ásett, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 60 mió. kr., og verður við lógaruppskotinum skotið upp at hækka hesa upphædd til 74 mió. kr.

 

Orsøkin til, at biðið verður um at hækka verandi fíggjarkarm við 14 mió. kr., er, at Landsverk hevur upplýst, at lítil áhugi hevur verið millum arbeiðstakarar at byggja nýggja miðnámsskúlan í Suðuroy, tá lýst varð alment eftir áhugaðum arbeiðstakarum til eina prekvalifikatión. Bert ein byggifyritøka bjóðaði seg fram.

 

Landsverk hevur síðani verið í samráðingum við viðkomandi byggifyritøku um eina partneringavtalu um at byggja nýggja miðnámsskúlan í Suðuroy, og hevur Landsverk nú staðfest, at verandi fíggjarkarmur upp á 60 mió. kr. ikki røkkur, men má hækkast til 74 mió. kr., um ætlaði skúlabygningurin skal byggjast. Landsverk hevur tá gjøgnumgingið verkætlanina við tí endamáli at finna fram til møguligar sparingar.

 

Landsverk metir, at um ein nýggjur bygningur skal byggjast fyri 60 mió. kr., so er neyðugt at prosjektera ein heilt nýggjan bygning, og hevur hetta við sær eykaútreiðslur til tíðarkrevjandi prosjektering. Eisini metir Landsverk, at hesin bygningurin hevði verið á einum so lágum góðskustøði, at tað er ivasamt, um hann hevði livað upp til tey minstukrøv, ið sett verða til ein tílíkan bygning í dag.

 

Landsverk metir eisini, at verandi samráðingarúrslit, ið er ein hækking í byggiútreiðslunum á 23% í mun til upprunaligu metingina, neyvan fæst betri, við atliti at marknaðarumstøðunum í dag.

 

Landsverk hevur tí mælt til, at verklagslógin fyri verkætlanina verður broytt, soleiðis at byggikostnaðurin kann verða í mesta lagi 74 mió. kr., og um nýggi skúlin skal standa liðugur, tá skúlaárið byrjar á sumri 2008, má endaliga avtalan við áhugaðu byggifyritøkuna undirskrivast í seinasta lagi um miðjan mars 2007.

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

a. Fíggjarligar avleiðingar

Byggiútreiðslurnar til at byggja nýggjan miðnámsskúla í Suðuroynni verða hækkaðar við 14 mió. kr. í mun til verandi fíggjarkarm, soleiðis at byggingin í mesta lagi fer at kosta 74 mió. kr.

 

b. Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

c) Avleiðingar fyri umhvørvið

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

d) Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri sertøk øki í landinum.

 

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar felagsskapir.

 

g) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna. 

 

h) Avleiðingarnar í talvu:

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Ásett verður, at byggiútreiðslurnar til bygging av nýggjum miðnámsskúla í Suðuroynni kunnu í mesta lagi vera 74 mió. kr.

 

Til § 2:

Ásett verður, nær lógin fær gildi.

1. viðgerð 23. februar 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 7. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 23. februar 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. februar og 2. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Handverksmeistarafelag, landsstýrismannin í mentamálum saman við Landsverk og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) hevur hesar viðmerkingar:

 

Umboð fyri Landsverk hava greitt nevndini frá, at boðið varð inn til prekvalifikasjón seinasta summar, men at bara ein byggifyritøku, MT Højgaard, vísti áhuga í byggingini. Landsverk fór tískil vegna landsstýrismannin í mentamálum, við tí fyri eyga at fullføra byggiætlanina, í samráðingar við hesa byggifyritøku um at gera partalagssáttmála. Havandi í huga stóra lønar- og prísvøksturin innan byggivinnuna seinastu árini varð komið fram til, at byggiætlanin kundi fullførast fyri 74 mió. kr. Landsverk metti, at um ætlanin varð útboðin aftur, fór prísurin uttan iva at vera hægri. Havandi í huga, at støðan í byggivinnuni, harímillum trotið á handverkarum, er tann sama sum seinasta summar, tekur meirilutin í nevndini undir við ætlanini. Meirilutin í nevndini heldur tó, at nú tað almenna er farið at nýta partalagsháttin í sambandi við bygging, eigur hetta í framtíðini at vera tilskilað í út- og innbjóðingartilfarinum. Landsverk hevur harafturat upplýst, at kloakering og vatnviðurskifti eru ikki fult við í verkætlanarkostnaðinum.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin í nevndini undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) hevur í nevndarviðgerðini fingið staðfest, at sera stór ógreiða valdar kring málið, og at ein óvanligur og burturav løgin framferðarháttur er brúktur í sambandi við handfaringina av byggimálinum av skúladepli í Suðuroy, og at nógvir týdningarmiklir spurningar enn standa ósvaraðir í málinum, og koma at gera tað í allar ævir, um málið verður samtykt soleiðis, sum tað nú liggur á tingborði.

 

Í fyrsta lagi hevur nevndin onga sakliga grundgeving fingið, sum kann skjalváttast, ella sum á nakran hátt bendir á skilvísa framferð, tá ið man valdi at fara inn í eina beinleiðis “partnering” samráðing við eitt ávíst byggifelag. Hetta felag hevur eftir øllum at døma víst áhuga fyri byggingini, í tí almennu útbjóðingini, uttan at man á nakran hátt hevur almannakunngjørt fyri føroysku byggivinnuni annars, at man hevði broytt kós í byggimálinum um skúladepil í Suðuroy. Soleiðis sum landsstýrið og tess embætismenn hava tosað undir hoyringini í nevndini, er henda gongd í málinum meira ein trúðarspurningur heldur enn tað, at handfaringin byggir á vit, skil og sakkunnleika. Hetta felagið, sum landsstýrið nú ætlar skal gera arbeiðið, hevur í fleiri ár havt so laka kappingarstyrki, at tað hevur kappað seg út av føroyska byggimarknaðinum, tí hongur málið nú í leysum lofti, og eingin veit, hvør veruligi prísurin átti at verið.

 

Føroyska byggivinnan hevur gjørt nevndini greitt, at slíkur framferðarháttur als ikki kann góðtakast, og tá tað almenna gongur á odda við at “sløra” almennar byggtreytir, meta vit á ongan hátt at framferðarhátturin, sum landsstýrismaðurin hevur nýtt í hesum førinum, er nøktandi tíansheldur ráðiligur. Og skapar hann presedens, sum hann óivað ger, so er ruðuleiki í føroyskari byggivinnu.

 

Landsstýrismaðurin biður um at hækka játtanina úr 60 mió. kr. til 74 mió. kr. í hesum umfarinum, sjálvt um hann bedýraði fyri tinginum, tá ið málið var samtykt í 2005, at tað kom ikki upp á tal at nýta meira pening upp á verkætlanina enn tær 60 mió. kr., sum tingið tá játtaði til endamálið. Hetta ger landsstýrismaðurin uttan at koma við nakrari frágreiðing um hækkingina uttan eini meting. Eingin skjalaføst grundgeving er fingin til vega, og einki ítøkiligt er framlagt, hvørki í tingmálinum ella í nevndini, sum greitt dokumenterar, at henda príshækking er neyðug, alt byggir á metingar og trúgv. Tað er eitt ikki serliga sakligt grundarlag at viðgera eitt alment byggimál á, har nógvar skattakrónur hjá borgarum landsins, eftir øllum at døma orsakað av politiskum rossahandlum, nú verða stappaðar út ímillum skins og hold hjá eini danskari byggifyritøku, uttan at føroyskar fyritøkur av sama slagi, við betri kappingarstyrki á marknaðinum, sleppa so frægt sum at bjóða seg fram til at gera hetta arbeiðið í Hovi/Porkeri.

 

Upplýst er eisini fyri nevndini, at eingin trygd kann gevast í løtuni fyri, at prísurin, sum nú er upp á tal altso tær 74 mió. kr., sum landsstýrismaðurin skjýtur upp at hækka játtanina til, kemur at halda, um so er, at okkurt óvæntað stingur seg upp hiðani og frameftir.

 

Eitt annað, sum eisini er sera ógreitt, er, hvussu vatn- og kloakkviðurskiftini til skúladepilin skulu loysast. Upplýst er, at kostnaðurin av hesum arbeiði ikki er við í verkætlanini. Sambært lóg hevur kommunan skyldu at veita vatn og kloakk og skulu hesi viðurskifti vera í lagi, áðrenn byggingin fer í gongd. Í løtuni eru, sambært upplýsingum í nevndini, eingin avtala um hesi viðurskifti, men samráðingar eru við aðra kommunu enn kommununa, har skúladepilin liggur, um íbinding av kloakk og gerð av vatnveiting, og kostnaðurin av hesum kann eftir øllum at døma, sambært upplýsingum frá Landsverk, koma upp á millióna upphædd bara fyri kloakkfrárenslið. Einki ítøkiligt er sagt um, hvat tað kemur at kosta at gera vatnveiting, og kommunurnar eru ikki sinnaðar at rinda fyri hetta, og ivasamt er, um so smáar kommunur yvirhøvur eru førar fyri at lyfta slíka uppgávu.

 

Upp á fyrispurning hevur minnilutin fingið váttað at Landsverk fekk formligu ábyrgdina av byggingini í januar 2006, eftir at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, var komin upp í málið. Hvør orsøkin er til hesa snaringina í málinum, og hví løgmaður, sum annars rinki hevur við málið at gera, knappliga kendi seg kallaðan at koma sær upp í eitt vanligt byggimál um ein skúla, hava vit tó einki fingið at vita um. Tað frættist kanska um undir 2. viðgerð í tinginum.

 

Samanumtikið er málið sera illa handfarið, eingin almenn kunngerðing hevur verið fyri føroysku byggivinnuni um, at man uttan nakra formliga grundgeving broytti fyritreytirnar fyri byggingini og legði um frá at vera almenn útbjóðing til eina “partnering” samráðing. Hetta er óskikkur av ringasta slagi, og ger tær almennu Føroyar til ein sera óvirðiligan part á byggimarknaðinum.

 

Einki skjalprógv er fyri, at verkætlanin skal kosta skattgjaldarunum 14 mió. kr. meira enn upprunaliga ætlað, landsstýrismaðurin hevur ikki kannað, hvussu hetta ber til, og tað er eingin roynd gjørd at finna útav, um aðrir arbeiðsgevarar kundu samráðst seg fram til at gera arbeiðið bíligari enn tær 74 mió. kr., í øllum loynidóminum fingu teir ikki so frægt sum at vita, at útgangsstøðið ikki var læst fast á teimum 60 mió. kr., sum løgtingslógin annars segði at vera mesta upphædd, ið brúkast kundi til skúlabyggingina.

 

Spurningurin um, hvør skal gera og rinda fyri vatn og kloakk, er enn óloystur, og upphæddin er ikki við í verkætlanini. Umframt at vissa ikki fæst fyri, at tær mettu 74 mió. kr. koma at halda, hongur alt málið snøgt sagt í leysum loftið.

 

Tað einasta, sum nú kann fáa málið á beint aftur, er, at farið verður aftur til upprunaleistin soleiðis, sum Tjóðveldisflokkurin byrjaði málið, og soleiðis sum tað lá, líka til hendan samgongan, av partapolitiskum stykni og hevnisøku, kloddaði málið upp í ein so trivaligan ellibita, at eingin greiðir hann aftur. Hendan fløkjan hjá  samgonguni hevur higartil kostað føroyskum skattaborgarum slakar tríati milliónir krónur. Hetta hevði í øllum øðrum londum fingið avleiðingar fyri onkran. Eingin ivast í, at hetta er ein byggigøla av teimum trivaligastu. Nú ræður um, at fara aftur til verkætlanina í Vági, gera eina ætlan fyri Almanna- & heilsuskúlan og at bjóða tað prosjektið út av nýggjum.

 

Tí mælir minnilutin tinginum frá at samtykkja uppskotið frá landsstýrismanninum, men mælir til, at upprunaliga verkætlanin í Vági, møguliga saman við einum Almanna- & heilsuskúla, verður boðin út av nýggjum skjótast gjørligt. Um hildið verður fram við verkætlanini í Vági, har vatn og kloakk viðurskifti eru tøk og goldin, har øll loyvi frá friðingarmyndugleikum eru klár, so kann tann verkætlanin gjøgnumførast við einum tíðarhorisonti, har man í minsta lagi vinnur eitt hálvt ár.

 

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t:

 

Í § 1 verður § 1 orðað soleiðis:

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at skúladepil verður bygdur í Vági í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió. kr., og verður arbeiðið boðið út.”

 

Við nevndu broyting tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 13. mars 2007. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 8-0-17. §§ 1 og 2 samtyktar 17-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 15. mars 2007 løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersenb, Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Høgni Hoydal fram soljóðandi

 

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til 

3. viðgerð

 

1) Í § 1 verður sett sum nýtt stk.:

Stk. 2. Skúladepilin verður boðin út í almennari lisitasjón.”

 

Viðmerkingar:

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er boðin út tvær ferðir, tí boðini, sum inn komu, vóru alt ov høg.

 

Fyri at finna  røttu kostnaðarleguna verður hesin skúlin nú boðin út fyri triðju ferð.

 

Landsstýrismaðurin hevur tann 8. februar 2007 í fyrispurningi 100-22 kunnað Løgtingið um, at kostnaðarlegan fyri skúladepilin í Suðuroy liggur á 60 mió. kr.

 

Kortini nýtir hann aðra óskipaða og merkisverda mannagongd í hesum máli, sum er tríggjar ferðir so stórt og størsta byggimál, henda samgonga hevur tikist við.

 

Sami landsstýrismaður, sum varðar av Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, er komin eftir, at bara ein fyritøka er áhugað í skúladeplinum í Suðuroy, og hevur mælt Løgtinginum til at lata fyritøkuni hesa bygging upp á rokning, til ein prís uttan útboð, sum eingin kann kenna rætta kostnaðin av.

 

Fyritøkan skal fáa skúladepilin fyri 23% hægri kostnað, enn mett er, ella 74 mió. kr.

 

Føroysk byggivinna hevur upplýst Mentanarnevndini, at tað er ikki rætt framfarið í sambandi við hesa útbjóðing, har bert ein fyritøka sigst vera áhuga, og at tað almenna soleiðis “slørar” almennar byggitreytir.

 

Grundaður ivi er settur fram um, at alt er ikki farið fram eftir vanligum reglum í sambandi við hetta byggimál, og føroyska byggivinnan er á gosi yvir framferðina frá almennari síðu.

 

Upplýst er, at fleiri aðrar fyritøkur eru áhugaðar í hesum byggimáli, men eru forðaðar í at sýna áhuga, tí tær vóru ikki kunnaðar um, at byggimálið kundi fáast fyri 60 mió. kr. + 23 %, ella 74 mió. kr.

 

Løgtingið skrivar søgu, um tað letur fremmanda fyritøku fáa hesa bygging upp á rokning, og skotið verður tí upp, at arbeiðið verður boðið út sum skjótast.

 

Viðmerkt verður, at landsstýrismaðurin í umsókn síni til tingið ikki hevur kunnað um, at kloakk, vatn, innbúgv, tilfars- og lønarhækking ikki er innroknað í kostnaðarmeting hansara til tingið.

 

3. viðgerð 15. mars 2007. Uppskot frá Høgna Hoydal, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-19. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk og Høgna Hoydal til § 1 fall 10-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-8-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 24 frá 16.03.2007