Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006
22. fundur
Ár 2006, hósdagin 9. november, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð av tingmáli
nr. 11/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til
allar føroyskar kommunur
Uppskotið,
sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt
25-0-0.
Málið avgreitt.
2.
1. viðgerð av
tingmáli
nr.
21/2006: Uppskot til samtyktar um Føroyar sum eitt valdømi
Málið beint í rættarnevndina.
3. Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli
nr. 17/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
barsilsskipan
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2006 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsi num.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning
nr. 100-7/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá
Hergeir Nielsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn
1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2006 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi eini heildarloysn fyri Hvalbiar sókn
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2006: Uppskot til samtyktar um eina null-loysn ætlan viðvíkjandi rúsevnum í Føroyum
4.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
22/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og
sølu av rúsdrekka
Málið verður beint í vinnunevndina.
5.
1. viðgerð av tingmáli
nr.
31/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum
og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)
Málið verður beint í
uttanlandsnevndina.
6.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 32/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eldsbruna
o.a.
Málið verður beint í vinnunevndina.
7.
1. viðgerð av tingmáli
nr. 23/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at
einskilja P/F Atlantsflog
Málið verður beint í vinnunevndina.
8. Framløga.
Fundur lokin kl. 18.24
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari