Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
53. fundur
Ár 2007, mikudagin 7. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Mikkjal Sørensen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá
Gerhard Lognberg, løgtingsmanni,
dagfest tann 6. februar 2007, við umsókn um farloyvi frá 6. februar 2007 til og
við 20. februar 2007, og at næstvaldi á lista Javnaðarfloksins í Sandoyar
valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan
atkvøðugreiðslu, at Birgir Mohr, ið
áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri
Gerhard Lognberg.
Til viðgerðar:
1. Munnligir fyrispurningar
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 8. februar 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2006: Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-22/2006 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni, frá Heidi Petersen, løgtingskvinnu, viðv. bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna og skúladepli í Hovi
4. Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyritíðar- og fólkapensjónistum, arbeiðsinntøku og marginalskatti
5.
Framløga
Fundur lokin kl. 18.15
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari